• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Snæúlvs ríma

 

Snæúlvs ríma

 

CCF 92 A 

TSB E 99 

 

Fyrsti táttur. 

 

1. Ein býr kongur í Jorsalandi,  

gott er at taka til evna,  

tógva eigur hann synir av sær,  

báðar kann eg væl nevna. 

 

2. Tógva eigur hann synir av sær,  

báðar kann eg væl nevna,  

Magnus og hann Grimmar illi  

kunnu væl dreingjum stevna. 

 

3 Magnus vóks í faðirs garði,  

gott er í honum treysti,  

mjáur um miðju og herðabreiður,  

so er hann Magnus reysti. 

 

4. Magnus vóks í faðirs garði,  

gott er í honum megin,  

hann gevur gull á báðar hendur,  

tá er hirðin fegin. 

 

5. Grimmar vóks í faðirs garði,  

so ið eg frá vendi,  

hann gav ikki olmussu,  

um fjandin helt í enda. 

 

6. Kongin sókti helsótt  

á teirri somu nátt,  

letur hann boð til Magnus gera  

bæði skjótt og brátt. 

 

7. Tað var frægi Jorsalakongur,  

gav tá upp sín anda:  

"Hoyr tað, Magnus, sonur mín,  

tú ráð fyri ríki og land!" 

 

8. Tí svaraði Magnus kongur,  

tók við krónu og ríki:  

"Gávi Gud faðir av himmiríki,  

eg var mín faðirs líki!" 

 

9. Svaraði frægi Magnus kongur,  

tók við konganavni:  

"Gávi Gud faðir av himmiríki,  

eg var mín faðirs javni!" 

 

10. Ikki vantaði í ríkinum  

harpur ella harpuklong,  

sjálvur er gingin Magnus kongur  

undir børustong. 

 

11. Gróvu teir tað hitt ljósa lík  

niður í døkka mold,  

Magnus stóð og sá hará,  

hann sortnaði sum ein mold. 

 

12. Magnus reið frá kirkju heim,  

hann ikki mælti mál,  

mangan gleddi hann fátækan  

eftir sín faðirs sál. 

 

13. Magnus reið frá kirkju heim,  

hann ikki mælti orð,  

mangan gleddi hann fátækan  

yvir sín faðirs borð. 

 

14. Grimmar stendur á hallargólvi,  

talar til systur sína:  

"Hvar veitst tú so væna jomfrú,  

ið er javnlíki til mín?" 

 

15. Svaraði Signild, systir hans,  

sló tað upp í gamni:  

"Tað er so mangt eitt ótýggi, 

mær tykist at vera tín javni." 

 

16. Hann hevði upp sína høgru hond,  

gav henni høgg á tenn,  

blóðið dreiv í barmin niður,  

sóu tað mangir menn. 

 

17. Magnus leyp um borðið fram,  

so tók hann til orða:  

"Vart tú ikki bróðir mín,  

hvørt bein skuldi eg í tær mola." 

 

18. Magnus leyp um borðið fram,  

til ilsku var hann fúsur,  

síðan koyrdi bróður sín  

av hallardurum út. 

 

19. Grimmar leyp á gangaran,  

ið hann sjálvur átti,  

so ríður hann til Upplanda,  

sum føtur bera máttu. 

 

20. Magnus stendur á hallargólvi,  

talar til systur sín:  

"Hvar veitst tú so væna jomfrú,  

ið vera kann drotning mín?" 

 

21. Svaraði Signild, systir hans, 

sló tað í ein gleim:  

"Mangar eru á Jorsalandi,  

kjós tær eina av teim!" 

 

22. "Hoyr tað, mín hin sæla systir,  

eyka mær ei tann harm,  

hon er eingin innan Jorsaland,  

ið sova skal á mínum armi." 

 

23. Svaraði Signild, systir hans,  

í fyrsta orði tá:  

"Kongins dóttir á Upplondum - 

kundi tú hana fá!" 

