• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ásmundur sterki

 

Ásmundur sterki

 

CCF 38

TSB E 92

 

1 Grimmar kongur í Gjøtlandi,

hann bar reyðan krans,

tað biðlar so mangur í hans garð

til Elinu, dóttur hans.

 

Nú siglir edilingur av Noreg,

blíður hann bar ímillum borða,

nú siglir edilingur av Noreg.

 

2 Ásmundur situr í hásæti

og talar til sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javning vera?

Hugsað havi eg leingi.”

 

3 Ásmundur situr í hásæti

og talar til sínar menn:

“Hvar vita tit mín javning?

Hugsað havi eg enn.”

 

4 Allir drýptu høvur niður,

og eingin tordi at svara

uttan hansara ráðgevari,

tordi tó orðið at mæla.

 

5 Svaraði ein av sveinunum,

so tók hann uppá:

“Væna veit eg frúnna tá,

kanst tú hana fá.

 

6 Væna veit eg frúnna tá,

kanst tú hana fá,

Grimmar kongur í Gjøtlandi,

sum væna dóttur ár.

 

7 Væna veit eg frúnna tá,

kanst tú hana vinna,

Grimmar kongur í Gjøtlandi,

og hann eigur dóttur svinna.

 

8 Grimmar kongur dóttur eigur,

hava hana menn við orði,

henni er stólur av gulli gjørdur

fram av kongins borði.

 

9 Henni buðust mangir menn,

kongasynir og jallar,

hon var seg so biðlavond,

segði burtur tá allar.

 

10 Henni buðust mangir menn,

riddarar og so sveinar,

hon var seg so biðlavond,

bað teir sita heima.”

 

11 “Er hon so von og tekkilig,

sum tær sigið frá,

hana skal eg streingja

míni bønarorðini á.

 

12 Hana skal eg biðja,

tað stendur mær hugurin á,

biðja dóttur Grimmar kong,

tað standist hvat av ið má!”

 

13 So letur hann Ásmundur

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

14 So letur hann Ásmundur

búgva skipini stór,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so bjór.

 

15 Bæði letur hann á tey laða

virtur og so bjór,

tó hann siglir í fimtan vetrar,

fattast hann ikki fóður.

 

16 Ganga teir til strandar oman,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

tá ið knør varð drigið úr neysti.

 

17 Bræddu reyðar brandar,

skorin var hvør stokk,

stevnið og stýrið av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

18 Bræddu reyðar brandar,

borðini vóru ný,

forgyltir leikaðu ringarnir

uppi í miðalský.

 

19 Vindur hann upp síni silkisegl,

gul og vovin rá,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn á Gjøtlands vág.

 

20 Kastar sínum akkerum

á tann hvíta sand,

fyrstur stígur Ásmundur

sínum fótum á land.

 

21 Fyrstur stígur Ásmundur

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir adilsmenn

undir hans høgru hand.

 

22 Tað vóru hesir reystir menn,

niðan frá strondum ganga,

teir síggja hetta forgjørda trøll

í miðjum porti standa.

 

23 Teir síggja hetta forgjørda trøll

í miðjum porti standa,

Ásmundur sendir tríggjar garpar

niðan mót tí at ganga.

 

24 Trøllið tekur at ganga tá

ímóti hesum monnum,

teir bjóða tí bæði høgg og slag

við báðum sínum hondum.

 

25 Trøllið tekur sína búnu stong,

reiggjar alvæl hart,

allar tríggjar ferðagarpar

slerdi hann niður snart.

 

26 Deyðir teir á vøllin fullu,

so Ásmundur kongur sá,

reikar so at strondini

mót sjálvum kongi sjá.

 

27 Ásmundur tekur sín bjarta brand,

loysir tann frá síðu,

gongur tá mót trøllinum

og vildi ikki longur bíða.

 

28 Trøllið tekur at ganga tá

ímót tí reysta manni,

hann býður tí bæði høgg og slag

við báðum sínum hondum.

