• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Grimmars kvæði

 

CCF 51 A

TSB E 98

 

Fyrsti táttur

 

1 Viljið tær nú lýða,

meðan eg føri fram,

Grimmar nevni eg kongin tann,

ið vanda gerning kann.

 

2 Grimmar kongur í Garðaríki

hann ber reyðan krans,

tað ríður so mangur í hans garð

til Hildu, dóttur hans.

 

3 Hilda droymdi dreymarnar,

duldi tá so leingi:

“Eystan fleyg ein svartur fuglur.

hann tók meg undir sínar veingir.”

 

4 Grimmar ráddi henni dreymin tann,

tó at honum beyð tann harm:

“Eystan man tann kongur koma,

hann leggur teg á sín arrn.”

 

5 Tað var á ein halgan dag,

dreingjum fell væl í tíma,

kongur vil til leiðing fara,

hagar vil eg rýma.

 

6 Grimmar fór í leiðing burtur

við sínar mangar sveinar,

Hilda skal bera krúnuna,

meðan faðirin er ikki heima.

 

7 Haraldur kongur í Onglandi

talar við sínar dreingir:

“Hvar vitið tær nú javnræði mítt?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

8 Sveinar svara sínum harra:

“Hvi spyrjið tær svá?

Best munnuð tær vita við tygur,

hvør tygara hugur stár á.

 

9 Best munnuð tær vita við tygur,

hvør tygara hugur stár á,

Grimmar kongur í Garðaríki

væna dóttur ár.

 

10 Grimmar kongur í Garðaríki

eigur sær dóttur mæta,

hon er einans arvingin

til gulls og landa at gæta.

 

11 Grimmar kongur dóttur eigur,

føgur er hon sum sól,

so er at líta á jomfrúkinn,

sum droyrin drýpur á snjó.”

 

12 “Er hon so von í øllum lutum,

sum tit sigið frá,

hagar skal eg streingja

míni bønarorðini á.”

 

13 Haraldur læt sær snekkju smíða

við so lítla rógv,

við gulli málaði hann borðini,

tey glógva fyri oman sjógv.

 

14 Haraldur læt sær snekkju smíða,

sum tær munnuð vita

úr gulli vóru mastrarnar,

av silvri vóru bitar.

 

15 Bræddir vóru brandar,

skorin er hvør stokk,

stýri og stavn av reyðargulli,

og so er segl í topp.

 

16 Bræddir vóru brandar,

og skorin er lyfting blá,

siglir so Haraldur, Onglands kongur.

føgur skín sólin á.

 

17 Vant hann upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strykar tey ei á bunkan niður

fyrr enn í Garðaríki.

 

18 Hann tók sær havn í Garðaríki,

sum Grimmar fyri ráðar,

har vóru stræti við silvurmerki,

broddar alt við stál.

 

19 Tók sær havn í Garðaríki,

frøknis hugur full,

plantaðir stóðu víngarðar,

stroyddir við reyðargull.

 

20 Haraldur gekk frá strondum niðan

í tann manna múgva,

kinnin var reyð sum hummarklógv

og eygað sum í dúgvu.

 

21 Uppi í miðjum grasagarði

akslar hann sítt skinn,

mær tókti, sum reyður logi

leikti um riddarans kinn.

 

22 Uppi í miðjum grasagarði

akslaði hann síni bond,

mær tókti, sum reyður logi

leikti um riddarans hond.

 

23 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Hilda fyri á borði sat

við manna hundrað fimm.

 

24 Haraldur gekk í hallina inn,

áður var tann siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

25 Haraldur gekk í hallina inn,

ber upp kvøðu sína:

“Sit heil, frægur Grimmar kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

26 Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,

heldur á búnum brandi:

“Sig mær, frægur, eiti títt,

hvar ert tú borin í landi?”

 

27 Harald skalt tú nevna meg,

her til víggja at stá,

Gormundur kongur í Onglandi

er frægur faðir vár.

 

28 Gormundur kongur í Onglandi

er frægur faðir vár,

hjálpi mær faðir av himmiríki,

sum kvinnur havið tær mál!”

 

29 Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,

heldur sær á gleim:

“Bíða mín, frægur ferðagarpi,

til faðir mín kemur heim!”

 

30 “Eg føri ei gull av Garðaríki,

mentarsnót, við tær,

hoyr tað, Hilda, Grimmars dóttir,

tú skalt fylgja mær!”

