• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Kelling við grúgvustein

 

Kelling við grúgvustein

 

CCF 183

TSB F 73

 

1 Kelling situr við grúgvustein,

- saðil og horsið fríða -

tá komu henni tíðindi heim.

- Allir vilja slentra,

biðja til hennar í Bessavík,

hon er so vøkur ein genta.

 

2 Tá komu henni tíðindi til harm,

at hennara dóttir hevði átt eitt barn.

 

3 “Hevði eg garð og nógvar kýr,

tá skuldi eg gjørt míni dóttur ein drýl.

 

4 Hevði eg garð og nøkur neyt,

skuldi eg givið míni dóttur ein góðan greyt.

 

5 Hevði eg garð og nógvan kost,

skuldi eg gjørt míni dóttur so góðan ost.”

 

6 Tá ið hon kom á vegin fram,

møtti henni ein hovmann.

 

7 “Hoyr tað, gomul rytta,

hvat er tað fyri ein bytta?”

 

8 Hann gjørdi henni meiri tvang,

hann tók byttuna av hennara hand.

 

9 Svaraði hon kelling foruttan tvang:

“Eg havi ein drýl út í mítt fang.”

 

10 Hann gjørdi henni meiri tvang,

tók tann drýlin av hennara fang.

 

11 Svaraði honum kelling út av stór harm:

“Eg havi ein drýl út í mín barm.”

 

12 Kelling hevði ein lítlan knív,

hon stakk í tann hovmans lív.

 

13 Kellingin saðlar so gumpin grá,

so reið hon í prestsins garð.

 

14 Hon bað prestin skrifta sær,

hon hevði sligið ein hovmann í hel.

 

15 “Eg fái ikki skriftað tær,

biskup hann er yvir mær.”

 

16 Kelling saðlar sær gumpin grá,

so reið hon í biskups garð.

 

17 “Eg fái ikki skriftað tær,

kongur hann er yvir mær.”

 

18 Kelling saðlar sær gumpin grá,

so reið hon í kongsins garð.

 

19 Hon bað kongin skrifta sær,

hon hevði sligið ein hovmann í hel.

 

20 “Eg fái ikki skriftað tær,

keisarin ræður yvir mær.”

 

21 Kelling saðlar sær gumpin grá,

so reið hon í keisarans garð.

 

22 Hon bað keisaran skrifta sær,

hon hevði sligið ein hovmann í hel.

 

23 “Eg fái ikki skriftað tær,

pávin ræður yvir mær.”

 

24 Hon saðlar sær gumpin grá,

so reið hon í pávans garð.

 

25 Hon bað pávan skrifta sær,

hon hevði sligið ein hovmann í hel.

 

26 “Eg fái ikki skriftað tær,

Palium ræður yvir mær.”

 

27 Kelling saðlar sær gumpin grá,

so reið hon í Paliums garð.

 

28 Hann tók nú hennar bæði bein,

- saðil og horsið fríða -

sló so høvdið mót ein stein.

- Allir vilja slentra,

biðja til hennar í Bessavík,

hon er so vøkur ein genta.

 

CCF 183

TSB F 73

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4), V. U. Hammershaimb skrivaði upp í 1848. 

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 267.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 178.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Poul Jakobsen í Garðshyrni (1760-1853), Hvalba 1848.

 

F 73 Kelling við grúgvustein (Old woman seeks absolution for manslaughter)

(D, F, Í, cN, S: Ein gomul kona frættir, at dóttir hennara hevur átt barn, og fer av stað við einum greytarpotti at geva henni. Á vegnum møtir hon manni, sum etur ella stoytir úr allan greytin hjá henni. Hon verður í øðini og drepur hann. cN: Ein kona hevur dripið mannin hjá sær.) Hon fer til prest at royna at fáa syndafyrigeving, men verður send áleiðis til hægri myndugleikar (seinasti er djevulin).

á føroyskum: CCF 183 (eisini á donskum, íslendskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017