• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Jústinjals kvæði

 

Jústinjals kvæði

 

CCF 73 Aa

TSB E 107

 

Fyrsti táttur

 

1 Hildibrand kongur á Bretlandi,

gott er at taka til evna,

átt hevur hann sær tógvar synir,

báðar kann eg væl nevna.

 

Nú siglir edilingur av Noreg,

blíður rennur byrur millum borða.

 

2 Átt hevur hann sær tógvar synir,

báðar kann eg væl nevna,

Elvar og hann Brandar sterki

kunnu væl dreingjum stevna.

 

3 Elvar er á leikvølli,

talar víð sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

4 Sveinar svara sínum harra:

“Hví spyrjið tær so?

Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á.

 

5 Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á,

hoyrt havi eg gitið, Sjúrður keisar

væna dóttur ár.

 

6 Sjúrður keisar dóttur eigur,

hava hana menn við orði,

henni er stólur av gulli gjørdur

framman for kongins borði.”

 

7 “Er hon so von og tekkilig,

sum tú sigur frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

tað stendst hvat av ið má.”

 

8 Elvar gongur for faðir sín,

fellur for honum í knæ:

“Eina bøn, ið eg teg biði,

hana vita tú mær!

 

9 Hoyr tað, mín hin sæli faðir,

hvat eg sigi tær,

eg fari meg til Sakslanda,

tú skalt fylgja mær!

 

10 Sjúrður keisar dóttur eigur,

søgur ganga frá,

hon er bæði vitur og von,

kundi eg hana fá.”

 

11 “’Lykingst’ er at hyggja upp,

tó hevur tú tagað leingi,

keisarin hevur av lívi tikið

so mangar reystar dreingir.

 

12 Hoyr tú, Elvar, sonur mín,

hvat eg sigi tær:

far tú teg til Sakslanda,

men ikki fylgi eg tær!

 

13 Hoyr tú, Elvar, sonur mín,

tað skal eg tær gera,

Brandar og riddarin Jústinjall

teir skulu við tær fara!”

 

14 So letur Elvar, kongins son,

síni skipin gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

15 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

16 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru ný,

forgyltir leika veðurringar

høgt í miðjan ský.

 

17 Inn kemur Ringur árla morgun,

mælir av tungum inna:

“Nú lystir meg til Sakslanda

mín svágurbróður at finna.”

 

18 Svaraði ein av sveinunum,

heldur á ringi reyða:

“Verði eg eftir á Girtlandi,

skal mangur síggja sín deyða.”

 

19 Svaraði annar av sveinunum,

væl kann brandi rjóða:

“Verði eg eftir á Girtlandi,

skal eingin standa til bótar.”

 

20 Svaraði junkarin Valdimarur,

honum stóð so nær:

“Kvittar tú til Sakslanda,

eg skal fylgja tær.”

 

21 Svaraði Ringur, Girtlands kongur,

var hans móðurbróðir:

“Eg meini, tykur ungu menn

allir eru óðir.”

 

22 So letur Ringur, Girtlands kongur,

síni skipin gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

23 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

24 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru ný,

forgyltir leika veðurringar

hátt í miðjan ský.

 

25 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Saksland.

 

26 Kasta síni ankørini

á so hvítan sand,

fyrst steig Ringur, Girtlands kongur,

sínum fótum á land.

 

27 Fyrst steig Ringur, kongins son,

sínum fótum á land,

so hann junkarin Valdimarur

undir hans høgru hand.

 

28 Ringur gekk frá strondum niðan

mitt í mannamúgva,

kinnin reyð sum hummarsklógv

og eygað sum í dúgvu.

 

29 Mitt í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

30 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Sjúrður keisar við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

31 Ringur stendur á hallargólvi,

svarar so frá sær:

“Her er Valdimar, sonur tín,

til Girtlands fór við mær.”

 

32 “Vælkomin, Valdimar, sonur vár,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

33 Smaludrongur í líðum

goymir smalugeit,

hann sær skip av havi koma,

eftir havi leita.

 

34 Smaludrongur geitum rekur

út á grønan vøll,

síðan akslar kápu blá,

hann gár í kongins høll.

 

35 Síðan akslar kápu blá,

hann gár í kongins høll:

“Eg eri meg á einum luti

vísari, enn tit eru øll.

 

36 Eg eri meg á einum luti

vísari, enn tit eru øll,

eg sær skip av havi koma,

seglini hvít sum bjøll.”

 

37 “Sært tú skip av havi koma,

seglini ovurblá,

vera [man] onkur høvdingur

at biðja dóttur vár.”

 

38 Kongurin gongur í grasagarð

við trega og tunga sút,

tekur hann upp tær illgerningar,

sendir í havið út.