 

24. So letur frægi Magnus kongur  

byggja skipini sín,  

bæði letur hann á teim laða  

virtur og so vín. 

 

25. Magnus gekk til strandar oman,  

var hann við *ærum klæddur,  

reyðan gullhjálm á høvdi bar,  

hann var fyri ongum ræddur. 

 

26. Vindur hann upp síni silkisegl,  

gull við vovin brand,  

strykar ei á bunka niður,  

fyrr enn við Uppland. 

 

27. Teir hildu undir Uppland  

eina morguntíð,  

havið var sum í bál at líta,  

skeiðin dundi í. 

 

28. Kastar sínum akkerum  

á so hvítan sand,  

fyrstur steig hann Magnus kongur  

sínum fótum á land. 

 

29. Magnus gekk í høllina inn,  

hevur hann í tí orði,  

sjálvur bar upp síni bønarorð,  

hann stóð fyri kongins borði. 

 

30. Magnus stendur á hallargólvi,  

ber fram bønarorð síni:  

"Sit væl, reystur Upplands kongur,  

gev mær dóttur tína!" 

 

31. Tað var Grimmar, bróðir hans, 

stoytir inn um dyr, 

svørji tann eið á mína trú, 

hann sást har ikki fyrr. 

 

32. Tí svaraði Grimmar illi,  

gull bar sær á hand:  

"Kongurin, gev mær tína dóttur  

ella rým av landi!" 

 

33 Tí svaraði Magnus kongur,  

fyri breiða borði gekk:  

"Kongur, gev mær tína dóttur,  

hon er bæði vøn og tekk!" 

 

34 Tí svaraði Grimmar illi,  

fyri breiða borð hann gongur:  

"Kongur, gev mær tína dóttur,  

eg biði teg ikki longur!" 

 

35 Leingi tagdi Upplands kongur,  

tykist nú komin í vanda,  

hvussu hann skuldi brøðrum svara,  

fyri breiða borði standa. 

 

36 Tí svaraði Upplands kongur,  

læt síni orð so fara:  

"Leið mína dóttur í høllina inn  

sjálv fyri seg at svara!" 

 

37 Tólv vóru teir sveinarnir,  

eftir frúnni gekk,  

Magnus stendur á hallargólvi,  

hann ymsar litir fekk. 

 

38 "Ver vælkomin, mín sæla dóttir, 

biðlum her at svara, 

síðan kanst tú kjósa tær, 

hvønn tú vilt kappan hava!" 

 

39 "Takk havi tú, mín sæli faðir, 

korið gavst tú mær, 

Magnus, tann hin yngra bróður, 

vil eg kjósa mær! 

 

40 Magnus tann hin yngra bróður  

hann vil eg mær kjósa,  

Grimmar ikki við eygum síggja,"  

segði tann liljan ljósa. 

 

41 Grimmar rýmdi av durum út, 

hann letur ei ilsku tróta: 

"Illa verði tær eyðið 

frú Svanhildu at njóta!" 

 

42 Tað var frægi Magnus kongur,  

fell nú á síni knæ,  

meðan hann Svanhild, kongins dóttur,  

til ektar festi sær. 

 

43 Drukkið varð teirra brúdleypið,  

kátt var teirra lív,  

gingu bæði í eina song  

Magnus og hans vív. 

 

44 Svaraði junkarin Hergeir  

av tí tunga stríði:  

"Hoyr tað, frægi Magnus kongur,  

gev mær systur tína!" 

 

45 Svaraði frægi Magnus kongur,  

gull bar sær á hand:  

"Væn er Signild, systir mín,  

hon situr í Jorsaland." 

 

46 Silki og so perlur  

var eftir veginum breitt,  

so varð Svanhild, kongins dóttir,  

niður til strandar leidd. 

 

47 Vindur hann upp síni silkisegl,  

gull við roðin brand,  

strykar ei á bunka niður  

fyrr enn við Jorsaland. 

 

48 Tekur hann jomfrú Svanhild,  

lyfti á land við sær:  

"Gud og milda Maria moy  

veri nú við mær!" 

