• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Finnur hin fríði

 

Finnur hin fríði

 

CCF 26 Aa

TSB E 83

 

1 Ein býr jallin á Upplondum,

gott er at taka til evna,

átt hevur hann sær tógva synir,

væl kann eg teir nevna.

 

            Gyltan spora við mítt fótaspenni,

            so temji eg mínar gangarar góðar, lati renna.

 

2 Átt hevur hann sær tógva synir,

væl kann eg teir nevna:

Hálvdan og hann Finnur hin fríði

kunnu væl dreingjum stevna.

 

3 Hálvdan var tann eldri bróðir,

Finnurin var tann yngri,

hann var av øllum deiligari,

tó fell honum forlag tyngri.

 

4 Finnur er á leikvøllum,

hann talar við sínar dreingir:

“Hvar vitið tær mín javninga,

tað havi eg hugsað leingi? “

 

5 Sveinar svara sínum harra:

“Hví spyrjið tær so,

best veitst tú við sjálvum tær,

hvar tín [stendur] hugur á?

 

6 Vær kunnum ikki sannari

siga tær ífrá,

kongurin í Írlandi

so væna dóttur ár.

 

7 Kongurin í Írlandi

eigur sær dóttur vísa,

kanst tú hana til ektar fá,

hon kann títt lív væl prísa.

 

8 Írlands kongur dóttur eigur,

von er hon sum sól,

so er at líta á jomfrúlit

sum droyrin drívur á snjó.”

 

9 “Er hon seg so eigilig,

sum tær sigið frá,

biðja skal dóttur Írlands kong,

standist hvat av ið má.”

 

10 So letur hann Finnur hin fríði

sínum skipum búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

11 So letur hann Finnur hin fríði

byggja skipini sín,

letur nú laða í bæði borð

virtur og so vín.

 

12 Finnur letur skipini gera

við so góða ró,

av gulli vóru borðini,

ið flóta for oman sjógv.

 

13 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru blá,

bari toppur av reyðargulli,

har skín sólin á.

 

14 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokkur,

stavnar og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

15 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við reyðan brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Írland.

 

16 Smaladrongur á heiði

goymir smalugeit,

hann sær skip eftir havi koma,

havn at vilja leita.

 

17 Allar rekur hann smalurnar

saman á grønan vøll,

síðan akslar hann kápu blá,

hann gár í kongins høll.

 

18 “Eg eri mær á einum luti

vísari enn tær eruð øll,

eg sær skip eftir havi koma,

seglini hvít sum mjøll.”

 

19 “Sært tú skip eftir havi koma,

seglini hvít sum lín,

vera man onkur høvdingurin

at biðja dóttur mín.”

 

20 Tá ið hansara snekkja

kendi fagurt land,

kastar síni akkerini

á so hvítan sand.

 

21 Fyrstur stígur Finnur hin fríði

sínum fótum á land,

tólv brynjaðar herkempur

undir hans høgru hand.

 

22 Gingu teir frá strondum niðan,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, jørðin skalv,

teir settu knørr í neystið.

 

23 Uppi í miðjum grasagarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

24 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Írlands kongur á borði sat

við *manna hundrað fimm.

 

25 Finnur gekk í hallina inn

í silkikneptari húgvu,

kinnur er reyður sum hummarklógv

og eygað sum í dúgvu.

 

26 Finnur stendur á hallargólvi,

í forðum var tann siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

27 Finnur stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðu sína:

“Sit væl, reystur Írlands kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

28 Tí svaraði Írlands kongur,

gyrdur sat hann við brandi:

“Siga skalt tú eiti títt,

hvaðan tú ert av landi.”

 

29 “Sjálvur eiti eg Finnur hin fríði,

Hálvdan er mín bróðir,

Úlvur jall er faðir mín,

frú Gortra er mín móðir.”

 

30 “Tað tykir henni vinum og frændum

vera miklan mun,

hon er ein útvald kongadóttir,

tú ert ein jals son.”

 

31 “Vilt tú mær ikki moynna geva,

áðrenn eg hiðan fari,

tað skal verða deyði tín

og fleiri dreingjum at skaða.

 

32 Vilt tú mær ikki tína dóttur

bæði geva og gifta,

eg bjóði tær eitt annað boð,

lív skal hondum skifta.”

 

33 Finnur leyp eftir hallargólvi

bæði fimur og fúsur,

átjan vá hann herkempur,

áðrenn hann slapp út.

 

34 Finnur leyp eftir hallargólvi

bæði við spekt og náði,

annaðslíkt fyri hinum fell,

tá var javnt hjá báðum.

 

35 Átjan vóru herkempur,

sár bóru undir skinn,

áðrenn teir høvdu Finnin fríða

í myrkastovu inn.

 

36 Tóku teir tann fríða Finn,

løgdu hann í band,

spardu honum hvørki stál ei jarn

um hans ljósa hand.

 

37 Tóku teir tá Finnin fríða,

løgdu í kalda jarn,

tað var frúgvin Ingibjørg,

hon fekk bæði angist og harm.