 

39 So vóks tá hin stóra alda,

sandur á tiljum breyt,

so stýrdi hann Jústinjall,

beinur knørrur fleyt.

 

40 So vóks tann hin stóra alda,

illgerð mátti kallast,

so stýrdi hann Jústinjall,

at hvørgum borði hallar.

 

41 Átta dagar Elvar ungi

í eysturmáli stendur,

so stýrdi hann Jústinjall,

at blóðigar vindur hann hendur.

 

42 “Hoyr tú, riddarin Jústinjall,

hvat eg sigi tær,

hvat ið eg tilgevi nú,

tú takka ikki mær!

 

43 Hoyr tú, riddarin Jústinjall,

tað skal eg tær veita,

tá ið tú kemur í størstu neyð,

tá skalt tú á meg heita!

 

44 Hoyr tú, riddarin Jústinjall,

akt væl orðum mín,

tú fært ikki í víggi sár

uttan av bróður tín!

 

45 Tak tú hetta rúnarkelvi,

hav ikki fleiri orð,

tá ið tú kemur í størstu neyð,

tú kast tað út for borð!”

 

46 Hann tók upp tað rúnarkelvi,

kastar út for borð,

ikki mátti gerning vaksa,

megnaði vóru hans orð.

 

47 Hann tók upp tað rúnarkelvi,

kastaði út á sjó,

ikki mátti gerning vaksa,

slætnaði sum á ló.

 

48 Elvar situr og klæðir seg

eina morgunstund,

glaður leggur Jústinjall

skipum undir lund.

 

49 Elvar situr [og] klæðir seg

eina morguntíð,

glaður leggur Jústinjall

skipum undir líð.

 

50 Kasta síni ankørini

á so hvítan sand,

fyrst steig Elvar, kongins son,

sínum fótum á land

 

51 Fyrst steig Elvar, kongins son,

sínum fótum á land,

Brandar og riddarin Jústinjall

undir hans høgru hand.

 

52 Mitt í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

53 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Sjúrður keisar við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

54 Jústinjall stendur á hallargólvi

væl í góðan tíma:

“Komin er Elvar, kongins son,

at biðja dóttur tína.”

 

55 Upp steig ungi Gormundur,

gull bar seg á hand:

“Kongurin, gev mær tína dóttur,

ella rým av land!”

 

56 Svaraði ein av monnum hans,

for breiðum borði stóð:

“Hoyr tað, ungi Gormundur,

feya væl tíni orð!”

 

57 Leingi sat hann Sjúrður keisar,

hugsaði um tey ráð,

hvussu hann skuldi Jústinjall

eitt hóvligt andsvar fá.

 

58 Svaraði junkarin Valdimarur

fyrsta orðið tá:

“Svara dreingjum høviskliga,

á moynni hevur tú ráð!”

 

59 “Far teg aftur til Bretlanda,

vilt tú míni orðin tiggja,

ver har bryggjari nakra tíð,

so vanur í árni at liggja!”

 

60 Tað er riddarin Jústinjall,

svarar so for seg:

“Eg kann ikki at bera út øsku,

uttan tú lærir meg.”

 

61 Kongurin steig upp skundiliga,

søgur ganga frá,

sló so tríggjar av Elvars monnum,

høvur á gólvi lá.

 

62 Jústinjall stendur á hallargólvi,

sló so upp í gleim:

“Fært tú ikki tað væna vív,

so sigl við ærum heim!”

 

63 Kongurin steig upp skundiliga,

søgur ganga frá,

sló so seks av Elvars momium,

høvur á gólvi lá.

 

64 Jústinjall stendur á hallargólvi,

sló so upp í gleim:

“Fært tú ikki tað væna vív,

so sigl við ærum heim!”

 

65 Svaraði riddarin Jústinjall,

á hallargólvi stóð:

“Sjaldan frægur faðir mín

ørindaleysur fór.”

 

66 Jústinjall stendur á hallargólvi,

slíkt er mikil villa,

tá tonktu kempur innan hallar:

“Nú gerast leikir illir.”

 

67 Jústinjall stendur á hallargólvi,

søgur ganga frá,

sló so tólv av Sjúrðar monnum,

høvur á gólvi lá.

 

68 “Tá eg fór av Bretlandi,

búddist eg við frið,

kongurin, kom av hallini út,

brynja út alt títt lið!”

 

69 Kongurin leyp um hallargólv,

mongum vann hann sút,

øvigur snúðist Elvar ungi

av hallardurum út.

 

70 Kongurin snúðist av durum út,

hann hevði so lættan fót,

setti stokkar for hallardyr,

so eingin náddi út.

 

71 Jústinjall stendur á hallargólvi,

kongins lið hann fellir,

hoyrast mátti langan veg,

sum svørð á brynjum gellir.

