• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Torbjørn Bekil

 

CCF 98 A 

TSB E 135 

 

1 Torkil vitur á Oyri situr 

glaður fyri uttan ekka, 

brátt munnu skip frá Nøríki koma 

higar til Íslands rekkar. 

 

Nú fellur ríman yvir tann breiða fjørð,  

og har liggur ein bóndi deyður í døkkari jørð. 

Og nú fellur ríman. 

 

2 Torkil vitur á Oyri situr  

glaður fyri uttan sút,  

brátt koma skip frá Nøríki  

higar til Íslands út. 

 

3 Torkil gekk til strandar oman,  

biður sær stýrimann:  

"Vilt tú tiggja vetrarvist  

og vera í mínum ranni?" 

 

4 "Eg vil tiggja vetrarvist  

og vera í tínum ranni,  

men tú skalt mær til føðslu fáa  

mat mót menskum manni. 

 

5 Oksakropp og geitir sjey 

tríati seyðatal, 

tað skalt tú mær til morgnar ætla, 

áðrenn dimmir av dag." 

 

6 Torbjørn steig seg út for borð, 

søgur ganga frá, 

hann var mikil og ógvuligur, 

bóndin undrar á. 

 

7 Torbjørn steig seg út for borð,  

tað mundi mangir síggja,  

fimtan favnar dýpið var,  

og ei stóð upp til kníggja. 

 

8 Torbjørn stígur út for borð,  

vil eg fyri øllum greina,  

eftir liggja á skipunum  

garpar hans og sveinar. 

 

9 Hundar taka at goyggja hart, 

tá ið gripurin dró at garði, 

hann stígur væl fast við sterkum alvi, 

at ongan mann tað varir. 

 

10 Hundar tóku at goyggja hart,  

tá ið hann kom í tún,  

beinkir allir brotnaðu,  

áðrenn hann fekk rúm. 

 

11 Hundar tóku at goyggja hart, 

tá gripur at garði dró, 

hann stígur væl sterkt á stinnum alvi, 

at jørð til kálva tróð. 

 

12 Allir veggir svigtaðu,  

hvar ið hann studdist við,  

allir beinkir brotnaðu,  

hvar hann settist niður. 

 

13 Hurðar allar klovnaðu,  

tá hann kom í dyr,  

beinkir allir brotnaðu,  

tá ið hann settist niður. 

 

14 Allir beinkir brotnaðu,  

hvar hann gekk í sæti.  

Svaraði Jarngerð, bóndans kona:  

"Hetta eru trøllalæti." 

 

15 Oksan ein og geitir fimm  

lógvaði hann úr tíni,  

tunnubreyð og laksir sjey  

og flykkini tólv av svíni. 

 

16 Oksan ein og geitir fimm  

og tríati seyðatal,  

tunnubreyð og laksir sjey,  

áðrenn dimdi á dag. 

 

17 Oksakroppin át hann upp  

og tríati svínaflykki,  

tólv tunnur av stumpabreyði,  

áðrenn hann kravdi drekka. 

 

18 Tá ið hann hevði oksan etið, 

saltaðan upp úr tíni, 

tá drakk hann í minsta drykk 

bollaskál av víni. 

 

19 Hann vildi ei av skálum drekka, 

ei av smáum kerum, 

hann læt sær á stongum vega 

stóru bryggjuker. 

 

20 Svaraði Jarngerð, bóndans kona:  

"Eg bjóði tað ikki bøtur,  

ørfátæka etur hann meg,  

verður hann her í vetur." 

 

21 Svaraði Jarngerð, bóndans kona, 

væl kann lokulistar: 

"Tú hevur boðið higar til mín 

trøllið tað hitt versta." 

 

22 "Mangur talar tað, hann ei veit, 

hjartað mælir av bræði. 

Eg skuldi biðja ein stýrimann, 

eg meinti ei frægari væri." 

 

23 Tí svaraði bóndans kona, 

tað fell so væl í lag: 

"Gakk teg yvir á Ferjubakka, 

kjós tær moyggj og fæ!" 

