• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Einars tættir

 

Einars tættir

 

CCF 44 A (B. C.)

TSB E 120

 

Fyrsti táttur.

(Einars táttur)

 

1 Hósis dóttir Kjartani unti,

høvdu tað menn við orði,

tað untist honum ein vænari moy

nú í Trondheim norðri.

 

2 Hósis dóttir Kjartani unti,

mongum illa tókti,

tað untist honum ein vænari moy,

frú Marita, kongins dóttir.

 

3 Eina veit eg rímuna,

vil eg fyri tær greina,

Ólavur kongur í Tróndheimi

so raskar hevur hann sveinar.

 

4 Kongurin hevur ein ungan mann,

Einar nevni eg hann,

vænur er hann og vøksturligur,

væl á bogan kann.

 

5 Kongurin situr yvir breiðum borði,

sólin brandar víða,

talar hann til Einar unga:

“Tú skalt á skógvar ríða.”

 

6 Kongur gekk á borgarsal,

hann sá eftir sævarbylgju:

“Eg skal fáa tær fimtan hundrað

við tær í ferð at fylgja.”

 

7 Ríða teir eftir Áskóg norður,

man meg rætt um minna,

tá ið teir komu undir Dovrafjøll,

tá tók tann dagur at dimma.

 

8 Ríða teir eftir Áskóg norður

við so mikið veldi,

tá ið teir komu undir Dovrafjøll,

tá tok tann dagur at kvølda.

 

9 Allir stóðu kongins menn,

teir tóktust komnir í vanda,

líta teir seg til høgru lið,

tá sóu teir risan standa.

 

10 Risin so til orða tekur,

tóktist hava kent:

“Hoyr tað, reystur Einar ungi,

hvør hevur teg higar sent?”

 

11 Tá svaraði Einar ungi,

hann kvaðst ikki longur tiga:

“Ólavur kongur í Tróndheimi

hann hevur sent meg higar.”

 

12 “Hevur hann teg higar sent

at standa í stórum vanda,

eg eigi jørð og aldanskógv,

hetta vil eg behalda.

 

13 Hevur hann teg higar sent

at standa í stórum váða,

eg eigi jørð og aldanskógv,

hesum vil eg ráða.”

 

14 Risin so til orða tekur,

frá man frættast víða:

“Her skulu tit, kongins menn,

í sama stað mær bíða.”

 

15 Tað var hesin grimmi risi

við teirri somu ferð,

hann gekk seg í hellið inn

at søkja sær skjøld og svørð.

 

16 Risin kom av helli út,

hann mælir orðum hól,

niður feldi hann fimtan hundrað,

áður upp rann sól.

 

17 Niður feldi hann fimtan hundrað,

eingin vann honum mein,

eftir ríður á grønum vølli

Einar, kempan ein.

 

18 Einar ríður á grønum vølli,

kinn ber hann so baldan:

“Frætti tað Kristin, kongins dóttir,

undan skal eg ikki halda.”

 

19 Einar ríður á grønum vølli,

blóðið upp til kníggja:

“Frætti tað Kristin, kongins dóttir,

undan skal eg ikki flýggja.”

 

20 Einar ríður á grønum vølli

við svørð og brynju blá,

síðan helt móti risanum,

tað gingu kostir á.

 

21 Einar reiggjar svørðið hátt,

um enn tit viljið trúgva,

síðan ætlaði hann risanum

høvur og hjálm at klúgva.

 

22 Einar reggjar svørðið hátt,

tað var alt so fast,

tað fleyg so burtur av risans hjálmi,

tað sundur um miðju brast.

 

23 Einar legði svørðið til,

slíkt vóru mikil undur,

tað fleyg so burtur av risans hjálmi.

tað brast um miðju sundur.

 

24 Einar ríður á grønum vølli,

hann lítur niður fyri seg:

“Ólavur, kongur í Tróndheimi,

illa sveik tú meg.”

 

25 Einar ríður á grønum vølli,

blóðið upp til kníggja,

svørji tann eið á míni trú,

tá mundi risin flýggja.