 

72 Jústinjall stendur á hallargólvi,

tykist vera í vanda,

burtur var hans góða svørð

millum hans beggja handa.

 

73 Tretivu sló hann kempur deyðar,

allar við sínum neva,

tá fell riddarin Jústinjall

niður á síni knæ.

 

74 Upp leyp ungi Gormundur

Jústinjall at vega,

Valdimar svørð yvir herðum treiv:

“Tú eyka ikki moynni trega!”

 

75 Svaraði riddarin Jústinjall,

meðan hann lá á knæ:

“Bannaður verði tú, illi dvørgur,

annað spáddi tú mær!”

 

76 Aftur kom hans góða svørð

millum hans tveggja handa,

tá leyp riddarin Jústinjall

aftur á føtur at standa.

 

77 Upp leyp riddarin Jústinjall

við sín lætta fót,

fimmti sló hann kempur deyðar,

eingin stóð til bót.

 

78 Tað var riddarin Jústinjall,

vildi ei lata seg fongsla,

spenti fót á hallardyr,

so hurðin fleyg av hongslum.

 

79 So ríður hann Sjúrður keisar

víðan vegin fram,

klývur hvønn um tvøra,

móti honum rann.

 

80 Fylgdi honum Ringur, Girtlands kongur,

royndi góðar gripir,

feldi niður av Elvars monnum

tíggju for hvørja sipu.

 

81 So ríður Elvar kongins son

víðan vegin fram,

klývur hvønn um tvøra,

móti honum rann.

 

82 Fylgdi honum Brandar, bróðir hans,

royndi góðar gripir,

feldi niður frá Sjúrð keisar

tíggju for hvørja sipu.

 

83 So ríður riddarin Jústinjall,

hevur ei hondum hóv,

klývur hvønn um tvøra

og varpar út á sjó

 

84 Elvar ríður í herin fram

við sínar gulmur gjarðar,

ein fleyg ørvin fyri hans bróst,

deyður feIl hann til jarðar.

 

85 Tá ið Elvar kongins son

deyður til jarðar fell,

standsaði fyrstur Jústinjall,

síðan hirðin øll.

 

86 Svaraði riddarin Justinjall,

sær á ringin reyða:

“Tað skal standa eitt stríð í dag

eftir vár harras deyða.”

 

87 Tað er riddarin Jústinjall,

inn í herin rendi,

eg svørji tann [eið] á mína trúgv,

hann vegur á ymsar hendur.

 

88 Eg svørji tann eið á mína trúgv,

hann vegur á ymsar hendur,

tað er Ringur, Girtlands kongur,

móti honum rendi.

 

89 Teir høgga títt, teir líva lítt,

av dró barnagaman,

Ringur og riddarin Jústinjall,

tá bar báðum saman.

 

90 Tað var riddarin Jústinjall,

sínum svørði brá,

hann kleyv sjálvan Girtlands kong

sundur í lutir tvá.

 

91 Tað var riddarin Jústinjall,

aftur í herin vendi,

tað var Sjúrður kongins son,

ímóti honum rendi.

 

92 Tað var riddarin Jústinjall,

sínum svørði brá,

hann kleyv Sjúrð kongins son

sundur í lutir tvá.

 

93 Betur hann sat á Girtlandi

enn verið so fúsur til orða,

tí er satt, hvat talað er,

at fátt kann feigum forða.

 

94 Feldi niður á Sakslandi

væl hundraði tólv,

einsamallur Sjúrður keisar

á grønum vølli stóð.

 

95 “Ríðum nú til hallar heim,

gullið skulu vit skifta,

eg man ikki mætari manni

mína dóttur gifta!”

 

96 Tað er riddarin Jústinjall,

svarar so frá sær:

“Nú skal eg festa tína dóttur,

so lítið at takka tær.”

 

97 Tí svaraði Sjúrður keisar

av so tungum stríði:

“Sig mær, riddarin Jústinjall,

allar ættir tínar!”

 

98 “Landrus var mín faðir,

frú Óluva hans móðir,

Ásmundur kongur í Húnalandi

er mín sæli bróðir.

 

99 Tá eg stýrdi hjá Álvi kongi

yvir tann bylgja blá,

var eg ungur á aldrinum,

ei yvir fimtan ár.

 

100 Tá eg stýrdi hjá Álvi kongi,

tá ið hann læt lív,

hetta er nú tað tólvta stríð,

nú vann eg tað væna vív.”

 

101 Tað var riddarin Jústinjall,

tók sær frú at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla,

læt ei longur *fresta.

 

102 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song Jústinjall

og hans vív.

 

103 So letur ungi Gormundur

síni skipin búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

104 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand, strykar

ei á bunkan niður

fyrr enn við Girtland.

