• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Vevpíkan

 

Vevpíkan

 

CCF 188

F 44

 

1 Eg var boðin í brúdleyp,

- tann vívilkrans

eg hevði eingi klæði.

- Til jomfrúdans.

Tá var friðurin heima.

 

2 Eg fór til mín faðir,

eg bað hann lána mær klæði.

 

3 Mín faðir svaraði mær illa,

hann bað meg veva og spinna.

 

4 Eg fór til mína móður,

bað hana lána mær klæði.

 

5 Mín móðir svaraði mær illa,

bað meg veva og spinna.

 

6 Eg fór til mín bróður,

bað hann lána mær klæði.

 

7 Mín bróðir svaraði mær illa,

bað meg veva og spinna.

 

8 Eg fór til mína systur,

bað hana lána mær klæði.

 

9 Mín systir svaraði mær illa,

bað meg veva og spinna.

 

10 Eg setti meg á steinar,

eg spann væl fimtan teinar.

 

11 Eg spann strýggj, og eg spann strá,

hvørt tað busk, á gólvi lá.

 

12 Mín vevur fór upp á páskadag,

fór ikki niður fyrr enn jóladag.

 

13 Eg setti mín vev út í eina vrá,

har kom einki skilið á.

 

14 Mín vevur stóð so leingi,

spottaðu allir dreingir.

 

15 Mín vevur tók at halla,

niður fyri allar pallar.

 

16 Nú er einki meira,

uttan kettan fekk ein geira.

 

17 Hanin fekk ein høvuðdúk,

- tann vívilkrans -

hønan fekk ein skóklút.

- Til jomfrúdans.

Tá var friðurin heima.

 

CCF 188

F 44

 

Handrit: a: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4), V.U. Hammershaimb skrivaði upp eftir Biritu á Mýri í Vági 1848.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 275.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 152.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Birthe Sophie Jacobsdatter, Birita á Mýri (1804-1878), Vági 1848.

 

F 44 Vevpíkan (Unskilful girl tries to make clothes)

Ein genta er boðin í brúdleyp, men hevur einki at fara í. Hon biður øll síni læna sær klæðir, og øll hvør eftir annan biðja hana gera sær tey sjálv. Hon roynir at spinna, men tað miseydnast. Hon roynir at veva, men er ikki til reiðar í nóg góðari tíð, og allir dreingirnir flenna at henni.

á føroyskum: CCF 188 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017