• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Hermundur illi

 

CCF 66 A

TSB E 85

 

1 Atli og hann Sivart jall

vóru brøður báðir,

tað er mær av sanni sagt,

fyri Saksland hava teir ráðið.

 

Nú fellur ríman

yvir tann breiða fjørð,

har liggur ein bóndi

deyður í døkkari jørð.

Nú fellur ríman.

 

2 Atli legði skipum sínum

eystur millum fjarða,

festi ta vænu kongins dóttur

heiman av Miklagarði.

 

3 Jallin eigur tógva synir,

gitnar á gævustund,

annar eitur Eirikur,

annar Hermund.

 

4 Jallin eigur tógva synir,

elur teir upp við yndi,

tað er mær av sanni sagt,

at sundur bar teirra lyndi.

 

5 Eirikur situr í høgalofti,

ørn flýgur yvir hans eiði,

hann er so í hjarta ræddur,

torir ei síggja mann reiðan.

 

6 Hann er so í hjarta ræddur,

torir ei síggja mann bløða,

í tí víggi vil hann ei vera,

sum hjørtur verður skotin til deyða.

 

7 Hermundur vóks í faðirs síns garði,

við tað fór hann fram,

honum tókti ei tann dag vera heilan,

hann blóðgaði ikki mann.

 

8 Hermundur unti Halgu,

kongins dóttur, best,

alt tað hann visti, kongurin átti,

tað unti hann verst.

 

9 Tað var á ein árla morgun,

kongur á heiði reið,

átta fann hann berserkir

sárar á síni leið.

 

10 Átta fann hann berserkir,

allir deyðir lógu.

Nú er hin illi Hermundur

riðin til osa skógvar.

 

11 Fimtan fann hann berserkir,

allir skotnir til sára.

Nú er hin illi Hermundur

riðin á skógv til vára.

 

12 Kongurin brynjar út triðja sinni

frægur fimmti menn.

Hermundur reið á skógvar í dag,

hann drap niður allar enn.

 

13 Kongurin brynjar út fimmti menn,

klæddir í hvíta stál.

Hermundur reið á skógvar í dag

og drap niður allar tá.

 

14 Kongurin talar til jallin so:

“Eg toli tað ikki longur.

Hermundur er tín yngsti sonur,

eg vænti, hann verður hongdur.”

 

15 “Nú skal taka tann dýra dúk,

allan í gulli reka,

hartil væl eitt hundrað mans,

mín son skal eg spekja.”

 

16 Jallin gekk í høgaloft,

fyri sín son hann vendi:

“Kongurin hevur tær illa spátt,

eg vænti, tað man henda.”

 

17 “Ríkur ert tú, faðir mín,

í skarlak ert tú klæddur,

tað hevur Gud givið tær,

tú lætur, sum tú ert ræddur.”

 

18 Hann var ikki meiri enn tólváraður,

tá ið hann beiddi skip,

fór so vítt yvir Atla land

at samla góðan grip.

 

19 Hann var ikki meiri enn tólváraður,

tá ið hann beiddi svørð,

fór so vítt yvir Atla land,

skoytti ei, hvat hann gjørdi.

 

20 Kongurin gár for sína dóttur

og leitar við hana ráð:

“Hermundur hevur os neisir vunnið,

nú stendur hans lív í váða.

 

21 Hermundur hevur os neisir vunnið,

nú stendur hans lív í váða,

hoyr tú, Halga, dóttir mín,

tú skalt hans deyða ráða!

 

22 Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,

gera skal við hann tað versta,

annaðhvørt á gálgan føra

ella slíta millum hestar!”

 

23 “Hoyr tað, mín hin sæli faðir,

tað er minni vandi,

gerið hann heldur útlægan

burtur av tygra landi!”

 

24 Kongurin lætur tingið stevna,

mangur reið glaður av,

gjørdu so Hermund útlagdan

á tann sama dag.

 

25 Hermundur stendur á tingi upp,

gerist nú nýtur drongur:

“Eins mans hálsi vildi eg náað,

áðrenn eg varð hongdur.”

 

26 “Gud biði eg míni giftu stýra,

lat ikki trøll meg villa!

Hvøns mans hálsi vildi tú náað,

Hermundur, hin illi?”