 

 

Annar táttur

 

105 Nú skal taka upp annan tátt,

latið henda fara,

um hann Ring tann sterka

oman av Miklagarði.

 

106 Ringur er á leikvølli,

talar við sínar dreingir:

“Hvat vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

107 Sveinar svara sínum harra:

“Hví  spyrjið tær so?

Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á.

 

108 Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á,

hoyrt havi eg gitið, Sjúrður keisar

væna dóttur ár.

 

109 Sjúrður keisar dóttur eigur,

hava hana menn við orði,

henni er stólur av gulli gjørdur

framman for kongins borði.”

 

110 “Er hon so von og tekkilig,

sum tú sigur frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

tað stendst hvat av ið má.”

 

111 Ringur gongur for faðir sín,

fell for honum í knæ:

“Eina bøn, ið eg teg biði,

hana veit tú mær!

 

112 Hoyr tað, mín hin sæli faðir,

hvat eg sigi tær,

eg ætli mær til Sakslanda,

tú skalt fylgja mær!”

 

113 “’Lykynskt’ er at hyggja upp,

tú hevur tagað leingi,

Jústinjall hevur av lívi tikið

so mangar reystar dreingir.

 

114 Hoyr tú, Ringur, sonur mín,

hvat eg sigi tær:

far teg ikki til Sakslanda,

og ikki fylgi eg tær!

 

115 Ringur snúðist av hallini út,

tók hans orð við reiði:

“Tó skal eg til Sakslanda,

eg komi ikki aftur úr teirri.”

 

116 “Lítið virði eg kongins vreiði,”

so læt Ringur svara,

“hoyr tú, Herint, bróðir mín,

tú skalt við mær fara!”

 

117 So læt Ringur, kongins son,

síni skipin gera,

allar læt hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

118 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

119 Bræddir vóru brandar,

stavnar av reyðargull,

stýrir hann Ringur, kongins son,

so frægur í huga full.

 

120 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Saksland.

 

121 Kasta síni ankør

á so hvítan sand,

fyrst steig Ringur, kongins son,

sínum fótum á land.

 

122 Fyrst steig Ringur, kongins son,

sínum fótum á land,

so hann Herint, bróðir hans,

undir hans høgru hand.

 

123 Svaraði frúgvin Kristin,

'gjespa hidgjin' vitra:

“Er hatta Ringur, kongins son,

so man eg einkja sita.”

 

124 Ringur gekk frá strondum niðan,

mítt í mannamúgva,

kinnin reyð sum hummarsklógv,

eygað sum í dúgvu.

 

125 Mitt í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

126 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Sjúrður keisar við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

127 Ringur stendur á hallargóIvi,

ber upp kvøðu sína:

“Sit væl, reystur Sjúrður keisar,

gev mær dóttur tína!”

 

128 Leingi sat hann Sjúrður keisar,

hugsaði um tey ráð,

hvøssu hann skuldi Ringi

eitt háðuligt andsvar fá.

 

129 “Eg havi givið henni mannin tann,

væl kann fyri henni ráða,

kemur tú í ferð við hann,

tá stendur títt lív í váða.

 

130 Eg havi givið henni mannin tann,

væl kann fyri henni stýra,

kemur tú í ferð við hann,

so manst tú lívið týna.”

 

131 Tá svaraði Ringur ungi:

“Nú man tað so vera,

Jústinjall skal eg av lívi taka,

Kristin mín frilla vera.”

 

132 Ringur so til orða tekur,

gerst so nýtur drongur:

“Jústinjall, gev mær tína drotning.

eg biði nú ikki longur!”

 

133 Svaraði keisarin Jústinjall,

kundi ei longur tiga:

“Skammast tú ikki, ungi maður,

annans konu at biðja!”

 

134 Ringur so til orða tekur:

“Nú man tað so vera,

eg skal teg av lívi taka,

Kristin mín frilla vera.”

 

135 Svaraði keisarin Jústinjall:

“Ei man tað so vera,

ei skal Kristin drotningin

frillunavnið bera.”

 

136 Ringur leyp um borðið fram

Jústinjall at vega,

Valdimar hendur um svørðið treiv:

“Eyka ikki frúnni trega!”

 

137 Jústinjall leyp um borðið fram,

mongum elvir hann sút,

øvigar bardust reystar kempur

av hallardurum út.

 

138 Ringur snúðist av hallini út,

mikil var mannatrongd,

feldi niður hundrað mans,

hann ruddi fyri sær gongd.

 

139 Roðin settist á himmalin upp

í tí grumma vígi,

Ringur ungi og Jústinjall

møttust teir í stríði.

