• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Hermundur Grimmarsson

 

Hermundur Grimmarsson

 

CCF 65 A

TSB E 141

 

1 Havið tær eina rímu hoyrt,

sum inni hevur ligið leingi,

gjørd um Hermund Grimmarsson

og fullvæl reystar dreingir?

 

Burt skal eg ørindi ríða.

Hvør er mær betri,

blanki ella brúni,

brúni ella reyði?

Burt skal eg ørindi ríða.

 

2 Havið tær eina rímu hoyrt,

sum inni hevur ligið enn,

gjørd um Hermund Grimmarsson

og fullvæl reystar menn?

 

3 Risin býr í skógum burtur

við kongins dóttur at verja,

tað er eingin so hugadjarvur,

torir á hann at herja.

 

4 Risin býr í hellinum inni

við kongins dóttur svinna,

tað er eingin so hugadjarvur,

sum torir hann at finna.

 

5 Risin situr í hellinum inni

við kongins dóttur á fangi,

her er eingin so hugadjarvur,

sum torir inn at ganga.

 

6 Kongurin velur av høviskum sveinum

eina morgun snimma:

“Torir nakar í hellið inn

tann grimma risa at finna?

 

7 Hvør er nú so hugadjarvur,

í hellið torir at vága,

nívir risan for 'haian' fót

og gevur hann bana bráða?

 

8 Eg eigi so væna, sæla dóttur,

sum risin hevur tikið,

hvør við henni aftur kemur,

tá skal hon verða hans líki.

 

9 Hvør sum nívir risanum

og tekur hann av lívi,

hann skal njóta gulmargarð

og hægstur í Rúnaríki.

 

10 Hetta skal eg lova

og ikki ganga tí frá,

hann skal verða hægsti maður

í Rúnaríki lá.”

 

11 Tað var Hermundur Grimmarsson,

vil ikki nú longur tiga:

“Gangið og saðlið mær gangaran,

eg vil til risan ríða!”

 

12 Tað var Hermundur Grimmarsson,

heldur á svørði stinna:

“Gangið og saðlið mær gangaran,

eg vil til risan finna!”

 

13 Hann dró nýggja brynju pá,

so tann vetuling,

norska krúnu til handa legði,

so sprakk hann um ring.

 

14 Búgvið svørð við hendi tók,

so tann kappa fríða,

tá var Hermundur Grimmarsson

fúsur út at ríða.

 

15 Út varð loystur gangarin

undir hallarvegg,

hann var skrýddur við skarlak

niður á hóvarskegg.

 

16 Út varð loystur gangarin,

sum Hermundur skuldi á ríða,

hann var skrýddur [við] skarlak

niður á miðal síðu.

 

17 Hann var skrýddur við skarlak

niður á miðal síðu,

forgyltur var tann saðilin,

sum Hermundur skuldi á ríða.

 

18 Hermundur reið í skógin burt,

so er tað greint fyri mær,

hann kom at teim hellisdurum,

sum risin tá inni var.

 

19 Tað var Hermundur Grimmarsson,

hann vildi ikki undan lúta,

kom so at teim hellisdurum,

sum risin inni búði.

 

20 Hermundur hugsar við sjálvum sær:

“Ikki er úti at standa,

antin her búgva fólk ella trøll,

eg skal í hellið ganga.”

 

21 Síðan tók hann Hermundur

svørðið undir skinn,

gekk hann tá so drístiliga

í risans helli inn.

 

22 Hermundur gekk í hellið inn,

so man frættast nú víða,

sum risin sat í gyltum stólum,

skeggið flættað síða.

 

23 Hermundur gekk í hellið inn,

so er sagt ífrá,

risin sat í gyltum stólum,

maður á eldi lá.

 

24 Risin sat í gyltum stólum,

maður á eldi liggja:

“Ver vælkomin, Hermundur,

lív skalt tú ikki tiggja!”

 

25 Risin sat í gyltum stólum,

skeggið flættað í bøll:

“Mangar havi eg krásir veitt

heim í mína høll.”

