• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Kall og Svein ungi

 

Kall og Svein ungi

 

CCF 182 A

TSB F 70

 

1 “Hvar rakst tú neyt míni?“

- segði Kall -

“Beint niðan í akur tín,”

- segði Svein ungi.

 

2 “Skamm fái tú rekandi.”

“So fái tú biðjandi.”

 

3 “Hevði eg hildið á spóni mínum.”

“Staðið fastur í gómi tínum!”

 

4 “Hevði tú verið flongdur.”

“Við mjúkari ostflís.”

 

5 “Við skarpum áli.”

“Ryggur tín ligið undir.”

 

6 “Hevði eg hildið á knívi mínum.”

“Staðið fastur í lívi tínum.”

 

7 “Hevði tú hingið í berginum.”

“Góða línu á mær.”

 

8 “Einkultur hosnatráður.”

“Sjálvur tú í endanum.”

 

9 “Hevði tú flotið á havinum.”

“Góður bátur undir mær.”

 

10 “Ongar árar,”

- segði Kall -

“Vindurin ligið at landinum,”

- segði Svein ungi.

 

CCF 182 A

TSB F 70

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4); a: uppskrift: Jens Davidsen, 1853;   b: uppskrift hjá V. U. Hammershaimb; Christiane Schrøter segði frá.

 

Útgávur:

1. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, s. 283.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 266.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 146.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Jens Davidsen, føddur í Hvalba (1803-1876), Tórshavn 1853.

 

F 70 Kall og Svein ungi (Master made fool of by servant)

Samrøða millum mann og tænara hansara (S: mann og konu); teir keglast, og tænarin vendir orðum harrans aftur á hann sjálvan.

á føroyskum: CCF 182 (eisini á svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017