 

140 Ringur ungi og Jústinjall

møttust hvør øðrum ímóti,

glumdi so á jørðini,

sum tey varpa gróti.

 

141 So ríður Ringur, kongins son,

víðan vegin fram,

klývur hvønn um tvøra,

móti honum rann.

 

142 Fylgdi honum Herint, bróðir hans,

víðan vegin fram,

klývur hvønn um tvøra,

ímóti honum rann.

 

143 So ríður hann Brandar sterki

víðan vegin fram,

klývur hvønn um tvøra,

ímóti honum rann.

 

144 Fylgdi honum junkarin Valdimarur

víðan vegin fram,

klývur hvønn um tvøra,

ímóti honum rann.

 

145 Eftir kom keisarin Jústinjall,

hevur ei hondum hóv,

klývur hvønn um tvøra

og varpar út á sjó

 

146 Feldi niður frá Ringi unga

væl hundraðini tólv,

einsamallur sjálvur hann

á grønum vølli stóð.

 

147 Tað var keisarin Jústinjall,

sínum svørði brá,

hann kleyv sjálvan Ring hin unga

sundur í lutir tvá.

 

148 Boðini fóru til landanna,

gott er at taka til evna:

“Falnir eru brøður tveir,

um faðir vil synir hevna.”

 

149 Letur hann samla fólkið saman

av trimum konga landi,

sigldu so til Sakslanda,

teim varð ikki sjógvur at grandi.

 

150 Boðini fóru til Sakslanda,

gott er at taka til evna:

“Koma skal sjálvur Haraldskjøldur

sínar synir at hevna.”

 

151 Jústinjall situr í hásæti,

tykist vera í vanda:

“Fallið er alt mítt besta fólk,

eg kann honum ei bestanda.”

 

152 Svaraði hansara dýra drotning:

“Nú man tað so vera,

nú skal lata boðini

til Húnalanda gera.

 

153 Nú skal lata boðini

til Húnalanda bera,

vita um Ásmundur, bróðir tín,

vil nakran dugnað gera.

 

154 Valdimar, far til Húnalanda,

legg tær væl í minni,

ongan skalt tú søtan sova,

fyrr enn tú Ásmund finnur!”

 

155 Tað var junkarin Valdimarur

heim í garðin fór,

úti sjálvur Ásmundur

fyri honum stóð.

 

156 “Ver vælkomin, Valdimarur,

higar nú til mín, drekk nú,

hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

157 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvu minni um vín,

koma skal sjálvur Haraldskjøldur

at hevna sonin sín.

 

158 Nú er Jústinjall, bróðir tín,

staddur í stórum vanda,

deytt er alt hans besta fólk,

hann kann honum ei bestanda.”

 

159 So letur ungi Ásmundur

síni skipin búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

160 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Saksland.

 

161 Kasta síni ankørini

á so hvítan sand,

fyrst steig ungi Ásmundur

sínum fótum á land.

 

162 Fyrst steig ungi Ásmundur

sínum fótum á land,

so hann junkarin Valdimarur

undir hans høgru hand.

 

163 Mitt í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

164 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Jústinjall fyri borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

165 “Vælkomin, Ásmundur, bróðir mín,

higar nú til mín,

koma skal sjálvur Haraldskjøldur

at hevna sonin sín!”

 

166 “Bjóð tú honum tað blanka silvur,

so tað gullið reyða,

tað skal hann í bøtur taka

eftir sonar deyða!”

 

167 Møttust teir í havinum,

kundu væl beita brandi,

Haraldskjøldur á Miklagarði

og Ringur av Íralandi.

 

168 Vundu upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Saksland.

 

169 Kasta síni ankørini

á so hvítan sand,

fyrst steig reystur Haraldskjøldur

sínum fótum á land.

 

170 Fyrst steig reystur Haraldskøldur

sínum fótum á land,

so hann Ringur, bróðir hans,

undir hans høgru hand.

 

171 Mitt í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

172 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Jústinjall fyri borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

173 “Ver vælkomin, Haraldskjøldur,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

174 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hvaðna minni um vín,

ongar havi eg bøtur tikið

eftir synir mínar!”

 

175 “Eg bjóði tær tað blanka silvur,

so tað gullið reyða,

tað skalt tú í bøtur taka

eftir sonar deyða.”

 

176 “Tað verður ei tað blanka silvur,

ei tað gullið reyða,

eg leggi á mín kistubotn

eftir sonar deyða.”

 

177 Svaraði keisarin Jústinjall,

kundi ei longur tiga:

“Er tað siður í tínum landi

annans konu at biðja?”

 

178 “Hoyr tú, keisarin Jústinjall,

eg sigi tær satt ífrá,

eg havi ikki sent hann út,

hann fór av sjálvs síns ráð.”