 

26 Síðar hanga skeggjaflættur

á tí stóra bjarnarisa,

neistar fúka úr kjaftinum,

rætt sum eldar físa.

 

27 “Tú ert komin í hellið inn,

kátt móti slíkum at ríða.”

So treiv hann um jarnstongina,

vildi ikki longur bíða.

 

28 Risin tekur jarnstongina

av miklum alvi at reiggja,

slerdi eftir Hermundi

og aktaði hann at doyggja.

 

29 Óvissur var hann í høgginum,

og einki var hann drivin,

tá ið hann sipaði jarnstongina,

slagið gekk hann yvir.

 

30 Snarliga leit hann Hermundur upp,

tá ið slagið var yvir fokið,

sipaði til høvdið á risanum,

so tað tók fast við lokið.

 

31 So brá hann sítt bitra svørð,

tað var ikki mjúkt at strúka,

sipaði hart til risan fast,

so høvur av herðum fúka.

 

32 Risin datt í hellið niður,

vimpaði tá við fótum,

Hermundur springur hellið um kring

at fá sær meir ímóti.

 

33 Hermundur reikar hellið á botn

og tekur upp gullið reyða,

hann fann har í einari vrá

frúgvina Liljuleyv.

 

34 “Vælkomin, Hermundur Grimmarsson,

her í gryttan vanda,

loys meg út av hellinum

av tí harða bandi!”

 

35 “"Hoyr tað, frúgvin Liljuleyv,

snart skal eg teg loysa,

lova mær tað lyfti stórt

tú sjálvan meg at kjósa!”

 

36 “Hoyr tú, Hermundur Grimmarsson,

her hevur tú mín vilja,

koma vit í lívslond,

vil skulum tá ikki sundur skilja.”

 

37 Hermundur loysir tær fjøsupjaltir

og lettir henni av,

tekur hana úr sessi upp

og setir sær hana á knæ.

 

38 Hevði hana av gólvi upp

og setir á síni kníggja,

tók hana so í favni fast,

og ei var grumt at síggja.

 

39 “Hoyr tú, frúgvin Liljuleyv,

her hevur tú leingi sitið!

Hvøssu komst tú í risans vold?

Lat meg hoyra tað gitið!”

 

40 “Eg var riðin í skógin burt

við høviskum moyggjum fimm,

risin kom bæði grummur og gráur,

tók meg í hellið inn.”

 

41 “Illa ert tú við haldum komið,

tað síggi eg á tínum litum,

líkari var tær á slotinum

hjá sæla faðir sitið.”

 

42 “Eg havi sitið í hellinum

og mist mínar føgru litir,

vitað einki simmaráð,

hvørki fyri royk og hita.

 

43 Eg havi sitið í hellinum

og mist bæði gleði og gleim,

langtast ofta manga stund

at farið til hallar heim.

 

44 Eg havi sitið í hellinum,

og illa hevur tað ljóðað,

risin hevur inni brølað,

bæði stokt og sjóðað.

 

45 Eg havi sitið í hellinum

og bitið pá stokk og steinar,

risin hevur krásir veitt

og spritað upp á teinar.

 

46 Eg havi sitið í hellinum

og lítið havt fyri munni,

stórir hava ketlar hingið

og høgir eldar brunnið.

 

47 Eg havi sitið í hellinum

bæði við sorg og sút,

mangur hevur í hellið komið,

sum ikki hevur sloppið út.

 

48 Eg havi sitið í hellinum

í eina tíð so langa,

eingin hevur tað fyrr enn tú

vágað í hellið at ganga.

 

49 Eg havi sitið í hellinum

í fullar mánar fimm,

eingin hevur á skemmri stund

her vágað í hellið inn.

 

50 Eg havi sitið í hellinum,

og fátt er mær til handa,

nú skulum vit á somu stund

út av helli ganga.

 

51 Risin eigur ein rúnarbjálva,

hann skínur sum reyðargull,

havum vil hann í ferðum heim,

og so verða sakir full!"

 

52 Hermundur tekur tann rúnarbjálva,

sipar um sínar lendar,

og so frúgvin Liljuleyv

hann leiðir út við hendi.

