• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Rings kvæði

 

CCF 83 A

TSB E 80

 

Fyrsti táttur

 

1 Vilja tær nú lýða á,

meðan eg flyti fram,

kongur ráddi fyri Girtlandi,

hann heitur Valdimann.

 

2 Vilja tær nú lýða á,

meðan eg greiði frá tátti,

Valdimar kongur av Girtlandi

tvey onkarbørn hann átti.

 

3 Vuksu upp í ríkinum

kongabørnini tvey,

áðrenn tey gótu á gólvi gingið,

drógu tey skarlak reyð.

 

4 Vuksu upp í ríkinum

kongabørnini bæði,

áðrenn tey gótu á gólvi gingið,

bóru tey skarlaks klæði.

 

5 Ringur heitur kongins son,

alin upp við gamni,

Kristin heitur systir hans,

tey bera so fagurt navnið.

 

6 Ringur heitur kongins son,

alin upp við stórum,

so er hann *skjarur blant aðrar menn

sum hjørtur frá øðrum djórum.

 

7 Ringur heitur kongins son,

alin upp við listum,

so er hann á føti lættur

sum fuglur á villum kvistum.

 

8 Ringur er á leikvøllum

burt blant aðrar sveinar,

hvør tann tíð, teir reiðir vóru,

stóð teim stríð at meini.

 

9 Niður settust sveinarnir,

reiðir ið teir vóru:

“Líkari var tær konu at biðja

enn berja os so stóru!”

 

10 Ringur er á leikvøllum,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

11 Allir drýptu høvdi niður,

eingin tordi tala

uttan reysti Pætur hin danski,

hann kvaðst ikki við at svara.

 

12 “Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvør tín stár hugur á,

hoyrt havi eg gitið, Sjólands kongur

væna dóttur á.

 

13 Sjólands kongur dóttur eigur

væna og so vísa,

kanst tú hana til ektar fá,

tú kanst títt lív væl prísa.

 

14 Hoyrt havi eg gitið, Sjólands kongur

hann eigur dóttur mæta,

einans er hon arvingin

til guls og landa at gæta.”

 

15 “Er hon so vøn og tekkilig,

sum tú sigur frá,

hagar streingi eg heiti mítt,

og hana skal eg fá.”

 

16 Tað var Ringur, kongins son,

heim í garðin fór,

úti Valdimar, faðir hans,

fyri honum stóð.

 

17 “Vælkomin, Ringur, sonur mín,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

18 “Hoyrt havi eg gitið, Sjólands kongur

hann eigur dóttur mæta,

einans vita vær arvinga

til guls og landa at gæta.

 

19 Sjólands kongur dóttur eigur,

sveinarnir siga frá,

hon kann alt við sínum hondum,

eyguni lysta at sjá.

 

20 Hoyr tað nú, mín sæli faðir,

legg mær til tess ráð,

biðja dóttur Sjólands kong,

tað standi hvat av, ið má!

 

21 Hagar streingi eg heiti mítt,

og hagar skal eg til,

biðja dóttur Sjólands kong,

tað standist av, hvat ið vil!”

 

22 Lítt kom maður av hyggju upp,

ið tagað hevði leingi:

“Kongurin hevur av lívi tikið

so mangar raskar dreingir.

 

23 Fátt er tær í huga komið,

tú hevur tagað enn,

kongurin hevur av lívi tikið

so mangar raskar menn.”

 

24 Tað var Ringur, kongins son,

hann tók hans orð við reiði:

“Tó skal eg til Sjólanda,

eg komi ikki aftur í teirra.”

 

25 Tað var reysti Valdimar kongur,

tekur sín son at læra:

“Hoyr tú, Ringur, sonur mín,

eftir hyggju skalt tú fara!

 

26 Tá ið eg var á ungum aldri,

kundi eg mangt at gera,

meiri neyt eg [av] hyggi mítt

enn annar sína ferða.

 

27 Tá ið eg var á ungum aldri,

kundi eg mangt at síggja,

meiri neyt eg av hyggi mítt

enn annar sína fíggja.”

 

28 Valdimar kongur í Girtlandi

slær tað upp í gleim:

“Fært tú ikki tað væna vív,

so kom við ærum heim!”

 

29 Tað var Ringur, kongins son,

búgvar seg til ferða;

talar hann so til Pætur hin danska:

“Tú skalt við mær vera!”

 

30 Ringur eigur skipið tað,

víða man vera gitið,

av gulli glógva mastrarnar,

av silvuri vóru bitar.

 

31 So letur Ringur, kongins son,

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

32 So letur Ringur, kongins son,

búgva skipini stór,

bæði letur hann í tey laða

virtur og so bjór.