 

179 Haraldur leyp um borðið fram

Jústinjall at vega,

Valdimar svør yvir herðum treiv:

“Tú eyka ikki frúnni trega!”

 

180 Tað var ungi Ásmundur,

snarliga hann sær vendi:

“Drep ikki keisaran Jústinjall,

hann er mín nærskyldur frændi!

 

181 Jústinjall leyp um borðið fram,

mongum elvir hann sút,

øvigar bardust kempur tvær

av hallardurum út.

 

182 Snúddust teir av hallini út,

mikil var mannatrongd,

feldu meiri enn hundrað mans

teir ruddu fyri sær gongd.

 

183 Tað var keisarin Jústinjall,

inn í herin rendi,

tað var mær av sonnum sagt,

hann mangan sveita rendi.

 

184 So ríður Ásmundur, bróðir hans,

hevur ei hondum hóv,

klývur hvønn um tvøra

og varpar út á sjó.

 

185 So ríður Haraldur á Miklagarði

víðan vegin fram,

klývur hvønn um tvøra,

ímóti honum rann.

 

186 Fylgdi honum Ringur av Íralandi

víðan vegin fram,

klývur hvønn um tvøra,

ímóti honum rann.

 

187 Tað var keisarin Jústinjall,

aftur í herin vendi,

eg svørji tann eið á mína trúgv,

hann mangan sveita rendi.

 

188 Eg svørji tann eið á mína trúgv,

hann mangan sveita rendi,

har kom Ásmundur, bróðir hans,

hann móti honum vendi.

 

189 Teir høgga títt, teir líva lítt,

av dró barnagaman,

eldur reyk av svørðunum,

tá eggjar bórust saman.

 

190 Teir høgga títt, teir líva lítt,

lata ei háttri linna,

høgga so títt pá báðar hendur,

klúgva tað stálið stinna.

 

191 Bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

ið sól til víðar rann.

 

192 So høggur hann Ásmundur

fast av miklum móði,

ikki visti Jústinjall,

fyrr enn heitt rann honum blóðið.

 

193 Tað var keisarin Jústinjall,

vildi ikki fíra,

klývur burt av Ásmundi

hjálmin tann hin dýra.

 

194 Svaraði ungi Ásmundur,

hjálmur losnar av bondum:

“Tílíkt havi eg einki høgg fingið

av nakran mans hondum.”

 

195 Tað er keisarin Jústinjall,

hugsar so við sær:

“Hetta [er] sárið tað,

ið dvørgurin spáddi mær.”

 

196 Svaraði keisarin Jústinjall

av so tungum stríði:

“Siga skalt tú mær, ungi maður,

allar ættir tínar!”

 

197 “Landrus kongur er faðir mín,

frú Óluva var hans móðir,

tað er keisarin Jústinjall,

hann er mín næsti bróðir.”

 

198 “Var Landrus kongur faðir tín,

frú Óluva hans móðir,

illa er borið til í dag,

eg eri tín sæli bróðir.”

 

199 Tað er keisarin Jústinjall,

aftur í herin vendi,

tað er mær av sonnum sagt,

hann mangan sveitan rendi.

 

200 Feldi niður for Haraldskjøld

væl hundraðini tólv,

einsamallir brøður tveir

á grønum vølli stóð.

 

201 Feldu niður for Haraldskjøld

alt hans valdra lið,

báðar teir á hondum tók,

men teimum gav hann grið.

 

202 Vundu upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Miklaland.

 

203 Ásmundur gekk til strandar oman,

gull ber seg á hand,

fylgdi honum Jústinjall

niður til sjóvarstrand.

 

204 Vant hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykaði ei á bunkan niður

fyrr enn við Húnaland.

 

Triði táttur

 

205 Jústinjall situr í hásæti,

tá rann honum í sinni:

“Nú lystir meg til Girtlanda

Gormund kong at finna.”

 

206 Tað er frúgvin Kristin,

hon andar í hans munn:

“Minst væl, keisarin Jústinjall,

honum eru svikini kunn!”

 

207 So letur keisarin Jústinjall

síni skipin gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

208 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

209 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru blá,

stavn og stýri av reyðargull,

har skín sólin á.

 

210 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Girtland.

 

211 Sveinin var á skógnum staddur,

goymdi smalugeit:

“Eg sær skip av havi koma,

havnir vilja leita.”

 

212 Allar rekur hann smalurnar

út á grønan vøll,

síðan akslar kápu blá,

hann gár í kongins høll.

 

213 Síðan akslar kápu blá,

hann gár í kongins høll:

“Eg eri meg á einum luti

vísari, enn tit eru øll.

 

214 Eg eri meg á einum luti

vísari, enn tit eru øll,

eg sær skip av havi koma,

seglini hvít sum bjøll.”