 

24 Svaraði Jarngerð, bóndans kona, 

stóð har skamt ífrá: 

"Hoyrt havi eg, bóndin á Ferjubakka 

væna dóttur ár." 

 

25 Torbjørn snúðist av skálanum út,  

hann tók hennara orð til takka,  

snarliga skundar hann síni ferð  

yvir á Ferjubakka. 

 

26 Torbjørn fór seg yvir um á  

ein so morgun snimma,  

bóndin stóð í hoylaðuni  

við níggju húskallar sínar. 

 

27 Torbjørn steig í hoylaðuna, 

gat ikki ilsku sparað, 

hann vá bóndan á Ferjubakka, 

hann tók seg ikki vara. 

 

28 Torbjørn gekk í skálan inn,  

myrkt var honum for eygum,  

Halga fagra á beinki situr,  

vavd í bondum beygum. 

 

29 Torbjørn gekk í skálan inn 

glaður fyri uttan sút, 

tekur nú hendur á bóndans dóttur, 

meinti at bera hana út. 

 

30 Men hon hevði upp ein lindarsaks,  

skamt lá hann frá henni,  

buðlungur fekk av skærinum mein,  

ein moybrest fekk hann í enni. 

 

31 Halga sló, men buðlungur stóð,  

tað neit hann inn at hjarta,  

blóðið rann sum streymur í á,  

tað var sum sótið svarta. 

 

32 "Hoyr tað, væna bóndans dóttir,  

blóðgað hevur tú meg!  

Áðrenn dagur at kvøldi kemur,  

javnlíkt søki eg teg. 

 

33 Eg skal fara í heiðin lond 

og samla saman *tjóð 

av teim trimum Blálondum, 

sum eingin skín á sól. 

 

34 Mær skal fylgja Rani, mín frændi, 

risin av Bretlandi, 

Atli og hann Gyrðilin sterki, 

teim man eingin granda. 

 

35 Mær skal fylgja Rani, mín frændi, 

Atli kongins son,  

ógvast allir í hjartanum, 

sum av honum vita vón. 

 

36 Rani skal hava tín heiður fyrst, 

tað skal eg tær gera, 

allar skammir skal eg tær vinna, 

mín frilla skalt tú vera. 

 

37 Rana gevi eg moydóm tín,  

harmar skalt tú kenna,  

herja undir meg Ísland alt  

og kristið lið at brenna." 

 

38 Torbjørn steig á størsta knørr,  

tað rivnaði súð frá sjó,  

so er sagt, hann sparir ei til,  

hann drekkur blandað blóð. 

 

39 So er sagt, hann sparir ei til,  

hann drekkur blóðið blandað,  

rívur rátt, sum ravnar, kjøt,  

hvar ið hann kemur at landi. 

 

40 Rívur rátt, sum ravnar, kjøt,  

hvar ið hann kemur at landi, 

takk havi tann móðirin,  

sonin sín so vandi. 

 

41 Torbjørn stígur í annan knørr, 

tá rivnaði súð frá sjó, 

so er sagt, hann sparir ei til,  

drekkur blandað blóð. 

 

42 Átjan skulu herskipini  

út á sjógvin ganga,  

annaðslíkt skal eftir koma  

undir ein loynitanga. 

 

43 Tað var Halga, bóndans dóttir, 

yvir um ánna fór, 

úti hann hin gamli kallur 

fyri henni stóð. 

 

44 Kallur stár undir skálaveggi, 

sveipar at sær skinn: 

"Ver vælkomin, Halga fagra, 

gakk í skálan inn!" 

 

45 Tað var væna bóndans dóttir 

inn í skálan gekk, 

kelling varpar dýnu í bonk 

og henni sessin fekk. 

 

46 Kelling varpar dýnu í bonk  

henni sess at bjóða:  

"Tað síggi eg á Halguni føgru,  

at sorg er á vænum fljóði." 

 

47 "Eg havi farið um Ísland alt 

kristið lið at kanna, 

víða man mítt lýti fara, 

sjálv biði eg mær mann." 

 

48 Tí svaraði Halgan fagra, 

skortar hon ei fíggja: 

"Hvar er Ásmundur, sonur tín, 

nú vil eg hann síggja?" 