 

31 Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,

stendur við hallar gátt:

“Bíða mín, frægur ferðagarpi,

til faðir mín kemur brátt!”

 

32 Hann tók krúnu av Hildu høvdi,

frøknis hugur full,

setir hann hana á borgararm,

hon glógvar sum reyðargull.

 

33 Fimmti mans frá borðum leyp,

á hann skuldu herja,

Haraldur ræð í randarsveita,

teir skuldu frúvur verja.

 

34 Svaraði hennara sæla móðir,

situr silki og tvinnar:

“Hoyr tað, Haraldur, Onglands kongur,

hetta manst tú minnast!”

 

35 Hann tók Hildu, Grimmars dóttur,

av so tungari trá,

bar hana so til strandar niður

mót teirri bylgju blá.

 

36 Bar hana so til strandar niður

mót teirri bylgju blá,

og fest var tað kongabarn,

hann firraði har londum frá.

 

37 Hvørjumegin stavnarnar

tað brá so fagur litur,

sum hon Hilda, Grimmars dóttir.

í lyftingini situr.

 

38 Vant upp síni silkisegl,

gull við reyðan brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Ongland.

 

39 Kastar síni akkerini

á so hvítan sand,

fyrst steig Haraldur, Onglands kongur,

sínum fótum á land.

 

40 Fyrst steig Haraldur, Onglands kongur,

sína manna á land,

og so Hilda, Grimmars dóttir,

undir hans høgru hond.

 

41 Silki og so perlur

var eftir vegnum breitt,

so varð hon Hilda, Grimmars dóttir,

heim til hallar leidd.

 

42 Tað var hann Haraldur, Onglands kongur,

fellur upp á síni knæ,

meðan hann Hildu, Grimmars dóttur,

til ektar festi sær.

 

43 Hann læt sær til brúdleyps laða

bæði væl og leingi,

reið so mangur hovmaður í

sum fjøður á fuglaveingi.

 

44 Tað var brúdleypið búgvið væl,

einki mátti tvørra,

átjan borgum boðið var,

tólvhundrað á hvørji.

 

45 Tríati vóru silvursteyp,

annaðslíkt í skálum,

tað leyp av í kongins høll,

tá ið alt var sett á máli.

 

46 Drukkið varð teirra brúdleypið,

hirðin var so fegin

sum tann fuglur, á viði situr,

verður á ljósum degi.

 

47 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song

Haraldur og hans vív.

 

48 Tríati vóru kerti tendrað

og hartil voksljús,

fylgdu teirri ríku frúvu

inn í svøvnhús.

 

49 Har var organ í garði troðin,

harpur og mikil meingi,

Gormundur kongur og hirðin øll

tey fylgdu teim til seingir.

 

50 Tey vóru ikki leingi saman,

snart bar teim til fíggja,

áttu børn og ólu sær

tá ungu synir tríggjar.

 

51 Sjúrður er tann elsti,

hann ber faðirs merki;

tað er annar av Haralds arvum

nevndur Halgir sterki.

 

52 Gormundur var yngstur

og síðstur av øllum teim,

tá leið ikki longur um,

enn nú kom Grimmar heim.

 

53 Grimmar kemur á kvøldi heim,

hann sær merkin stór:

“Hvør er her frá høllum farin,

síðan eg heiman fór?”

 

54 Svaraði hansara dýra drotning,

situr silki og tvinnar:

“Her er eingin frá høllum farin

uttan ein fátæk kvinna.

 

55 Her kom kongur frá Onglandi,

klæddur var hann í skreyt,

flutti burt Hildu, tygara dóttur,

borgir upp hann breyt.

 

56 Her kom kongur av Onglandi

við hvøssum slíðrabrandi,

svørji við meg og ei við Gud,

slíkur er eingin í landi.

 

57 Her kom kongur av Onglandi,

hann helt á eggjateini,

svørji við meg og ei við Gud,

slíkur er eingin í heimi.”

 

58 So varð Grimmar kongurin

reiður við tað mál,

hann breyt yvir borðinum

forgylta mjaðarskál.

 

59 Grimmar kongur í Garðaríki

sínum borðum skeyt,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvi fleyt.

 

60 Grimmar kongur í Garðaríki

móður var av ekka,

hann gat ei á sjey náttum

tann brúna mjøðin drekka.

 

61 Enntá mælti Grimmar kongur

av so tungum stríði:

“Eg kvitti ikki til Onglands vestur,

meðan eg eri á lívi.”