 

53 Tóku tá hetta reyðargull,

løgdu seg til handa,

so vóru tey til ferðar fús,

út av hellinum ganga.

 

54 Og so mikið reyðargull,

sum gangara líktist at bera,

vita ei av svikunum,

hvat trælir taka til ferðar.

 

55 Tey vita ei av svikunum,

hvat trælir taka til listir,

leggja seg út á villini mark,

sum kongur ikki av visti.

 

56 Trælar búgva í ríkinum

og halda seg við gleim,

leggja við skógin burt,

sum Hermundur kemur heim.

 

57 Liggja tá sum njósnarar

bæði dag og nátt,

vænta hann av skógum koma

bæði skjótt og brátt.

 

58 Hermundur var glaður

í teirri ferð,

tá ið hann kom har mitt á leið,

hann møtti ein stóran her.

 

59 “Tak tú hetta reyðargull,

væl mást tú tað verja,

eg skal ríða mót herinum,

vita hvat eg kann berja!”

 

60 Tað var frúgvin Liljuleyv,

hon tók upp gullið reyða:

“Tungt er at standa úti í dag

og síggja pá tín deyða.”

 

61 Frúgvin situr hjá gullinum,

hon hevur so tungan harm,

herurin nærkast Hermundi

og hevur so miklan larm.

 

62 Hann tók frúnna Liljuleyv,

og gullið alt hann vardi,

so læt hann mót herinum sita,

ongan hann tá spardi.

 

63 Riðu teir saman á víðum vølli,

fátt var tá á meini,

Hermundur stóð pá aðra síðu,

fimtan riðu ímóti einum.

 

64 “Hvat hevur tú úr helli fingið

frá hinum risa langa?

Tær sømir ei um slíka moy,

sum gongur os til handa.”

 

65 “Tað, eg havi úr helli fingið,

skal eg nú sjálvur njóta,

tær eruð komnir sum trælagarpar

her at røva og skjóta.”

 

66 “Vær erum eingir trælagarpar,

hvat tú hevur at vinna,

nú skal taka svørðið í hond

og høgga so niður á sinni.”

 

67 “Tær eru verri enn trælagarpar,

so á skógum fara,

eg skal taka mítt bitra svørð

og sláa so niður til jarðar.

 

68 Tá ið eg bardist við risan,

var mær annað í huga

enn at berja tygum niður

sum at morða 'tauver'.”

 

69 Hermundur gevur eitt reiggið,

við dýra kraft hann kundi,

hevði so allar í teirri syft

deyðar á somu stundu.

 

70 Tað var Hermundur Grimmarsson,

ongan vildi hann spara,

allar hevði hann á somu stund

deyðar niður til jarðar.

 

71 So fór hann til Liljuleyv,

og gerst hann tá so vís:

“Nú havi eg vunnið herin allan

og fingið góðan prís.

 

72 Fimtan havi eg riddarar vigið

og verið teimum at deyða.”

Legði so aftur á gangarar tveir

silvur og gullið reyða.

 

73 “Hoyr tú, frúgvin Liljuleyv,

nú er ikki longur at bíða,

fara vil til hallar heim

og upp á slotið at ríða!”

 

74 Kongurin stendur á slotinum,

tykir for langt at bíða,

hann sær Hermund Grimmarsson

heim av skógum ríða.

 

75 Hann sær hesar gangarar,

sum gullið tað liggur á,

og so frúgvin Liljuleyv,

hon gongur teimum hjá.

 

76 Har var meiri gleði

og alvæl meiri frøi,

kongurin og tað harralið

gingu teimum ímøti.

 

77 Har var mikil gleði

og alvæl meiri gleim,

tá ið Hermundur Grimmarsson

við Liljuleyv kom heim.

 

78 Har var mikil gleði

og alvæl meiri gaman,

gingu so á slotið upp,

tey tókust tá hondum saman.

 

79 Kongurin so til orða tekur,

hann kundi ikki longur tiga:

“Hvat er títt úr ferðum heim?

Tað skalt tú nú siga.”