 

38 Tað var frúgvin Ingibjørg,

hon gongur for faðir sín,

berføtt og í náttserki

og við eitt høvuðlín.

 

39 Tað var frúgvin Ingibjørg,

hon fellur pá síni knæ:

“Ger tað fyri manndóm tín,

tú gev tann riddara mær!”

 

40 “Tað tykir tínum vinum og frændum

vera miklan mun,

tú ert ein útvald kongadóttir,

hann er ein jals son.”

 

41 Ingibjørg snúðist av hallini út,

í tí var hon reið:

“Gud lati teg aldri liva tann dag,

eg spyrji teg ráðini meiri!

 

42 Hoyr tað, mín hin sæli faðir,

sjálvur skalt tú tað ráða,

geva skal sterka Hálvdani boð,

so stár títt lív í váða.”

 

43 Tekur hon sín skósvein,

klæðir hann í skrúður:

“Tað havi eg á sonnum roynt,

at tú hevur verið mær trúur.”

 

44 Hann var fimur á fótunum,

boðini skuldi bera,

øll so letur hon klæði hans

við rósur og liljur skera.

 

45 “Hoyr tað, mín hin lítli svein,

legg tær væl í minni,

ongan skalt tú svøvnin sova,

fyrr enn tú Hálvdan finnur!”

 

46 Hann var fimur á fótunum,

ið tey boðini bar

haðan út til landanna,

sum ríki Hálvdan var.

 

47 Tað var tann hin lítli svein,

heim í garðin fór,

úti hann ríki Hálvdan

fyri honum stóð.

 

48 Tað var tann hin lítli svein,

inn í hallina gekk,

Hálvdan sat í hásæti,

ymsar litir fekk.

 

49 “Ver vælkomin, lítli svein,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

50 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvvæl minni um vín,

onnur havi eg ørindini

higar í dag til tín.

 

51 Vit tú tað nú, ríki Hálvdan,

eg beri tær boð til handar,

tín er bróðir í Írlandi,

hann situr í stórum vanda.”

 

52 Tað var tí hann ríki Hálvdan,

sínum borðum skeyt,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvi fleyt.

 

53 Hálvdan sprakk um borðið fram

bæði við ilsku og reiði,

fimtan vóru gullsteypini,

breyt hann sundur í teirri.

 

54 Hálvdan letur liðið samla,

bæði um turpur og tegnar,

har komu tveir, sum biðin var ein,

Finnin fríða at hevna.

 

55 Vindur hann upp síni silkisegl

gull við reyðan brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Írland.

 

56 Kastar síni akkerini

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Hálvdan

sínum fótum á land.

 

57 Hálvdan gekk frá strondum niðan,

eingin ið tað varir,

brendi bæði konur og børn,

tá ið hann kom at garði.

 

58 Enntá mintist Hálvdan,

hvat verið hevði fyrr,

leggur eld í borgina

og stokkar fyri dyr.

 

59 Legði eld í borgina

og stokkar fyri dyr,

brendi inni Írlands kong,

betri hevði verið fyrr.

 

60 Svaraði tá hin Írlands kongur,

rópar hvølt og hátt:

“Hvat havi eg til sakar gjørt,

hví eri eg brendur í nátt?”

 

61 Tí svaraði ríki Hálvdan,

talar so for seg:

“Tað visti tú, Írlands kongur,

bróður átti eg meg.”

 

62 Tí svaraði Írlands kongur

av so tungari neyð:

“Finnur er í myrkastovu,

hann er ikki deyður.”

 

63 Hálvdan gekk at myrkastovudurum

alt fyri uttan vanda,

klývur upp hurðar av seigum jarni,

loysir út reystan fanga.

 

64 Klývur upp hurðar av seigum jarni,

loysir út reystan fanga:

“Statt upp, Finnur, bróðir mín,

ert tú førur at ganga!”

 

65 Upp leyp tann hin fríði Finnur,

kinnar ber hann so baldar:

“Eg havi kongi skatt at lúka

fyri tað jarnið kalda.”

 

66 Upp leyp tann hin fríði Finnur

bæði fimur og fúsur:

“Eg havi kongi skatt at lúka

fyri tað myrka hús.”

 

67 Tí svaraði ríki Hálvdan,

hann hin nýti drongur:

“Hoyr tað, Finnur, bróðir mín,

honum hevst einki longur.”

 

68 Gingu teir av myrkastovu

bæði í ró og náðir,

síðan inn í høga hall

fyri Ingibjørg teir báðir.

 

69 “Sit nú, frúgvin Ingibjørg,

hin fagra og hin ljósa,

vilt tú tær ein høvdingan

her fyri øllum kjósa?”

 

70 Tí svaraði Ingibjørg:

“Nú er eftir tað versta,

høvduð tær vigið *Vínkongarnar,

so skulduð tær meg fest.”

 

71 Tí svaraði ríki Hálvdan,

kvinnur man hann grøta:

“Hvør sum siglir í *Vínlands havi,

við ymiskum man hann møta.”

