• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Gongurólvs kvæði

 

CCF 29 A

TSB E 148

 

1 Eg veit eina rímuna

inni hevur ligið leingi,

Ingibjørg hevur oss fróðskap kent

at ríma um reystar dreingir.

 

2 Ingibjørg hevur oss 'Frosnir' kent

at ríma um reystar dreingir,

fornar kempur av Nøríki,

sum gitið man verða leingi.

 

3 Fornar kempur av Nøríki,

sum dømini hava stór,

lótu byggja ein feigan knørr

mánað fyri jól.

 

4 Teir lata byggja ein feigan knørr

mánað fyri jól,

nevndur er teirra stýrismaður,

hann eitur Snorri fót.

 

5 Illgerðsteinur og Ódnarbjørn,

báðar kann eg nevna,

lata byggja ein feigan knørr,

til Grønlands vilja stevna.

 

6 Brøður fóru á skógvar burtur

eina morguntíð,

funnu har eitt fagurt træ,

teir lata knørr av smíða.

 

7 Knørrur varð bygdur á Norðmýri,

gott var í honum evni,

átjan alin og fjøruti

var kjølurin millum stevni.

 

8 Knørrur varð bygdur á Norðmýri,

slíkur var eingin í forðum,

átta føtur og tríati

var breiddin millum borða.

 

9 Teir lótu byggja feigan knørr,

fagran og so fríðan,

bæði við bondum og bugsprytum,

kongi góvu teir síðan.

 

10 Lótu byggja Grønlands knørr,

fagran og so fljótan,

bæði við bondum og bugsprytum,

teir bóðu kong væl njóta.

 

11 Knørrer flýtur for bryggjusporða

við sínum *gylta brandi,

eingin hevur tílíkur flotið

fyri kongins landi.

 

12 Snorri kemur inn árla morgun,

konur man hann grøta,

“Hvør sum siglir Grønlandsfjørð,

ymist man honum møta”.

 

13 Løgdu inn í Íslandi,

høvdu mangt at kvitta,

fullgóðan høvdu teir viljan til

formonnum at skifta.

 

14 Teir komu seg so síðla dag,

alt var fólk á geingi,

har kom fram ein gamal maður

við ungum syni í hand.

 

15 Har kom maður av bergi fram,

Máur æt hann á Mýri:

“Ger væl við mín yngsta son,

hann kann væl knørri stýra!”

 

16 Hildu undan Íslandi

úr tí havnarlagi,

tóku inn unga Gongurólv,

hann kemur nú fyrst í kvæðið.

 

17 Tá var veður á sjónum hart,

Rólvur setst við stýrið,

vundu segl í húnar hátt,

og fram gekk knørrurin dýri.

 

18 Tá var veður á sjónum hart,

sveinar halda í hand,

Ísland er sum fuglur at sjá

aldan fjalir land.

 

19 Vindur kom av rustum niður,

tað brakar í súðum hátt,

seggur seg við grunnið veður

bæði dag og nátt.

 

20 Báran brýtur, Ísland trýtur,

hurrar í hvørjum streingi,

aldan breyt í bæði borð,

alvæl dugdu dreingir.

 

21 Tá var veður á sjónum hart,

ódnin mátti kallast,

so stýrir hann Gongurólvur

at hvørgum borði halla.

 

22 Fingu ein so stóran sjógv,

Rólvur stóð við stýrið,

aldan breyt í [h]umbora hátt,

tá bliknaðu dreingir dýrir.

 

23 Fingu ein so stóran sjógv,

øllum tókti undur

seglini fullu á bunkan niður,

togini gingu sundur.

 

24 Tá tók at bendast í breiðum báti,

skulvu borð og bitar,

sleipaðu norð í Trøl[la]botn,

gekk teim súrt við slitar.

 

25 Risin kemur úr fjalli oman,

trívur um stavnar báðar:

“Eg eigi vík og havnarlag,

hvør vil sínum ráða.”

 

26 Tað var fyrsti av teirra monnum

skyldi upp at ganga,

hann varð kiptur av tilju niður,

snarliga misti anda.

 

27 Tað var annar av teirra monnum

skyldi upp at gá,

hann varð kiptur av tilju niður,

deyður fell hinum hjá.

 

28 Harra Gud í himmiríki

verði við teirra neyð,

tríhundrað mans á knørri doyðu,

treyt hvørki drekka ei breyð.

 

29 Eg fái ei við orðum greint,

hvat teir alla hefti,

tá svav fátt á teirra mál,

tríggir livdu eftir.

 

30 Illgerðsteinur og Ódnarbjørn

og Gongurólvur tann triði

laða gull í barm á sær,

teir ganga frá deyðum liði.