 

26 Einar rýmir á Tróndheim suður

við eitt brotið spjót,

Ólavur kongur í Noregi

hann gekk honum ímót.

 

27 Kongurin so til orða tekur,

tá ið hann mannin kendi:

“Einar, hvar er liðið tað,

ið eg á skógvin sendi?”

 

28 Tá svaraði Einar ungi,

blóð á akslir fleyt:

“Her tú síggja skalt tað svørð,

sum eg við risan breyt.”

 

29 Kongur so til orða tekur

alt for uttan ekka:

“Gakk tú inn í hallina

tann brúna mjøð at drekka!”

 

Annar táttur.

(Ílints táttur).

 

30 Einar situr yvir breiðum borði,

hann heldur á brýndum knívi:

“Nú er eingin í Tróndheimi,

ið risan tekur av lívi.”

 

31 Einar so til orða tekur,

nú hitt annað orðið:

“Eg vildi, at Kjartan Ólavsson

hann var í Tróndheim norðri.”

 

32 Svaraði ein so gamal maður,

hann studdist fram á fold:

“Deyður er Kjartan Ólavsson,

hann liggur í heiðin mold.”

 

33 Svaraði annar gamli maður:

“Har var eg í fjør,

deyður er Kjartan Ólavsson,

hann liggur í døkkari jørð.”

 

34 Marita yvir borði stóð

við sínar moyggjar tólv,

tá ið hon hoyrdi Kjartans deyða,

hon svímar á hallargólv.

 

35 Reistu hana fyri borðið upp,

hugsa, hon var deyð,

lindin dró fyri hjartað inn,

blóð av nøsum fleyt.

 

36 Reistu hana fyri borðið upp

kongins mangir menn,

lindin dró fyri hjartað inn,

so blóð av nøsum rann.

 

37 Tað er frúgvin Marita,

hon mælir orðum fjól:

“Skamm fái Guðrun Hósisdóttir,

sum brand av slíðrum stjól!

 

38 Eg tók upp úr máldrykki,

Kjartani møttul gav,

av silvuri vóru dýrir steinar,

gripur av gulli var.

 

39 Eg tók upp úr máldrykki,

silvursteinar at binda,

hann fekk ikki víggjasár,

ið bar mín brand við linda.”

 

40 Tá svaraði tann gamli maður,

hann glógvar í gullinum reyð:

“Enn eru kappar í Íslandi,

um Kjartan hann er deyður.”

 

41 Innan Lundafjarða

har býr ein frúgvin von,

hon ber undir linda,

hon føðir ein ungan son.

 

42 Frúgvin unga sonin ár,

tung man sorgin falla,

síðan læt hon presti bera,

Ílint bað hon kalla.

 

43 Barn varð borið frá prestinum

aftur til móður sína,

meiri letur hon røkta tað,

enn alt sítt gull í skríni.

 

44 Hann vóks upp hjá síni móður,

so væl hann tað formátti,

svørji tann eið á mína trú,

alt innan móður gáttir.

 

45 Hann vóks upp hjá síni móður,

leikar títt í talvi,

svørji tann eið á mína trú,

stórur og sterkur av alvi.

 

46 Kongurin situr yvir breiðum borði,

hann kvaðst ikki longur tiga,

talar hann til Einar unga:

“Tú heinta mær Ílint higar!”

 

47 Kongur so til orða tekur,

nú hitt annað orð,

talar hann til Einar unga:

“Tú heinta mær Ílint norður!”

 

48 Svaraði tá Einar ungi,

fyri breiðum borði stóð:

“Tað vil vera ein góður knørrur,

ið sigla skal Íslands sjó,”

 

49 Svaraði tá Einar ungi,

so gongur søgnin av:

“Tað má vera ein góður knørr,

sum [sigla] skal Íslands hav.”

 

50 Svaraði hann Ólavur kongur:

“Tað kann eg væl gera,

eg skal læna tær Ormin langa,

ið besta skip man vera.”

