• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Haki Hilmarsson

 

Haki Hilmarsson

 

CCF 59a

TSB E 142

 

1 Haraldur kongur á Danaríki

við tað mannagrið,

hann hevur meir enn hundrað tólv

við hvørja sína lið.

 

Troðum lættliga dansin!

Dagurin skín so fagurliga,

komin á hægsta summarið.

 

2 Haraldur kongur á Danaríki

við tað mannaval,

hann hevur meir enn hundrað tólv

at ríða um víðan sal.

 

3 Haraldur kongur á Danaríki

við tað mannahól,

hann hevur við sína lið

meir enn hundrað tólv.

 

4 Haraldur kongur á Danaríki,

grimt var honum í huga,

hann stígur ikki á vøllin út,

hann sær ikki váðaloga.

 

5 Tá ið hann var á leikvøllum,

tá tók hans vegur at treingja,

hann sær henda grimma risa

at drepa kongins dreingir.

 

6 Hann sær henda grimma risa

at drepa kongins dreingir,

ófriður er komin á hond,

nu gerst stríð og meingi.

 

7 Kongurin kemur á slotið upp,

sorgina má hann grøta,

hvør sum ríður í skógin burtur,

harðan má hann møta.

 

8 Hvør sum ríður í skógin burt,

má seg kunna greiða,

har býr í tað ódnartrøll,

so tann tussin breiði.

 

9 Hann má kunna alt tungumál

og ganga væl í drift,

kunna má hann hægstu rúnir

og alla handaskrift.

 

10 Tað kenni eg til risan tann,

sum meg kann óttast á,

honum ríður mangur ímót

og leggur so lívið á.

 

11 Risin sendir fyrsta boð,

sum gitið má verða leingi,

hann vil hava í skógum burt

ein av kongins dreingir.

 

12 Risin sendi fyrsta boð

heim til kongin fríða,

hann vil hava ein kristnan mann

ímóti sær at stríða.

 

13 Nú eru boð av skógum komin

frá tí risa langa,

hann vil hava ein kristnan mann

ímóti sær at ganga.

 

14 Upp leyp vándi Álvin,

tyktist sítt skjøld væl røra:

“Eg skal ríða í skógin burt,

risan skal eg prøva.”

 

15 “Tú skalt ríða í skógin burt

og drepa risan langa,

taka so tað reyðargull

og føra heim til hallar.”

 

16 Álvin saðlar gangaran,

sum hann skuldi ríða á,

klæðist í skjøldir og harniskjur,

so í brynju blá.

 

17 Álvin reið í skógin burt,

slíkt var mikil villa,

tá ið hann kom at hellisdurum,

tók hann seg at stilla.

 

18 Álvin kemur fyri hellisdyr,

tykir for snart at rása,

hoyrir tá av hellinum út

Grimmar risan blása.

 

19 Risin vaknar í hellinum,

hann visti, hvar ið rann:

“Her er fyri mítt helli komið

einans kristin rnann.”

 

20 Tað var vándi Álvin,

hann tekur til at geipa:

“Nú er vandi komin á hond,

hvar er best at leypa?

 

21 Leypa skal av skógum út

bæði for áir og gjáir,

hesin stóri Grimmar risi

brúkar ongar náðir.”

 

22 Svaraði vándi Álvin,

tá hann sær risan renna,

ynskir bæði sjógv og sand

og høgan eld at brenna.

 

23 Risin leyp á skógin fram

á tann Álvin reysta,

andaði hann so í kjaftin á sær,

hellan honum gloypti.

 

24 Svaraði hesin Grimmar risi

av so miklum kæti:

“Her kemur eingin í skógin burt.

sum ikki skal lívið lata.”

 

25 Risin sendir annað boð,

sum gitið má verða leingi,

hann vil hava í skógin burt

ein av kongins dreingir.

 

26 Risin sendi annað boð

heim til kongin fríða,

hann vil hava ein kristnan mann

ímóti sær at stríða.

 

27 Enn eru boð av skógum komin

frá tí risa langa,

hann vil hava ein kristnan mann

ímóti sær at ganga.

 

28 Upp leyp Artan gríski,

hann var maður kekkur:

“Eg skal ríða í skógin burt,

risan sundur sprekka.”

 

29 Upp leyp Artan gríski,

tykist væl skjøldið røra:

“Eg skal ríða í skógin burt

spjót á risan føra.”