 

33 Bæði letur hann í tey laða

virtur og so bjór,

um enn hann siglir í fimtan vetur,

skortar hann ikki *fóður.

 

34 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru blá,

stavnur og stýri av reyðargulli,

so fagurt skein sólin á.

 

35 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru ný,

børutoppar av reyðargulli,

so fagurt skein sólin í.

 

36 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavnur og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

37 Millum báðar stavnarnar

har bráar so fagur litur,

so er uppi í lyftingini,

sum Ringur ungi situr.

 

38 Gingu teir til strandar oman

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir drógu sín knørr úr neysti.

 

39 Vindur hann upp síni silkisegl,

gulli vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Sjóland.

 

40 Tá ið teirra snekkja

kendi fagurt land,

letur hon síni akker falla

á so hvítan sand.

 

41 Letur hon síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur steig Ringur, kongins son,

sínum fótum á land.

 

42 Fyrstur steig Ringur, kongins son,

sínum fótum á land,

og hann reysti Pætur hin danski

undir hans høgru hand.

 

43 Gingu teir frá strondum niðan,

teir vóru við ærum klæddir,

gullreyðan hjálm á høvdi bar,

teir vóru um ongan ræddir.

 

44 Úti í miðjum grasgarði

aksla teir sær skinn,

og so búnir gingu teir

tær høgu hallir inn.

 

45 Ringur gekk í hallina inn,

í forðum var tað siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

46 Ringur stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðu sína:

“Sit væl, reysti Sjólands kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

47 Leingi tagdi Sjólands kongur,

hugsar um tey ráð,

hvussu hann skuldi Ringi unga

eitt hánligt andsvar fá.

 

48 “Tað er ikki tann rennari

sunnan ár Lokanslíð,

ikki kemur til Sjólanda

at biðja sær vív.

 

49 Tað er ikki tann rennari,

ei tann rennara son,

ikki kemur til Sjólanda

at biðja sær konu.

 

50 Far teg aftur til Girtlanda,

vilt tú míni boð tiggja,

ver har bryggjari nakra tíð,

so vanur í árni at liggja!”

 

51 Tað var Ringur, kongins son,

hann tók hans orð við gamni:

“Hesin sami rennari

hann tykist vera tín javni.”

 

52 Svaraði Ringur, kongins son,

á hallargólvi stóð:

“Kongurin, gev mær dóttur tína,

tað hitt væna fljóð!”

 

53 Upp steig reystur Sjólands kongur,

hevði ikki fleiri orð,

hann sló tveir av Rings monnum,

so høvur fell á borð.

 

54 Ringur stendur á hallargólvi,

slær tað upp við gleim:

“Fái eg ikki tað væna vív,

so skal eg við ærum heim.”

 

55 Ringur stendur á hallargólvi,

hyggur niður fyri seg:

“Kongurin, gev mær tína dóttur,

eg biði ikki longur teg!”

 

56 Upp steig reystur Sjólands kongur,

hevði ikki fleiri orð,

hann sló tríggjar av Rings monnum,

so høvur fell á borð.

 

57 “Sit væl, reystur Sjólands kongur,

legg tað væl í minni,

sig mær antin nei ella ja,

eg biði ikki triðja sinni.”

 

58 Kongurin steig upp skundiliga,

sum søgur ganga frá,

hann sló tveir av Rings monnum,

so høvur á borði lá.

 

59 Ringur stendur á hallargólvi,

tekur hans hold at spilla,

sóu tað kempur innan hallar,

nú gerast leikir illa.

 

60 Ringur stendur á hallargólvi,

sín faðirs orð hann hugar,

talar hann so til Pætur hin danska:

“Gott munna dreingir duga.”

 

61 Tí svaraði  Pætur hin danski,

ilskan at honum dró:

“Sjáldan kongurin Valdimann

ørindisleysur fór.”

 

62 Til tess svaraði Pætur hin danski,

leit fram undan skildri:

“Sjáldan kongurin Valdimann

ørindisleysur sigldi.”

 

63 Ringur stendur á hallargólvi,

orna tók hans blóð;

hugsaðu kempur innan hallar,

ei gerast leikir góð.

 

64 Ringur høgdi so stórt eitt høgg,

søgur ganga frá,

hann sló tíggju av kongins monnum,

so høvur á borði lá.

 

65 “Eg fór mær av Girtlandi,

eg búgvaði meg við frið;

kongurin, kom av hallini út

og brynja út alt títt lið!”

 

66 Ringur biður sínar menn

klæðast í brynjur bjartar,

standa nú so manniliga,

hava ikki kálvahjarta.

