• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ringur av Írlandi

 

Ringur av Írlandi

 

CCF 84

TSB E 79

 

1 Ringur kongur av Írlandi,

Gyðju sonurin sterki,

av silki eru hans klæði,

við gulli vovin hans merki.

 

Burt skal eg ørind ríða.

Hvør er nú betri, blanki ella brúni,

brúni ella reyði?

Burt skal eg ørind ríða.

 

2 Ringur kongur av Írlandi,

Gyðju sonurin mæti,

gullið og so *gimsteinar

hann býður til hærri sæti.

 

3 Ringur situr í hásæti,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vitið tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

4 Sveinar svara sínum harra:

“Hví spyrjið tær so?

Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvørt tín stár hugur á.

 

5 Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvørt tín stár hugur á,

Serklands kongur dóttur ár,

kundi tú hana fá.

 

6 Tað er Dagmoy, kongins dóttir,

vøn er hon at sjá,

hon tókti mær vera tín javnlíki,

kundi tú hana fá.”

 

7 “Er hon so vøn og tekkilig,

sum tit sigið frá,

biðja dóttur *Serklands kong,

tað standist hvat av ið má!”

 

8 So letur Ringur av Írlandi

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

9 So letur Ringur av Írlandi

byggja skipini sín,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so vín.

 

10 So letur Ringur av Írlandi

byggja skipini stór,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so bjór.

 

11 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við ráum rann,

strykar ei á bunka niður

fyrr enn [við] Serkland.

 

12 Kastar hann sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig Ringur av Írlandi

sínum fótum á land.

 

13 Fyrstur steig Ringur av Írlandi

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir av hans monnum

undir hans høgru hand.

 

14 Ringur gongur frá strondum niðan,

var hann við ærum klæddur,

gullreyðan hjálm á høvdi bar,

hann var fyri ongum ræddur.

 

15 Ringur gongur frá strondum niðan,

mítt í mannamúgvu,

kinnin reyð sum hummarklógv

og eygað sum í dúgvu

 

16 Úti í miðjum grasagarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

17 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Serklands kongur á borði

sat við manna hundrað fimm.

 

18 Ringur stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðu sína:

“Sit væl, reystur *Serklands kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

19 Leingi tagdi Serklands kongur,

hugsar um tey ráð,

hvussu hann skuldi *Ringi

hánligt andsvar fá.

 

20 Leingi tagdi Serklands kongur,

hugsar um tann trega,

hvussu hann skuldi *Ringi

hánligt andsvar geva.

 

21 “Nú skal leggja ráðini

til faðir hennar og móðir,

til hann kemur av skógnum heim

Loðin , moynnar bróðir.”

 

22 Ringur stendur á hallargólvi,

slær tað í ein gleim:

“Tín skal dóttir frilla vera

og føra til Írlands heim.”

 

23 Kongur leyp um borðið fram,

mongum vekir hann sút,

øvigan bardu teir Ring kongin

av høgum borgum  út.

 

24 Ringur snúðist av høllini út,

mikil er mannatrongd,

hann feldi meiri enn hundrað mans,

hann ruddi fyri sær gongd.

 

25 Ringur stendur á borgararmi,

kinnar ber so reyðar:

“Áður eg eri *av Serklondum,

skal mangur síggja sín deyða.”

 

26 Ringur stendur á borgararmi,

kongins lið hann fellir,

tað mátti hoyrast langan veg,

hvør svørð á brynjum gellir.

 

27 So ríður hann Serklands kongur

víðan vøllin fram,

klývur hvønn um tvørar herðar,

ið móti honum rann.

 

28 So ríður Ringur av Írlandi,

hann hevur ei hondum hóv,

klývur hvønn um tvørar herðar

og varpar út á sjó.

 

29 Roðin settist á himmal upp

í tí grima vígi,

Ringur kongur og Serklands kongur

møttust teir í stríði.

 

30 Ringur kongur og Serklands kongur

møttust teir ímóti,

so *glymur tað á jørðini,

rætt sum tú kastar gróti.

 

31 Teir høgga títt og líva lítt,

av bar barnagaman,

eldur reyk úr svørðunum,

tá ið oddar bóru saman.

 

32 Teir bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

tá ið sól til viðar rann.

 

33 Inntil tann hin triðja,

tá ið sól til viðar rann,

tá fell sjálvur Serklands kongur,

tann hin reysti mann.