 

29 Ásmundur reiggjar høggið tungt,

alt hvat sum hann kann,

vardi seg fyri jarnstongini,

sum trøllið sipar fram.

 

30 Trøllið tekur at glenna tá

og flennir skortin niðan,

Ásmundur brá sínum bitra brandi,

kleyv tað av um miðju.

 

31 Alla skar hann tunguna

burtur úr trøllakjafti,

turkar hana so varliga

og legði so niður í tasku.

 

32 Ásmundur gongur í hallina inn,

sum fyrr hevur verið siður,

hevur alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

33 Ásmundur stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðu sína:

“Sit væl, reysti Grimmar kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

34 Leingi tagdi Grimmar kongur

av so miklum vanda:

“Sig mær navn og eiti títt,

hvaðan ert tú av landi?”

 

35 “Ásmund skalt tú nevna meg,

so eri eg nevndur á navni,

kongasonur frá Onglandi,

tað beri eg við gamni.”

 

36 Leingi sat hann Grimmar kongur,

tonkti seg til ráð,

hvussu hann skuldi Ásmundi

tað venliga andsvarið fá.

 

37 “Vert vælkomin, Ásmundur,

higar heim til mín,

set teg niður við breiða borðið

og drekk bæði mjøð og vín!”

 

38 Ásmundur situr fyri breiða borði,

drekkur mjøð og vín,

har kom prinsur av Svøríki,

og hann æt Karvilín.

 

39 Karvilín stóð á hallargólvi,

bar fram kvøðu sína:

“Sit væl, reysti kongurin,

gev mær dóttur tína!”

 

40 “Gakk tú burtur, Karvilín,

her mást tú ikki gista!

Ásmundur kongur frá Onglandi

hann hevur mína dóttur í festi.

 

41 Sigl tú aftur til Svøríki,

her mást tú ei sova!

Eg havi mína sæla dóttur

til Ásmund kongin lovað.”

 

42 “Hoyr tað, Grimmar kongurin,

væl má eg tað siga,

eg møtti eitt trøll á borgarliði,

og tað beyð meg at stríða.

 

43 Har tók eg mítt forgylta spjót,

meg sjálvan ikki at spara,

so gav eg tí bana

og feldi tað so til jarðar.”

 

44 “Hetta gat eg ikki hoyrt,

sum enn tú sigur frá,

nú taki eg mítt skjøld og svørð,

eg skal ímóti sjá.”

 

45 Ásmundur sprakk tá borði frá,

gjørdist hann málareystur:

“Tú vanst einki á trøllinum,

tað var av djevulins treysti.”

 

46 Ásmundur tekur til tungurnar

og kastar tær á borð:

“Hvat vilt tú, Karvilín,

at ljúgva tær roysni stór!”

 

47 Svaraði reysti Ásmundur,

hann mælir so fyri seg:

“Ert tú komin av Svøríki

sigur at leggja pá teg?”

 

48 Hartil svaraði Grimmar kongur,

hevur nú tað tal:

“Frítt lov hevur tú, Ásmundur,

at sláa hann í hel.”

 

49 Svaraði reysti Karvilín,

mælir fyri munni sínum:

“Kom á vøll og berst við meg

eina so lítla tíð!”

 

50 Hartil svaraði Ásmundur,

heldur á bjørtum bana:

“Farum vit á leikvøllin út

og berjast um frúnna væna!

 

51 Hoyr tú, reysti Karvilín,

hvat eg sigi tá,

tú skalt ikki frúnna njóta,

um enn eg liva má.”

 

52 Svaraði reystur Ásmundur

av so vreiðum sinni:

“Ikki skalt tú frúnna njóta,

ei sigur av mær vinna.”

 

53 Lystiligt var at lýða á,

hvøss' mong var tungan snjøll,

løgdu teir sínum bardøgum

so skamt fyri kongins høll.

 

54 Tað var reysti Ásmundur,

tað fyrsta høgg hann brá,

rakti hann á Karvilín,

av um miðju kleyv hann tá.

 

55 So tók hann Ásmundur

í Karvilíns hupp,

slongdi hann so yvir slotið

og beint í veðrið upp.