 

30 “Tú skalt ríða í skógin burt

og drepa risan langa,

taka so tað reyðargull

og føra heim til hallar.”

 

31 Artan saðlar gangara sín,

sum hann skuldi ríða á,

fór við skjøldir og harniskjur

og so í brynju blá.

 

32 Artan fór av garði burt

og so at risans helli,

heitir verða slíkir menn,

sum her skulu gista í kvøld.

 

33 Artan hugsar við sjálvum sær:

“Ikki er úti at standa,

antin her búgva fólk ella trøll,

eg skal í hellið ganga.”

 

34 Tá ið hann kom í hellið inn,

har býðst meiri vandi,

inni brann ein váðalogi

við fýra stoktum monnum.

 

35 Risin tók teir fýra kroppar,

át teir í ein hast,

Artan visti ikki av,

fyrr enn hellið saman brast.

 

36 Artan við sítt breiða skjøld

vil ei undan lúta,

risin reiggjar jarnstongini,

so eldar um hellið fúka.

 

37 Risin reiggjar jarnstongini,

alt væl sum hann kann,

Artan verjir høgginum

sum ein adilsmann.

 

38 Risin reiggjar jarnstongini,

alt væl sum hann kundi,

Artan verjir høgginum,

so hann fekk borið undir.

 

39 “Betur var mær heima sitið

við mínum fagnarføti

enn at takast við henda risa,

hann býður mær ikki bøtur.

 

40 Betur var mær heima sitið

við mítt bjarta spjót,

hvør sum aftur í hellið kemur.

hann missir makt og mót.

 

41 Betur var mær heima sitið,

plukka mína egnu steik,

hvør sum aftur í hellið kemur,

hann lovar ikki henda leik.”

 

42 Bardust teir í hellinum inni

av so miklum víggi,

einki var at bella tá,

hvørgin ei vildi flýggja.

 

43 Stríddust hart og stríddust skarpt.

hvør vil annan hýra,

traðkað høvdu teir hellisgólv,

sum hevði verið mýra.

 

44 Tá var buldur í hellinum,

tá ið risin fell til kníggja,

ikki støddist teimum við,

hvørgin vildi flýggja.

 

45 Bardust teir í hellinum inni

av so miklum vanda,

sundur gekk tá Artans svørð

mitt ímillum hans handa.

 

46 Ein hevði hann trøllini dripið

inni í hesum helli,

enn livir hann Grimmar risi,

er yvir vaksið av øllum.

 

47 Risin tekur í Artans hond

og dregur at heitum eldi,

Artan rykti av mikli fart,

so báðir duttu í helli.

 

48 Rullaðu teir í hellinum,

til møði tyktist at kenna,

blóðið dreiv um báðar hart,

um hellisgólv at renna.

 

49 Bardust teir í hellinum inni

alt for uttan gleði,

so var sagt, at Artan tá

hann misti makt og megi.

 

50 Bardust teir í hellinum inni

alt for uttan kæti,

so mátti hann Artan gríski

snarliga lívið lata.

 

51 Tað var hesin Grimmar risi

gjørdi av tí leik,

læt hann so at eldi bera

sjálvum sær til steik.

 

52 Risin sendi triðja boð,

sum gitið má verða leingi,

hann vil hava í skógin burt

ein av kongins dreingir.

 

53 Risin sendi triðja boð

heim til kongin fríða,

hann vil hava ein kristnan mann

ímóti sær at stríða.

 

54 Enn eru boð av skógum komin

frá hinum risa langa,

hann vil hava ein kristnan mann

ímóti sær at ganga.

 

55 Upp leyp Haki Hilmarsson,

hann bar tungu snjalla:

“Eg skal taka Grimmar risa

í hundrað partar skralla.”

 

56 “Tú skalt ríða í skógin burt

og drepa risan langa,

taka so tað reyðargull,

bera mær til hallar.”

 

57 “Fyrst skal eg í skógin burtur,

risan sundur ríva,

hvør sum tá fyri hendur kemur.

honum skal eg níva.”

 

58 “Ei má Haki Hilmarsson

erpa sær av slíkum,

hann skal fá sín ovurmann

í hesum kongaríki.”

 

59 Svaraði Haki Hilmarsson,

grimmur og harður til víga:

“Hvar er nú tann avrekskempan,

sum tú biður mót mær stríða”

 

60 “Ikki kanst tú kempuna síggja,

nú lati eg tað fara,

fyrr enn tú hevur Grimmar risa

deyðan felt til jarðar.”