 

49 Svaraði Halga, bóndans dóttir,  

lært hevði tukt og sinni:  

"Hvar er Ásmundur, sonur tín,  

nú vil eg hann finna? 

 

50 Hvar er Ásmundur, sonur tín,  

eg geri tað ei at loyna?  

Hann kemur ei í song við mær  

fyrr enn odd við Bekil royna." 

 

51 "Sonur mín er í steikarhúsi, 

góðar kostir velur, 

um nátt er hann á skógnum burtur, 

allar leikir fremur. 

 

52 Sonur mín er í steikarhúsi, 

góðar kostir nýtur, 

um nátt er hann á skógnum burtur, 

rygg í trøllum brýtur." 

 

53 Kelling snúðist haðan frá, 

so er greint fyri mær, 

í tað sama steikarhús, 

sum hennara sonur var. 

 

54 Kellingin so til orða tók: 

"Av Gudi ver tú kærur, 

sonur mín, gakk í skálan heim 

og kjós tær moyggj og fæ! 

 

55 Hoyr tú, Ásmundur, sonur mín, 

eg vil tað ikki loyna! 

tú kemur ei í Halgu song 

fyrr enn odd við Bekil royna." 

 

56 Svaraði Ásmundur kellingarson,  

hann var ikki vanur við flokkar:  

"Plaga so fáar høviskar møður  

síni børn mót trøllum lokka." 

 

57 Kelling víkir at Ásmundi, 

fram úr øsku dró, 

ikki vikaðist kappin heldur 

enn í bergi stóð. 

 

58 Kelling ræður at Ásmundi, 

hon ætlar ei undan at víkja: 

"Hevði eg ikki gjørt fyri syndir skuld, 

eg skuldi títt hár av slíta." 

 

59 Svaraði Ásmundur kellingarson, 

hann tekur so hátt at læa: 

"Vart tú ikki móðir mín, 

so lítið mundi eg teg vara." 

 

60 Hann sýndi henni knívin tann,  

sum brendur var upp í tanga:  

"Tykist tær henda sámiligan  

mót kempum við at ganga?" 

 

61 Kelling snúðist haðani frá,  

hon dvaldist ikki leingi,  

rívur eitt svørð úr bási upp,  

sum har hevði ligið leingi. 

 

62 Hon kom aftur við svørðinum, 

eigiligt var at bera: 

"Tak nú við, mín sæli sonur, 

hetta kann brynju skera!" 

 

63 Hon kom aftur við svørðinum,  

skeftið av silvuri hvíta:  

"Tak nú við, mín sæli sonur,  

hetta kann brynju bíta!" 

 

64 Hon kom aftur við svørðinum, 

sínum soni bar fram, 

eitur var í oddinum, 

eldur úr eggjum brann. 

 

65 Hon kom aftur við svørðinum, 

ilt var mót at ganga, 

ormar møttust mitt á leið 

millum hamar og tanga. 

 

66 Ásmundur sprakk úr árni upp,  

hann ristir øsku av sær:  

"Eg vildi nú, mín sæla móðir,  

her var ein brynja mær." 

 

67 Kelling fór seg haðani burt  

av teirri somu breyt,  

læsir upp eina eikikistu,  

hon var øll við skreyt. 

 

68 Hon kom aftur við brynjuni,  

glógvar sum silvurið hvíta,  

hon var gjørd av reinum stáli,  

ei mátti brandur á bíta. 

 

69 Hon var gjørd av reinum stáli,  

ei mátti brandur á bíta:  

"Tak nú við, mín sæli son,  

vita um tú nýtur." 

 

70 Ásmundur fór í brynjuna,  

sum kallin fyrr hevði borið,  

so var hon til vídd og sídd,  

til skapar var hon skorin. 

 

71 Leggur hon hann í varma leyg,  

tekur hans hár at greiða,  

hálsurin var sum fonnin hvít,  

gott tókti móður at eiga. 

 

72 Ásmundur gekk í skálan heim, 

av ber lov og prís, 

Halgan fagra á beinki situr, 

upp mót honum rís. 