 

31 Hvør er treyður frá vørildar eyð

uttan fyri mín vanda,

laða gull í barm á sær,

teir ræð[u] frá skipum ganga.

 

32 Gingu fullar átta dagar,

frysti jøkilstræti,

hvør sum kemur í tílíka neyð,

hann missir gleði og kæti.

 

33 Niður settist Illgerðsteinur,

kólna tók hendur og føtur.

“Tað sær eg,” segði Gongurólvur,

“tú býður tess ikki bøtur.”

 

34 “Verður tær tess eyðið

tú kemur til Nøríkis heim,

heilsa báði vinum og frændum,

kanst tú málagrein.

 

35 Her gravi eg mítt gull og silvur,

tað man ongan saka.”

Tá kvaðst við á baki hansa:

“Eg skal burtur taka.”

 

36 Tí svaraði Gongurólvur

bukkaði niður til knæ:

“Svøri tann eið á mína trú,

nú havi eg byrðar tvær.”

 

37 Gingu fullar átta dagar,

fryst við jøkilstíg,

hvør sum kemur í tílíka neyð,

hann lær ikki allan tíð.

 

38 Niður settist Ódnarbjørn,

kólna tók hand og fót.

“Eya meg,” segði Gongurólvur,

“tú bíður tess ikki bót.”

 

39 “Verður tær tess eyðið,

tú kemur til Nøríkis líð,

heilsa bæði vinum og frændum,

tú lov ikki roysni mítt.

 

40 Her gravi eg mítt gull og fæ,

tað man ongan saka.

Tá kvaðst við á baki hans:

“Eg skal burtur taka.”

 

41 Tí svaraði Gongurólvur,

bukkar niður til kníggja:

“Svøri tann eið á mína trú,

nú havi eg byrðar tríggjar.”

 

42 Tá eykast honum Gongurólvi

meiri angist og vandi,

tá ræð hann í átjan dagar

í kolmyrkri ganga.

 

43 Rólvur gekk tá átjan dagar,

langa leið og drúgva,

eld sá hann í fjalli brenna

høgar neistar flúgva.

 

44 Grevur hann gull í sterkan heyggj,

tekur nú trøllum at banna:

“Liggi aldur og allar ævir,

njóti tín eingin manna.”

 

45 Grevur hann gull í sterkan heyggj,

tekur nú trøllum at blóta:

“Ligg her aldur og allar ævir,

eingin skal tín njóta!”

 

46 Tí svaraði Gongurólvur:

“Úti má ikki standa,

hvørt her byggja trøll ella fólk,

eg fari her inn at ganga.”

 

47 Rólvur gekk í skálan inn,

sum stór sat kona við eld.

“Vesælur vættur, dvølst hjá mær,

og verm tín frosin feld!

 

48 Vesælur vættur, dvølst hjá mær,

og verm tín frosin bein,

kemur hann Rosmar risin heim,

hann sprytar teg upp á tein!”

 

49 Hon reiv av honum frosna váð,

setti at eldi at dasta,

glerið lá um beinini niðri,

ei var í gulli glæstrað.

 

50 “Tað sær eg á tínum eygum,

tó at tú ert av menskum monnum,

sig mær frægur eiti títt,

og hvaðani ert tú av sonnum.”

 

51 “Eg eri alin í Íslandi

við alskyns mekt og prýði,

nevndan hoyrdi eg faðir mín,

Máur æt hann á Mýri.”

 

52 “Er hann so sannur faðir at tær,

sum tú hevur fyri mær nevnt,

ónt hevur teg av leiðini borið,

óbeint hevur tú stevnt.

 

53 Er hann so sannur faðir at tær,

sum tú hevur fyri mær svorið,

samborin eru vit systkin tvey,

bæði til kals og konu.

 

54 Eg eri so von við trøllagleim,

angur kann eg ikki virða,

mær er vandi til handar komin,

hvar skal eg, Rólv, teg hirða?”

 

55 Førdi hon hann í skinnini grá,

hon hevði onnur klæði,

mældi hann so í tætta urð,

sum hann í steini væri.

 

56 Rólvur liggur í urðini,

lýðir á trøllatáttum,

oman ruddu dalir og fjøll,

tá ið risin kom heim á náttum.

 

57 Oman ruddu dalir og fjøll,

tá ið risin kom heim á kvøldi,

enntá tóktist Gongurólvur

liva við lítið veldi.

 

58 “Eg gangi ikki so út og inn,

eg kenni ikki beiskum brondum,

Hilda hevur tú krásir veitt,

tú greið tær snart á hondum.”