 

61 “Vinni eg sigur av risanum,

verður meg lagað at fá,

so skalt tú við kempuni koma

at leggja omaná.”

 

62 Haki klæðir fríðan fót

bæði skjótt og brátt,

ger so miklar harniskjur til

hvørja jólanátt.

 

63 So var Haki Hilmarsson

til útreiðina fús,

klæðist innan høgaloft

alt med eitt kertiljús.

 

64 So var Haki Hilmarsson

til útreiðina prúður,

fyrst fór hann í nýggja brynju,

uttan yvir í skrúður.

 

65 Hjálmin hevði hann innanundir

og nýggja brynju hjá,

blanka svørð í hendi bar,

forgyltar kransar á.

 

66 Franskan hjálm á høvdi bar,

smoygdur niður á enni,

koparkelvi á baki lá,

við blanka svørð í hendi.

 

67 Rakkar tveir á akslar legði

við rúnarbelti um miðju,

so var Haki Hilmarsson

fúsur út at ríða.

 

68 Út varð loystur gangarin

undir hallarvegg,

hann var skrýddur við skarlak

niður á hóvarskegg.

 

69 Hann var skrýddur við skarlak

niður á miðalsíðu,

forgyltur var tann saðilin,

sum Haki skuldi á ríða.

 

70 So varð loystur gangarin,

sum Haki skuldi á ríða,

hann var skrýddur við skarlak

niður á miðalsíðu.

 

71 Haki ríður allan dag

langar leiðir drúgvar,

hann sær eld í fjalli brenna

og høgar neistar flúgva.

 

72 Haki ríður allan dag

drúgvar leiðir langar,

hann sær henda risakatt

fyri hellisdurum standa.

 

73 Hann sær henda risakatt

fyri hellisdurum standa,

sendi tveir av sínum monnum

ímót honum at ganga.

 

74 Sendi tveir av sínum monnum

ímóti kattinum niðan,

katturin loftaði báðum teim,

hann beit teir av um miðju.

 

75 “Nú er vandi komin á hond,

kenni eg á mínum hári,

hesin sami risans kattur

vil meg rispa og dára.”

 

76 Katturin kom leypandi

ímóti honum við vold,

stóð á báðum átta beinum,

so mátti hann royna sítt skjold.

 

77 Høggur títt, hann lívir lítt,

og brandar vóru stinnir,

katturin loftaði hvørjum høggi,

so var sterkt á sinni.

 

78 Hann tók svørðið í báðar hendur.

tá var okkurt at gera,

høgdi so til risans katt,

hann kleyv hann av um herðar.

 

79 Haki hugsar við sjálvum sær:

“Eftir er meiri vandi,

enn livir hann Grimmar risi,

sum eingin kann móti standa.”

 

80 Haki gongur at hellisdurum

glaður í góðum minni:

“Ert tú inni, Grimmar risi,

eg krevji teg út á sinni.

 

81 Ert tú inni, Grimmar risi,

eg bjóði tær út at ríða

á tann sama grøna vøll,

sum riddarar plaga at stríða.”

 

82 “Gerst einki, gamli gríski kallur,

bjóða tær til handa,

tá ið eg komi á vøllin út,

tá er títt lív í vanda.”

 

83 Risin leyp av hallini út

við stálstong í hendi,

Haki við sítt blanka svørð

ímóti honum rendi.

 

84 Risin reiggjar jarnstongini,

tykist á beini standa,

rakti Haka Hilmarsson,

so hjálmar av høvdi ganga.

 

85 Tað var Haki Hilmarsson,

letur ikki á sær síggja,

setir aftur á høvur sítt

annan hjálmin nýggja.

 

86 Haki høgdi hart og fast,

so øllum tóktist undur,

rakti niður á Grimmar risa

av um kníggin sundur.

 

87 Risin datt á vøllin niður,

læt ikki á sær finna,

setti stubbar niður í jørð,

hann bardist ei tess minni.

 

88 Svaraði Haki Hilmarsson.

tekur á stálinum at stólpa:

“Gud, sum skapti himmal [og] jørð,

komi mær nú til hjálpar!”

 

89 Blóðið fleyt av risanum

rætt sum streymur í á,

ikki kundi Haki Hilmarsson

upp á risan sjá.

