• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Dvørgamoy II - Dvørgamoyggin fagra

 

Dvørgamoy II - Dvørgamoyggin fagra

 

CCF 7 Aa

TSB E 137

 

1 Ásmundur saðlar gangaran sín,

hann ríður út av veldi:

“Ei kundi eg ta jomfrú fá,

higar kom á kvøldi.”

 

2 Ásmundur ríður út árla morgun

við sínum fylgdarsveini,

kongurin flutti moynna heim,

ið dvørgurin hevði í heimi.

 

3 Kongurin kemur inn árla morgun,

talar til dreingir fróar:

“Tit skulu fara um landið út

brúdleypsfólki at bjóða!

 

4 Sjálvur eri eg manna maki,

brøður eigi eg fleiri,

ríðið fram á Sjúrðar fund,

tí hann er á háttri meiri!

 

5 Kvittið fram yvir Húnaland,

fornum kempum at bjóða,

kenni eg Ásmund kellingarson

og hansara dreingir góðar.”

 

6 Sveinar riðu á markir út

vítt um vegir allar,

riðin er Larsin dvørgakongur

av skógnum heim til hallar.

 

7 Dvørgurin kastar reyðum skildri,

í borgum sær hann einki,

burt er bæði skjøldur og svørð,

og horvin brúður av beinki.

 

8 Ásmundur ríður á bergið fram

við tílíkan brandin ein:

“Ætlar tú ikki moynna at hevna,

ið kongurin flutti heim?”

 

9 “Bæði snart og skundiliga

legst mær nú í minni,

burt er bæði skjøldur og svørð,

nái eg ikki á sinni.”

 

10 Ásmundur so til orða tekur,

mælir á tungu inni:

“Eg skal læna tær skjøld og svørð,

betri er ikki at finna.

 

11 Læna skal eg tær skjøldin tann

og svørðið tað hitt besta,

sjálvur skal eg í ferðini fara

tann Húnakong at gesta.”

 

12 Riðu teir til hallar heim

fast av miklum alvi,

sum kongurin og tann dvørgamoy

sótu í búnum talvi.

 

13 Ein kom maður í hallina inn,

sigur øllum frá:

“Eg sær fult eitt átjan hundrað

at borgararmi gá.”

 

14 Kongurin upp frá borði steig,

hann studdist við skjøld og svørð:

“Burt er Høgni og alt mítt lið,

teir eru so leingi til ferða.”

 

15 Kongurin sló sín hond mót borð

og dregur svørð av skeiðum:

“Nú vildi eg, Sjúrður og Virgar sterki

vóru í borgum heima!”

 

16 Hann talar til Gíslar, bróður sín:

“Mítt mál kanst tú væl greina,

bið hann koma í brúðarhús

at drekka tann mjøðin reina!”

 

17 “Standið ei longur við borgararm,

loysið tær saðilreimar,

býður hann tær í brúðarhús

at drekka tann mjøðin reina!”

 

18 “Býður hann mær í brúðarhús

at drekka tann mjøðin hvíta,

her standi eg nú herklæddur

so ógvuligur at líta.

 

19 Vil hann ikki farligt fljóð

senda mær til handa,

so skal hann brynja út alt sítt lið

at verja ríki og landa.”

 

20 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

leggja sínar bardagar

skamt frá kongins høll.

 

21 Ásmundur ríður í herin fram,

ætlaði sær at vinna,

kongurin reið honum straks ímót,

har mundu tveir reystir finnast.

 

22 Kongurin gav so stórt eitt høgg

av so góðum treysti,

so sló hann til Ásmund,

hann fell av sínum hesti.

 

23 Ásmundur stoyttist í jørðina niður,

sum hann var vanur at gera,

út kom kongins dýra drotning,

væl kann rúnir skera.

 

24 Hon tók frá honum møðið alt

og alt hans ilsku grand,

sjónligur var hann hvørjum manni,

einki har hann vann.

 

25 Dvørgurin spennir sín hest við spora,

rætt sum fuglur í ský,

legði niður liðið alt

og tók tað væna vív.

 

26 Hann legði niður alt hans lið

og tók tað væna vív,

kongurin misti góðs og land,

behelt sítt egið lív.

 

27 Hann legði niður alt hans lið

og tók tað fljóð, hann átti,

eina ríður kongurin

aftur at sínum slotti.

 

28 Ein kom maður í hallina inn,

smílist undir lín:

“Nú kemur Sjúrður Sigmundarson

og Høgni bróðir tín.”

 

29 “Vælkomin Høgni, bróðir mín!

tú hevur so drúgvant riðið,

tapt er bæði land og vív

og so tað valdra liðið.”

 

30 “Eg havi farið um lond og ríki,

men Virgar eg ikki fann,

hann reið seg at biðja moy

so langt í fremmanda land.”

 

31 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

mælir av tungum inna:

“Vit skulum ríða á bergið fram

tann dvørgakong at finna.

 

32 Árla var um morgunin,

sólin skein bjørt á heiði,

riðu so á bergið fram

fast av miklari reiði.

 

33 Sjúrður gekk at hellisdurum,

var ikki gott at finna,

unti sær ikki upp at lata,

klývur tað stálið stinna.

 

34 Moyggin sat fyri breiða borði,

dvørgur í smiðju stendur:

“Ofta er best frá monnum longst,

enn tit skuldu verið frændur.”