 

51 Svaraði Kristin, kongins dóttir,

glógvar í gullinum reina:

“Hoyr tað, reystur Einar ungi,

eitt sinn situr tú heima!”

 

52 Tað er Kristin, kongins dóttir,

fyri breiðum borði stóð,

tað er kongur í Noregi,

hann rodnar sum eitt blóð.

 

53 Tá svarar Einar ungi,

hann skeyt tann leik av hendi:

“Gjarna skal eg fara burt,

tín faðir ið meg sendi.”

 

54 Einar gekk til strandar oman,

tað loynir ei mín tunga,

tað fylgdi honum kongurin

og hon Kristin unga.

 

55 Fylgdi honum til strandar oman,

mongum illa tókti,

tað fylgdi honum kongurin

og Kristin, kongins dóttir.

 

56 Einar steig á skipabunka,

yvir við sindal stroytt,

stavnur og stýri av reyðargulli

og segl av silki reytt.

 

57 Einar stendur á skipabunka,

hann dregur akker upp,

stavnur og stýri av reyðargulli

og silkisegl á topp.

 

58 Kongurin gongur á borgarsal

eina morguntíð,

so lystiliga Ormurin siglir

fram við grønari líð.

 

59 Kongurin gongur á borgarsal

við so mangan mann,

so lystiliga Ormurin siglir

seg við líðum fram.

 

60 Kristin gongur í borgarsal,

aftan á Ormin sær:

“Sannur Gud av himnaríki,

Einar, fylgi tær!”

 

61 Risin kom av helli út

eina morgunstund,

tá sá hann, at Ormur sigldi

inn á Oyrarsund.

 

62 Risin gekk í hellið inn,

so snarliga hann sær skundar,

talar hann til Gandafinnin,

biður hann rúnir binda.

 

63 Risin talar til Gandafinn,

biður hann rúnir binda,

bæði skjótt og skundiliga

aftan á Ormin binda.

 

64 So var veður á sjónum hart,

ógvuligt at líta,

so stýrdi Einar ungi,

frá dreiv mjøllin hvíta.

 

65 So var veður á sjónum hart,

væl mátti ódnin kalla,

so stýrdi Einar ungi,

at hvørgum borði hallar.

 

66 So var veður á sjónum hart,

at aldan yvir breyt,

so stýrdi Einar ungi,

at beinur knørrur fleyt.

 

67 Risin talar til Gandafinn,

slík eru mikil undur:

“Tú skuldi skotið gullbjálkan

og brotið so stýrið sundur.”

 

68 “Hoyr tað, tú grimmi risi,

tað kann eg ei gera,

tað er sett við mentir tær,

sum Ólavur kongur læt skera.”

 

69 So var veður á sjónum hart,

aldan reis frá grunni,

Einar heldur um gullbjálka,

nú hevur hann Gud í munni.

 

70 Einar stýrir Orminum langa

so glaður í huga fróð,

aldan reis frá grunni upp,

av hondum rendi hon blóð.

 

71 So var veður á sjónum hart,

snekkjan rennur í stríma,

Einar heldur um gullbjálkan,

nú troystar hann dreingir sínar.

 

72 “Frammi á teirri sævarbylgju

tað brenna sum bálaeldar,

ikki skulu tit lívið láta,

so leingi sum Ormurin heldur.”

 

73 So var veður á sjónum hart,

tað brakar í borð og bjálkum,

Ormurin rendi í havið út,

hann legði til ymsar kjálkar.

 

74 So var veður á sjónum hart,

man meg rætt um minna,

Ormurin rendi í havið út,

legði til ymsar kinnar.

 

75 So var veður á sjónum hart,

tung er dømini slík,

Einar stýrir Orminum langa

inn fyri Reykjavík.

 

76 Kastaði akker fyri borð,

hann ræð frá skipi ganga,

fyri Ferjubakka

har bundu teir Ormin langa.