 

90 Blóðið fleyt av risanum

og spruttar upp til kníggja,

ikki kundi Haki Hilmarsson

upp á risan síggja.

 

91 Hann tók upp ein silkidúk

og turkar av sínum eygum,

tá sá hann á risanum,

at hann var staddur í neyð.

 

92 Risin situr á grønum vølli.

sorgina má hann grøta:

“Høggur tú meir við blanka svørði,

tað bíður mær ikki bøtur.”

 

93 “Nú skal høgga við blanka svørði,

hvat sum mær kann bata,

tað hevur so mangur óskyldigur

lívið fyri tær látið.

 

94 Nú skal taka mítt blanka svørð

og skilja títt høvur frá búki,

tú hevur so mangan kristnan mann

við tínum kjafti slúkað.”

 

95 Tað var Haki Hilmarsson,

blanka svørðið hann brá,

so høgg hann tá Grimmar risa

sundur í lutir tvá.

 

96 Haki hugsar við sjálvum sær:

“Nú er ikki at dvølja,

eg skal taka tað reyðargull

og føra heim til hallar.”

 

97 Haki loypur í hallina inn

og sær um allar endar,

hann sær Silbor, kongins dóttur,

at sita í hørðum bandi.

 

98 Hann sær Silbor, kongins dóttur,

at sita í hørðum bandi:

“Ótíð ert tú higar komin,

nú er deyði á hendi.

 

99 Pakka teg av hellinum út,

tað snarasta sum tú kann,

kemur risin av skógnum heim,

hann setir teg út á brandar!

 

100 Pakka teg av hellinum út

og heilsa øllum heim,

kemur risin í hellið aftur,

hann sprytar teg upp á teinar!”

 

101 “Hoyr tú, Silbor kongins dóttir,

her man nú einki baga,

risin liggur á grønum vølli,

ger ikki meiri skaða.

 

102 Risin liggur á grønum vølli,

sum eingin tordi á síggja,

hann høgdi eg av við blanka svørði

miðjan av um kníggja.”

 

103 “Er tað satt og ikki lygn,

sum tú sigur her mær,

ikki nakar kongason

var betur lovað enn tær.”

 

104 Hann tók Silbor kongins dóttur.

setir seg niðanundir,

loysir so tey armabond,

sum risin hevði bundið.

 

105 So var frúgvin Silbor

troytt av sorg og kvída,

ikki kundu hennara eygu,

burt av honum líta.

 

106 Svaraði frúgvin Silbor

av so tungari sorg:

“Nú skulum vit tað reyðargull

laða út av borg.”

 

107 Tóku bæði gull og silvur,

alt sum har var inni,

laðaðu so á gangara sín

og riðu so burtur á sinni.

 

108 Gingu so av hellinum

glað for uttan sorg,

laðaðu gull á gangara sín

og riðu so glað av borg.

 

109 Setti seg á brúnan hest

við bjarta brúður hjá,

lakkar so at garði heim,

hvør við sínum ráð.

 

110 Riðu hart, tey riðu snart,

lótu síni ferð,

gingu so at slotinum,

sum Haraldur kongur var.

 

111 Riðu hart, tey riðu snart,

mangur mundi tað vita,

gingu so at slotinum,

sum Haraldur kongur má sita.

 

112 Kongurin stendur fyri hallardurum,

rópar øllum fram:

“Eg síggi mann á slotið ríða,

og Haki so eitur hann.

 

113 Nú kemur Haki á slotið upp,

og hann ber ongan harm,

eg síggi mína sælu dóttur,

situr á hansara armi.”

 

114 Tað var Haki Hilmarsson,

tekur av sær hatt,

gjørdi síni kumplimentir

og og sýndi revirent.

 

115 “Vælkomin, Haki Hilmarsson,

higar heim til mín,

nú skal eg tann brúna mjøðin

blanda út í vín!”

 

116 “Allar mínar dagarnar

vil eg fregna og frekka,

annað hevði tú ætlað mær

enn brúna mjøðin at drekka.

 

117 Eg havi høgt tann Grimmar risa

við blanka svørði nýggja,

tá lást heima, frosin kattur,

tordi ikki risan at síggja.

 

118 Eg havi høgt tann Grimmar risa,

var yvirvaksið allar,

so havi eg tína sælu dóttur

ført tær heim til hallar.”

 

119 Leidd varð frúgvin Silbor

í høgaloft at ganga,

so mátti Haki Hilmarsson

við hallardyrnar standa.