 

62 Nú skal falla niður um stund,

og ljóði ikki longur á sinni,

nú skal taka upp annan tátt,

og tygur leggið í minni!

 

 

Annar táttur

 

63 Haraldur liggur í síni song

onkun morgun snimma:

“Nú lystir meg í Garðaríki

mín einkarmág at finna.”

 

64 Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,

mælti fyri sær:

“Kvittar tú í Garðaríki,

eg skal fylgja tær.”

 

65 “Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

tað má ei so vera,

báran brýtur á blóman tín,

eg kann tað ikki gera.

 

66 Gormundur skal eftir vera,

goyma gulls og landa,

Sjúrður og Halgir skulu fylgja mær,

fremstir í víggi standa.”

 

67 So letur hann Haraldur kongur

búgva skipin sín,

bæði læt hann á tey laða

virtur og so vín.

 

68 Letur laða í bæði borð

virtur og so vín,

um enn hann siglir fimtan vetur.

skortar hann ei slíkt.

 

69 Summi bóru vatn í skip,

summi bóru vákn,

tá var teim til byrjar búgvið

á teirri somu nátt.

 

70 “Tykkum gevi eg mjøð at drekka,

kátir drekkið vín!”

Grátandi snúðist Hilda

aftur í borgir sín.

 

71 Vindur hann upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strykar ikki á bunkan niður

fyrr enn í Garðaríki.

 

72 Higar ið hansara snekkja

kendi fagurt land,

kastar síni akkeri

á so hvítan sand.

 

73 Fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur,

sínum fótum á land,

Sjúrður og Halgir, synir hansara,

undir hans hvørji hand.

 

74 Haraldur gekk frá strondum niðan,

við ærum var hann klæddur,

gullrein hjálm á høvdi bar,

hann var av ongum ræddur.

 

75 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Grimmar fyri á borði sat

við manna hundrað fimm.

 

76 Haraldur gekk í hallina inn,

glaður við sína list:

“Sit heil, frægur Grimmar kongur,

tú veit mær vetrarvist!”

 

77 Tí svaraði Grimmar kongur,

helt á búnum brandi:

“Sig mær, frægur, eiti títt,

hvar ert tú borin í landi?”

 

78 “Harald skalt tú nevna meg,

her til víggjar at stá,

Gormundur kongur í Onglandi

var frægur faðir vár.”

 

79 Tí svaraði Grimmar kongur,

tóktist komin í vanda:

“Hvør eigur hesar miklu garpar.

fyri breiða borði standa?”

 

80 “Hilda hevur, dóttir tygara,

borið tá í heim,

vit tað, reystur hernaðtreystur,

eg eri faðir at teim!”

 

81 “Ver vælkomin, mín einkarmágur.

gott er at taka til náðar,

eg veit tað ongan føddan vera,

ið okkum vinnur báðar.

 

82 Ófriður gongur á mítt land

undir lindarsveita,

hoyr tað Haraldur, Onglands kongur.

vilt tú dugnað veita?”

 

83 Ófrið vilti hann á sítt land

undir lindarskildri,

glaður Haraldur, Onglands kongur.

dugnað veita vildi.

 

84 Haraldur legðist í hernaðin út

mót teirri bylgju blá,

mangan reystan høvdingan

hann firraði londum frá.

 

85 Hann vann undir Grønlandi

herskipini sjey:

“Viti hann, reystur hernaðtreystur.

eg skal hava tvey.”

 

86 Svaraði Sjúrður, sonur hansara,

fáir finnast slíkir:

“Siglum aftur til Onglanda

og ikki til Garðaríki!”

 

87 Tí svaraði Haraldur kongur

tók hans orð við reiði:

“Tó skal eg í Garðaríki,

eg komi ikki aftur úr teirri.”

 

88 Svaraði Halgir, sonur hansara,

í øðrum orði tá:

“Svikini vóru á konginum,

tað kundi eg væl sjá.”

 

89 Níggju vann hann herskipini

bæði við gleði og gleim,

frægur snúðist Haraldur

í Garðaríki heim.

 

90 Grimmar kongur í Garðaríki

illa gjørði tað,

reisti borg av svikum upp,

meðan kongurin burtur var.

 

91 Reisti borg av svikum upp

við tað virðin full,

innan er hon við tigulsteinar,

uttan við reyðargull.