 

49 Tað vóru hesar miklu kempur,  

heim í garðin fóru,  

úti Signild, kongins dóttir,  

fyri teimum stóð. 

 

50 Tað var frægi Magnus kongur,  

talar til systur sín:  

"Vilt tú henda riddara lova,  

er komin at biðja tín?" 

 

51 Svaraði Signild, systir hans, 

fyrsta orðið tá: 

"Hergeir hevði eg ætlað mær, 

áður eg hann sá." 

 

152 Tað var junkarin Hergeir,  

fell nú á síni knæ,  

meðan hann Signild, kongins dóttur,  

til ektar festi sær. 

 

53 Drukkið varð teirra brúdleypið,  

kátt var teirra lív,  

gingu bæði í eina song Hergeir  

og hans vív. 

 

54 Untust saman á Jorsalandi  

eina so lítla tíð tá, 

hann gat við jomfrú Svanhild  

reystar synir tvá. 

 

55 Tey untust saman á Jorsalandi  

eina so lítla tíð,  

hann gat við jomfrú Svanhild  

reystar synir trí’. 

 

 

[Annar táttur]. 

 

56 Eftir var tá Grimmar illi,  

eftir í Upplands ríki,  

leitar hann ráð við Upplands kong  

bróður sín at svíkja. 

 

57 Kongur tekur sín sendisvein,  

letur hans klæði snúgva:  

"Eg havi teg so leingi roynt,  

at tú hevur verið mær trúgvur. 

 

58 Svendisvein, far til Jorsalands,  

legg tær væl í minni:  

áður jólini komin eru,  

tá vil eg hann finna!" 

 

59 Sendisvein leyp á gangaran  

og goymdi væl tað orðið,  

hann kom ikki fyrr í høllina inn,  

enn Magnus sat yvir borði. 

 

60 "Hoyr tað, frægi Magnus kongur, 

hvat ið eg tali til tín, 

tað var frægi Upplands kongur, 

hann sendi meg til tín! 

 

61 Hoyr tú, frægi Magnus kongur, 

legg tær væl í minni, 

áður jólini komin eru, 

tá vil hann teg finna!" 

 

62 Svaraði jomfrú Svanhild  

av so góðum treysti:  

"Eingin ríður til Upplanda  

á hesum sama heysti." 

 

63 Sendisvein leyp á gangaran,  

hann goymdi væl at orði,  

hann kom ikki fyrr í høllina inn,  

enn kongur sat yvir borði. 

 

64 "Ver vælkomin, mín sendisvein, 

higar nú til mín! 

Hvussu tók hann Magnus kongur 

við ørindum tínum?" 

 

65 Svaraði Svanhild, dóttir tín,  

av so góðum treysti:  

"Eingin ríður til Upplanda  

á hesum sama heysti." 

 

66 "Sendisvein, far til Jorsaland, 

legg tær væl í minni, 

áður jólini komin eru, 

tá vil eg hann finna!" 

 

67 Sendisvein leyp á gangaran,  

hann goymdi væl at orði,  

kom ei fyrr í høllina inn,  

enn Magnus sat við borðið. 

 

68 "Sit væl, frægi Magnus kongur, 

legg tær væl í minni, 

áður jólini komin eru, 

tá vil hann teg finna!" 

 

69 Svaraði jomfrú Svanhild,  

møðug fellir hon tár:  

"Eingin ríður til Upplanda  

í hetta sama ár." 

 

70 Magnus stendur á hallargólvi,  

hann tók tey orð við reiði:  

"Tó skal eg til Upplanda,  

eg komi ei aftur úr teirri." 

 

71 "Hoyr tað, frægi Magnus kongur, 

hvat eg tali til tín, 

far tú ikki til Upplanda, 

eg kenni faðir mín!" 

 

72 "Samson ungi og Haraldur  

teir skulu fara við mær,  

Sniolvur er so lítil svein,  

tú goym hann eftir hjá tær!" 