 

34 Tað var Ringur; av Írlandi,

við sínum svørði brá,

hann kleyv sjálvan Serklands kong

sundur í lutir tvá.

 

35 Tað var Ringur av Írlandi,

heim í garðin fór,

úti Dagmar, kongins dóttir

fyri honum stóð.

 

36 “Hoyr tað, Dagmar, kongins dóttir,

vilt tú lovast mær,

tólv merkur í reyðargulli

vil eg geva tær?”

 

37 Svaraði Dagmar, kongins dóttir,

kinnar ber so reyðar:

“Eg verði ikki tín drotning,

tú voldi mín faðirs deyða.”

 

38 “Vilt tú ei vera drotning mín,

er tað ei við tín vilja,

eg skal teg við búnum brandi

títt høvur frá búki skilja.”

 

39 Svaraði Dagmar, kongins dóttir,

fagrasta moyin ljósa:

“Eg veit ikki mætari mann

meg við sømdum kjósa.”

 

40 Silki og so perlur

var eftir veginum breitt,

so varð Dagmar, kongins dóttir,

niður til strandar leidd.

 

41 Silki og so perlur

var eftir veginum prangað,

ei mátti Dagmar, kongins dóttir,

eftir berari jørðini ganga.

 

42 Tóku teir tað hitt væna vív,

settu í lyfting fram,

riddarar og so sveinar henni

góvu drotningarnavn.

 

43 Vinda teir upp síni silkisegl,

gull við ráum rann,

stryka ei á bunka niður

fyrr enn við Írland.

 

44 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig Ringur av Írlandi

sínum fótum á land.

 

45 Fyrstur steig Ringur av Írlandi

sínum fótum á land,

og hon Dagmar, kongins dóttir,

undir hans høgru hand.

 

46 Silki og so perlur

var eftir veginum breitt,

so varð Dagmar, kongins dóttir,

upp í hallina leidd.

 

47 Silki og so perlur

var eftir veginum prangað,

ei mátti Dagmar, kongins dóttir,

eftir berari jørðini ganga.

 

48 Tað var Ringur av Írlandi,

fell upp á síni knæ,

meðan hann Dagmar, kongins dóttur,

til ektar festi sær.

 

49 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Ringur og hans vív.

 

50 Drukkið varð teirra brúdleypið

bæði við gleði og gleim;

nú man at teim stundum líða,

at Loðin kemur heim.

 

51 Loðin kemur av skóginum heim,

hann sær tey merki stór:

“Hvør er her til hallar komin,

síðan eg heiman fór?”

 

52 Tað var Loðin, kongins son,

hann kom av skóginum heim,

hansara faðir við vápnum vegin,

hirðin deyð sum stein.

 

53 “Hoyr tað, mín hin fosturfaðir,

tú sig mær satt ífrá:

hvaðan av landi var sá riddar,

ið mín faðir vá?”

 

54 “Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá,

tað var Ringur av Írlandi,

ið tín faðir vá.

 

55 Tað var Ringur av Írlandi,

ið tín faðir vá,

tú manst ikki, meðan tú lívir,

sømdir av honum fá.”

 

56 Hann svaraði sínum fosturfaðir

alvæl sum hann kundi:

“Ofta vaksa ungum hvølpi

hvassar tenn í munni.”

 

57 So læt Loðin, kongins son,

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

58 So læt Loðin, kongins son,

byggja skipini sín,

bæði læt hann á tey laða

virtur og so vín.

 

59 Svaraði Loðin, kongins son,

hugsar so við sær:

“Hoyr tað, mín hin fosturfaðir,

tú skalt fylgja mær!”

 

60 “Hoyr tað, mín hin fosturson,

tú eykar mær ei tann váða,

sjálvur skalt tú tínar ferðir fara,

men eg skal ríki ráða!”

 

61 Svaraði Regin av Serklandi,

hugsaði so við sær:

“Hoyr tað, Loðin kongins son,

eg skal fylgja tær!”

 

62 Vindur upp síni silkisegl,

gull við ráum rann,

strykar ei á bunka niður

fyrr enn við Írland.

 

63 Sveinur er á skógvi staddur,

goymir smala og geit,

hann sær skip eftir havi koma,

ið havnir vilja leita.

 

64 Rekur hann sínar smalurnar

saman á grønan vøll,

síðan akslar kápu blá,

hann gongur í kongins høll.

 

65 Síðan akslar kápu blá,

hann gongur í kongins høll:

“Eg eri mær á einum luti

vísari, enn tær eruð øll.