 

35 “Frændur eru vit ikki í dag,

tó lata vit tær stevna,

til tess eru vit higar komnir

bróður sakir at hevna.

 

36 Kongurin flutti moynna heim,

tað var so mikil vandi,

tú hevur vogið liðið alt

og røvað tað heila landið.”

 

37 Dvørgurin klæðir seg við stál

bæði til hond og fót,

riðu so frá hellisborg

burt í oyðin skóg.

 

38 Høgni gav so stórt eitt høgg,

frá man frættast víða,

ikki beit svørð á stáli stinna,

dvørgurin hevði smíðað.

 

39 Riðu saman á grønum vølli,

er mær ei á tí hól,

síðan stríddust kempur tvær

fult í tímar tólv.

 

40 Dagurin tók at kvølda,

fellur yvir døgg,

Høgni sterki undan dreiv,

eitt spring for hvørt eitt høgg.

 

41 Høgni fell av hesti niður,

møðin at honum seig,

Sjúrður bindur hjálm á seg

árla í sólarreið.

 

42 Sjúrður gav so stórt eitt høgg,

frá man frættast víða,

ikki beit svørð á stáli stinna,

dvørgurin hevði smíðað.

 

43 Riðu saman á grønum vølli,

er mær [ei] á tí hól,

síðan stríddust kempur tvær

fult í tímar tólv.

 

44 Síðan stríddust kempur tvær

hendan dag til enda,

tyngist svørð í Sjúrðar hondum,

tekur spjótum at senda.

 

45 Kastar hann eitt, og kastar hann tvey,

og kastaði hann tað triðja.

Dvørgurin tók mót øllum teim,

hann kendi ei til sviða.

 

46 Sjúrður vá upp sín bitra brand,

tó hendur bóru inn seinan,

feldi hann yvir dvørga høvur,

einki varð honum at meini.

 

47 Dvørgurin gav so stórt eitt høgg,

tað hoyrdist út í Frans,

høggur niður í Sjúrðar høvur

hjálm av høvdi hans.

 

48 Dvørgurin gav so stórt eitt høgg,

Sjúrði ætlaði tað,

spretti brynju av baki hans,

so Grani fell á knæ.

 

49 Sjúrður reiggjar svørðið umkring

bæði av grimd og reiði,

klývur av honum skjøldarnar,

rivnaði brynjan breiða.

 

50 Dvørgurin læt av skógnum standa,

fingið hevði hann sár:

“Hoyr tú, Sjúrður Sigmundarson,

sigurin gevi eg tær!”

 

51 Riðu teir til hallar heim,

Høgni og Sjúrður svein,

sum hin fagra dvørgamoyggin

situr í borgum ein.

 

52 Bjørt sat frú við breiða borð

og sýir tað hvíta lín,

Sjúrður flutti hana úr høll

og so tað gull í skrín.

 

53 Hann setti hana upp á hests síns bak

og førdi hana heim til halla,

tók bæði skart og skreyt,

nú man ríman falla.

 

54 Hann flutti hana ikki í Júkagarð,

men heim í høll til sín:

“Høgni, heilsa konginum heim,

at hetta er lønin mín!”

 

55 Hann setti hana blant moyggjaskara,

hóast hon vildi treyð,

Ásmundi dugnaði hon sára væl,

tá hann var staddur í neyð.

 

56 Høgni átti ein son av sær,

hann bar faðirs navn,

inntil hann vá Artala kong,

sum víða gongur [av] sagn.

 

57 Inntil hann vá Artala kong,

sum víða gongur [av] sagn,

vant hann upp síni silkisegi

og sigldi so inn í havn.

 

58 Hann sigldi inn á eina maka havn,

har legði hann seg við frið,

inntil hevndar sakir vóru,

brynjaði hann sítt lið.

 

59 Síðan kallaði hann Aldrias,

tí honum var eingin at ráða;

hann var ungur og óstiltur

í sjálvsins ráði draga.

 

60 Ráddi hann fyri Húnalandi

eftir Artans deyða,

kallaði hann Ásmund Aldriansson,

tí hann bar kinn so reyða.

 

CCF 7 Aa

TSB E 137

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling 68, Nr. 40, s. 436.

 

Útgávur: 

1. R. Long: Sandoyarbók II, s. 63.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 273.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 167

 

Heimild: Úr Sandoy. Anna Pedersdatter, Anna Patursdóttir (1766-1827), Húsavík, 1822

 

E 137 Dvørgamoyggin fagra (Sigurd helps king regain maiden from gnome but keeps her for himself)

Ein kongur hevur rænt eina moyggj frá einum dvørgi.

Ásmundur eggjar dvørginum til at fara eftir henni og bjóðar sær til at hjálpa. Dvørgurin vinnur á øllum kongsins monnum og fær moynna aftur, men tá koma Sjúrður og Høgni kongi til hjálpar. Teir fara heim til dvørgin, og har verður bardagi millum hann og Høgna, sum er við yvirlutan. Sjúrður stríðist ímóti dvørginum og vinnur. Síðani fara teir av stað við moynni, og Sjúrður tekur hana heim við sær.

Kongur sigur, at hetta fer Sjúrður at angra.

á føroyskum: CCF 7 (bert á føroyskum). Eisini nevnd ”Dvørgamoy onnur”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017