 

92 Hagar ið hansara snekkja

kendi fagurt land,

kastar síni akkerini

á so hvítan sand.

 

93 Fyrstur stígur Haraldur kongur

sína manna á land,

tá var sjálvur Grimmar kongur

riðin niður til strand.

 

94 “Tak nú við, mín einkarmágur,

herskipunum sjey,

vit tað, reystur hernaðtreystur,

eg skal hava tvey!”

 

95 “Sjúrð bjóði eg til fosturs hjá mær

við alskyns mekt og prýði,

Haraldur, gakk í breiða høll

við tínum dreingjaliði!

 

96 Sjúrð bjóði eg til fosturs hjá mær.

vil hann tey boð tiggja,

sessi mær at sita næst,

í mínum herbergi at liggja.”

 

97 Haraldur setst í hásæti,

glaður uttan ekka,

Grimmar talar til falsaran:

“Gev teim sterkt at drekka!”

 

98 So skonkti hann falsarin

mjøðin út í vín,

fyrstur sovnaði Haraldur kongur

fram úr sessi sín.

 

99 Grimmar talar til falsaran,

hirðin tekur at sovna:

“Tað skal kosta høvur títt,

letur tú mjøðin dovna.”

 

100 So skonkti hann falsarin

mjøðin inn í høll,

fyrstur sovnaði Haraldur,

síðan hirðin øll.

 

101 Falsarin gongur fyri Grimmar kong,

sigur honum frá:

“Nú er sovnaður Onglands kongur

við alt tað lið, hann ár.”

 

102 Grimmar talar til sínar menn:

“Leggið eld í borg,

fyrri voldi mær Haraldur

trega og tunga sorg!”

 

103 Svaraði hansara dýra drotning,

ræð fyri borði standa:

“Brenn ikki kong av Onglandi,

tú eyk ikki Hildu vanda!”

 

104 Enntá mintist Grimmar kongur,

hvat verið hevði fyrr,

kyndi eld í báðar galvar,

stokkar fyri dyr.

 

105 Legði eld í báðar galvar,

stokkar fyri dyr,

brendi so kong av Onglandi

við alt hans valda lið.

 

106 Fyrstur vaknaði Haraldur

fast av miklum móði,

brá við hvøssum slíðramæka,

timbrið yvir sær hjó.

 

107 Haraldur kongur av Onglandi,

sterkur til rygs og handar,

mátti hann, bjartur buðlungsgarpi,

fastur í báli standa.

 

108 Hagar ið Sjúrður hetta hoyrdi,

hans var faðir í trongd,

feldi niður hundrað mans,

hann ruddi fyri sær gongd.

 

109 Haraldur stendur í báli fastur,

brendur er til kníggja,

ei tykist hann til neyð at kenna,

hann fær sín son at síggja.

 

110 Grimmar talar til týðingarnar,

biður tá ørvur skjóta:

“Latið hann ikki, Sjúrð hin unga,

Garðaríki njóta!”

 

111 Iðin legði ørv á strong,

tann *vegin vildi verða,

hann skeyt bjarta buðlungsson

millum rygs og herða.

 

112 Hann sleit úr sær blóðiga ørv,

setti á ørvustrong,

sendi aftur í Grimmars her,

hann feldi nýtan drong.

 

113 Tað var Sjúrður, Haralds arvi,

í víggi har hann stendur,

sparir ikki sín bitra mæka,

hann vegur á leysar hendur.

 

114 Haraldur stendur í báli fastur,

brendur er hann til handar,

ei tykist hann til neyð at kenna,

hann sá sín son so standa.

 

115 Grimmar talar til sínar menn,

biður tá ørvur skjóta:

“Latið hann ikki, Sjúrð hin unga,

Garðaríki njóta!”

 

116 Iðin var tann, ið bogan spenti,

við tað hann leyp á føtur,

hann skeyt bjarta buðlungsson

yvir hjartarøtur.

 

117 Hann sleit úr sær blóðiga ørv

yvir hjartarót:

“Væl hevur faðir mín føtt meg upp,

nú bjóði eg ikki bót.”

 

118 Hann sleit úr sær blóðiga ørv,

setti á ørvustrong,

sendi aftur í Grimmars her,

hann feldi merkisdrong.

 

119 Haraldur stendur í báli fastur,

brendur er hann valla,

nú tóktist hann til neyð at kenna,

hann sá sín son at falla.