 

27 Hermundur so til orða tók:

“Eg geri tað ei at loyna,

tínum hálsi vildi eg náað,

ei tínum geitasveini.”

 

28 Hermundur so til orða tók:

“Eg sigi tær av tí sanni,

tínum hálsi vildi eg náað

og ikki minni manni.”

 

29 Hermundur gekk í salin inn

jumfrú Halgu at finna:

“Sit væl, jumfrú Halga,

tú mást væl á meg minnast!”

 

30 “Tað er bæði tjóvur og trælur,

ikki fær frið í landi,

fyri hvat skal eg minnast á teg,

ið útlagdur er fyri sanni?”

 

31 Hermundur stendur á *salgólvi,

heldur á búnum knívi:

“Vart tú sonur til faðir tín,

 skuldi eg týnt tær á lívi.”

 

32 Hermundur snúðist av salinum

út av glæstriborg,

meiri beit honum Halgu orð

enn øll hans onnur sorg.

 

33 Jallin gár for sína frú,

tað var av tungari treyt:

“Gud náði meg, mín sæla søta,

nú eru vit sonarleys!”

 

34 Hermundur vindur sítt segl í rá,

út í havið setti,

kongurin letur halda vakt

á hvørjum andnesi eftir.

 

35 Hermundur legðist í havið út

og tjaldraði fagurt lín,

eingin fór so suður og norð,

hann beyð ikki heim til sín.

 

36 Hermundur legðist í havið út,

tjaldraði yvir sjógv,

eingin fór so suður og norð,

hann gav ikki øllum nógv.

 

37 Halga situr í sínum sali,

føgur er hon sum lilja,

veit tað eingin á jarðarríki,

hvat ið hon hugsa vildi.

 

38 Halga talar til sína ternu:

“Siga skalt tú mær satt!

Hvat vinnur hann Haki kall,

sum mínum faðir býr næst?”

 

39 “Haki býr fyri handan á,

eina eigur hann kúgv,

lítilsvert tá vinnur hann,

hann rør sær út á sjógv.”

 

40 Tað var jumfrú Halga,

akslar kápu blá,

so gár hon til strandar,

sum Haka bátur lá.

 

41 Ramar risti hon rúnirnar

niður í Haka bát:

“Aldri kom tú til landanna,

fyri Hermundur er á!”

 

42 Halga dró sítt fingurgull

út av sínari hendi,

fekk tað síni ternuni,

Haka kalli sendi.

 

43 Haki kall so til orða tók,

hugsar so við sær:

“Hví  man Halga, kongins dóttir,

senda tað gullið mær?”

 

44 Tað var um ein árla morgun,

sólin fagurt rjóð,

Haki kallur dreingir vekur

sær til at bjóða.

 

45 Haki kall vendir sín bát á leið

móti bylgju blá,

so róði hann tann allan dag,

fjúrtan vóru á.

 

46 Haki kall vendir sín bát á leið

yvir tann salta sjógv,

so róði hann í tógva dagar,

onga sá hann sjón.

 

47 Haki kall so til orða tók,

ills er at honum vón:

“Dimmur er hesin dagurin,

onga síggjum vær sól.”

 

48 Teir síggja henda skipaflota

liggja út yvir sjógv,

Haki svør við sjálvum seg:

“Vit hava ikki lívsins vón.”

 

49 Haki kall so til orða tók,

hann talar óhyggin orð:

“Eg síggi mær ikki skemri ráð,

enn stígið her út fyri borð!”

 

50 Svaraði Eirikur, sonur hansar,

yngstur var av teim:

“Fregnum heldur tíðindi,

so førum vær nøkur heim!”

 

51 Hermundur talar til sínar menn:

“Verið nú allir spakir,

gjølliga kenni eg henda knørr,

hetta er kallmann Haki!”

 

52 Tað var Hermundur, jalsins son,

gekk eftir bunka fram,

so tók hann í Haka bát,

setti hann knørr í stavn.

 

53 Tað var Hermundur, jalsins son,

akslar kápu blá,

so tók hann í Haka bát,

og setti hann knørrin á.

 

54 “Set teg niður, mín Haki kall,

lat ikki huga tín skelva!

Hvat er títt á Sakslandi?

Tað er nú fyrst at fregna.

