• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Skrímslið

 

CCF 90 A

TSB E 113

 

1 Tað er nú sum annað sinni,

skuldi man skemtan inna,

bóndin skundar á skógar burtur

aldin og epli vinna.

 

2 Tað dró á tað myrka æl,

myrkt var tá í fjalli,

bóndin vildi glaðiliga

verið í heimavaldi.

 

3 Tað dró av tað langa æl,

kom til góða at nevna,

tigultalv í hendi bar,

beint á bóndan stevnir.

 

4 Hann sá risa ganga mót sær,

gott var í honum alvi:

“Set teg niður, søti mín,

vit leikum títt í talvi!”

 

5 Bóndin so til orða tók:

“Lat tað nú so vera,

eg havi ei lært at leika talv,

ei nakra skemtan gera!”

 

6 “Vit skulu okkum at leika talv,”

segði so tussur harði,

“kostar tað høvur mítt ella títt,

heldur enn góðs ella garðar.”

 

7 Telvdu teir á skamri stund

hvørki um góðs ei garðar,

risin tapti lív og lund,

høvur og heysin harða.

 

8 “Eg havi teg á skógnum telvt,

gott er av at rósa,

lova nú mær at loysa lív,

sum sjálvur vilt tú tær kjósa.”

 

9 “Lovi eg tær at loysa lív,

tað er mær eingin vandi,

enntá skalt tú seta mær

ta sterku borg til handa.

 

10 Enntá skalt tú seta mær

ta sterku borg til handa,

bæði við 'Víggjir' og víngarðar,

í aldur og ævi skal standa.

 

11 Gólvið skal alt av grundum gerast

av mætum marmorsteini,

innan av seigum syprisviði,

veggir av fílabeini.

 

12 Tað skulu treystir tornið 'sia',

tigulsteinar og tinnur,

setast skal við blýggið blátt,

tað besta, ið bræv kann finnast.

 

13 Tað skulu seggja seingir stá,

gjørdar um gólvið víða,

bæði við beð og blæur á,

fullar við svanafiðri.

 

14 Eingin skal har sjúkur liggja,

uttan sjálvur lystir at doyggja,

ella høggi eg høvur av tær,

rætt sum hund til hoyggjar!”

 

15 Bóndin fór til hallar heim,

kom glaður heim á kvøldi:

“Eg eri vísur, at virði okkar

hon veks væn í veldi.

 

16 Eg havi við skrímslið á skógnum telvt,

gott er av at rósa,

lovaði honum at loysa lív,

sum sjálvur vildi eg mær kjósa.”

 

17 Tað var bjarta bóndans brúður,

tekur so sárt at gráta:

“Eg kvíði, at skrímslið skilst við teg,

at tú manst lívið láta.”

 

18 Bóndin liggur í síni song,

kátur á brúðar armi,

risin sankar gullið saman,

móður og troyttur av harmi.

 

19 Út komin bóndin árla morgun

glaður fyri uttan vanda,

hann sá tá hina føgru borg

á fríðum vølli standa.

 

20 Gólvið var alt av grundum gjørt

av mætum marmorsteini,

innan av seigum syprisviði,

veggir av fílabeini.

 

21 Tað skulu treystir tornið sjá,

tigulsteinar og tinnur,

sett var alt við blýggið blátt,

tað besta, ið bræv kann finnast.

 

22 Tað máttu seggir seingir sjá,

gjørdar um gólvið víða,

bæði við beð og blæjur á,

fullar við svanafiðri.

 

23 Har voru keldur trint 'umslujgj',

góðan grip skal kalla,

fullar av dýrum 'drujsjun' í,

so 'rant' um vørild falla.

 

24 Bóndin gjørdist mildur og mætur,

mætur í góðum líki,

tað eru kongar tíggju ella tólv,

ið minni hava vald og ríki.

 

25 Hansar er brúður klædd so bald

í skínandi gullið reyða

hon var rødd, at risans ráð

mundi bóndanum draga til deyða.

 

CCF 90 A

TSB E 113

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos Gl. kgl. Saml. 2894, 4to, vol. I, nr. 9, s. 134.

 

Útgávur:

1. Chr. Matras legði til rættis: Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1937-39 s. 56.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 368

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 62

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági 1781-82

 

E 113 Skrímslið (Farmer plays dice with giant and wins wealth)

Ein bóndi er úti í so ringum veðri, at hann sær einki. Tá ið stormurin er hæsaður av, sær hann skrímsl við talvborði undir hondini. Skrímslið krevur, at bóndin leikar við sær, og at teir leggja lívið á. At enda noyðist bóndin at lata sær lynda, teir leika, og bóndin vinnur. Skrímslið vil rinda fyri lív sítt, og bóndin biður um góða heilsu, víngarðar og prýðilig hús. Skrímslið lýkur ynski hansara.

á føroyskum: CCF 90 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017