 

73 Tað var jomfrú Svanhild,  

reyðargull bar á hand,  

síðan fylgdi hon Magnus kongi  

niður til sjóvarstrand. 

 

74 Legði hann hendur um frúnnar háls,  

hann myntist við hana blíða,  

skiltist so frá lindin í borg,  

tey sóust ikki síðan. 

 

75 Vindur hann upp síni silkisegl,  

gull við vovin rand,  

strykar ei á bunka niður  

fyrr enn við Uppland. 

 

76 Kastar sínum akkerum  

á so hvítan sand,  

fyrstur steig hann Magnus kongur  

sínum fótum á land. 

 

77 Fyrstur steig hann Magnus kongur  

sínum fótum á land,  

Samson ungi og Haraldur  

undir hans hvørji hand. 

 

78 Samson ungi og Haraldur  

undir hans *hvørji hond,  

tá var hann riðin Upplands kongur  

niður til sjóvarstrond. 

 

79 "Ver vælkomin, mín sæli mágur, 

tað vilt tú ikki trúgva, 

lidnir eru fimtan vetur, 

síðan eg læt veitslu búgva! 

 

80 Í mínum garði stendur ein borg,  

takt við dýrar steinar,  

har skalt tú, Magnus, inni sova  

við allar tínar sveinar." 

 

81 So skeinkir hann falsarin 

mjøðin og so vín, 

fyrstur sovnaði Magnus kongur 

fram úr sessi sínum. 

 

82 Falsarin gongur fyri Grimmar illa,  

sigur honum frá:  

"Nú svevur Magnus, bróðir tín,  

við alt tað lið, hann ár." 

 

83 Tí svaraði Grimmar illi,  

meðan hirðin sovnar:  

"Harðan skalt tú deyðan tola,  

letur [tú] mjøðin dovna." 

 

84 Aftur mintist Grimmar illi,  

hvat verið hevði fyrr,  

legði hann eld í borgina,  

stokkar fyri dyr. 

 

85 Fyrstur vaknar Magnus kongur,  

hann klappar saman hendur:  

"Sovið tygur nú longur inni,  

so verða allir brendir!" 

 

86 Magnus stendur í heita báli,  

ilt er á at herja,  

hundrað mans við skjøld og svørð  

tóku nú borg at verja. 

 

87 Tað var frægi Magnus kongur,  

fyrstur at múrum vágdi,  

feldi meiri enn tvey hundrað  

niður á hvørja hond. 

 

88 Feldi meiri enn tvey hundrað  

niður á hvørji síðu,  

svørji tann eið á mína trú,  

hann gjørdi gøtu víða. 

 

89 So ríður hann Magnus kongur 

víðan vegin fram, 

klývur hann hvønn í tvørar herðar, 

ímóti honum rann. 

 

90 Roðin settist á himmal upp  

í tí grima vígi,  

Magnus og Grimmar illi  

møttust teir í stríði. 

 

91 Magnus ríður í herin fram,  

hann gevur nú ikki bøtur,  

hann sló Grimmar, bróður sín,  

niður fyri sínar føtur. 

 

92 Grimmar settist í jørðina niður  

alt for uttan ekka:  

"Hoyr tú Magnus, bróðir mín,  

tú gev mær vatn at drekka!" 

 

93 "Gjarna gevi eg tær vatn 

út av mínum runni, 

hoyr tað Grimmar, bróðir mín, 

í dag havi eg teg vunnið!" 

 

94 Magnus gekk at kelduni  

honum drekka at fá,  

Grimmar var á baki hans,  

hann kleyv hann í lutir tvá. 

 

95 Tí svaraði Magnus kongur,  

tá ið hann fell í knæ:  

"Tað vita allir Upplands menn,  

við svikum vanst tú meg!" 

 

96 Grimmar hevði sín brandin upp,  

so blóðugan upp í loft:  

"Her skalt tú, Haraldur, síggja tað blóð,  

ið teg man ryggja ofta." 

 

97 Tað var hin ungi Haraldur,  

aftur á múrin vágdi,  

feldi meiri enn hundrað mans  

niður á hvørja hond. 