 

66 Eg eri mær á einum luti

vísari, enn tær eruð øll,

eg sær skip eftir havi koma,

seglini hvít sum mjøll.”

 

67 “Sært tú skip eftir havi koma,

takt við hvíta lín,

vera man Loðin, kongins son,

at hevna faðir sín.”

 

68 Svaraði Dagmar, kongins dóttir,

tóktist komin í vanda:

“Er hatta Loðin, bróðir mín,

tú kanst hann ei bestanda.”

 

69 Ringur gongur innan høgaloft,

ræður við hana at telva:

“Nógv er gull á Írlandi

sjálva teg at gleða.

 

70 Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

ber ikki fyri teg ekka,

eg skal brynja út dreingir dýrar,

glaðir av horni drekka!

 

71 Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

grát ikki longur á morgni,

eg skal ríða til strandar oman

og glaður drekka av horni!”

 

72 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig Loðin, kongins son,

sínum fótum á land.

 

73 Fyrstur steig Loðin, kongins son,

sínum fótum á land,

og hann Regin av Serklandi

undir hans høgru hond.

 

74 Og hann Regin av Serklandi

undir hans høgru hand,

tá var Ringur av Írlandi

riðin niður til strand.

 

75 “Ver vælkomin, Loðin kongins son,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

76 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvæl minni um vín,

eg havi ongar bøtur tikið

til sæla føður mín.”

 

77 “Eg bjóði tær tað blanksilvur

og tað gullið reyða,

tað skalt tú til bøtur tiggja

fyri tín føður deyða.”

 

78 “Tað verður ei tað blanksilvur,

aldri tað gullið reyða,

eg leggi á mín kistubotn

eftir mín faðirs deyða.

 

79 Tað verður ikki tað skrúður skorið,

ei tað hvíta lín,

eg leggi á mín kistubotn

til sæla faðir mín.”

 

80 Svaraði Loðin, kongins son,

reyðargull bar á hand:

“Setjið nú várar bardagar

so skamt frá sjóvarstrand!”

 

81 So ríður Loðin, kongins son,

víðan vøllin fram,

hann klývur hvønn um tvørar herðar,

ið móti honum rann.

 

82 So ríður Regin av Serklandi

víðan vøllin fram,

hann klývur hvønn um tvørar herðar,

ið móti honum rann.

 

83 Teir feldu niður av Írlandi

væl hundraði tólv,

einsamallur buðlungs sonur

á grønum vølli stóð.

 

84 Svaraði Ringur av Írlandi,

berjast vildi enn:

“Tit skulu fara til hallar heim

og fáa mær fleiri menn.”

 

85 So ríður Ringur av Írlandi

víðan vøllin fram,

hann klývur hvønn um tvørar herðar,

ið móti honum rann.

 

86 Roðin settist á himmalin upp

í tí grima vígi,

Ringur og Regin av Serklandi

møttust teir í stríði.

 

87 Ringur og Regin av Serklandi

møttust teir ímóti,

so glymur á jørðini,

rætt sum tú kastar grót.

 

88 Teir høgga títt, teir líva lítt,

av dró barnagaman,

eldar rúka av svørðunum,

tá ið oddar bóru saman.

 

89 Tað var Ringur av Írlandi,

sínum svørði brá,

hann kleyv Regin av Serklandi

sundur í lutir tvá.

 

90 Tá ið Loðin hetta sá,

at Regin fell honum frá,

ógvuliga við miklari reiði

hann fram í herin brá.

 

91 So ríður Loðin, kongins son,

víðan vøllin fram,

klývur hvønn um tvørar herðar,

ið móti honum rann.

 

92 So ríður Ringur av Írlandi

víðan vøllin fram,

klývur hvønn um tvørar herðar,

ið móti honum rann.

 

93 Roðin settist á himmal upp

í tí grima vígi,

Ringur og Loðin, kongins son,

møttust teir í stríði.

 

94 Teir høgga títt, teir líva lítt

hvørgin gevur grið,

har mátti mangur láta lív,

sum ei gjørdi ófrið.

 

95 Teir høgga títt og líva lítt,

tað fell so væl til fíggja,

so var sagt, at Loðin ungi

mátti undan flýggja.

 

96 Tað var Loðin, kongins son,

hann aftur í herin vendi,

hann sparir ei sín gylta lúður,

hann vegur á báðar hendur.