 

55 Set teg niður, mín Haki kall,

lat ikki huga tín skelva!

livir hon jumfrú Halga?

Tað er fyrst eftir at fregna.”

 

56 “Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá,

hon er einum riddara givin,

hon má hann ikki sjá.”

 

57 “Hoyr tú tað, mín Haki kall,

hvat vil tann frúgvin meira,

er hon tílíkum riddara givin,

hertugin Hergeira?”

 

58 “Grætur hon jumfrú Halga

við so mikla villu,

alla sína ævina

syrgir hon Hermund illa.”

 

59 “Set teg niður, Haki kall,

ger mær á tí grein,

tú vart ein maður í Sakslandi,

eg vann tær aldri mein!”

 

60 Hann gongur eftir mjaðarskál,

Haka kalli bar,

Haki svør við sjálvan seg,

hann drakk har ikki av.

 

61 Hann læt honum seingina reiða

við skrúð og hvíta lín,

Haki svør við sjálvum seg,

hann svav har ikki í.

 

62 Havið tær hoyrt frá Haka kalli,

hvussu ræðslan honum gekk?

Hann sat uppi alla nátt

og ongan svøvnin fekk.

 

63 Árla var um morgunin,

dagurin var ljús,

tá var hann Hermundur jals son

til síni klæði fús.

 

64 “Og so mikið gull og silvur,

sum hesin knørrur kann bera,

skiftið tað væl og menniliga,

tað vil eg tygur geva!”

 

65 Og so mikið skrúð og lín

legði hann har við.

Haki svør við sjálvum sær:

“Hann søkkir os øllum niður.”

 

66 Og so mikið skrúð og lín

legði hann har hjá,

síðan snúddi Hermundur

sínum skipum frá.

 

67 Hermundur vendi sín bát á leið

mót teirri bylgju blá,

meiri róði hann á einum degi

enn aðrir rógva tvá.

 

68 “Takið nú bæði gull og silvur,

gerið tygur av tí gott,

sigið nú ongum livandi manni,

hvønn tær hava flutt!

 

69 Siga tær nøkrum livandi manni,

fái eg tað at frætta,

hoyr tú tað, mín Haki kall,

tú tarvt ikki lívið vænta!”

 

70 Hermundur gekk frá strondum niðan,

ein fyri uttan sveinar,

alt var fólk í kirkjuni,

har var eingin heima.

 

71 Hermundur gár í høgaloft,

kinn bar hann so baldan,

leidd varð jumfrú Halga

undir silkitjaldri.

 

72 Hergeiri gekk frá kirkjuni heim,

higar hann Hermundur sá:

“Tú skalt ikki frúnna njóta,

um eg liva má.”

 

73 Hermundur gár í høgaloft,

klæðist í kvinnuklæði,

so gár hann í Atla garð,

sum Halga brúður var.

 

74 Gráan letur hann hattin síga

niður um gulan lokk,

uttarlaga sessin tók

mítt í kvinnuflokk.

 

75 Halga situr á brúðarbeinki,

rennir eygum víða,

rópar hon jumfrú Beyðu,

biður hana koma til sín.

 

76 Halga tók sítt fingurgull,

rendi í skálina niður:

“Ber tað hasari fátæku kvinnu,

við hallardyrnar situr!”

 

77 Svaraði jumfrú Beyða,

tá ið hon bar aftur skál:

“Tað hoyri eg á kvinnu orðum,

kallmans hevur hon mál.”

 

78 “Tegi, tegi, Beyða,

far ikki við tí hátt,

hon hevur ofta í mínum sali

drukkið alvæl kátt!”

 

79 Og so sat hon Halga

allan dag á bekki,

meiri hugsaði hon sorg og sút,

tugdi ta føðslu ikki.

 

80 Kongurin so til orða tók:

“Hetta er mikil villa,

man mín dóttir hugsa tað

at syrgja um Hermund illa?

 

81 Hevði hann Hermundur siðað seg,

tað sigi eg for sann,

eingin maður á Sakslandi

hevði verið hans ovurmann.

 

82 Hevði hann Hermundur siðað seg,

hevði hann gjørt tað svá,

so væl var hann til tess borin

mína dóttur at fá.”