 

59 “Hvat skal mær til krásir vera

uttar á hurð at hitta,

eg havi ikki krásir at veiða tær,

tú kanst tað ikki kvitta.”

 

60 “Mann havi eg á reki funnið,

hoyr meg Hildan svinna,

eg tapti ein av hundrað tólv,

eg kann hann ikki finna.

 

61 Mann havi eg á reki funnið,

tapt havi eg ein av tólv,

tá stóð eg fyri aftan stýrið,

eg hoyrdi nevndan Rólv.

 

62 Eg gangi ikki so út og inn,

eg kenni beiskum ranni,

tað er í mítt helli komið

eittans bein úr manni.”

 

63 “Hvat skal mær til krásar vera,

heima siti eg ein,

kráka fleyg yvir ljóar í dag,

hon feldi mannabein.

 

64 Kráka fleyg yvir ljóar í dag

við mannabein í munni,

hon kastaði tað inn, eg kastaði tað út,

tað snarasta sum eg kundi.

 

65 Kráka fleyg yvir ljóar í dag,

hon feldi mannabein,

hon kastaði tað inn, eg kastaði tað út,

eg var ikki til tess sein.”

 

66 “Eg gangi ikki so út og inn,

eg kenni ikki beiskum brondum,

Hilda hevur tú krásir veitt,

tú greið tær snart av hondum.”

 

67 Tekur hon hendur um risans háls

og kallar hann søtan sín:

“Hvussu mundi tær verið við,

kom her bróðir mín?”

 

68 “Kanst tú mær hann heilan greiða,”

kvøðst so við at víkja,

“eg skal svørja tær tryggan eið,

eg skal hann ikki svíkja.

 

69 Kanst tú mær hann heilan greiða,”

kvøðst so við at vera,

“eg skal svørja tær tryggan eið,

eg skal honum einki gera.”

 

70 Setir hon Rólv á risans knæ,

við so lítlari prýði,

ikki var klappan á holdi mjúk,

tað brotnaðu bein í síðu.

 

71 Tekur hon Rólv av risans knæ,

hon setir á hellisgólv:

“Tað stendst ei barni klappan tín,

fáum kanst tú hógv.”

 

72 Hon bar honum fram oksalær,

alt við ongan vanda,

Rólvur kendi fagligt merki

á hesum kosti standa.

 

73 Hon bar honum fram oksasíðu,

betur kundi hann ikki velja,

svøri tann eið á mína trúgv,

tá kvaðst Rólvur at selja.

 

74 Ragnar nevndi tann grima risa

nógv hevði gull at ráða,

hann hevur knørr í fjallið sett

við sínar  brøður báðar.

 

75 Hann hevur knørr í fjallið sett,

ið ein vildi yvir ráða,

so fór hans yndi at,

hann drap sínar  brøður báðar.

 

76 Rólvur kemur út árla morgun

rívur skruv frá eygum,

hann sær knørr í fjallið settan

bundnan við bondum beygum.

 

77 Rólvur hugsar við sjálvum sær,

trøllini tey eru sterk,

hevði tað menskur maður gjørt,

tá var tað eitt roysnisverk.

 

78 Seks vetur var hann í Trøllabotnum

í tí risans ranni,

inntil tann hin sjeynda

tá legði hann ást við Svannu.

 

79 Tað var um ein halgan dag,

hon gongur fyri risan at standa:

“Eg veit tær einki betri ráð,

tú flyt hann burtur av landi!”

 

80 Risin eigur ein bøttan bjálva,

man meg rætt um minna,

har vóru átjan kobbasinur,

aldunshúðir tvinn[a].

 

81 Tekur hann Rólv á bak sítt upp,

gullkistu íhjá,

bar hann so til strandar oman

mót teirri bylgju blá.

 

82 Átjan dagar við grunnið veður,

glymur á hamrahúðum,

hann kom ei [í] moyggjaland,

fyri sólin roðar á búðum.

 

83 Tá var dagur í havsbrúnni,

Rólvur tók at troytast,

aðrari hendi beltið skar

bjálva av sær at loysa.

 

84 Tá var dagur við havsbrúnni,

Rólvur tók at hasta,

aðrari hendi beltið skar

bjálva av sær at kasta.

 

85 “Eg havi ført teg á land so gott,

aftur ljóti eg at venda,

kvendi teg við ástum leiða,

lukku man teg henda.

 

86 Eg havi ført teg á land so gott,

tú sært sól og mána,

eg bjóði teg fyri sannan Gud,

tú nevn ikki jomfrú *Svannu.”