 

97 Tað var Ringur av Írlandi

hann aftur í herin vendi,

hann sparir ei sín gylta lúður,

hann vegur á báðar hendur.

 

98 Ringur og Loðin, kongins son,

hvør ríður øðrum ímóti,

so glymur á jørðini,

sum tú kastar gróti.

 

99 Teir høgga títt [og] líva lítt,

hvørgin vildi víkja,

so falla høggini mong og tung,

tað tykir í beinini níta.

 

100 Teir bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

tá ið sól til viðar rann.

 

101 Teirra svørð í miðju sundur,

eggin øll í skørðum,

tað var úr stinnum stáli gjørt,

í mannabeini hørðum.

 

102 Sundur brutu teir svørðini,

nevndir vóru teir,

síðan livdu teir nakra ævi,

vinir vóru teir tveir.

 

103 Svaraði Loðin, kongins son,

kinn ber hann so reyðan:

“Hvat skal eg í bøtur taka

eftir mín føður deyða?”

 

104 Svaraði Ringur av Írlandi,

ið søgur ganga frá:

“Tú hevur so lítlar bøtur fingið,

og minni skalt tú fá.”

 

105 Svaraði Loðin, kongins son,

hugsaði so við sær:

“Hoyr tú, Ringur av Írlandi,

tína systur gev tú mær!”

 

106 Svaraði Ringur av Írlandi,

næst alt ongan váða:

“Vil skulum fara til hallar heim,

sjálv skal hon sær ráða.”

 

107 Tað var Ringur av Írlandi,

heim í garðin fór,

úti hansara sæla systir

fyri honum stóð.

 

108 “Hoyr tað, mín hin sæla systir,

tað tali eg til tín,

vilt tú henda riddara lova,

komin at biðja tín?”

 

109 Svaraði Margreta, kongins systir,

fyrsta orðið tá:

“Eg havi unnað Loðin,

fyrr enn eg hann sá.”

 

110 Silki og so perlur

var eftir veginum breitt,

so varð Magreta, kongins dóttir,

niður til strandar leidd.

 

111 Silki og so perlur

var eftir veginum prangað,

ei mátti tann hin ríka frú

á berari jørðini ganga.

 

112 Tóku teir tað hitt væna vív,

settu í lyfting fram,

riddarar og so sveinar henni

góvu drotningarnavn.

 

113 Vindur upp síni silkisegl,

gull við ráum rann,

strykar ei á bunka niður

fyrr enn við Serkland.

 

114 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrst stígur Loðin, kongins son,

sínum fótum á land.

 

115 Fyrst stígur Loðin, kongins son,

sínum fótum á land,

og hon Margreta, kongins dóttir,

undir hans høgru hand.

 

116 Og hon Margreta, kongins dóttir,

undir hans høgru hand,

tá var hansara fosturfaðir

riðin niður til strand.

 

117 “Ver vælkomin, Loðin ungi,

ungi fostursonur mín,

hvat hevur tú í bøtur tikið

til sæla føður tín?”

 

118 “Tað havi eg í bøtur tikið,

sigi tær satt ífrá,

so er deytt í Írlandi,

ei fáast tølur á.

 

119 Hoyr tað, mín hin fosturfaðir,

eg sigi tær satt ífrá,

tað er hann Ringur av Írlandi,

ið ongum fær sigur á!”

 

120 Silki og so perlur

var eftir veginum breitt,

so varð Margreta, kongins dóttir,

upp í høllina leidd.

 

Burt skal eg ørind ríða.

Hvør er nú betri,

blanki ella brúni,

brúni ella reyði?

Burt skal eg ørind ríða.

 

CCF 84

TSB E 79

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c II [1].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 304.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 18. bind, s. 96

 

Heimild: Úr Suðuroy:  Daniel Joensen, Dánjal við Gjógvará (1789-1855), Vági, 1848

 

E 51 Regin smiður (Sigurd revenges his father’s death and kills the serpent Fafnir)

E 79 Ringur av Írlandi (Suitor kills maiden’s father but is later reconciled with her brother)

Ringur kongur av Írlandi biður Serklands kong um dóttur hansara, men verður háðandi burturkveistraður.

Bardagi brestur á. Ringur drepur kong og tekur dóttrina við sær.

Sonur kong, Loðin, fer til Írlands at hevna deyða faðir síns. Hvørgin teirra vinnur á hinum, og sum frá líður, sættast teir. Loðin giftist við dóttur Rings.

á føroyskum: CCF 84 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017