 

80 Kongurin spyr tá aðru ferð,

tagdi ikki longur at sinni:

“Hvat veitst tú úr ferðum tín,

gekst tær væl at vinna?”

 

81 “Eg veit tað úr ferðum heim,

sum frætta má so víða,

hevur tú biðið merlaringum

burtur mót mær at stríða?

 

82 Hevur tú biðið merlaringum,

beitt teir mær ímóti?

Lítið er mær um merki slíkt

at sláa niður við spjóti.”

 

83 “Eg beyð ongum merlaringum,

ei tær til nakað grið,

hevði eg vitað fyrr um stund,

tá skuldu teir deyðir ligið.

 

84 Eg beyð ongum merlaringum,

ei tær til nakað bága,

teir sviku seg í markina út,

og ikki teir søgdu frá.”

 

85 “Møtti eg hesum merlaringum,

teir komu mær ímóti,

so tók eg mítt bitra svørð

og slerdi niður við spjóti.

 

86 Møtti eg hesum merlaringum,

teir vóru sum 'greeskier feana',

so tók eg mítt bitra svørð

og gav teim bráðan bana.”

 

87 “Tú hevur vunnið tað roysnisverk,

slíkt er ikki at finna,

feldi mann fyri hvørja tá,

og ongum av teim minna.

 

88 Tú hevur vunnið tað roysnisverk,

slíkt er ikki at hoyra,

feldi mann fyri hvørja tá,

ongum av teim meira.

 

89 Tú hevur gjørt tað roysnisverk,

sum gitið má verða leingi,

saplað hevur tú niður á vøll

fullvæl raskar dreingir.”

 

90 “Vunnið havi eg risan

og skilt hann sundur í sjey,

so havi eg av helli fingið

frúnna Liljuleyv.

 

91 Eg havi frú til hallar fingið,

kátt við verki kjósað,

tað er kongins sæla dóttir,

eg festi sprundið ljósa.”

 

92 Kongurin so til orða tekur,

hann feldi gleði og gleim:

“Tú skalt hana í festi hava,

tú flutti mær hana heim.”

 

93 Hermundur so til orða tekur,

heldur at tí kæti:

“Eg fekk hana í stórum váða,

og meir um annað aftrat.

 

94 Eg fekk bæði gull og silvur,

risans rúnarbjálva,

tað ið tú hevur lovað fyrr,

tað stendur mær fast við alvi.”

 

95 “Tað eg havi tær lovað,

tað gangi eg ikki frá,

hægsti maður í Rúnaríki

skalt tú vera tá.

 

96 Tú skalt njóta gulmargarð

og hava tað við æru,

síðan skalt tú krúnuna

í Rúnaríki bera.”

 

97 Hermundur festi Liljuleyv,

sum hann tað fullmátti,

ráddi fyri Rúnaríki,

sum kongur sjálvur átti.

 

98 Hermundur festi Liljuleyv

alt for uttan vanda,

síðan varð hægsti maður

yvir Rúnalandi.

 

99 Hermundur situr í Rúnaríki

við bjarta brúður so fríða,

hvør sum vinnur neisir við tey,

honum verður at níva.

 

100 Hermundur festi Liljuleyv,

so varð tað fyri hendi,

ræður fyri Rúnaríki

allar ævir til enda.

 

Burt skal eg ørindi ríða.

Hvør er mær betri,

blanki ella brúni,

brúni ella reyði?

Burt skal eg ørindi ríða.

 

CCF 65 A

TSB E 141

 

Handrit: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 63, s. 256.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 46.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 15. bind, s. 112

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík.

 

E 141 Hermundur Grimmarsson (Man kills giant and releases princess)

(Frábr. A: Ein risi er farin av stað við kongsdóttrini. Kongur lovar at gifta hana burtur við tí manni, sum megnar at fáa hana aftur, og Hermundur býður sær til.) Hermundur fer í risans helli og drepur risan. Hann finnur kongsdóttrina og stóran dýrgrip.

Hann hittir ein her, sum ætlar at gera av við hann, men hann drepur allar menninar. Hann kemur heim við kongsdóttrini og giftist henni.

á føroyskum: CCF 65 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017