 

77 Tað var frúgvin Ingibjørg,

hon steig á saðil fram:

“Hetta man vera ein mikil kempa,

ið blóð av hondum rann.”‑

 

78 Frúgvin so til orða tekur,

frammi á saðli stóð:

“Hetta man vera ein mikil kempa,

av hondum rennur blóð.”

 

79 Einar gekk í hallina inn,

bæði vænur og vitur,

sum hon frúgvin Ingibjørg

fyri í stóli situr.

 

80 Einar stendur á hallargólvi,

hann mælir av tungum sinni:

“Hvar er Ílint, sonur tín?

Nú vil eg hann finna.”

 

81 Einar so til orða tekur,

eg geri tað ei at loyna:

“Hvar er Ílint, sonur tín?

Nú vil eg hann royna.”

 

82 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

hon feldi tár á lín:

“Ótakk havi tú, Einar ungi,

fyri higarkomu tína!”

 

83 Svaraði frúgvin Ingibjørg

í annað orðið tá:

“Um enn tú finnur mín unga son,

tú vinnur har einki á.”

 

84 Tá svaraði Einar ungi,

heldur á brýndum knívi:

“Tað býr ein risi undir Áskóg norð,

fingum vit hann av lívi!”

 

85 Tað er frúgvin Ingibjørg,

sveipar hon seg í skinn,

so gekk hon í hallina

fyri Ílint, son sín, inn.

 

86 Frúgvin gekk í hallina inn,

hon mælir av tungum sinni:

“Her er ein kempa úr Noregi,

sum vil teg, Ílint, finna.”

 

87 Ílint gekk í hallina inn,

bæði vænur og vitur,

sum hann reystur Einar ungi

yvir breiðum borði situr.

 

88 Ílint gekk í hallina inn,

hann brandin yvir seg bar:

“Hoyr tað, reystur Einar ungi,

hvat viljið tit mær?”

 

89 Tá svaraði Einar ungi,

hann heldur á brýndum knívi:

“Tað býr ein risi undir Áskóg norð,

fingum vit hann av lívi!”

 

90 Tá svaraði hann Ílint ungi,

mælir so fyri sær:

“Hoyr tað, reystur Einar ungi,

eg skal fylgja tær!”

 

91 Ílint gekk av borgini út

eina morgunstund

ígjøgnum fagran Brúndal

aftur á Leygarsund.

 

92 Tað er frúgvin Ingibjørg,

hon smílist undir lín:

“Eg vildi til givið, Einar ungi,

at tú hevði verið mín.”

 

93 Tað var frúgvin Ingibjørg,

hon mælir so fyri sær:

“Eg vildi til givið, Einar ungi,

at tú hevði verið hjá mær.”

 

94 Tá svaraði Einar ungi,

tað loynir ikki mín tunga:

“Eg kann ikki gera tað,

frættir tað Kristin unga.”

 

95 Tá svaraði Einar ungi,

frúnni illa tókti:

“Eg kann ikki gera tað,

frættir tað kongins dóttir.”

 

96 Einar gekk av borgini út,

hann ræð so frúnni takka,

gjøgnum fagran Brúndal

aftur á Ferjubakka.

 

97 Vundu teir upp síni silkisegl

við so nýtum orðum,

strykaðu ei á bunka niður

fyrr enn við Tróndheim norður.

 

98 Lótu síni akker falla

á tann hvíta sand,

fyrstur stígur Einar ungi

sínum fótum á land.

 

99 Fyrstur stígur Einar ungi

sínum fótum á land,

og hann reystur Ílint sterki

upp undir hans høgru hand.

 

100 Og hann reystur Ílint sterki

upp undir hans høgru hond,

tá kom kongur í Noregi

ríðandi oman til strond.

 

101 Kongurin so til orða tekur

alt for uttan ekka:

“Gangið tit til hallar heim

tann brúna mjøð at drekka!”

 

102 Drekka teir í Tróndheimi

á so manga lund,

drukku mjøð og kláran vín

so glaðir á hvørji stund.

 

103 Drekka teir í Tróndheimi

bæði úti og inni,

drukku mjøð og kláran vín

so glaðir á hvørjum sinni.

