• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Fugla kvæði I

 

Fugla kvæði I

 

CCF 190 A

TSB F 68

 

1 Krákukárn og hennar fugl

yppa tey sín stríð,

helst um summartíðir,

náttin gerist blíð.

Úlvurin liggur á ‘Belkju Raa’.

 

Skuldi mann tólv rída,

drívur døgg vída,

kalt undir lída,

so til jomfrúnnar bída,

skuldi mann tólv rída.

 

2 Úlvurin liggur á ‘Belkju Raa’,

klerkar halda lestur,

hvør tann mann, sum gilja vil,

gevur sær fullgott treyst.

Hvør tann mann til offur gár.

 

3 Hvør tann mann til offur gár,

sær á skjøldri fríða,

heykur fleyg yvir árni,

stingur stara niður.

Stari stár í steikarhús.

 

4 Stari stár í steikarhús,

reiðir sín harra mat,

vípan vappar inn og út,

hon goymir fullvæl at.

Hegri stár í kjallara.

 

 

5 Hegri stár í kjallara,

blandar mjøð og vín,

stoytir út í skakker,

og ber for harra sín.

Álka og ont á gólvi sita.

 

6 Álka og ont á gólvi sita,

reiða mat á disk,

otan flýgur út í hav

og veiðir feskan fisk.

Dúgvan situr á miðjum bekki.

 

7 Dúgvan situr á miðjum bekki,

fáum fuglum lík,

har sat uglan uttanat,

onnur javnrík.

Tá kom ugla og uglubóndi.

 

8 Tá kom ugla og uglubóndi,

fór nú til hallar heim,

tá kom krákan lappandi,

hon ger so mikið mein.

Tá kom krákan hoppandi.

 

9 Tá kom krákan hoppandi

við síni svørtu hettu:

“Sitið nú allir heilir og sælir,

eruð tær nakað mettir?”

Svaraði gorpur, gamal bóndi.

 

10 Svaraði gorpur, gamal bóndi,

brátt á beinki sat:

“Lítið havi eg drekka fingið,

hálv væl minni mat.”

Svaraði revur uttar í vrá.

 

11 Svaraði revur uttar í vrá

við alla sína list:

“Hava tær nakað matartrot,

so springið í gásadyst!”

Revurin sprakk í gásamúr.

 

12 Revurin sprakk í gásamúr,

gásin kvik og kvak:

“Hevði ikki verið jóltíð,

eg skuldi skotið spak.”

Títlingur kemur av veiði heim.

 

13 Títlingur kemur av veiði heim

við síni lágu bein:

“Ikki skuluð tær borðreiða,

fyrr enn ørnin kemur heim.”

Stelkur titar títt um tún.

 

14 Stelkur titar títt um tún,

biður nú vera til reiðar,

tá kom lundi lappandi

við nevi sínum breiða.

Tá kom jói, fríði fuglur.

 

15 Tá kom jói, fríði fuglur,

lætur so høgt yvir bý,

óðinshani og rókurin svarti

flúgva so høgt í ský.

Tjaldur og skrápur fylgjast at.

 

16 Tjaldur og skrápur fylgjast at,

taka so hart at gella,

tá kom gorfuglur bringuhvítur,

honum man einki bella.

Nú kemur kjói og spói.

 

17 Nú kemur kjói og spói,

taka so hátt at kyrja,

tá kom súlan vongsvarta

við sínum nevi ‘birja’.

Hani og høna tey sita sær.

 

18 Hani og høna tey sita sær,

hans er kappa reyð,

kemur nú skrukka skríðandi

dregur á deyðsmans dreym.

Og so mangar myrisnípur.

 

19 Og so mangar myrisnípur,

nevið hava langt,

fjallmurrur og grælingar

falla so væl í trang.

Jarðarkona rennur á rað.

 

20 Jarðarkona rennur á rað

heim í fuglahøll,

kemur nú skarvur skoppuvisin,

rymur og rópar í høll.

Ryta rópar á ternu trá.

 

21 Ryta rópar á ternu trá:

“Førum til okkara song!”

Kemur nú skrápur og líri út

við sín mjáa vong.

Tá kom lómur og lomvigi.

 

22 Tá kom lómur og lomvigi,

stikar á breiðu knø,

burtur stygdist steinstólpa

og músabróðir við.

Hiplingur gár for borðum breið.

 

23 Hiplingur gár for borðum breið,

við øllum her var inni,

bakur og beinsi á gólvi sita

og drekka Mortans minni.

Har vóru inni svalar og má.

 

24 Har vóru inni svalar og má,

kvørkviski var ein,

kemur nú skúvur og æða,

borðini vóru rein.

Eg gekk heim frá øllum teim.

 

25 Eg gekk heim frá øllum teim,

seingin var uppreidd,

míni tárini runnu,

fell mær mangt til mein.

Bróðir og mín bróðurkona.

 

26 Bróðir og mín bróðurkona

leika við hjørt og hind,

hjørturin fleyt í blóði,

sigist nú skemtan til.

Havið nú takk, sum lýtt hava á!

 

Skuldi mann tólv rída,

drívur døgg vída,

kalt undir lída,

so til jomfrúnnar bída,

skuldi mann tólv rída.

 

CCF 190 A

TSB F 68

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos (Gl. kgl. Saml. 2894) I, nr. 8.

 

Útgávur:

1. Svabos Færøske Visehaandskrifter. Chr. Matras legði til rættis (1937-39), s. 52.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 278.

3. Útiseti IV, 1949. D. J. Niclasen skrivaði viðmerkingar.

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 157.

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági.

 

F 68 Fugla kvæði (The animal’s wedding in the woods)

Stórt brúdleyp er í skóginum. Brúður, brúðgómur og allir gestirnir eru dýr, og dýr standa eisini fyri allari stákanini í brúdleypshátíðarhaldinum og við døgurðaveitsluna.

á føroyskum: CCF 190 I (eisini á donskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017