 

120 Leidd varð frúgvin Silbor

í høgaloft at standa,

so mátti Haki Hilmarsson

koma í ein størri vanda.

 

121 Haki loypur í hallina inn

og ræður á kongakníggja:

“Hvør er nú tann avrekskempa.

sum eingin torir at síggja?”

 

122 “Kempan situr við Borgará,

vil ei undan lúta,

fært tú hana við eygum at síggja,

hon skilur títt høvur frá búki.”

 

123 Svaraði Haki Hilmarsson,

grimmur og harður til víggja:

“Lovið kempuni á vøllin út

og latið meg hana síggja!

 

124 Lovið kempuni á vøllin út

og latið meg hana royna,

tað ið higar fyri er ført,

nú má tað ikki meina.”

 

125 Kongurin letur skriva bræv,

tað fyrsta sum hann sá,

til ta somu kempuna,

sum situr við Borgará.

 

126 Sveinurin tók við brøvunum

í ta somu stund

til ta somu kempuna,

sum situr við Borgarlund.

 

127 “Eg komi tær við brøvunum.

sum lítið er av øllum,

nú vil Haki Hilmarsson

finna teg á vølli.

 

128 Kongurin hevur tær boðið sent,

sum gitið er so víða,

tú skalt finnast á víðum vølli

mót Haka Hilmarsson at stríða.”

 

129 “Takk havi tú, sendisvein,

og síðan tað 'laiben' var,

ikki kanst tú betri boð

higar at bera mær.”

 

130 Kempan leyp um hallina

og klæðir seg so prúðan:

“Nú skal fara í stríð í dag,

ikki kann betri bjóðast.”

 

131 Kempan klæðist í sínari høll,

drekkur tá mjøð og vín,

klæðist í skjøldir og harniskjur

og so í brynju ný.

 

132 Kempan reið frá Borgará

bæði glað og fró,

kom so á tann leikvøllin,

sum Haki Hilmarsson stóð.

 

133 “Her kemur tú, reystur, ríðandi,

ein svartur hestur teg ber,

tað kenni eg á sjálvum mær,

ei verður mjúkt á ferð.”

 

134 Svaraði Haki Hilmarsson,

við reyðum hesti stendur:

“Hvat ert tú fyri maður ein,

og hvussu ert tú nevndur?”

 

135 “Eg havi sitið við Borgará

væl í árini sjey,

Grimmar eri eg kallaður,

og so skalt tú fáa tín deyð.

 

136 Nú skal fella høgg um stund

og ikki longur fresta,

annar skal nú lívið láta

og annar frúnna festa.”

 

137 Grimmar høgg við 'ogvin raj',

tá gekk upp á mála,

ikki beit á brynju hans

heldur enn træ á stáli.

 

138 Svaraði Grimmar við Borgará,

tyktist á sær finna:

“Manga havi eg harða høgt,

men ikki slíka brynju.

 

139 Brynjan er av stáli gjørd.

væl má eg tað líta,

og so skjøldir og harniskjur

og hartil hjálmar hvítar.”

 

140 Haki høgdi hart og fast,

tað skulvu stokkar og steinar,

rakti so Grimmar við Borgará,

og oddurin stóð í beini.

 

141 “Grimmar, tú hevur fingið sár,

mikið má tað teg veta,

høggi eg nú annað høgg,

tað verður tá ikki betur.”

 

142 “Um enn eg havi fingið sár,

tað má meg lítið baga,

høgg tú, hvat tú høgga vil,

einki skal meg skaða!”

 

143 So høgdust tær kempur tvær.

vistu ikki, hvar ið vóru,

eldur feyk í luftina,

tá ið svørðini saman bóru.

 

144 Haki stendur so mannilig,

høggur fast í víggjum,

blóðið spruttar av Grimmar reysta,

ikki vil hann flýggja.

 

145 “Eiturhert er blanka svørð,

nú kann eg tað merkja,

hvat landi er tín faðir borin,

teg hevur gjørt so sterkan?”

 

146 “Guðrun eitur móðir mín,

hon bar meg fyri sítt hjarta,

Hilmarsbjørn eitur faðir mín,

er føddur í Danmark.

 

147 Sjálvur eiti eg Haki,

sum stýrir hesari ferð,

so kallast vákn í míni hendi,

tað eitur blanka svørð.