 

56 Ásmundur hugsar við sjálvum sær:

“Nú er ikki at dvelja,

eg skal meg á slotið upp

Grimmars dóttur at gilja.”

 

57 “Sit væl, Grimmar kongurin,

ikki var at flýggja,

hvar er Elin, dóttir tín?

Nú vil eg hana síggja.”

 

58 Leidd varð frúgvin Elin tá

líka í hallina inn,

eingin av teim frægaru monnum

kann skoða tað fagra kind.

 

59.       “Vælkomin, frúgvin Elin,

vilt tú mær tað lova,

eg skal snarliga festa teg og hjá tær sjálvum sova?”

 

60.      “Sig ikki enn so, Ásmundur,

tú manst ikki um tað nevna,

statt væl móti Ranild kongi,

tá hann kemur aftur at hevna!”

 

61 Svaraði frúgvin Elin,

hon heldur á ringinum reyða:

“Aftur kemur Ranild kongur

at hevna Karvilíns deyða.

 

62 Aftur kemur Ranild kongur,

ongantíð hevur hann frið,

statt tá væl og manniliga

við títt valdra lið!”

 

63 Svaraði reysti Ásmundur

av so vreiðum huga:

“Væl skal eg í stríði standa,

vilja tá dreingir duga.”

 

64 Hetta frætti Ranild kongur

hagar til Svøríkis land,

deyður er hann Karvilín

við Ásmunds svørði í hand.

 

65 Hetta frætti Ranild kongur,

heldur á ringi reyða:

“Nú skal standa stríð í dag

at hevna Karvilíns deyða!”

 

66 Hann fór sær um heiðin lond

at samla saman tjóð

av teim átjan blálondum,

sum eingin skínur sól.

 

67 Átjan hundrað valdra lið,

menn sum svørð kann bera,

samlar saman miklan her,

reiðist tá snart til ferðar.

 

68 Átta letur hann herskipini

út á sjógvin ganga,

annaðslíkt skal eftir koma

upp undir ein loynitanga.

 

69 Átta letur hann herskipini

út á sjógvin gá,

annaðslíkt skal eftir koma

við skjøld og brynju blá.

 

70 Skutu teir tá síni skip

í tað myrka hav,

líka kert var teimum tá,

náttum rætt sum dag.

 

71 Vundu upp tey silkisegl,

bæði gul og blá,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Gjøtlands vág.

 

72 Ásmundur stendur á høgalofti,

sær hann út so víða:

“Hetta má vera Ranild kongur,

higar er komin at stríða.”

 

73 Kastar hann sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Ranild kongur

sínum fótum á land.

 

74 Fyrstur steig hann Ranild kongur

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir adilsmenn

undir hans høgru hand.

 

75 Ranild gár frá strondum niðan

við átjan hundrað mans,

allir vóru herklæddir,

so riðu teir um Gjøtlands.

 

76 Ásmundur víkur ikki undan,

samlar sær tá her,

átjan hundrað valdra kempur

hevur hann í ta ferð.

 

77 Grimmar kongur í harniskir

klæðir seg og sínar menn,

riðu so ímót Ranild kongi

allir líka í senn.

 

78 Møttust teir á víðum vølli

við so fagurt eitt mót,

standa tá so manniliga

og høgga niður for fót.

 

79 Ásmundur rennur í herin fram,

skjoldin leika hvøll,

fellir niður tólv hundrað

á tann grøna vøll.

 

80 Teir fella niður tólv hundrað,

meir um mikið tilja,

blóðið rann á grønum vølli,

Ásmundi kongi til vilja.

 

81 So reið Ásmundur Onglands kongur

beinan vegin fram,

klývur hvønn um tvørar herðar,

ímóti teimum rann.

 

82 Kluvu hvønn um tvørar herðar,

ímóti teimum rann,

eftir stóð hann Ranild kongur

við sín triðja mann.

 

83 “Hoyr tað, frægi Ásmundur,

vilt tú geva mær lív?