 

67 Ringur rópar á sínar menn,

biður teir manniliga standa:

“Sjálvur skal eg mín bannara føra,

meðan eg havi lív og anda.”

 

68 Ringur stendur á borgararmi,

kinn ber hann so reyða:

“Áðrenn eg eri av Sjólondum,

so mangur skal síggja sín deyða.”

 

69 Árla var um morgunin,

tað roðar fyri sól,

tú hevði reysti Sjólands kongur

brynjað út hundrað tólv.

 

70 Tá hevði reystur Sjólands kongur

brynjað út hundrað tólv,

Ringur og hann Pætur hin danski

ríða teim eina ímót.

 

71 Pætur tokar í herin fram,

máttur við honum veks,

sparir hann ei sín gylta lúður,

vegur væl fimm og seks.

 

72 Pætur tokar í herin fram,

letur av randi rúka,

náddi ikki á jørðina niður,

hann steig á mannabúkar.

 

73 So ríður Ringur, kongins son,

víðan valin fram,

klývur nú hvønn um tvørar herðar,

móti honum rann.

 

74 Klývur hann hvønn um tvørar herðar,

móti honum rann,

eftir stóð tá Sjólands kongur

við sín triðja mann.

 

75 Tað var frúgvin Katrin,

søgur ganga frá,

*hon stóð sær í glasglugga,

fullgjølla hon tað sá.

 

76 Tað var frúgvin Katrin,

snarliga hon sær vendi,

letur skriva loynibræv,

Ringi hon tað sendi.

 

77 Tað var frúgvin Katrin,

gull bar sær á hand,

letur hon skriva loynibræv

Ringi á vøllin fram.

 

78 Hann var fimur á fótunum,

ið tey boðini bar

haðan á valin fram,

sum Ringur fyri var.

 

79 Tað var Ringur, kongins son,

niður í brævið sá,

allur hansara fagri litur

burtur úr kinnum brá.

 

80 Teir feldu niður á Sjólondum

alt tað valdra lið,

sjálvan kongin á hondum tók,

og honum gav Ringur grið.

 

81 Tí svaraði  Sjólands kongur:

“Nú er av tað versta,

vit skulu fara til hallar heim

og mína dóttur at festa.”

 

82 Svaraði Ringur, kongins son,

mælir fyri munni á sær:

“Nú skal eg festa tína dóttur

og takka slætt aldri tær.”

 

83 Tað var Ringur, kongins son,

fell upp á síni knæ,

meðan hann frúnna Katrina

til ektar festi sær.

 

84 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Ringur og hans vív.

 

Annar táttur

 

85 Nú skal leggja niður um stund,

vilja tær dømin trúgva,

um Sjúrð keisar á Sakslandi

hagar skal frøðið snúgva.

 

86 Sjúrð keisar situr í hásæti,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

87 Sveinur svarar sínum harra:

“Hví spyrjið tær so?

Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvør tín stár hugur á.

 

88 Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvør tín stár hugur á,

hoyrt havi [eg] gitið, Valdimann kongur

væna dóttur ár.

 

89  Valdimar kongur dóttur eigur,

føgur er hon sum sól,

so er at líta á hennar kinn,

sum droyrin drýpur á snjó.

 

90  Valdimar kongur dóttur eigur,

bæði hyggin og vitig,

hon gleðist alt við fuglasang,

á høga torni situr.

 

91 Valdimar kongur dóttur eigur,

hava hana menn við orði,

henni er stólur av reyðargull gjørdur

fram við kongins borði.

 

92  Valdimar kongur dóttur eigur,

alin við vørildartokka,

hárið er sum spunnið gull,

tað liðast alt í lokkar.

 

93 Hon ber ikki bleika brá

undir sínum gula hári,

heldur enn hægsta summarsól,

fagurt skín um várið.”

 

94 “Er hon so væn og tekkilig,

sum tær sigið frá,

hagar streingi eg heiti mítt,

og hana skal eg fáa.”

 

95 Sjúrður letur snekkju smíða

við so lítlari rógv,

við gulli málar hann borðini,

tey glógva for oman sjógv.

 

96 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru ný,

gyltir leika veðurringar

høgt í miðjan ský.

 

97 Vindur upp síni silkisegl,

gullið við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Girtland.

 

98 Smaludrongur í líðum situr,

goymir at smalu og geit,

hann sær skip eftir havi koma,

havnir vilja leita.

 

99 Allar rekur hann smalurnar

saman á grønan vøll,

síðan akslar hann kápu blá,

hann gár í kongins høll.