 

120 Haraldur tók sín bitra mæka,

tað var helst av sorg,

níggju mílir varpaði hann

út av glæstriborg.

 

121 “Verði tín eingin njótandi,

standi av váði og vandi,

uttan hin yngsti arvi mín,

Gormundur av Onglandi!”

 

122 Aftur sigldu Haralds menn

við ryggiligum alvi,

frætti hin ungi Gormundur,

hann sat í rúnartalvi.

 

123 Aftur sigldu Haralds menn

við ryggiligari trá,

frætti hin ungi Gormundur,

hann sat síni móður hjá.

 

124 Mælti hin ungi Gormundur,

bæði vænur og vitur:

“Hatta er ikki faðir mín,

í lyftingini situr.”

 

125 “Tegi, mín hin yngsti arvi,

eyka mær ongan vanda,

hann kemur ikki livandi

aftur til Onglanda!”

 

126 Hon tók upp teir slíðrarnar,

ið gjørdir vóru av flein,

tá sá hon við sínum eygum

allan vørildar heim.

 

127 Hon tók upp teir slíðrarnar,

ið gjørir vóru av tann,

hon sá Harald, Onglands kong,

í báli har hann brann.

 

128 “Grimmar kongur í Garðaríki

hevur brent tín faðir inni,

níggju hundrað í glæstriborg,

ongum háttri minni.

 

129 Grimmar kongur í Garðaríki

brendi tín faðir á báli,

níggju hundrað riddarar,

tínar raskar brøður báðar.”

 

130 Hvør sum alskar dyggan drong,

við tað hann stillir happi,

lindin tann, um Hildu var,

í níggju lutir brast.

 

131 “Hoyr tað, mín hin sæla móðir.

eyka tær ongan vanda,

tín skal eingin kongur forsmá,

so leingi eg má standa!

 

132 Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

eyka tær ongan váða,

tín skal eingin kongur forsmá,

so leingi eg má ráða!”

 

133 Nú skal falla niður um stund,

eg ljóði ikki longur á sinni,

nú skal taka upp triðja tátt,

tygur leggið í minni!

 

134 Nú skal falla niður um stund,

koma dømi at enda,

til Sjúrð keisar av Sakslondum

hagar skal frøðið venda.

 

 

Triði táttur

 

135 Sjúrður keisar var á leikvøllum,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vitið tær nú javnræði mítt?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

136 “Gormundur ungi í Onglandi

hann eigur móður mæta,

hon er klók og kunsturlig

til gulls og lands at gæta.

 

137 Gormundur kongur í Onglandi,

hagar viljum vær tær vísa,

har manst tú ta drotning fá,

hon kann títt lív væl prísa.”

 

138 “Er hon so von og tekkilig,

sum tit siga frá,

hagar skal eg streingja

míni bønarorðini á.

 

139 Hagar skal eg streingja

míni hønarorðini á,

biðja móður Gormunds unga,

eg vil tá drotning fá.”

 

140 So letur hann Sjúrður keisar

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

141 Vant hann upp síni silkisegl,

gull við reyðan brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Ongland.

 

142 Hagar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

kastar síni akkerini

á so hvítan sand.

 

143 Kastar síni akkerini

á so hvítan sand,

fyrstur steig Sjúrður keisari

sínum fótum á land.

 

144 Sjúrður keisar gekk frá strondum niðan

í teirri manna múgvu,

kinnin var reyð sum hummarsklógv,

eygað sum í dúgvu.

 

145 Uppi í miðjum grasagarði

akslaði hann síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

146 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Gormundur fyri á borði sat

við manna hundrað fimm.

 

147 Sjúrður keisar gekk í hallina inn.

bar upp kvøðu sína:

“Sit heil, ungi Gormundur,

tú gev mær móður tína!”

 

148 Tað var hin ungi Gormundur,

ræður so orðum at tala:

“Leið mína móður í hallina inn,

hon kann væl fyri seg svara! “

 

149 Tað var Hilda, Grimmars dóttir,

inn í hallina gekk,

Sjúrður keisar situr í hásæti,

ymsar litir fekk.

 

150 “Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

sjálv skalt tú nú svara

Sjúrð keisara av Sakslondum,

sum síðst mundi okkur vara.”

 

151 Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,

í fyrsta orði tá:

“Best manst tú, mín sæli sonur,

av slíkum hava ráð.”

