• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Brúsajøkils kvæði

 

CCF 25 A

TSB E 128

 

1 Tað var á ein árla morgun,

hundar fullu í bond,

har kom fram ein gamal maður,

bar hakan undir hond.

 

            Her er gott at dansa,

            stovan hon er ný,

            stokkar eru av stáli gjørdir,

            takið er av blý.

            Her er gott at dansa.

 

2 “Ver vælkomin, gamli maður,

sit tú mær íhjá,

hvar veitst tú mestar fíggjarvánir,

satt at siga frá?”

 

3 “Liggja undir Eljarlandi

lítlar oyggjar tvær,

har veit eg mestar fíggjarvánir,

satt at siga tær.

 

4 Onnur eitur Sikiloyggj,

onnur Seggir minni,

har veit eg mestar fíggjarvánir,

ert tú maður at vinna.”

 

5 Ásbjørn letur bussur smíða,

vænar og so fríðar,

kvittar norð við Eljarlandi,

higar ið jólini líða.

 

6 Setti segl í húnar hátt,

sigldi norð við landi,

honum kom hvørki Gud í hug

ei tann heilagi andi.

 

7 Løgdu teir har at landinum,

sum fjøran hon var slætt,

hatta man vera Brúsahelli

beint í fjalli rætt.

 

8 Ásbjørn gekk frá strondum niðan,

ein við ongar sveinar,

tá ið hann kom at hellinum,

ei var Brúsi heima.

 

9 Tekur hann bæði gull og silvur

sær í byrðar at binda,

klæði hans og váknaprógv

hann letur at strondum rinda.

 

10 “Eftir liggja handskar mínir,

teir ljóti eg at søkja,

er hann heima Brúsajøkil,

tá man verða fløkja.”

 

11 Svaraði ein av monnum hans:

“Vilt tú ráð míni tiggja,

siglum aftur til landanna,

og latum teir handskar liggja!”

 

12 Til tað svaraði Ásbjørn prúð:

“Aftur ljóti eg at venda,

eg havi so leingi teir handskar goymt

og borið á mínari hendi.”

 

13 Svaraði annar av monnum hans:

“Lýð tú míni ráð,

nógvir gerast slíkir handskar

heima í londum vár.”

 

14 Ásbjørn gekk frá strondum niðan,

ein við ongar sveinar,

tá ið hann kom at hellinum,

tá var Brúsi heima.

 

15 Svaraði hann tá Ásbjørn prúð,

bæði vænur og vitur:

“Har liggja nú handskar mínir,

Brúsi, sum tú situr.”

 

16 Til svaraði hann Brúsajøkil,

ei er mjúkt at strúka:

“Hoyr tú tað nú, Ásbjørn prúð,

gullið skal eg tær lúka!

 

17 Tá ið tú tókst mítt gull og silvur,

tað mundi meg lítið um varða,

tá ið tú tókst mítt váknaprógv,

tað mundi meg mest um varða.”

 

18 Til svaraði hann Brúsajøkil:

“Verði her enn sum fyrr,

aftur lokist helli mítt,

og verði her ongar dyr!”

 

19 So tókust teir hondum saman,

gjørdu snarpan leik,

so tróðu teir bjørgið niður

sum tað bleyta leir.

 

20 Teir stóðu har so langt á dag,

teir hoyrdu brandar gjalla,

fimtan vá hann trøll í helli,

tá fell kempan snjalla.

 

21 “Siglið aftur, Ásbjørns menn,

byrurin hann er bleikur,

biðið so hansara sælu móður

kemba sín son á reik!"

 

22 Atur sigldu Ásbjørns menn

bæði við sorg og sút,

inntil hin ungi Ormar

frætti til Íslands út.

 

23 Ormar letur bussur smíða

vænar og so fríðar,

kvittar norður við Eljarlandi,

higar ið jólini líða.

 

24 Setti segl í húnar hátt,

sigldi norð við landi,

honum kom bæði Gud í hug

og so tann heilagi andi.

 

25 Løgdu teir har at landinum,

sum fjøran hon var slætt,

hetta man vera Brúsahelli

beint í fjalli rætt.

 

26 Ormar talar til sínar menn:

“Nú býðst meiri vandi,

eg sær trøll í kattarlíki

fyri hellisdurum standa.”

 

27 Ormar gekk frá strondum niðan,

í ærum var hann stórur,

tá ið hann kom at hellisdurum,

katturin úti stóð.

 

28 Ormar leggur ørv á strong,

aðra og ta triðju,

katturin tók við øllum teim

og beit tær av um miðju.

 

29 “Tú tarvt ikki, ungur maður,

tínar ørvar oyða,

tó ið tú skjótir í allan dag,

tú fært meg ikki deyðan.”

 

30 Ormar kastar ørvastrongin,

tekur nú brandin bjarta,

setir hann so fyri kattins bróst,

at oddurin stóð í hjarta.

 

31 Katturin skar so sárliga við,

øll vørildin tóktist skelva,

út lupu tey fimtan trøll

og ristu sínar bjálvar.

 

32 Ormar hevði siðin tann,

frændi hevði ikki fyrr,

tá ið hann gekk í hellið inn,

tá settist hann í dyr.

 

33 Til svaraði hann Brúsajøkil,

mælir í sessi sínum:

“Hvat man hann vilja, Ormar sterki,

higar í helli til mín?”