 

100 Síðan akslar hann kápu blá,

hann gár í kongins høll:

“Eg eri mær á einum luti

vísari, enn tær eruð øll.

 

101 Eg eri mær á einum luti

vísari, enn tær eruð øll,

eg síggi skip eftir havi koma,

seglini hvít sum mjøll.”

 

102 Tað var reystur Valdimar kongur,

slær tað í ein gleim:

“Vera man Ringur, sonur mín,

kemur frá Sjólondum heim.”

 

103 Valdimar kongur til orða tekur

alt for uttan vanda:

“Eg skal ríða til strandar oman

fyri honum at standa.”

 

104 Tað var reystur Valdimar kongur,

niður til strandar rendi,

vendi aftur á miðjari leið,

tá ið hann skipið kendi.

 

105 Tí svaraði  Valdimar kongur

bæði hyggin og vitur:

“Hatta er ikki Ringur ungi,

í lyftingini situr.”

 

106 Tá ið teirra snekkja

hon kendi fagurt land,

letur hann síni akker falla

á so hvítan sand.

 

107 Kasta sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig Sjúrður keisari

sínum fótum á land.

 

108 Fyrstur steig Sjúrður keisari

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir av hans monnum

undir hans hvørji hond.

 

109 Mitt í miðjum grasgarði

aksla teir sítt skinn,

og so búnir ganga teir

tær høgu hallir inn.

 

110 Og so búnir ganga teir

tær høgu hallir inn,

sum Valdimar kongur við borðið situr

við monnum hundrað fimm.

 

111 Sjúrð keisar gekk í hallina inn,

í forðum var tað siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

112 Sjúrð keisar stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðu sína:

“Sit væl, reystur Valdimar kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

113 Tað var reystur Valdimar kongur

slær tað upp í gleim:

“Bíða, til Ringur, sonur mín,

kemur av Sjólondum heim!

 

114 Ringur er á Sjólondum

í so tungum stríði

um hana frúnna Katrina,

tað hitt væna vívið.”

 

115 Sjúrð keisar stendur á hallargólvi,

letur á tungu inna:

“Kongurin, gev mær tína  dóttur,

eg biði ikki triðja sinni!”

 

116 “Vit skulu leggja ráðini góð

faðir og hennar móðir,

til hann kemur av Sjólondum heim

Ringur, frúnnar bróðir. “

 

117 Sjúrð keisar stendur á hallargólvi,

slær tað í ein gleim:

“Nú skal Kristin mín frilla vera,

fylgja til Sakslands heim.”

 

118 Tí svaraði Sjúrð keisar,

gat ikki longur sita:

“Nú skal Kristin mín frilla vera,

burt úr borgini flyta.”

 

119 Valdimar kongur í Girtlondum

sló tað í ein gleim:

“Ei skal Kristin tín frilla vera,

fylgja til Saksland heim.

 

120 Rátt havi eg fyri Girtlondum,

tað munnu flest øll vita,

ei skal frúgvin Kristin

við frillunavni sita.

 

121 Tá eg var á ungum aldri,

tordi eg óræddur renna,

nú tekur elli at boyga meg,

og sjálvur má eg tað kenna.”

 

122 Valdimar kongur í Girtlandi

hann slær tað upp í gleim:

“Eg kann so lítið Sjúrða bestanda,

tí liðið er ikki heima.”

 

123 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

tá hevði reystur Valdimar kongur

brynjað út hundrað øll.

 

124 Sjúrð keisar á Sakslandi

staddur var hann í trongd,

feldi niður hundrað mans,

hann ruddi fyri sær gongd.

 

125 Roðin settist á himmalin upp

í tí snarpa vígi,

Sjúrð keisar og Valdimar kongur

møttust teir í stríði.

 

126 Løgdu sínum bardøgum

eftir hvøssum gróti,

Sjúrð keisar av Sakslandi

hann reið teim øllum ímóti.

 

127 Bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

sól *til viðar rann.

 

128 “Tá ið eg var so ungur sum tú,

tordi eg óræddur renna,

nú tekur elli at boyggja meg,

og sjálvur má eg tað kenna.”

 

129 Tað var pá tann triðja dag,

sól til viðar rann,

tá fell kongurin Valdimar,

tann hin menski mann.

 

130 Tá fell kongurin Valdimar,

tann fagrasti rósins blómi,

voldi tað aldur og elli mest,

hann var ikki dreingja sómi.

 

131 Tá fell kongurin Valdimar

undir silkikneptari húgvu,

kinnin var reyð sum hummarklógv

og eygað sum í dúgvu.