 

215 “Sært tú skip av havi koma,

seglini hvít sum lín,

vera man keisarin Jústinjall,

kemur at vitja mín.”

 

216 Kongurin gongur í grasagarð

við tregan og tunga sút,

ramar ristir hann illgerningar,

sendir í havið út.

 

217 So veks veður á sjónum snart,

illgerð mátti kallast,

so stýrdi hann Brandar sterki,

knørrurin tók at halla.

 

218 Upp leyp keisarin Jústinjall

við sín lætta fót,

so stýrdi hann tann stóra knørr,

hann legði hann upp ímót.

 

219 So var veður á sjónum hart,

ódnin mátti kallast,

so stýrdi keisarin Jústinjall,

hvørgum borði hallar.

 

220 Jústinjall tók sítt rúnarkelvi,

kastar út for borð,

ikki mátti gerning vaksa,

megnaði vóru hans orð.

 

221 Jústinjall tók sítt rúnarkelvi,

kastar út á sjó,

ikki mátti gerning vaksa,

slætnaði sum á ló.

 

222 Kastar hann síni ankørini

á so hvítan sand,

fyrst steig keisarin Jústinjall

sínum fótum á land.

 

223 Fyrst steig keisarin Jústinjall

sínum fótum á land,

tá var sjálvur Gormundur kongur

riðin niður til strand.

 

224 “Vælkomin, keisarin Jústinjall,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!

 

225 Ver vælkomin, Jústinjall,

vilt tú mær tað trúgva,

lidnir eru fimtan vintur,

síðan eg læt veitslu búgva.

 

226 Í grasagarði stendur ein borg,

takt við marmorsteini,

har skalt tú, Jústinjall, inni sova

við allar tínar sveinar.

 

227 Í grasagarði stendur ein borg,

takt við marmor hin dýra,

har skalt tú, Jústinjall, inni sova

við allar rekkar tínar.”

 

228 Falsarin teim mjøðin

skeinkir út í vin,

fyrstur sovnaði Jústinjall

fram úr sessi sín.

 

229 So skeinkir hann falsarin

mjøðin fram í høll,

fyrstur sovnaði Jústinjall,

síðan hirðin øll.

 

230 Gormundur so til orða tekur,

nú er hirðin sovnað:

“Tað skal kosta hálsbein títt,

letur tú mjøðin dovna.”

 

231 Falsarin gongur for kongin,

sigur honum frá:

“Nú svevur keisarin Jústinjall

og alt tað lið, hann ár.”

 

232 Kongurin biður falsaran

snúgva eld í borg:

“Fyri unti mær Jústinjall

trega og tunga sorg.”

 

233 Vaknar upp keisarin Jústinjall,

slær hann saman hendur:

“Sovið ei longur, mínir menn,

tit eru nú inni brendir!”

 

234 Svaraði keisarin Jústinjall,

verið hevði í leikum:

“Tøkum várar reyðu skjøldar,

berum borg úr neipum!”

 

235 Dreingir sprungu í borgarkálva,

øllum tókti undur,

borgin brast í tógvar lutir,

neipur gingu sundur.

 

236 Tað var keisarin Jústinjall,

væl mundi honum skína,

hann slapp út á víðan vøll

við allar rekkar sínar.

 

237 Svaraði keisarin Jústinjall

fyrsta orðið tá:

“Tað skal standa eitt stríð í dag,

um enn eg liva má.”

 

238 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

tá hevði reystur Gormundur kongur

brynjað út hundrað tólv.

 

239 Tá hevði reystur Gormundur kongur

brynjað út hundrað tólv,

Brandar og keisarin Jústinjall

riðu har ímót.

 

240 Brandar ríður í herin fram,

fáum kann hann hóv,

klývur hvønn um tvøra

og varpar út á sjó.

 

241 So ríður junkarin Valdimarur

víðan vegin fram,

klývur hvønn um tvøra,

ímóti honum rann.

 

242 So ríður keisarin Jústinjall,

hevur ei hondum hóv,

klývur hvønn um tvøra,

og varpar út á sjó.

 

243 Kongurin gongur í grasagarði,

úr skjúrtu vant hann sveita,

visti sær eingi svinri ráð,

enn tá var á Óðin at heita.

 

244 “Við kropp og sjel, við búk og bein,

tað vil eg tær geva,

drepur tú tann sterka her

og skilur meg við tann trega.”

 

245 Ein kom maður á víðan vøll fram,

eingin ið hann kendi,

eittans eyga í heysi bar,

ein finskan boga í hendi.

 

246 Ein kom maður á víðan vøll fram,

vá við eggjateini,

eittans eyga í heysi bar,

knept var brók at beini.