 

34 “Tað man hann vilja, Ormar sterki,

higar í helli til tín,

hann hevur ongar bøtur fingið

fyri Ásbjørn, bróður sín.”

 

35 “Tú fært ongar aðrar bøtur,

sigi eg nú tær,

tú hevur dripið tann besta katt,

eg legði hjá sjálvum mær.”

 

36 Svaraði hann Ormar sterki,

ilt er í skap at eggja:

“Tú skalt ikki Ásbjørn, bróður mín,

javnt við kattin leggja.”

 

37 So tókust teir hondum saman,

gjørdu ein snarpan leik,

so kluvu teir bergið niður

sum tað bleyta leir.

 

38 So skalv hjartað í Ormari

sum knívur í leysum skefti,

fimtan vá hann trøllini,

tá var kempan eftir.

 

39 Tá var rómur í hellinum,

Ormar fór á knæ:

“Gud og heilagi Ólavur kongur

duguað veit tú mær!

 

40 Sannur Gud í himmiríki

veri mær styrki á bræði,

um eg var í teirri trúgv,

sum Ólavur kongur segði.

 

41 Eg skal tæna Ólavi kongi

í mín allan aldur,

vil Gud meg úr neyðum loysa,”

lovaði sá brynjubaldur.

 

42 Til svaraði hann Brúsajøkil,

rópar nú alvæl hátt:

“Tann tú hevur í kjafti á tær,

hann er ikki her í nátt.”

 

43 Tá var rómur í hellinum,

tá ið Brúsi fell á knæ,

so kluvu teir bergið niður

sum tað bleyta træ.

 

44 So var skeggið á risanum sítt

sum síðasta tagl á hesti,

Ormar setti føtur í fjall,

nú eru handarfestir.

 

45 Hann reiv av honum skeggið alt,

kjøtið inn at tonnum,

frálíkur sýntist Brúsajøkil

øllum øðrum monnum.

 

46 Hann reiv av honum skeggið alt,

kjøt og kjálkafillu;

enn tá tyktist Brúsajøkil:

“Nú gerast leikir illir.

 

47 Skeggið ræð at prýða meg,

hartil virðin fekk,

tríggjar reisir á hvørjum degi

yvir gullroyki hekk.

 

48 Skeggið ræð at prýða meg,

allur virðin full,

tríggjar ferðir á hvørjum degi

dró eg tað við gull.”

 

49 Brúsi skar so sárliga við,

tá ið hann fekk banasár,

hetta hoyrdu Ormars menn,

niðri á skipum lá.

 

50 “Hatta var ikki Ormars reyst,

nú mundi ganga til deyða,

signað verði móðirin,

bitan í munnin legði!”

 

51 Hann var bani at risanum

við hvøssum slíðraknívi,

síðan tænti hann Ólavi kongi,

so leingi hann var á lívi.

 

52 Aftur skundar Ormar sær

á Ólav kongins fund,

tríggjar gullsteinar í barmi á sær,

hvør vá nær um pund.

 

            Her er gott at dansa,

stovan hon er ný,

            stokkar eru av stáli gjørdir,

            takið er av blý.

            Her er gott at dansa.

 

CCF 25 A

TSB E 128

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos Gl. kgl. Saml. 2894, 4to, vol. II, Nr. 3, s. 631.

 

Útgávur: 

1. Chr. Matras (ed.): Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1937-39 s. 257.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 519.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 8. bind, s. 67.

 

Heimild: J.C. Svabo (1746-1824), Miðvági, 1781-82.

 

E 128 Brúsajøkils kvæði (Man killed by giant is revenged by his brother)

Jólaaftan kemur gamalur maður til hús Ásbjarnar og Ormars. Hann talar við teir um stóran dýrgrip.

Ásbjørn heldur av stað at finna dýrgripin. Hann fer til eitt risahelli, har dýrgripurin er. F: Hann fer eftir gullinum og ber tað oman á skipið. Hann varnast, at handskarnir liggja eftir, og fer aftur eftir teimum. Nú er risin, Brúsi, afturkomin, og hann drepur Ásbjørn. – S: Risakøtturin hjá Brúsa drepur Ásbjørn. –

Beiggi Ásbjørn, Ormar, heldur av stað at hevna deyða bróðursins. – F: Ormar kemur at hellismunnanum, hittir køttin og drepur hann. Í hellinum hittir hann Brúsa og berjist við hann. Ormar biður Gud og Ólav Halga hjálpa sær. At enda drepur Ormar Brúsa. Hann fer heim aftur við dýrgripinum. – S: Á leiðini ákallar Ormar Eirik Halga. Hann kemur at hellinum við monnum sínum. Køttur Brúsa drepur ein av monnunum. Har er eingin Brúsi, og Ormar skal fara, tá ið hann varnast, at handskarnir liggja eftir, og fer aftur eftir teimum. Nú er Brúsi heimafturkomin.

Ormar skilir, at Brúsi er gamli maðurin, sum talaði um dýrgripin. Teir berjast. Til at bjarga lívinum bjóðar Brúsi Ormari helvtina av dýrgripinum. Hann hevur svik í huga, men Ormar drepur hann, tekur dýrgripin og fer heim aftur.

á føroyskum: CCF 25 (eisini á svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017