 

87 So runnu tár av risans kinn

sum høgl av hvøssum æli:

“Far væl Rólvur, Uppsaljall,

eg brúki ikki við teg vælir!”

 

88 “Takk havi tú, fostra mín,

tú flutti meg til manna,

tá ið tú kemur í hellið títt,

tú heilsa ungu Svannu.”

 

89 Tá ið tú kemur mitt á leið,

tú lít teg upp í eystur,

har manst tú tá drotning síggja,

hon gevur tær fullgott treyst.”

 

90 Risin leit í sólarmagn,

hann náddi ikki fram at ganga,

stendur í miðjum Íslands havi,

merkir stóran dranga.

 

91 Inn kom ein av ternunum,

sigur fríðum frá:

“Eg sær mann á borgararm

miklan í brynju blá.”

 

92 “Sært tú mann á borgararmi,

miklan í brynju blá,

leiðið mær hann í hallina inn,

nú vil eg hann sjá”!

 

93 Rólvur gekk í hallina inn

við alskyns mekt og...,

bjarta brúður við borðið situr,

spyr eftir navn hvat eitur.

 

94 Rólvur hevði vanan tann,

ið hann hevði fyrr,

uttarlaga sessin tók

ytst við hallardyr.

 

95 Fyrstu nátt í borgum svav

á ríku frúur armi,

svørji tann eið á mína trúgv,

ei brast moyggjarnavn.

 

96 Árla var um morgunin,

sól tók fagurt at...(!),

upp stóð Rólvur og klæddi seg,

allar vilja hann.. .(!),

 

97 Summar vildu slíta hans hár,

og summar fyri bakkan kasta,

uttan frúgvin Lindinimjáv,

hon bað ikki Rólv so lasta.

 

98 Aðra nátt á borgum svav

á ríku frúur síðu,

svørji tann eið á mína trúgv,

hans hendur fóru ei víða.

 

99 Árla var um morgunin,

sól tók fagurt at roða,

upp stóð Rólvur og klæddi seg,

allar vilja hann fjóna.

 

100 Summar vildu slíta hans hár,

summar fyri bakkan kasta,

svaraði frúgvin Lindinimjáv:

“Hví munnu tit Rólv so lasta?”

 

101 Triðju nátt í borgum svav,

á ríku frúur arm,

svørji tann eið á mína trúgv,

at nú brast moyggjarnavn.

 

102 Árla var um morgunin,

sól tók fagurt at.. .(!),

upp stóð Rólvur og klæddi seg,

allar vildu .....(!).

 

103 Summar vildu hann á gálgan føra,

summar fyri bakkan kasta,

uttan frúgvin Lindinimjáv:

“Hví munnu tit Rólv so lasta?”

 

104 Summar vildu hann á gálgan føra,

summar ríva hans hár,

uttan frúgvin Lindinimjáv,

hon fellir fyri hann tár.

 

105 “Heintið mær Skúgv av Stokkanesi

við sítt nevið blúgva,

hann skal flyta Rólv yvir hav

so langa leið og drúgva!”

 

106 Har kom fuglur, sum fyrr varð nevndur,

settist har á jørð,

hvar hann kemur á víðan vøll,

hann merkir eftir spor.

 

107 Tók hann hann á bak sítt upp,

seks dagar mundi hann renna,

inntil tann hin sjeynda

tá mundi hann Tróndheim kenna.

 

108 Hann sá flóta ein feitan oksa,

betur kundi hann ikki velja,

svøri tann eið á mína trúgv,

gammurin kvaðst at selja.

 

109 Hann sá flóta ein feitan oksa,

kvaðst ei frá at fara,

setti hann á tað hægsta fjall

í Tróndheimi var.

 

110 Hann hevur so leingi á leiðini verið

burtur frá kristnum monnum,

hann sá ikki svartan fugl

á hvítum snjófonnum.

 

111 Rólvur kom úr fjalli oman,

alt var fólk at ganga,

møtti hann síni sælu systur

við ungum syni í fangi.

 

112 Hann kom ikki fyrr til Tróndheims múr

enn alt [var] fólk á máli,

sveinar trongdu kall í durum,

hann gekk óræddur í skála.

 

113 “Í fjallinum fjaldi eg mikið gull,

fáan veit eg mín maka,

hvør sum mær í durum treingir,

eg unni honum væl at taka.”

 

114 Kongurin talar til sínar  menn,

biður teir allar tiga:

“Gevið kalli ljóð um stund,

hann kann frá ferðum siga!”

 

115 Tí svaraði Gongurólvur,

ræður so orðum byrja:

“Fyrst er at geva manni mat

og síðan tíðindi spyrja.”