 

152 Snarliga raktu tey

sínar hendur yvir borð,

fagurt var at lýða

á teirra festnarorð.

 

153 Síðan lótu til brúdleyps laða

snart og ikki leingi,

har reið so mangur hovmaður til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

154 Tey lótu sær til brúdleyps laða,

ikki mátti tvørra,

átjan borgum boðið var

og tólv hundrað úr hvørji.

 

155 Drukkið varð teirra brúdleypið,

hirðin var so fegin

sum tann fuglur, á viði situr,

verður á ljósum degi.

 

156 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Súrður keisar og hans vív.

 

157 Har var organ í garði troðin,

harpur og mikil meingi,

Gormundur ungi og hirðin øll

tey fylgdu teim til seingjar.

 

158 Tey vóru ikki leingi saman,

til tey áttu svein,

hann var á stundum gitin væl,

og so var hann borin í heim.

 

159 Frúgvin ræð seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

inntil at teim stundum leið,

hon føddi ein svein so baldan.

 

160 Sveipar hon hann í klæði væl,

gott er at taka til evna,

síðan læt hon presti bera,

Harald bað hon nevna.

 

161 Tí svaraði Sjúrður keisari:

“Til tess høvum vær frætt,

hann verður ikki vígamaður,

kallaður verður úr ætt.”

 

162 Gormundur klæðir fríðan fót

onkun morgun snimma:

“Nú lystir meg til Garðaríki

mín móðurfaðir at finna.”

 

163 Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,

mælti so fyri sær:

“Um enn tú finnur tín móðurfaðir,

tú vinnur honum lítið av.

 

164 Ilt kom tær á hyggju upp,

tí tú hevur tagað leingi,

faðir mín hevur av lívi tikið

mangar reystar dreingir.”

 

165 Glógvurnar kastar hon á hans bak,

hon andaði í hans munn,

hon myntist við unga arva sín,

tí henni vóru svikin kunn.

 

166 So letur hann Gormundur

búgva skipini stór,

letur nú laða í bæði borð

virtur og so bjór.

 

167 Letur nú laða í bæði borð

virtur og so vín,

um enn hann siglir í fimtan vetur,

skortar hann ei slíkt.

 

168 Vindur hann upp síni silkisegl,

fá finnast slíki,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn í Garðaríki.

 

169 Tað var ein tann smalumaður,

goymdi at síni geit,

hann sær skip á havi koma,

at havnum vil tað leita.

 

170 Sveinin rekur smalurnar

fram á grønan vøll,

so akslar hann kápu blá,

hann gár í kongins høll.

 

171 Síðan akslaði kápu blá,

hann gekk í kongins høll:

“Eg eri meg á einum luti

vísari enn tær eruð øll.

 

172 Eg eri meg á einum luti

vísari enn tær eruð øll,

eg sær skip av havi koma,

seglini hvít sum mjøll.”

 

173 “Sær tú skip eftir havi koma,

sum tú fyri mær nevnir,

tað er hin ungi Gormundur,

hann vil sín faðir hevna.”

 

174 Grimmar gongur í grasagarð,

reyðargull bar á hendi,

ristir ramar illgerningar,

út í havið sendi.

 

175 Svaraði tá tann lítli svein,

tóktist komin í vanda:

“Hvaðani eru hesir avrekshestar.

ið eftir sjónum ganga?”

 

176 “Hatta eru eingir hestar,

tóast tað sýnist tær,

hatta eru Grimmars illgerningar,

sendar móti mær.”

 

177 Tá var veður á sjónum hart,

bylgjan reisti frá grunni,

voldi tað vándi Grimmar kongur,

so vánda gerning kundi.

 

178 So var veður á sjónum hart,

sandur á tiljum lá,

aldan reis úr hvørji ætt,

so fell tann bylgjan blá.

 

179 So var veður á sjónum hart,

ódnir mátti kalla,

so stýrdi hann Gormundur,

at hvørgum borði hallar.

 

180 Tríggjar dagar Gormundur

í eysturmála stóð,

so stýrir hann buðlungsson,

úr skjúrtu vant hann blóð.

 

181 So var veður á sjónum hart,

ógvuligt var at líta,

so stýrdi hann Gormundur,

at av dreiv mjøll hin hvíta.

 

182 Gormundur tók sítt rúnukelvi,

hann kastar út fyri borð,

ikki mátti illgerning vaksa,

megnað vóru hans orð.