 

132 Tá fell kongurin Valdimar

fyri tað væna sprund,

Ring vildi hann við eygum sætt

innan grøna lund.

 

133 Tað var reystur Sjúrð keisar,

sínum svørði brá,

hann kleyv kongin Valdimar

sundur í lutir tvá.

 

134 Hann kleyv kongin Valdimar

sundur í lutir tvá,

Kristin stóð í glasglugga,

fullgjølla hon tað sá.

 

135 So fell kongurin Valdimar,

 hann var ein kempa sterk,

søgdu tað allir, ið hjá har vóru,

tað var eitt neyðisverk.

 

136 Tað var frúgvin Kristin,

hon trein eftir høgaloftsbrú:

“Hvar ert tú, Ringur, bróðir mín,

og saknist eg teg nú?”

 

137 Frúgvin tók sítt nakið svørð,

hon fram í herin rendi,

sparir hon ei sín gylta lúður,

hon vegur á báðar hendur.

 

138 Sparir hon ei sín gylta lúður,

hon vegur á báðar hendur,

tað er mær á sonnum sagt,

hon mangan sveita rendi.

 

139 Sjúrður rópar á sínar menn,

biður teir váknum varða:

“Tit skuluð frúgv við hondum taka,

ikki við váknum særa.”

 

140 Kristin tokar í herin fram

sum aðrir menskir menn,

høggur so títt á báðar hendur,

hon vegur tíggju í senn.

 

141 Síðla var um aftanin,

frúgvin hon var móð,

tóku teir og bundu hana

keisaramenninir tólv.

 

142 Síðla var um aftanin,

teir tóku hana tólv,

førdu hana so í ókunn lond,

hon mátti ikki ráða sær sjálv.

 

143 Hann lyfti av sær skikkjuna,

ið yvir honum hekk,

fyrsta hon Sjúrða við eygum sá,

hon yndi til hans fekk.

 

144 Vant hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Saksland.

 

145 Letur hann síni akker kasta

á so hvítan sand,

fyrstur steig Sjúrður keisari

sínum fótum á land.

 

146 Fyrstur steig Sjúrður keisari

sínum fótum á land,

og hon frúgvin Kristin

undir hans høgru hond.

 

147 Silki og so perlur

var eftir vegnum breitt,

so var hon frúgvin Kristin

niðan til hallar leidd.

 

148 Silki og so perlur

var eftir vegnum prangað,

ei mátti frúgvin Kristin

á berari jørðini ganga.

 

149 Tað var reystur Sjúrð keisar,

tók sær frúgv at festa,

snarliga læt til brúdleyps laða,

læt ikki longur *fresta.

 

CCF 83 A

TSB E 80

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c II [1].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 269.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 18. bind, s. 9

 

Heimild: Úr Suðuroy:  J.H. Schrøter (1771-1851), Vági

 

E 51 Regin smiður (Sigurd revenges his father’s death and kills the serpent Fafnir)

E 80 Rings kvæði (Man gets bride in spite of her father’s hostility, and later revenges murder of father and abduction of sister)

Ringur, sonur Valdimar kong av Girtlandi, fer til Sjólands at biðja um kongsdóttrina. Við honum er Pætur hin danski.

Kongur vísir háðandi bønarorðum Rings frá sær og drepur nakrar av monnum hansara. At enda brestur bardagi á, og kongur verður tikin fangi. Ringur letur hann fara, tí dóttirin biður um tað, og giftist síðani við dóttrini. Frábr. B-D: Meðan Ringur er burturstaddur, kemur Sjúrður, keisari á Sakslandi, til Girtlands at biðja um Kristina, systur Rings. Pápi hennara, Valdimar kongur, biður Sjúrð bíða við samtykki hansara, til Ringur er afturkomin. Sjúrður hóttir við at taka Kristina heim sum hjákonu, og har verður bardagi. Valdimar verður dripin. Kristin roynir at verja seg við svørði í hond, men at enda vinna Sjúrðar menn á henni og fara við henni til Sakslands. Tá ið hon hittir Sjúrð, fær hon tokka til hansara, og tey giftast.

Ringur kemur aftur til Girtlands og skilir, hvat ið hent er. Hann fer til Sakslands at hevna deyða faðirs sín. Í bardaganum, sum spyrst burturúr, verður Sjúrður tikin fangi. Pætur hin danski ætlar at drepa hann, men Ringur forðar fyri tí og fer at hitta systur sína.

Sjúrður verður latin leysur, men Ringur tekur nýfødda son teirra við sær aftur til Girtlands. Hann kallar drongin Valdimar eftir pápa sínum.

á føroyskum: CCF 83 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017