 

73 Svaraði tann Halgan fagra, 

tað man ongan vara: 

"Gjarna vil eg eiga teg 

við fæ og seksti garðar. 

 

74 Hoyr tað Ásmundur, søti mín, 

eg geri tað ei at loyna! 

Tú kemur ikki í song við mær. 

fyrr enn odd við Bekil royna." 

 

75 Tað var Ásmundur kellingarson, 

fyrsta orð at svara: 

"Gjarna vil eg hava teg 

við fæ og seksti garðar." 

 

Torbjørn talar til sínar menn, 

væl kann brynju skera: 

"Hvør vil vera mín njósnari 

og boð fyri Halgu bera?" 

 

77 Svaraði ein av sveinunum, 

sigst í hesum tátti: 

"Eg vil vera tín njósnari, 

so væl eg tað formátti." 

 

78 Sveinur gekk til hallar heim 

og aftur í sama sinni, 

eftir spurdi Torbjørn Bekil: 

"Sást tú Halguna svinnu?" 

 

79 Torbjørn stendur á skipinum, 

mongum veitir hann bana: 

"Vart tú teg á skálanum heima, 

sást tú Halgu vænu?" 

 

80 "Yvir henni sá eg skjøld og svørð 

og kápu á veggi hanga, 

mann sá eg fyri Halgu knøum, 

hann hevði leggir langar." 

 

81 "Sást tú mann fyri Halgu knøum, 

og hevði hann leggir langar, 

tað man vera tann øskudólgur, 

ið býst mót os at ganga. 

 

82 Standið upp av mínum monnum,  

fimtan valdir sveinar,  

takið tann ússala øskudólg  

og berið hann út á teinar!" 

 

83 Teir fóru seg til hallar heim  

at taka Ásmund av lívi,  

Ásmundur stóð á hallargólvi  

við hvøssum slíðraknívi. 

 

84 Teir fóru seg til hallar heim,  

ýla rætt sum hundar,  

Ásmundur gekk teim øllum ímóti,  

ongum fór hann undan. 

 

85 Ásmundur stóð á hallargólvi 

við hvøssum slíðraknívi, 

fyrst vá hann ein, so vá hann tveir, 

hann tók teir allar av lívi. 

 

86 Fyrst vá hann ein, so vá hann tveir, 

so vá hann teir allar, 

lítlan mundu teir sigurin rósa, 

sum fyrst komu heim til hallar. 

 

87 Torbjørn liggur á skipunum,  

tykist vera komin í vanda,  

hann sá ikki sínar menn  

aftur koma til strandar. 

 

88 "Nú skal leggja skipum saman,  

rætt sum boðar berja,  

tað er eingin av íslendingum,  

frúnna torir verja. 

 

89 Nú skal leggja skipum saman,  

rætt sum boðar bresta,  

ríða so frá strondum niðan  

við albrynjaðar hestar." 

 

90 Tað er reystur Torbjørn Bekil 

talar til sín frænda: 

"Eg sendi menn til hallar heim 

ein øskudólg at granda." 

 

91 Torbjørn talar til frænda sín:  

"Tú lív ei tínum alvi!  

So tykist mær at berjast við hann  

sum leika við frúvur í talvi." 

 

92 Torbjørn letur hestin saðla, 

søgur ganga frá, 

brotnaðu bein í lendum hans, 

deyður á vølli lá. 

 

93 Torbjørn letur annan saðla,  

søgur ganga frá,  

brotnaðu bein í bógvi hans,  

deyður lá hinum hjá. 

 

94 Tað var henda kellingin  

hon veit so illa við,  

svørji tann eið á mína trú,  

hon fell í óvit niður. 

 

95 "Tú ið tú tekur Torbjørn Bekil 

bein úr honum at bróta, 

ilt mant tú, hvat kelling segði, 

av mínum ráðum njóta." 

 

96 Rani hyggi gekk fram tá, 

firra tók við elli, 

svartan hevur hann lit á sær 

og gartarli til leggir. 

 

97 Svartan hevur hann lit á sær 

og gartarli til leggir, 

so steig hann á foldina fast, 

hann merkti spor í vølli. 