 

98 Enntá var tað Grimmar illi,  

sínum svørði brá,  

síðan kleyv hann Harald unga  

sundur í lutir tvá. 

 

99 Tað var enntá Samson ungi,  

aftur á múrin vágdi,  

feldi meira enn hundrað mans,  

hann ruddi fyri sær gongd. 

 

100 So ríður hann Samson ungi  

víðan vegin fram, 

klývur hann hvønn í tvørar herðar,  

ið móti honum rann. 

 

101 Tí svaraði Upplands kongur, 

tár á kinnar lá: 

"Latið ikki dótturson 

Upplands ríki fá!" 

 

102 Kongurin hann brynjar  

tólv hundrað menn,  

Samson reið har eina ímót,  

allar drap hann enn. 

 

103 Tí svaraði Samson ungi,  

hann er nýtur drongur:  

"Bannaðir veri, Upplands menn,  

eg vil ikki liva longur!" 

 

104 Samson ríður í herin fram,  

hann gevur har ikki bøtur,  

hann sló Grimmar, sín faðirbróður,  

niður fyri sínar føtur. 

 

105 Grimmar settist til jørðina niður  

rætt fyri uttan ekka:  

"Hoyr tað Samson, mín bróðurson,  

gev mær vatn at drekka!" 

 

106 "Gjarna gevi eg tær vatn 

út av mínum runni, 

hoyr tað Grimmar, mín faðirbróðir,  

í dag havi eg teg vunnið!" 

 

107 Samson gekk at kelduni  

honum drekka at fá,  

Grimmar var á baki hans,  

kleyv hann í lutir tvá. 

 

108 Tí svaraði Samson ungi,  

tá ið hann fell á knæ:  

"Vita tað allir Upplands menn,  

við svikum vanst tú meg." 

 

 

 

 [Triði táttur] 

 

109 Boðini komu til Jorsalanda,  

gott er at taka til evna:  

"Fallin er hann Magnus kongur,  

um tú vilt hann hevna." 

 

110 Sára græt jomfrú Svanhild  

av tí tunga stríði:  

"Berið mínum faðir boð,  

hevndir skulu teir blíva!" 

 

111 Svanhild gongur í høllina inn 

fyri sín sæla son: 

"Ótíð bar eg teg í heim, 

betur vart tú ein kona!" 

 

112 Svanhild gekk fyri Sniolv unga,  

hann mundi tað ikki venta:  

"Ótíð bar eg teg í heim,  

betur vart tú ein genta!" 

 

113 Sniolvur leyp so fimliga á føtur,  

tekur so hart at læa:  

"Vart tú ikki móðir mín,  

so lætt mundi eg teg vega." 

 

114 Svaraði hansara føðursystir,  

stóð sveipað í hvíta lín:  

"Tú vilt ongar hevndir gera  

eftir faðir og brøður tín." 

 

115 Svaraði ungi Sniolvur, 

kundi hennar mál væl skilja: 

"Eg eigi hvørki vin ella frændur, 

ið mær til Upplands fylgja." 

 

116 Svaraði junkarin Hergeir:  

"Nú man tað so vera,  

tær skal fylgja Ringur, sonur mín,  

men eg skal eftir vera." 

 

117 So letur ungi Sniolvur 

búgva skipin sín, 

bæði letur [hann] á tey laða 

virtur og so vín. 

 

118 Tað var ungi Sniolvur,  

ið reyðargull bar á hand,  

síðan fylgdi hann sínum liði  

niður til sjóvarstrond. 

 

119 Vinda upp síni silkisegl  

út av salta vág,  

Ringur ungi og Sniolvur  

teir fóru til Upplands báðir. 

 

120 Teir hildu upp undir Uppland  

eina morguntíð,  

havið var sum í bál at líta,  

tá ið skeiðin dundi í. 

 

121 Tað vóru hesar miklu kempur,  

heim í garðin fóru,  

úti sjálvur Harra-Svein  

fyri teimum stóð. 