 

Triði táttur

 

104 Risin kemur av helli út,

sum gitið man verða leingi:

“Eg skal meg á Tróndheim suður

at spekja kongins dreingir.”

 

105 Drekka teir í Tróndheimi,

tað man meg rætt um minna,

drekin tekur at ýla hátt,

og dagur tekur at dimma.

 

106 Drekka teir í Tróndheimi

við so lítið veldi,

drekin tekur at ýla hátt,

og dagurin tekur at kvølda.

 

107 Allir stóðu kongins menn,

fellur teimum í fátt,

nú at hesin grimmi risi

stígur inn um gátt.

 

108 Nú at hesin grimmi risi

stígur inn um gátt:

“Sit væl, signaður Ólavur kongur,

eg drekki við tær í nátt!”

 

109 Allir bliknaðu kongins menn,

fyri breiðum borði stóðu,

uttan Ílint sterki,

hann rodnar sum eitt blóð.

 

110 Allir stóðu kongins menn,

eingin tordi tala,

uttan Ílint sterki,

hann ræð tá fyrst at mæla.

 

111 Uttan Ílint sterki,

hann svarar honum enn:

“Tað er ikki trøllum vant

at drekka við kristnar rnenn.”

 

112 Svaraði hann Ílint sterki,

gitin man verða leingi:

“Tað er ikki trøllum vant

at drekka við kristnar dreingir.”

 

113 Risin reiggjar jarnstongina,

slík eru mikil undur,

Ílint treiv um gullmerkið,

teir brutu stongina sundur.

 

114 Teir nyktust bæði hart og skarpt,

braka tekur í høll.

Risin og Ílint sterki

teir bardust á grønum vølli.

 

115 Teir nyktust bæði hart og skarpt,

slíkt var mikið undur,

so fór teirra fundi út,

at risin hann kom undir.

 

116 Teir nyktust bæði hart og skarpt,

søgur ganga frá,

so er mær í orðum greint,

Ílint hann kom á.

 

117 So er mær við orðum greint,

at Ílint hann komst á,

Einar skundaði ferðini,

hann hjó hans høvur frá.

 

118 Teir tóku risans mikla gull,

teir førdu á Tróndheim fram,

takk havi hann Ílint sterki,

sum henda sigur vann!

 

119 Ílint gisti síni móður,

so væl hann tað formátti,

festi frúnna Gullbrúnu,

ta vænu Valints dóttur.

 

CCF 44 A (B. C.)

TSB E 120

 

Handrit: Savn Hammershaimb AM, Access. 4c I.

 

Útgávur: 

1. Ársbók Førja Bókafelags (1900), s. 72.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 110.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 11. bind, s. 56

 

Heimild: Úr Suðuroy og Sandoy. A: Jakob Hansen, Jákup í Ovastahúsi (1795-1870 ), Skálavík, 1847. B: Birthe Sophie Jacobsdatter, Birita á Mýri (1804-1878 ), Vági, 1848 C: Óli Jespersen, Óli skúlahaldari (1810-1882 ), Hovi, 1848.

 

E 120 Einars tættir (Man fights giant but defeats him only after getting famous champion’s help)

Einar tænir hjá Ólavi kongi í Tróndheimi, sum sendir hann at berja niður ein risa. Allir menn Einars eru falnir, og í fleiri dagar berjist hann einsamallur við risan. Hvørgin teirra megnar at vinna á hinum, og at enda fer Einar aftur til kongs.

Ólavur sendir hann til Íslands eftir tí unga riddaranum Ílinti at hava sær til hjálpar at drepa risan.

Ein annar risi roynir við stormi at steðga skipinum, men kongur nýtir mótgand.

Einar kemur aftur við Ílinti. Risin kemur til kongsins høll og vil drekka saman við kongi. Ílint sigur, at eingin risi sleppur at drekka við kristnum manni, og so verður bardagi. Ílint vinnur á risanum, og Einar hjálpir honum at høgga høvdið av risanum.

á føroyskum: CCF 44 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017