 

148 So kallast vákn í hendi mær,

sum her sømir at spæla,

tað hevur so mangan stavkallin

lagt so niður í dvala.”

 

149 “Eg láti lív av blanka svørði,

sum nú gongur upp við 'fratn',

tað hevur spátt mær mangur maður,

tá ið eg var eitt barn.”

 

150 Yptust teir á grønum vølli,

tá mundi mikið gelda:

“Eya meg!” segði Grimmar reysti,

“nú fer mær at bella.”

 

151 Haki tók eitt gullborið band

og bant um saðilsreiða:

“Tað skal ikki ein risakallur

høgga meg til deyða.”

 

152 So hevði Grimmar høggið fram.

harðan riptist tann,

'løster' rendi líka fram

av Haka Hilmars mann.

 

153 Haki við sítt blanka svørð

upp í veðrið brá,

Grimmar fell av sínum hesti,

opin á vølli lá.

 

154 Haki leyp av sínum hesti,

ei mundi leingi dvelja,

tók so Grimmar við Borgará.

høvur frá búki at skilja.

 

155 Vestur undir kongins borg

har leikaðu teirra skjold,

so gróvu teir Grimmars lík

niður í døkka mold.

 

156 Haki fór á slotið upp,

hann tekur so hart at ríða:

“Eya meg!” segði Haraldur kongur.

“tú kanst frá ferðum siga.

 

157 Hoyr tú, Haki Hilmarsson,

hví ríður tú so hart?

Hevur tú nakað til handa vunnið.

kom fram við tí snart! “

 

158 “Eg havi barst á leikvøllum,

og meg mundi einki baga,

har fekk Grimmar við Borgará

ein høvuðreyðan kraga.

 

159 Stríðið tað stóð á leikvøllum,

tað hevur tú nú frætt,

har fekk Grimmar við Borgará

ein høvuðreyðan hatt.”

 

160 Haki tekur sítt blanka svørð,

tykist í at ráda:

“Festi eg nú ikki tína dóttur,

so skalt tú lívið láta.”

 

161 “Hoyr tú, Haki Hilmarsson,

eg skal teg ikki svíkja,

festa skalt tú mína dóttur

við alt mítt heila ríki.”

 

162 Skiftu bæði gull og silvur,

hartil garðar og grót,

Haki og so Haraldur kongur

teir tóku gulli ímót.

 

163 Skiftu bæði gull og silvur,

so tað reyðargullband,

Haki sjálvur kongins dóttur

tekur sær í hand.

 

164 Haki festi kongins dóttur,

sum hann tað fullmátti,

settist aftur í stólin tann,

sum Haraldur kongur átti.

 

165 Lótu so tað reyðargull

laða inn í galv,

riðu so í fjøllum høgt,

og stundum leika við talv.

 

166 Væl var teim tá saman verið

ævina teim til enda,

einki teim har millum fall,

ei nakað stríð til hendi.

 

167 Maðurin eitur Munkabisp,

ið kvæðið saman setti,

síðan varar allar ævir,

tað kallast Grimmarrekkja.

 

Troðum lættliga dansin!

Dagurin skín so fagurliga,

komin á hægsta summarið.

 

CCF 59a

TSB E 142

 

Handrit: Fugloyarbók. AM Access. 4a, n3. 66, s. 268. Fyri 1854.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 3, s. 396.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 14. bind, s. 140.

 

Heimild: Úr Fugloy:  Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus í Útistovu (1794-1854), Hattarvík. 

 

E 142 Haki Hilmarsson (After defeating giant, man finds princess in mountain)

Haraldur danakongur er ógvuliga ørkymlaður av risa, sum vil hava kristnar menn sendar sær at berjast við. Fyrst bjóðar ein, síðani annar maður sær til, og báðir verða dripnir. Tá ið triðja kravið kemur, tekur Haki við avbjóðingini.

Uttan fyri risahellið hittir hann ovurstóran køtt, sum drepur tveir av monnum hansara. Risin kemur út, og Haki berjist við hann og depur hann. Síðani fer hann inn í hellið eftir gulli til kongs, og inni finnur hann eina kongsdóttur.

Hann tekur hana og gullið við sær. Tá ið av tornar, er kongsdóttirin dóttir Harald kongs. Haki berjist við ein sterkan hermann, og tá ið hann hevur vunnið á honum, fær Haki kongsdóttrina til brúður.

á føroyskum: CCF 59 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017