 

122 Tí svaraði Harra-Svein,  

hann tókti hava kent:  

"Krist signi teg, ungi Sniolvur,  

hvør hevur teg higar sent?" 

 

123 "Mítt skæra fingurgull 

vil eg geva tær, 

hoyr tað tú nú, Harra-Svein, 

dyl nú tað við mær!" 

 

124 "Hav tú sjálvur títt fingurgull, 

bjóð tað ikki mær, 

hevn nú faðir og brøður tínar 

í friði fyri mær!" 

 

125 "Hoyr tað tú nú, Harra-Svein, 

hvat eg spyrji teg at, 

hvat er hetta mikla fólk, 

ið her heldur seg so glatt?" 

 

126 "Hoyr tú, hin ungi Sniolvur, 

hvat eg sigi tær, 

hetta er hann Grimmar illi, 

sín dóttur brúdleyp ger." 

 

127 "Mítt skæra fingurgull 

vil eg geva tær, 

hoyr tað tú nú, Harra-Svein, 

brúður vís tú mær!" 

 

128 "Hav tú sjálvur títt fingurgull, 

bjóð tað ikki mær, 

hoyr tú, ungi Sniolvur, 

brúður vísi eg tær!" 

 

129 Tí svaraði Harra-Svein,  

hvørki av ilsku ella bræði:  

"Hoyrið tað, tygur ungir menn,  

havið ókend klæði!" 

 

130 Tað var ungi Harra-Svein,  

í grasgarði hann var,  

hann kom aftur skundiliga,  

teimum klæði bar. 

 

131 "Hoyr tú, ungi Sniolvur, 

tað sigi eg tær fyrst, 

tit skuluð standa úti um sinn, 

og eg skal ganga inn fyrst." 

 

132 "Ringur, tú skalt ganga inn fyrst, 

prýrði manst tú njóta, 

báðum skalt tú høvdingum 

bukka og so lúta." 

 

133 Tað var ungi Harra-Svein,  

tá var hann staddur í vanda,  

so gekk hann at breiða borði  

fyri Óluvu at standa. 

 

134 So gekk hann at breiða borði  

fyri Óluvu at standa:  

"Nú er komin kappin tann,  

ið tú hevur eftir langað. 

 

135 Hoyr tað, frúgvin Óluva,  

tað sigi eg tær fyrst,  

tað [er] Sniolvur, frændi tín,  

ið seinri kemur inn!" 

 

136 Ringur gekk í høllina inn,  

prýði mundi hann njóta,  

hvørgum vildi hann høvdingum  

bukka ella lúta. 

 

137 Sniolvur gekk í høllina inn,  

prýði mundi hann njóta,  

báðum mundi hann høvdingum  

bukka og so lúta. 

 

138 Jútskan læt hann sær hattin síga  

niður for gula hár,  

uttarlaga sær sessin tók  

stakkalum íhjá. 

 

139 Óluva tekur sítt fingurgull,  

lokar yvir ker,  

sendir so út fyri Sniolv unga,  

Harra-Sveinur ber. 

 

140 Sniolvur tók sítt fingurgull,  

lokar yvir ker,  

sendir so aftur fyri Óluvu,  

Harra-Sveinur ber. 

 

141 Harra-Sveinur reikar títt 

uttar og innar við pøllum, 

títt hann tendrar, teir sløkkja ljós, 

teir gjørdu myrkt í høllum. 

 

142 Sniolvur tók tá brúðrina,  

skyndar sær av durum,  

Ringur hann tók brúðgómin,  

snaraði hálsin sundur. 

 

143 Sniolvur tók tá brúðrina,  

hevði ei fleiri orð,  

so bar hann tað bjarta sprund  

inn á snekkjunnar borð. 

 

144 Ljósið kom í høllina inn,  

lýsir í hvørs mans sæti,  

horvin var annar komumaður  

burtur var brúður hin mæta. 

 

145 Ljósið kom í høllina inn,  

lýsa tók á øllum,  

horvin var annar komumaður,  

burtur var brúður av pøllum. 