 

98 Átjan alin er jarnstong hans, 

reiggjar hann hana hátt, 

harðliga vindur hann skegg sítt upp, 

tað var í hárum grátt. 

 

99 Rani hyggi gekk fram tá,  

grummur var hann til víggja:  

"Eg vil binda mína høgru hond,  

við vinstru vil eg stríða. 

 

100 Man hetta vera tann øskudólgur, 

inni hevur ligið leingi? 

Nú er hann komin úr árini út 

at royna reystar dreingir. 

 

101 Líkari var tær inni at ligið 

tín móðurs grýtu at strúka 

enn at ríða os ímót 

og øsku á os rúka. 

 

102 Líkari var tær inni at liggja 

tín móðurs grýtu at slikka 

enn at ganga os ímót 

og øsku á os rista." 

 

103 "Eg havi slokt mína móðurs grýtu 

foruttan allan ekka, 

eg havi ikki havt tann sið 

av blóðbollum at drekka. 

 

104 Hoyr tú tað nú, Halga fagra, 

meðan eg fari í kríg, 

far tú teg í skálan inn 

og ver hjá móður míni!" 

 

105 Kallin so til orða tók,  

hann kastar eik fyri gátt:  

"Liggið nú inni, vesalar tvær,  

tit koma ei út í nátt!" 

 

106 Teir høgga títt, teir líva lítið,  

dreingir spæla í víggi,  

Ásmundur ungi blóði sputtar,  

hvørgin vil undan flýggja. 

 

107 Teir høgga títt, teir líva lítið,  

dvørgamál sang í fjøllum,  

betur at liggja í eldubrandi  

enn berjast móti trøllum. 

 

108 "Nú vil eg loysa mína høgru hond, 

við báðum vil eg stríða, 

nú ert tú, kalsson, sterkur vorðin, 

fullvæl kanst tú at ríða." 

 

109 Átjan alin var jarnstong Rana,  

vil eg fyri øllum greina,  

høggið kom á saðilboga,  

orlov vildi honum meina. 

 

110 Stálið støkk úr hjálminum,  

øllum tókti undur,  

høggið kom á saðilboga,  

miðjan hestin sundur. 

 

111 Ásmundur sprakk úr saðli niður, 

í søgur ganga frá, 

so var hann á foldini lættur 

sum fuglur og villini rá. 

 

112 Kallin stóð undir skálaveggi, 

tekur so sárt at gráta: 

"Nú mant tú, mín sæli sonur, 

snarliga lívið láta." 

 

113 Kallin talar til heimakonu:  

"Gev ikki sorgini geyma!  

Eg skal taka ein fríðan fola  

og leggja fyri hann teymar.  

 

114 Eg skal taka tann fríða fola, 

dreingir kalla hin gráa,  

eg veit ongan tílíkan,  

kann eg hann nú fáa." 

 

115 Tóku teir tann fríða fola,  

gjørdur av elfinbeini,  

síðan legði hann saðil á  

av hvíta silvuri reina. 

 

116 Kallin tokar í bardagar, 

av bar dreingja lov, 

Ásmundur sprakk í saðilin upp, 

men kallur fór aftur um døv. 

 

117 Ásmundur sló sín hest við spora,  

væl hart ið hann goysti,  

hoyrast mátti langa leið,  

sín hest við sporan loysti. 

 

118 Teir høgga títt og líva lítið,  

dreingir spæla í víggi,  

Ásmundur ungi blóði sputtar,  

hvørgin vildi flýggja. 

 

119 "Tú skuldi staðið her, Torbjørn, sjálvur, 

og roynt tínar dreingir stinnar,  

enn at eggja tínum monnum  

roysnisverk at vinna." 

 

120 Blóð sprakk undan naglarót,  

Ásmundur spenti alva,  

síðan kleyv hann Rana sterka  

búkin niður í nalva. 

 

121 Fyrsta høggið hann til hann sló,  

tá tók inn at hjarta,  

blóðið dreiv á himmalin upp,  

tá sortnaði sólin bjarta. 

 

122 Rani *leyt at jarðar níga,  

sjúkur og sárur av stríði,  

Gyrðilin sterki sprakk á føtur,  

grummur var hann til víga. 

