• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Torvatrøll og fluga

 

Torvatrøll og fluga

 

CCF 187

TSB F 67

 

1 Torvatrøllið og trani,

tey løgdu ráðini saman.

 

2 Torvatrøllið tekur í trana[n]s hand,

so gingu tey til flugukongsins land.

 

3 “Her situr tú, flugukongur, yvir títt borð,

torvatrøllið sendir tær orð.

 

4 Tað sendir tær orð og blíðan já,

tað vil tína dóttur til drotning fá.

 

5 Tað sendir tær orð og blíðan tala,

tað vil tína dóttur til drotning hava.”

 

6 Flugukongur svarar so for seg:

“Sjálv skal fluga lítla svara for seg.”

 

7 Fluga lítla svarar so for seg:

“Torvatrøllið, eg vil ikki hava teg.

 

8 Tá eg eti mat yvir kongsins borð,

tá liggur tú í eitt rossaspor.

 

9 Tá eg eti mat av kongsins fat,

tá liggur tú við eitt rossaræ.”

 

10 Torvatrøllið tekur í flugu lítlu flættu,

rykkir hana so aftur av krakki.

 

11 Fluga lítla undir, og torvatrøllið á,

eingin visti, hvar tey ‘huggjavust’ tá.

 

12 Upp stóð fluga lítla, skakaði seg:

“Skamm fái tú, torvatrøllið, for meg.”

 

CCF 187

TSB F 67

 

Handrit: a: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4), Kristian Joensen av Sandi skrivaði upp eftir Siggu Sofie Pedersdatter  av Sandi 1873; b: tvey ørindi eftir Christiane Schrøter.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 274.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 155.

 

Heimild: Úr Sandoy: Sigga Sofie Pedersdatter, Sigga á Klettum (1832-1922), Sandi 1873.

 

F 67 Torvatrøll og fluga (The beetle marries fly)

Ein klukka (D, cS: oksafluga) ber upp bønarorð fyri einari flugu (cD: sendir eina meyru, cN: ein mýggjabita at gera tað fyri seg; S: klukkan sendir oksafluguna). Flugan heldur seg vera ov góða til klukkuna og sigur nei. Klukkan slær hana. D, N, S: Hon eftirlíkar, tey giftast, og øll hini flogkyktini verða boðin.

á føroyskum: CCF 187 (eisini á donskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017