 

146 Tí svaraði Upplands kongur  

við alt sítt elvargeingi:  

"Sveinar, gevið kalli ljóð,  

um hann man kenna dreingir!" 

 

147 "Eg kenni væl Ring, tín sonarson, 

tann avrekskappan ríka, 

hartil Sniolv, tín dótturson, 

so fáar finnur tú slíkar." 

 

148 Tí svaraði Upplands kongur  

í fyrsta orði tá:  

"Ringur ungi skal láta lív,  

meðan Sniolvur er ikki hjá." 

 

149 Ringur stendur á hallargólvi,  

kongins lið hann fellir,  

tað hoyrdi Sniolvur langan veg,  

hvar svørð á brynju gellur. 

 

150 Ringur stendur á hallargólvi,  

tá var hann staddur í vanda,  

sundur gekk hans góða svørð  

ímillum hans beggja handa. 

 

151 Tað var ungi Harra-Svein,  

snarliga hann sær vendi,  

betra mæka av slíðrum vant,  

hann Ringi unga sendi. 

 

152 Ringur stendur á hallargólvi,  

kendi møði við sær:  

"Hvar er Sniolvur, frændi mín?  

nú er mær tørvur at tær." 

 

153 Sniolvur talar við Upplands menn  

tógva ella tríggjar:  

"Lovið mær í høllina inn  

frænda mín at síggja!" 

 

154 Svaraði fyrsti av sveinunum,  

heldur á brýndum knívi:  

"Tú fert ikki í høllina inn,  

so leingi eg eri á lívi." 

 

155 Sniolvur talar við Upplands menn:  

"Viljið tit meg hoyra,  

nú taki eg mín búgvin brand,  

eg spari hann ei at koyra!" 

 

156 Sniolvur vá í høllina inn,  

hann bitra brandi streyk,  

hvør tann maður, har fyri var,  

hans høvur av herðum feyk. 

 

157 Sniolvur vá í høllina inn  

fyri uttan angist og sút,  

síðan hjálpti frænda sínum  

av hallardurum út. 

 

158 Aftur mintist Sniolvur,  

hvat verið hevði fyrr,  

legði hann eld í borgina,  

stokkar fyri dyr. 

 

159 Legði eld í borgina,  

stokkar fyri dyr,  

brendi inni Upplands kong  

og alt hans valdra lið. 

 

160 Tí svaraði Upplands kongur,  

login leikar so hátt:  

"Hvat havi eg til sakar gjørt,  

hví eri eg brendur á nátt?" 

 

161 Svaraði ungi Sniolvur, 

fram við báli fer: 

"Tað visti tú, Upplands kongur, 

at faðir átti eg mær." 

 

162 Tí svaraði Upplands kongur,  

login leikar á honum:  

"So er seggur í vørildini,  

ið dúgliga eigur konu." 

 

163 Svaraði ungi Sniolvur,  

login leikar um bein:  

"So er seggur í vørildini,  

ið eigur ein tryggan svein." 

 

164 Árla var um morgunin,  

áður upp rann sól,  

tá hevði hann Grimmar illi  

brynjað út hundrað tólv. 

 

165 Árla var um morgunin,  

sólin roðar á gróti,  

Ringur ungi og Sniolvur  

teir riðu har tveir ímóti. 

 

166 Gingu teir í grasgarði, 

hvørki fleiri ei færri, 

liðið kom frá strondum niðan, 

nú gerast leikir verri.  

 

167 Roðin setist á himmalin upp  

í tí grima stríði,  

Sniolvur og Grimmar illi  

møttust teir í stríði. 

 

168 Sniolvur ríður í herin fram,  

gevur nú ikki bøtur,  

hann sló Grimmar sín føðurbróðir  

niður fyri sínar føtur. 

 

169 Grimmar settist í jørðina niður 

alt fyri uttan ekka: 

"Hoyr tað Sniolv, mín bróðurson, 

gev mær vatn. at drekka!" 