 

183 Gormundur tók sítt rúnukelvi,

kastar út á sjó,

minnka tók tá aldan,

tá stiltist væl á ló.

 

184 Grimmar gongur í grasagarði,

reyðargull á hendi,

loysir út tær ørnir tvær,

út í havið sendi.

 

185 Ørnir tvær av landi flugu,

settust niður á sjó,

Gormundur tók mót báðum teim,

hann vakti kalvablóð.

 

186 Ørnir tvær av landi flugu,

settust á saltan sjó,

Gormundur tók mót báðum teim,

hann steig úr lyfting fram.

 

187 Hann tók sær havn í Garðaríki,

sum Grimmar fyrir ár,

har vóru stræti við silvurmerki,

broddar alt við stál.

 

188 Hann tók sær havn í Garðaríki

við tá virðin full,

plantaðir stóðu víngarðar,

stroyddir við reyðargull.

 

189 Fyrstur steig hann Gormundur kongur

sína manna á land,

skipaði tá eitt átjan hundrað

upp á hvítan sand.

 

190 Tað var ungi Gormundur,

skyldi frá strondum ganga,

Grimmar vilti burt borgina,

hann kom í sterkan vanda.

 

191 Gormundur reikar um víðan vøll,

tað var helst av sorg,

hann leit seg til vinstru hond,

burtur var horvin borg.

 

192 Tá eykaðist Gormundi

meiri angist og vandi,

tá ræð hann í tríggjar dagar

í kolmyrkri ganga.

 

193 Gormundur reikar um víðan vøll

av so miklari sorg;

“Allir einglar í himmiríki

vísi mær á borg!

 

194 Veit tað faðir í himmiríki,

livi eg og ikki doyggi,

eg skal lata kirkju smíða,

syngja í skara moyggja.

 

195 Eg skal lata kirkju smíða

mítt í Onglands ríki,

eingin tann á Suðurlondum

skal vera hennara líki.

 

196 Eg skal lata kirkju smíða

við so mikið noss,

í hennar hvørjum hyrningum

at rista Guðis kross.”

 

197 Gormundur reikar um víðan vøll,

sigist í hesum tátti,

har fann hann tann bitra mæka,

ið hans faðir átti.

 

198 Gormundur reikar um víðan vøll,

tá slapp hann úr vanda,

hann leit seg til høgru hond,

sá sterkar borgir standa.

 

199 Gormundur gekk í hallina inn,

glaður við sína list:

“Sit heil, frægur Grimmar kongur,

tú veit mær vetrarvist!”

 

200 Tí svaraði Grimmar kongur,

heldur á búnum brandi:

“Sig mær, frægur, eiti títt,

hvar ert tú borin í landi?”

 

301 “Gormund skalt tú nevna meg,

her til víggja at stá,

Haraldur kongur í Onglandi

var frægur faðir vár.”

 

202 “Ver vælkomin, mín dótturson,

gott er at taka til ráða,

eg veit tað ongan føddan vera,

ið okkur vinnur báðar!”

 

203 “Hoyr tú tað nú, Grimmar kongur,

tað tali eg til tín,

eg havi ongar sømdir tikið

eftir faðir mín!

 

204 Tí kom eg av Onglandi,

eg búddist ei við frið,

statt upp, reystur Grimmar kongur,

brynja út alt títt lið!”

 

205 Grimmar hvarv úr sessi burtur,

hann er maður versti,

hann kom aftur uttan borgar

á kolsvørtum hesti.

 

206 Grimmar hvarv úr sessi burtur.

fáir finnast slíkir,

hann kom aftur uttan borgar

í flogdreka líki.

 

207 Gormundur greiddi glógva sín,

brá hann sær á hendi,

skapti hann seg í ørnalíki,

fast mót Grimmari rendi.

 

208 Fuglar tveir í lofti flúgva,

fast við knúgvum banka,

hoyrast mátti innan hallar,

rætt sum trummur ganga.

 

209 Hoyrast mátti innan hallar,

rætt sum trummur ganga,

tað var Grimmar í Garðaríki

Gormundur av Onglandi.

 

210 Bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur fekk,

inntil tann hin triðja,

sól til viðar gekk.

 

211 Inntil tann hin triðja,

sól til viðar rann,

tá møddist hann Grimmar

tann hin raski mann.

 

212 Gormundur tók tá Grimmar kong,

setti á grønan vøll,

einki sást á honum fall,

uttan tungan var so snjøll.