 

123 "Tú hevur dripið frænda mín 

móti mínum vilja, 

áðrenn dagur á kvøldi kemur, 

illa skulum vit skiljast." 

 

124 Torbjørn heitir á Gyrðilin sterka: 

"Tú lív ei tínum alvi! 

So tykist mær at berjast við hann 

sum leika við frú í talvi." 

 

125 "Gakk tú higar, Torbjørn, sjálvur, 

við tínar dreingir stinnar! 

Enn at eggja tínum monnum 

roysnisverk at vinna." 

 

126 "Man hetta vera tann øskudólgur, 

inni hevur ligið leingi? 

Nú er hann komin úr árini út 

at royna reystar dreingir." 

 

127 Blóð sprakk undan naglarót, 

Ásmundur spenti alva, 

meðan kleyv hann Gyrðilin sterka 

búkin niður í nalva. 

 

128 Gyrðilin *leyt at jørðini níga,  

sjúkur og sárur av stríði,  

Atli sterki sprakk á føtur,  

grummur var hann til víga. 

 

129 Hann róði undan Halafossi 

ein við átta árum, 

so var at líta á hansara ferð, 

sum vindur fýkur á bárum. 

 

130 Tí varð hann kallaður dólgurin sterki 

eingin var hans maki,  

átta hendur á búki hans  

og annaðslíkt á baki. 

 

131 Átta hendur á búki hans  

og annaðslíkt á baki,  

nú er komin av gartarli,  

ið kalsson fær sín maka. 

 

132 Tað var Ásmundur kellingarson, 

hann klývur stálið stinna, 

tá fekk hann tað gartarli, 

hann mundi gullið vinna. 

 

133 Tá fekk hann tað gartarli,  

hann mundi gullið vinna,  

kostar ei minni enn átjan hundrað  

*lodnar bussur tvinnar. 

 

134 Teir høgga títt og líva lítið,  

oddar á brynjum gjalla,  

stálið støkk úr hjálminum,  

og neistar av svørðum falla. 

 

135 Hann høgdi av honum hendur tvær, 

ikki var á tí hól, 

hann høgg av honum aðrar tvær, 

tá hevði hann eftir tólv. 

 

136 Hann høgg av honum triðju tvær,  

tað hevur mín bók at vátta,  

hann høgg av honum fjórðu tvær,  

tá hevði hann eftir átta. 

 

137 Hann høgg av honum fimtu tvær, 

tað var mest av sút, 

hann høgg av honum sættu tvær, 

eitur og ilskan út. 

 

138 "Nú hevur tú vigið mínar hendur av 

nú er á tær hógv, 

hoyr tað, Ásmundur kellingarson, 

nú hevur tú gullringar tólv! 

 

139 Fátækur eri eg kallins son, 

til tess havið tær frætt, 

tað hevur eingin hoyrt til mín, 

eg var av trøllaætt. 

 

140 Í fjør var eg á Írlandi 

og bardist við risar tólv, 

enn ert tú, Ásmundur, frægari, 

ei er mær á tí hól. 

 

141 Eg havi barst við risar tólv, 

ein av hvørjum landi, 

nú er komið, hvat Atli segði, 

nú man ein mær granda." 

 

142 Blóð sprakk undan naglarót,  

Ásmundur spenti alva,  

meðan kleyv hann Atla sterka  

búkin niður í nalva. 

 

143 Atli *leyt at jørðini níga,  

sárur var seggur av stríði,  

Torbjørn Bekil sprakk á føtur,  

grummur var hann í víggi. 

 

144 Hjúnini standa undir skálaveggi, 

tá mundu ráðini tróta: 

"llt mant tú, hvat kelling segði, 

av mínum ráðum njóta." 

 

145 Torbjørn letur sær hestin saðla,  

dreingir kalla hin spaka,  

brotnaði bein í lendum hans,  

og deyður fell hann til jarðar. 

 

146 Torbjørn læt sær annan saðla, 

dreingir kalla gráa, 

brotnaði bein í bøgi hans, 

og deyður á vølli lá. 