Tú eigur bæði góðs og garðar,

og so tað væna vív.

 

84 Tú eigur bæði góðs og garðar,

og so tað væna sprund,

letur tú meg tá lívið fá,

væl gongst tær alla stund.”

 

85 “Tá ið eg vá tín sæla son,

hann var mær lættur í hond,

við lívi sleppur tú hesa ferð

aftur til Svøríkis land.

 

86 Svør mær nú tann trygdareið,

tú kemur ikki aftur á sinni,

vita skalt tú, frægi Ranild kongur,

sigur skalt tú ikki vinna!”

 

87 Hann svór honum tann trygdareið,

við friðum skuldi halda:

“Eg skal vera tín besti vinur,

hvat eg havi at valda.”

 

88 So fór hann aftur til Svøríki

við so lítið lið,

sorg og harm av hesum hevði,

at hann bað kong um grið.

 

89 Ásmundur gongur á slotið upp

við so miklar sveinar,

hitti sjálva Elinu frúgv,

hon sat á sali eina.

 

90 “Sit væl, frúgvin Elin,

nú skalt tú vera mítt besta,

nú skulum vit til brúdleyps laða,

eg skal teg nú festa.”

 

91 Ásmundur rekkir Elinu frúgv

sína hvítu hand,

so lystiligt var at lýða á

teirra fastnarband.

 

92 Elin frúgv rekkir honum

hondina yvir borð,

so lystiligt var at lýða á

teirra fastnarorð.

 

93 Einki hevði Grimmar kongur

nakað har ímót,

skifti so teimum tað reyðargull,

fell tá væl for fót.

 

94 Lótu tá til brúdleyps ætla

av so miklum meingi,

kom so mangur hovmaður til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

95 Lótu tá til brúdleyps ætla,

tá var einki at tvørra,

átjan borgum boðið varð,

tólv hundrað á hvørji.

 

96 Drukkið varð teirra brúdleypið,

og gott var teirra lív,

bæði gingu í eina song

Ásmundur og hans vív.

 

97 Gingu so bæði í eina song,

Ásmundur og hans vív,

síðan hvør, sum boðin var,

haðan heim til sín.

 

98 Ásmundur fekk skatt frá Svørfkis kongi,

hundrað tunnur gull,

hartil átjan herskipini,

onnur virðin full.

 

99 Silki og so perlur

og so fylgdust teimum til handar,

so mikið av tí gulmargarði

læt hann tá bera til strandar.

 

100 Kongurin leiddi sína sælu dóttur,

tá ið hon fór av stað,

Ásmundur undir aðra hond,

so væl fell tað í lag.

 

101 “Liv væl, frúgvin Elin,

alt for uttan mein!”

Kongurin fylgdi síni sælu dóttur

á ytsta sjóvarstein.

 

102 Ásmundur festi Grimmars dóttur

av so miklum meingi,

fór so aftur til Onglanda

og var har kongur leingi.

 

CCF 38

TSB E 92

 

Handrit: AM. Access. 4, Fugloyarbók Nr. 40, (fyri 1854)

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 82

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1999) 10. bind, s. 187

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794 -1854), Hattarvík. 

 

E 92 Ásmundur sterki (Suitor kills rival and defeats rival’s revenging father)

Ásmundur kongur fer til Gjøtlands at biðja um kongsdóttrina Elina. Við borgardyrnar drepur hann eitt skrímsl og goymir tunguna á tí.

Kongur tekur við bønarorðum hansara, men ein sambiðil, Karvilín, kongssonur í Sviaríki, kemur og sigur seg hava dripið skrímslið. Ásmundur vísir honum tunguna. Karvilín bjóðar honum av at berjast, og Ásmundur drepur hann. Síðani fer hann at hitta Elina og ætlar sær at giftast við henni, men hon sigur, at fyrst má hann vinna á pápa Karvilín, Ranildi kongi.

Ranildur biður um náði og verður eirdur. Ásmundur giftist við Elini og fer heim við henni. Hann fær skatt úr Sviaríki.

á føroyskum: CCF 38 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017