 

116 Tey bóru honum fram oksalær,

flykkini tólv av svíni,

tunnubreyð og laksir sjey

og bollaskál av víni.

 

117 Tey bóru honum fram oksasíðu,

betur kundi hann ikki velja,

svøri tann eið á mína trúgv,

tá kvaðst Rólvur at selja.

 

118 “Oftum havi eg í vási verið,

stundum uppi í ský,

hvør sum míni fótspor stígur,

lær ikki allan stund.

 

119 Oftum havi eg í vási verið,

stundum niðri á grunn,

hvør sum míni fótspor stígur,

lær ikki allan stund.

 

120 Seks vetur var eg í Trøllabotnum

í tann risans ranni,

inntil hann hin sjeynda

tá legði eg ást við Svannu.

 

121 Tríggjar nætur á Moyggjaland,

fari til dømar at taka,

har við bygdist heimurin,

at kvendi fekk sín maka.”

 

122 Svaraði signaður Ólavur kongur,

bæði við bold og ræði:

“Um tú livir annaðslíkt,

eg gevi tær kost og klæði.”

 

123 Tí svaraði Gongurólvur,

gerst nú ný[t]ur drongur:

“Fáið mær prest og skrifta mær,

eg vil ikki liva longur.”

 

124 Nevndu teir tann unga Rólv,

fagran og so fríðan,

tá ið hann kom úr funti upp,

tá læt hann sítt lív.

 

125 Tí varð hann kallaður Gongurólvur,

eingin hestur hann bar,

kinnin var reyð sum hummarklógv,

tá ið sólin roðar í kav.

 

CCF 29 A

TSB E 148

 

Handrit: Áttingshandrit Svabos. Ny kgl. Saml. 344, 8vo. Nr. 2, s. 27

 

Útgávur:

1. Chr. Matras (ed.): “J. H. Schrøters optegnelser af Sjúrðar kvæði”, 1937-39 (Færoensia 3) s. 494.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 583.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 9. bind, s. 10.

 

Heimild: J.C. Svabo (1746-1824), Miðvági.

 

E 148 Gongurólvs kvæði (Girl captured by giant is released by her brother)

D, S: Risin Gongurólvur hevur rænt eina unga gentu, og beiggi hennara (cD: beiggjar) er farin at leita eftir henni. (cD: Gongurólvur fær skip hansara at ganga burtur.) Beiggin fer í land og finnur systur sína. Hon fjalir hann fyri risanum, men Gongurólvur følir roykin av kristna manna blóði, og hon noyðist at viðganga, at ein skyldmaður hennara er komin. Hon fær Gongurólv at fara væl við honum. (cD: Beiggin ger systrina við barn.) Gentan sigur, at beiggi sín vil sleppa heim, og risin fyllir eina kistu við gulli til hansara at hava við heim. Systirin fjalir seg í kistuni, og soleiðis ber Gongurólvur hana heim. Tá ið hann kemur aftur til fjallið hjá sær og varnast, at hon er horvin, doyr hann av harmi.

F: Tveir brøður úr Noregi byggja skip og leggja frá landi. Í Íslandi taka teir Rólv umborð sum stýrimann.

Teir koma til trøllalandið, har ið ein risi ger av við hvønn tann, sum roynir at koma sær upp á land. Bara brøðurnir og Rólvur sleppa undan við trøllagullinum. Teir noyðast at fara tvørtur um ein ómetaliga stóran skriðjøkul, og brøðurnir doyggja av kulda. Rólvur grevur alt gullið niður og fer inn í eitt risahelli, har finnur hann eina kvinnu, sum vísir seg at vera systir hansara. Hon krógvar hann fyri risanum, og tá ið hesin kemur aftur, fær hon hann at lova, at hann einki ilt fer at gera Rólvi.

Tá ið Rólvur at enda fer, fær hon risan at bera hann og eina gullkistu yvir hav. Rólvur kemur til eitt moyggjaland. Hann biður risan hyggja í ein eystan, og sum hann so ger, rísur sólin, og hann rennur í stein. Tríggjar nætur er Rólvur hjá einari moyggj í borg hennara, og triðju náttina missir hon moydóm sín.

Hon rópar á ein risafugl at bera Rólv burtur. Hann fer við honum til Tróndheim. Hann hittir systur sína við unga soninum. Hann fer til Ólav kongs, sigur honum frá øllum tí, honum hevur verið fyri, og viðgongur, at hann hevur ligið hjá systur síni. (cF: Síðani skriftar hann, cF: hann doyr.)

á føroyskum: CCF 29 (eisini á donskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017