 

147 Torbjørn læt tann triðja saðla,  

dreingir folan kalla,  

brotnaði bein í lendum hans,  

og deyður fell hann til valla. 

 

148 "Tú hevur dripið frændur mínar 

ímóti mínum vilja, 

áðrenn dagur at kvøldi kemur, 

illa skuljum vit skiljast." 

 

149 Ásmundur sló sín hest við spora,  

sparir hann ei at leypa:  

"Áðrenn dagur at kvøldi kemur,  

dýrt skalt tú meg keypa." 

 

150 Ásmundur gav tað fyrsta høgg, 

so er greint fyri mær, 

stykki burtur úr Bekils læri, 

stórt, sum hestur bar. 

 

151 Annað høgg hann til hann sló,  

tað gekk honum so nær:  

"Svørjum okkur í stalbrøðralag,  

kalsson, fylg tú mær!" 

 

152 Svaraði tann hin gamli kallur,  

sorgin mundi hann *troyggja:  

"Orkar tú nakað, sonur mín?  

Gott er við ærum at doyggja." 

 

153 Tá svaraði Torbjørn Bekil,  

áðrenn hann læt lív:  

"Ov seint ert tú nú á ferð,  

sæla móðir mín." 

 

154 Illgerð sóu teir norðan vaða  

mót teirri bylgju blá,  

tað var hvørki buss ei skip,  

so strítt mót streymi lá. 

 

155 Hon legði inn at Ásmundi 

bæði við ilsku og bræði: 

"Her vil eg við knúgvum banka." 

Nú eru at honum bæði. 

 

156 Kallin stóð undir skálaveggi  

tekur so sárt at gráta:  

"Nú mant tú, mín sæli son,  

snarliga lívið láta." 

 

157 Kallin leyp undan skálaveggi 

við so fiman fót, 

trívur hann um eina stóra eik, 

hann rívur hana upp við rót. 

 

158 Kallin leyp undan skálaveggi,  

hann legði ikki møði eftir, 

hann treiv um eina stóra eik  

og henni um ryggin setti. 

 

159 Tungan tók at tala, 

buðlungur lá á vølli: 

"Ilt hevur tú verkið vunnið, 

kallin er evstur á elli." 

 

160 Tí svaraði gamli kall: 

"Nú søkir meg elli, 

hevði eg verið á ungum aldri, 

møtt hevði eg tær á vølli. 

 

161 Tá ið eg var á ungum aldri,  

mundi eg óræddur ganga,  

nú tekur elli at boyggja meg,  

og sjálvur man eg tað kenna." 

 

162 Tí svaraði Torbjørn Bekil, 

áðrenn hann læt lív: 

"Ov seint vart tú nú á ferð, 

eldra systir mín." 

 

163 Gammin síggja teir norðan flúgva 

við sínar stinnu streingir, 

eitrið dreiv um kjaftin út, 

og eldurin fleyg av veingi. 

 

164 Illgerð sóu teir norðan vaða,  

toppurin stóð á skalla,  

hoyrast mátti langa leið,  

tú gullbjøllurnar gjalla. 

 

165 Hon legði inn at Ásmundi,  

sum sigist í hesum kvæði,  

herviliga við veingjum bankar,  

nú eru at honum bæði. 

 

166 Ásmundur sínum svørði brá, 

tað var ei til meina, 

so beit svørð á hennara heysi 

sum knívur á hørðum steini. 

 

167 Tí svaraði gamli kall, 

stóð har skamt ífrá: 

"Tú fært ikki dripið hana, 

hevur tú ikki onnur ráð." 

 

168 Ásmundur sínum svørði brá,  

tað var henni til mein,  

risti kross á báðar oddar,  

tá stóð hon í steini. 

 

169 Tí svaraði Torbjørn Bekil, 

innan hann læt lív: 

"Ov seint ert tú nú á ferð, 

hin yngra systir mín." 

 

170 "Hoyr tú tað, tín gamli kall, 

bogin ert tú í baki! 

Tú hevur dripið móður mína, 

fáur var hennara maki. 