 

170 "Gjarna gevi eg tær vatn 

út av mínum runni, 

hoyr tað Grimmar, mín føðurbróðir,  

í dag havi eg teg vunnið!" 

 

171 "Hoyr tað, ungi Sniolvur, 

hvat eg tali til tín, 

lat hann ikki svíkja teg, 

sum hann sveik bróður tín!" 

 

172 Niður settist Grimmar illi  

í so fullgott mak:  

"Hoyr tað tú nú, Ringur ungi,  

hetta verður ikki tín sak!" 

 

173 Ringur leyp á vøllin fram,  

øllum tókti undur,  

tað er mær av sonnum sagt,  

hann reiv hann kykan sundur. 

 

174 Svaraði ungi Sniolvur  

av tí tunga stríði:  

"Hví tókst tú mín føðurbróður  

so bráðan burtur av lívi?" 

 

175 Tí svaraði Ringur ungi,  

hann leit ikki upp at hyggja:  

"Bannaður verði búkur og bein,  

sum tey á jørðini liggja!" 

 

176 "Hoyr tað tú nú, Ringur ungi, 

hvat eg tali til tín, 

gloym tú ikki Harra-Svein, 

men gev honum systur tína!" 

 

177 Tað var ungi Sniolvur  

til Jorsalands tá reið,  

honum fylgdi Harra-Svein  

í tríggja daga leið. 

 

178 Sniolvur ríður til Jorsalands,  

sigist í hesum tátti,  

Ringur settist í ríki tað,  

ið Upplands kongur átti. 

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c II [3b]. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 118. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 21. bind, s. 10. 

 

Heimild: Úr Suðuroy: Thomas Thomsen (1799-1879), Sumba, 1847. 

 

E 99 Snæúlvs ríma (Man is killed by brother and father-in-law but is revenged by son)

Kongur í Jorsalandi liggur á deyðastrá og ger av, at yngri sonur hansara, Magnus, skal taka við eftir hann, tí Grimmar, eldri sonurin, er illavorðin maður.

Eftir ósemju sendir Magnus Grimmar av landinum. Seinni biðja báðir brøðurnir um Svanhild, dóttur Upplands kongs. Hon kjósar sær Magnus, og tey giftast. Tey fara aftur til Jorsalands og hava við sær beiggja Svanhild, sum giftist systur Magnusar.

Grimmar, sum enn er í Upplondum, og faðir Svanhild leggja saman ráð um at drepa Magnus. Kongur bjóðar honum at halda jól hjá sær. Hóast Svanhild ávarar hann, tekur Magnus við innbjóðingini og fer til Upplands við tveimum av sonum sínum og letur tann triðja, Sniolv, vera eftir.

Magnus og menn hansara fáa so mikið at drekka, at teir detta av, og so setir Grimmar eld á húsini. Tað eydnast Magnusi og sonum hansara at sleppa út úr húsunum, sum standa í ljósum loga. Teir stríðast manniliga fyri lívinum, men við svikaráðum drepur Grimmar teir.

Svanhild frættir tíðindini og eggjar Sniolvi til at hevna teir. Sniolvur fer til Upplands saman við systkinabarninum Ringi. Tá ið teir koma, hitta teir mann, sum eitur Harra-Svein, sum sigur teimum, at Grimmar heldur brúdleypsveitslu hjá dóttrini. Hann hjálpir teimum á veitsluna í dularbúna.

Teir sløkkja ljósini, og tað eydnast Sniolvi at sleppa av stað við brúðrini, meðan Ringur kemur upp í bardaga. Sniolvur kemur aftur og hjálpir honum at sleppa út úr húsunum. So setir hann eld á húsini, og abbi hansara, Upplands kongur, kolast í hel.

Sniolvur og Ringur hitta Grimmar og berjast við hann. Við svikaráðum roynir Grimmar at drepa Sniolv, men Ringur bjargar honum og drepur Grimmar. Sniolvur fer aftur til Jorsalands, og Ringur verður kongur í Upplondum.

á føroyskum: CCF 92 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017