 

213 “Gera skal boð til Onglanda,

lýða á Hildu náðir!”

segði Gormundur við móður sína,

“køld eru konu ráð.”

 

214 Hilda tók mót brøvunum,

ljómin av henni skín:

“Hví man hin ungi Gormundur

senda bragdarboð til mín?”

 

215 Tað var Hilda, Grimmars dóttir,

mælti fyri sær:

“Grimmar kongur í Garðaríki,

væl unti tú mær.

 

216 Latið hann dýrar eiðir svørja,

eg man hetta valda,”

segði Hilda um faðir sín,

“illa man kongur halda!”

 

217 Grimmar kongur í Garðaríki,

við tað var hann fegin,

níggju gjørdi hann rangar eiðir,

allar á einum degi.

 

218 Sleptu Grimmari konginum,

so er sagt ífrá,

svørji tann eið á mína trúgv,

hann var nú verri enn áður.

 

219 Hann brá seg í varglíki,

hann fleyg í loft við veingjum,

pílur fleyg av hans hvørji fjøður,

hann feldi reystar dreingir.

 

220 Hagar ið Gormundur hetta sá,

vænti spell var á meiri,

skapti seg aftur í ørnalíki,

hann feldi hálvæl fleiri.

 

221 Fuglarnir enn í lofti flúgva,

saman við knúgvum banka,

hoyrast mátti innan halla

rætt sum trummur ganga.

 

222 Bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur vann,

møddist ungi Gormundur,

tann hin raski mann.

 

223 Hilda tók sín yngsta son,

andar í hans munn,

hon myntist við unga arva sín,

tí henni vóru svikini kunn.

 

224 Haraldur fleyg av Onglandi,

við tað hann troysti alva,

miðjan treiv hann Grimmar kong,

hann sleit hann av um nalva.

 

225 Svaraði ungi Gormundur

av so tungum stríði:

“Hví tókst tú okkara móðurfaðir

so brádliga burt av lívi?”

 

226 “Vesælur ver tú, kellingarson,

til tess havi eg frætt,

hann var ikki dugandi maður,

kallaður var úr ætt!

 

227 Hevði hann dripið mín faðir sum tín,

ei skift teir ringar reyðar,

eingin kongur í heiminum

skyldi tolt so harðan deyða.”

 

228 Gormundur settist í Grimmars stól.

so er greint fyri mær,

Haraldur fór til Onglanda,

var so kongur har.

 

CCF 51 A

TSB E 98

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos Gl. kgl. Saml. 2894, 4to, vol. II, Nr. 19, s. 351.

 

Útgávur: 

1. Chr. Matras legði til rættis: Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1937-39, s. 138.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 2, s. 218.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 12. bind, s. 115.

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo  (1746-1824), Miðvági, 1781-82. 

 

E 98 Grimmars kvæði (Man is killed by father-in-law for abducting bride but is revenged by son)

Haraldur, Onglands kongur, fer at biðja um Hildu, dóttur Grimmars, Garðaríkis kongs. Grimmar kongur er burturstaddur í krígsørindum.

Haraldur bíðar ikki eftir samtykki Grimmars, og hann og Hilda fara aftur til Onglands og giftast. Hilda fær tríggjar synir. Seinni vil Haraldur vitja Grimmar. Hann letur yngsta sonin, Gormund, vera eftir heima og hevur hinar báðar við sær.

Hann hjálpir Grimmari at vinna ein bardaga, men meðan hann er burturstaddur, ger Grimmar seg til at taka lívið av honum. Hann skeinkir Harald so fullan, at hann sovnar, og setir so eld á húsið. Haraldur og synir hansara láta lív.

Menn Haralds fara aftur til Gormunds og Hildu við tíðindunum. Seinni giftist Hilda við keisaranum Sjúrði og fær við honum sonin Harald.

Gormundur fer til Garðaríkis at hevna faðir síns deyða á Grimmar. (Frábr.: A: Við gandi roynir Grimmar at steðga skipi Gormunds.) Grimmar og Gormundur berjast, og báðir nýta gand hvør móti øðrum. At enda vinnur Gormundur á Grimmari, men eirir lívi hansara og sendir boð til Hildu. Hon sendir son sín Harald til Garðaríkis, har hann drepur Grimmar.

Gormundur verður kongur aftan á Grimmar, og Haraldur fer aftur til Onglands.

á føroyskum: CCF 51 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017