 

171 Tú tarvt ikki brigða mær,  

eg lati at jørðini níga,  

hvar eru tínar fríðu flættur?  

kampar hevur tú síðar. 

 

172 Kampar hevur tú við kjaft,  

rætt sum selur á sundi,  

ei er moyggin kyssilig,  

vænt er at sova hjá sprundi. 

 

173 Hoyr tað Ásmundur, søti mín, 

lova mær kalli at strúka! 

Eg skal honum á skamri stund 

fyri alla møði lúka." 

 

174 Illa klóraði hon kalsins skegg,  

so blóð tók um at renna,  

Ásmundur sprakk tá fimur á føtur  

sína jarnstong at spenna. 

 

175 Ásmundur sínum svørði brá,  

tað var henni til mein,  

risti kross á báðar oddar,  

tá stóð hon í steini. 

 

176 "Sovni eg nú undir brynju míni, 

tað er mær ei til frama, 

faðir mín, gakk til hallar heim, 

tú heilsa Halgu vænu! 

 

177 Sovni eg undir brynju míni,  

tað er mín størsta pína,  

faðir mín, gakk til hallar heim,  

og heilsa móður míni!" 

 

178 Kallin fór í skálan yvir,  

ræður á kníggjum at krúpa,  

talar hann so til heimakonu,  

á Halguna fagru rópar. 

 

179 Tað var hon, hin Halgan fagra, 

vildi hann ei gloyma, 

búgvið horn í hendi bar,  

saðilørs og teymar. 

 

180 Tað var eingin av íslendingum,  

sum tordi síggja teir búkar,  

uttan Ásmundur kellingarson,  

hann øvigur fell á grúgvu. 

 

181 "Eg havi verið í bardøgum,  

har havi eg meg møtt,  

skal eg nú festa tað væna vív,  

so dýrt havi eg tað keypt." 

 

182 Grøddi hon hann í dagar,  

grøddi hon hann í tvá,  

inntil tann hin triðja,  

tá fór hann í brynju blá. 

 

183 Tað var Ásmundur kellingarson, 

fellur upp á síni knæ, 

meðan hann tað væna vív 

til ektar festi sær. 

 

184 Drukkið varð teirra brúdleyp, 

kátt var teirra lív, 

fóru so bæði í eina song, 

Ásmundur og hans vív. 

 

185 Torgrímur æt tann fornuvís bóndi,  

hesa søgu gerði,  

síðan fór hon í Suðurlond;  

tey nevna hana Bekils frøði. 

 

Nú fellur ríman yvir tann breiða fjørð. 

og har liggur ein bóndi deyður í døkkari jørð. 

Og nú fellur ríman. 

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos. Gl. kgl. Saml. 2894, 4to, vol. I, Nr. 15, s. 239. 

 

Útgávur:  

 

1. Svabos færøske vieshaandskrifter, 1937-1939. Chr. Matras legði til rættis s. 93 

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus og Chr. Matras  greiddu til útgávu, 1967) Band  IV, Teil 2, s. 183. 

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 22. bind, s. 9. 

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági, 1781-1782. 

 

 

 

E 135 Torbjørn Bekil (Giant threatens maiden who gets suitor to kill giant)

Ein bóndi býður risanum Torbirni úr Noregi at vera hjá sær um veturin, men Torbjørn krevur so stórar nøgdir av mati og drekka, at kona bóndans fer at stúra. Hon biður Torbjørn fara til ein annan bónda, sum eigur eina vakra dóttur, Halgu, sum hann kanska fær.

Torbjørn fer til bóndan og drepur hann. Hann roynir at fara við Halgu, men hon særir hann við saksi sínum. Torbjørn svør, at hann fer at koma aftur at hevna seg.

Halga fer til Ásmundar og sigur seg vilja giftast honum, drepur hann Torbjørn. Ásmundur fær brynjuskjúrtu og svørð frá móður síni og fer at gera av við menn Torbjarnar ein fyri og annan eftir. At enda særir hann Torbjørn sjálvan. Móðir og systir Torbjarnar koma honum til hjálpar, men Ásmundur sigrar. Síðani giftist hann Halgu.

á føroyskum: CCF 98 (bert á føroyskum

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017