 

83 Tað var Hermund jals son,

til ilsku var hann fús,

hann kom sær so síðla á dag

inn í tað brúðarhús.

 

84 Tað var hann Hermundur jallins son,

ilt er í skap at eggja,

hann kom sær so síðla á dag

millum stals og veggja.

 

85 Tá lysti jumfrú Halgu

til brúðarsong at ganga,

Hergeiri dvøldist ikki tá,

sum siður hevur verið leingi.

 

86 Tað var hon jumfrú Beyða

glað fyri uttan eyð,

hon breiðir upp á bæði

tey silki og skarlak reyð.

 

87 Beyða gekk av hallini út,

blíða heilsu fekk,

tað var hann Hermundur jals son,

fram undan tjaldri gekk.

 

88 Svaraði hertug Hergeiri,

tykist hava kent:

“Sjálvur sá hin fanýti,

hevur teg higar sent.”

 

89 “Tað er ikki sá fanýti,

tó ið tú sigur so,

statt upp, hertug Hergeiri,

vilt tú við lívinum ná!”

 

90 Hergeiri liggur í seingini

og fevnir fríða frúgv:

“Veit tað, faðir av himmiríki,

eg ræðist ei fyri tær nú!”

 

91 Hermundur stendur á *salgólvi,

rodnar sum ein droyri:

“Statt upp, hertug Hergeiri,

eg vil ikki á teg níða!”

 

92 Tað var Hermundur jals son

sínum svørði brá,

hann vá hertugan Hergeira,

í brúðsong sum hann lá.

 

93 Árla var um morgunin,

dagurin var ljós,

fyrst vitjar hon Beyða

í tað brúðarhús.

 

94 Tað var jumfrú Beyða,

rópar fólk til sín:

“Hermundur er í brúðarhúsi,

hevur dripið bróður mín.”

 

95 Tað var jumfrú Beyða,

rópar alvæl hátt:

“Hermundur er í brúðarhúsi,

hevur vigið Hergeira í nátt.”

 

96 Summir ríva takið av,

summir lokur at bróta:

“Latið ikki Hermund illa

jumfrú Halgu njóta!”

 

97 Hermundur var við hondum tikin,

mangir um hann vóru,

tá vóru færri vinir enn frændur,

hann á alvi bóru.

 

98 Kongurin gár fyri sína dóttur,

leitar við hana ráð:

“Hermundur hevur os neisir vunnið,

nú stendur hans lív í váða.

 

99 Hermundur hevur os neisir vunnið,

nú stendur hans lív í váða,

hoyr tað, Halga, dóttir mín,

tú skalt hans deyða ráða!

 

100 Hoyr tú tað, mín sæla dóttir,

gera skal honum tað versta,

annaðhvørt á báli brenna

ella slíta millum hestar!”

 

101 “Hoyr tú tað, mín sæli faðir,

tað er vandi minni,

setið hann heldur í myrkastovu,

pínið hann leingi inni!”

 

102 Settu teir hann í myrkastovu,

hartil mann at gæta,

hann hevur so mangan óvinin

um sítt lív at træta.

 

103 Halga situr í sínum sali,

føgur sum rósinlilja,

tað veit eingin á jarðarríki,

hvat hon hugsa vildi.

 

104 Halga situr í sínum sali,

væl komst henni á hendi,

hon skrivar eitt loynibræv,

jallinum hon sendi.

 

105 “Loysir tú ikki av myrkastovu

sonin tín hin sæla,

eg skal eld í hallir leggja,”

ræð tann frú at tala.

 

106 Jallin gekk í høgaloft

fyri sín sæla son:

“Ótíð vart tú í verðina borin,

betur vart tú kona!

 

107 Loysir tú ikki av myrkastovu

bróður tín hin sæla,

eg skal eld í loftið leggja,”

ræð tann jall at tala.

 

108 Eirikur gekk í høgaloft,

klæðist í brynju blá:

“Veit tað faðir av himmiríki,

nú má eg blóðið sjá!”

 

109 Hann gekk so at myrkastovudurum,

royndi gævuligt stál,

so beit hansara bitri brandur,

rætt sum streymur í á.

 

110 Hann gekk seg at myrkastovudurum,

loysti reystan fanga:

“Statt upp, Hermann, bróðir mín,

ert tú førur at ganga!”