 

72 Finnur leyp av hallini út

við so miklari makt:

“Tó skal eg til *Vínlanda,

komi eg ikki aftur.”

 

73 Vindur upp síni silkisegl,

gull við reyðan brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Vínland.

 

74 Uppi í miðjum grasagarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

75 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum *Vínkongarnir á borði sita

við *manna hundrað fimm.

 

76 Finnur gekk í hallina inn

fyri teirra borð,

kongarnir sita í hásæti,

teir tala ikki eitt orð.

 

77 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

tá høvdu sjálvir *Vínkongarnir

brynjað út hundrað tólv.

 

78 Tá høvdu sjálvir *Vínkongarnir

brynjað út hundrað tólv,

einsamallur Finnurin fríði

reið teim øllum ímót.

 

79 Finnur ríður í herin fram,

frægur var hann at síggja,

høggur so títt á báðar hendur,

fellir tógva og tríggjar.

 

80 Finnur ríður í herin fram,

mátturin við honum veks,

høggur so títt á báðar hendur,

har fullu fimm og seks.

 

81 Bardust fullar tógva dagar,

eldar av svørðum rúka,

hann náddi ikki at jørðini,

hann tróð eftir mannabúkum.

 

82 Finnur ríður í herin fram,

ei vil hann undan flýggja,

tað er mær av sonnum sagt,

nú vóru eftir tríggir.

 

83 Finnur ríður í herin fram,

søgur ganga frá,

hann trívur í fyrsta Vínkongin,

hann kleyv hann í lutir tvá.

 

84 Finnur ríður í herin fram,

ei vil hann undan flýggja,

trívur um annan Vínkongin,

kleyv hann í lutir tríggjar.

 

85 Finnur setst á jørðina niður,

nú vil hann undan flýggja,

drekin fleyg í loftið upp,

begynti eitur at spýggja.

 

86 Eitur spýði tann fúli dreki

niður á Finna brynju,

hann varð ikki við váknum vigin,

har fyri læt hann synja.

 

87 Tá ið Hálvdan hetta sá,

sín bróðir var fallin frá,

ógvuliga við miklari reiði

fram í herin brá.

 

88 Ógvuliga við miklari reiði

fram í herin brá,

hann treiv um triðja *Vínkongin,

hann kleyv hann í lutir tvá.

 

89 So ríður hann ríki Hálvdan

innan grøna lund,

hvørki gól tað eftir honum

heykur ella hundur.

 

90 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við reyðan brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Írland.

 

91 Kastar síni akkerini

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Hálvdan

sínum fótum á land.

 

92 Ingibjørg stendur í glasgluggum

bæði væn og vitur:

“Hetta er ikki Finnurin fríði,

í lyftingini situr.”

 

93 “Sit væl, frúgvin Ingibjørg,

hin fagra og hin ljósa!

Vilt tú tær ein høvding

her fyri øllum kjósa?”

 

94 Tí svaraði Ingibjørg,

hon heldur á gullinum reyða:

“Eg lovi ongan høvdingan

eftir Finna deyða.”

 

95 Eina nátt í borgum svav

hon svav á Hálvdans armi,

tað varð mær av sanni sagt,

tá sprakk hon av harmi.

 

96 Hon sprakk av harmi eftir hann,

tann hin ríka frú,

svørji tann eið á mína trúgv,

tað hendi ongan nú.

 

97 Tað var tí hann ríki Hálvdan

læt sær byggja borg,

har sleit hann sína ævi út

við trega og tunga sorg.

 

            Gyltan spora við mítt fótaspenni,

            so temji eg mínar gangarar góðar, lati renna.

 

CCF 26 Aa

TSB E 83

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos Gl. kgl. Saml. 2894, 4to, vol. II, Nr. 5, s. 673.

 

Útgávur: 

1. Chr. Matras (ed.): “Svabos Færøske Visehaandskrifter” 1937-39 s. 268.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 534.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 8. bind, s. 109.

 

Heimild: J.C. Svabo (1746-1824), Miðvági, 1781-82.

 

 

 

E 83 Finnur hin fríði (Suitor is imprisoned by maiden’s father, rescued by his brother, and later killed in a fight)

Finnur fer til Írlands og biður kong um dóttur hansara. Bønarorð hansara verða afturkastað, og eftir harðan bardaga verður hann settur í fongsul.

Kongsdóttirin biður pápa sín lova sær at giftast við Finni, og tá ið hann sýtir, sendir hon boðbera til beiggja Finn, Hálvdan. Hálvdan kemur og brennir kong inni í høll hansara. Hann sleppir beiggja sínum út úr fongsli, og teir fara til kongsdóttrina Ingibjørg. Hon sigur seg vilja giftast við Finni, um hann drepur teir tríggjar kongarnar í Vínlandi.

Finnur drepur tveir teirra, men triði teirra drepur Finn.

Hálvdan drepur triðja kongin og hevnir soleiðis beiggja sín. Síðani ber hann upp bønarorð fyri Ingibjørg, men hon gevur honum krakk og doyr av sorg.

á føroyskum: CCF 26 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017