 

247 Óðin reikar um grønan vøll

snart og ikki leingi,

píl fleyg av hans hvørji fjøður,

hann feldi reystar dreingir.

 

248 Jústinjall tokar í herin fram,

nógv átti gull og fíggja,

møtti honum Óðin nasagrái,

hvørgin vildi flýggja.

 

249 Jústinjall tokar í herin fram,

gevur nú ongan grið:

“Vandi er í hesi ferð,

sitið tit allir niður!”

 

250 Brandar tokar í herin fram,

hann tók seg ikki í vara,

ein kom ørvin fyri hans bróst,

deyður fell hann til jarðar.

 

251 Jústinjall stendur á grønum vølli,

svarar so frá sær:

“Bannaður verði tú, Gormundur kongur,

ið hetta voldi mær!”

 

252 Roðin settist á himmalin upp

av so grummum vígi,

Óðin og keisarin Jústinjall

møttust teir í stríði.

 

253 Hann kleyv av honum herklæði,

kjøt og kjálkafillur,

svaraði Óðin nasagrái:

“Nú gerast leikir illir.”

 

254 Óðin stoyttist í jørðina

undir vørildar vís:

“Tær gevi eg nú, Jústinjall,

sigur og fagran prís.”

 

255 Tá ið Gormundur hetta sá,

at Óðin undan flýggjar,

tá fór hann í luftina upp

eitur á hann [at] spýggja.

 

256 Tað var keisarin Jústinjall,

sínum svørði brá,

hann kleyv sjálvan Gormund kong

sundur í lutir tvá.

 

257 “Her liggur tú, Gormundur,

annað ætlaði tú tær,

enn eri eg á lívi í dag,

deyðan ætlaði tú mær.”

 

258 Jústinjall stendur á grønum vølli

við so mangan mann,

hann gav Valdimar systur sína,

teimum Girtland.

 

259 Mong er ríman í forðum gjørd

um mangar heltar ríkar,

Jústinjall og brøður hans

fáir finnast slíkir.

 

Nú siglir edilingur av Noreg,

blíður rennur byrur millum borða.

 

CCF 73 Aa

TSB E 107

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk folkemindesamling 68, Nr. 59, s. 608.

 

Útgávur: 

1. Rikard Long legði til rættis: Sandoyarbók II, 1982 s. 167.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 141.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 16. bind, s. 144.

 

Heimild: Úr Sandoy: Johan Michael Hentze, Jóhan í Uttastovu  (1787-1840), Sandi, 1822.

 

E 107 Jústinjalls kvæði (Man marries dead friend’s intended bride and has to fight rivals repeatedly)

Elvar, sonur Hildibrand kong á Bretlandi, tekur beiggja sín, Brandar, við sær og fer til keisaran á Sakslandi at biðja um dóttur hansara. Jústinjall fylgist við honum.

Um sama mundið fer Ringur á Girtlandi at vitja svág sín keisaran.

Stormur íkomin við galdraráðum er um at steðga skipi Elvars, men Jústinjall nýtir mótgand, og at enda koma teir vegin fram. Tá ið Elvar biður um keisaradóttrina, ber eisini Gormundur á Girtlandi upp bønarorð. Elvar fær krakk, og drúgvur bardagi spyrst burturúr. Bæði Elvar og Ringur á Girtlandi lata lív. Jústinjall sigrar og fær keisaradóttrina. Gormundur fer aftur til Girtlands. –

Ringur á Miklagarði fer til Sakslands at biðja um keisaradóttrina, hóast hon longu er gift Jústinjalli. Ringur fær krakk, og so verður bardagi. Ringur verður dripin. Pápi hansara, Haraldskjøldur, savnar her at hevna deyða sonarins. Hann hevur beiggja sín við sær til hjálpar. Jústinjall verður ávaraður um, hvat ið teir hava í hyggju, og sendir boð eftir beiggja sínum Ásmundi at vera sær til hjálpar. Í bardaganum, sum spyrst burturúr, vinnur Jústinjall á Haraldskjølduri, men eirir lívi hansara. - (Frábr.B: Brandar ætlar sær at biðja um dóttur Gormunds og tekur Jústinjall við sær til Girtlands.) Teir verða bodnir vælkomnir, og Gormundur gevur teimum at drekka, men tá ið teir eru sovnaðir, setir hann eld á húsini. Jústinjall vaknar, sigur hinum frá, og teimum eydnast at bróta seg út úr logandi húsunum.

Gormundur ákallar Óðins hjálp ímóti teimum. Brandar verður dripin, og Jústinjall berjist við Óðin, sum at enda ásannar, at Jústinjall er sigrari. Jústinjall drepur Gormund.

á føroyskum: CCF 73 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017