 

111 “Vælkomin, Eirikur, bróðir mín,

glaður var eg tína komu,

alt man eg í snørpum víggi

bera mítt skjøldur fyri honum!”

 

112 Svaraði Hermund, jallins son,

kinn bar hann so baldan:

“Eg havi konginum skatt at lúka

fyri tað jarnið kalda.”

 

113 Hermundur høgg so harðan tá,

hann gat ei í kvirru standa,

blóðið tusti fyri oyrum hans,

hann næstan misti anda.

 

114 Hundrað vá hann í inngongdini,

mikil stóð mannatrongd,

annaðslíkt á hallargólvi,

ruddi fyri sær gongd.

 

115 Tá fekk kongurin annað sinni,

brá *teim brandinum fríða,

Eirikur hevði sítt skjøld á loft

sínum bróður at líva

 

116 Hermundur høgg so mikið høgg,

hvast hann spenti alva,

hann høgg kongins gylta hjálm,

búkin niður í nalva.

 

117 Halga kvaðst í orðini tey,

øllum tókti undur,

hirðir hon ei um faðirs deyða,

so lívdi Hermundur.

 

118 “Hoyr tú, Eirikur, bróðir mín,

sig mær satt ífrá:

er her nøkur innan hallar,

tín stár hugur á?

 

119 Er her nøkur innan hallar,

tín stár hugur á,

hon er aldri so vælborin,

hana skalt tú fá.”

 

120 “Hon er ikki innan hallar,

mær stár hugur á,

uttan hon Beyða, Hergeira systir,

eg kann hana aldri fá.”

 

121 Svaraði frúgvin Beyða,

kinn bar hon so reyð:

“Eg verði ikki Eiriks vív,

tú voldi mín bróðurs deyð.”

 

122 “Verður tú ikki Eiriks vív,

ei tarvt tú mær tað lova,

eg skal við so romum rúnum

á tínum armi sova.”

 

123 Frúgvin varð so glógvurødd,

hon hoyrdi á riddara mál,

grátandi frá borði snúddist

frúgvin Beyða tá.

 

124 Hermundur festi Halgu,

sum her er suður í landi,

Eirikur Beyðu, ráddu so

báðir fyri landi.

 

Nú fellur ríman

yvir tann breiða fjørð,

har liggur ein bóndi

deyður í døkkari jørð.

Nú fellur ríman.

 

CCF 66 A

TSB E 85

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos Gl.kgl.Saml. 2894, 4to, vol. II, Nr. 14, s. 865.

 

Útgávur: 

1. Chr. Matras legði til rættis: Svabos Færøske Visehaandskrifter s. 344.

2. V. U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, 1891 s. 66.

3. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 54.

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 15. bind, s. 133.

 

Heimild: Úr Vágum:  Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági.

 

E 85 Hermundur illi (Outlaw saves his beloved from an unwanted marriage) Hermundur, sonur ein jall, er eitt klandrivætti (cN: hann hevur dripið ein av beiggjum sínum), og tí hevur kongur koyrt hann í útlegd. Hann verður góður við Halgu, kongsdóttrina.

Hermundur, sonur ein jall, er eitt klandrivætti (cN: hann hevur dripið ein av beiggjum sínum), og tí hevur kongur koyrt hann í útlegd.

Hann verður góður við Halgu, kongsdóttrina. Við galdraráðum fær Halga ein boðbera at siga Hermundi, at pápi hennara vil, at hon giftist øðrum manni.

Hermundur kemur aftur og fer í brúdleypið (F, cN: í dularbúna). – F: Hann drepur brúðgómin. Hermundur verður tikin og settur fastur, og Halga sendir faðir hansara boð um hetta. Hann eggjar soninum Eiriki, sum verður mettur rædduskítur, at gera okkurt, og tað eydnast Eiriki at fría beiggja sín. Hermundur drepur kong og giftist Halgu, og Eirikur giftist tænastugentu hennara. – N: Hermundur drepur brúðgómin (cN: sum er ein beiggi hansara).

Tá ið kongur roynir at taka hann, vinnur Hermundur á honum og noyðir hann at geva sær dóttur sína.

á føroyskum: CCF 66 (eisini á norskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017