• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Snar hevur sett Tóra Højgaard, løgfrøðingi og almennum viðmerkjara, 27 spurningar um amerikanska forsetavalið, sum verður 8. november í 2016.

Við uppgávum eru spurningarnir bólkaðir í hesar fýra høvuðspartar:

Ein asni og ein fílur eru politisku symbolini

Í Evropa hava vit politisk symbol sum til dømis eina reyða rósu. Hon ímyndar sosialdemokratar, sum í Føroyum kallast Javnaðarflokkur, í Noregi Arbeiderpartiet og í Danmark Socialdemokraterne. Í USA hava teir báðir stóru politisku flokkarnir nøkur at síggja til løgin symbol. Tá demokraturin Andrew Jackson (1767-1845) stillaði upp í 1828, kallaðu mótstøðufólkini hann a jackass, sum merkir býttlingur og asni. Væl hepnaðist, tí hann varð valdur til forseta og tók við árið eftir. Skemtiteknarin Thomas Nast (1840-1902) gjørdi demokratiska asnan kendan í bløðunum. Flokkurin tók tí asnan sum búmerki og flokspolitiskt eyðkenni. Demokratar siga, at asnin er klókur og djarvur. Sami blaðteknari fór í 1874 at tekna ein republikanskan fíl í einum djóragarði, har asnin gekk sum ein leyva. Á tekningini fekk fílurin frámerkið “The Republican Vote.” Meir skuldi ikki til at gera fílin til búmerki og flokspolitiskt eyðkenni hjá republikanarum. Síðani hava republikanskir veljarar sagt, at fílurin er sterkur og virðiligur.

Hvør er sterkast, tú ella eg?

Fjórða hvørt ár velur amerikanska fólkið ein forseta. Valdi forsetin ger av, hvussu landið verður rikið, og hvussu sambondini skulu verða við onnur lond. Fólk flest halda, at amerikanski forsetin er máttmiklasti persónur í heiminum. Her síggjast Obama og Putin, tá 70 ár vóru liðin síðan krígslok. Myndin er hugvekjandi, tí hon sigur nakað um kropsmál og styrki, tá tvey fólk við makt tosa saman. Samrøða, dialogur, í skúlastovuni, er undirvísingarliga grundsjónarmiðið, tá vit bjóða hetta evnið fram. Fakliga kjarnuevnið er amerikanska forsetavalið, og hvussu tað er skipað. Temasíðan er um valið yvirhøvur, um forsetavalið, sum er 8. november í ár, og um USA í bókmentum, tíðindum, filmi og tónleiki. Til ber at brúka smáar bitar sum ískoytistilfar upp undir forsetavalið, ella at brúka alt tilfarið í ein mánað í heyst. Temasíðan um amerikanska forsetavalið vendir sær til hádeild í søgu/samtíð, landafrøði, enskum og føroyskum í fólkaskúlanum.

Valevnini, sum stilla upp á valinum í 2016, hava brúkt millónir av dollarum at gera ævisøguligar lýsingar og álopslýsingar, men tá samanum kemur, eru tað veljararnir, ið gera av, um lýsingarnar ávirka valúrslitið. 

Les meira

Matthew Workman er podcastari og sjónvarpsjournalistur úr Oregon í USA. Hann verður ofta spurdur, hví amerikanarar ikki hava eitt annað forsetavalevni enn Clinton og Trump

Les meira

Benjamin Herman er úr Virginia og arbeiðir sum sakførari í amerikanska høvuðsstaðnum Washington, har Hvítu Húsini eru, og forsetin heldur til. Benjamin hevur ferðast í Føroyum og heilt nógv í Norðurlondum. Frá síni fyrstu ferð í Føroyum greinar Benjamin á Snar, hvussu hann fatar áskoðanina á politisk viðurskifti í heimlandinum og á okkara leiðum. 

Les meira

Barack Obama er forseti nummar 44 í USA. Hann er fyrsti amerikanski forseti, sum ikki er hvítur. Enn hevur eingin kvinna verið forseti í USA. Í hesi tíðarlinju síggjast allir amerikanskir forsetar, ið higartil hava verið valdir.

Les meira

Bretska sjónvarpsstøðin BBC hevur gjørt eina temasíðu um amerikanska forsetavalið, sum vendir sær til børn. Heitið á bretsku temasíðuni er Newsround. Har verður greitt frá, hvussu amerikanska valskipanin virkar, tá forseti skal veljast.

Les meira

The Open Road er evnið í bókmentum av beatnik-slagnum, sum eru blivnar kendar í USA síðani 1950’árini. Her greiður Oddfríður Marni Rasmussen, sum er rithøvundur og lærari, frá um, bókmentaliga hugtakið The Open Road.

Les meira

Donald Trump kann bara vinna um Hilary Clinton ger okkurt heilt galið. Tað sigur Tóri Højgaard í samrøðu við Marjuna Dalsgaard í útvarpstíðindunum í Kringvarpinum 9. august. Her er slóð til tíðindini:

Les meira

Nógvir skúlanæmingar hava verið eitt ár í USA við ymsum felagsskapum. Hin kendasti er helst AFS, sum hevur deild í Føroyum.

Les meira

Her eru stutt klipp, sum lýsa allar teir 44 amerikansku forsetarnar í 60 sekund.

Les meira

Amerikanska sendistovan í Keypmannahavn rekur eina heimasíðu, sum er ætla skúlum, næmingum foreldrum og lærarum í danska ríkinum. Niðast á síðuni eru slóðir til aðrar talgildar tænstur hjá amerikansku sendistovuni, sum eru á Facebook, Twitter, YouTube og Instagram.

Les meira

Í 2009 var Marjun Syderbø Kjelnæs road trip í USA í tríggjar mánaðir frá eysturstrondini til vesturstrondina. Á túrinum skrivaði Marjun yrkingar, sum komu út í savninum Rót Tripp - orð en route í 2012. Her lesur Marjun tríggjar yrkingar sum standa undir yvirskriftini Postkort á blaðsíðunum 36-38 í savninum.

Les meira

Republikanska forsetavalevnið, Donald Trump, hevur verið nógv frammi í miðlunum, tí hann sigur so nógv, sum provkerar fólk. Men onkuntíð er hann farin yvir um mark, so fólk venda honum ryggin. 

Les meira

Nýggjasti filmur við einum amerikanskum forseta er Elvis & Nixon. Í USA er Hollywood, har nógvir spælifilmar verða gjørdir at vísa í biografi, 600-700 um árið. Hóast tvífalt so nógvir filmar verða gjørdir í Bollywood í Mumbai og í restini av India, síggja vit nógv flestar amerikanskar filmar í biografum, sjónvarpi og Netflix.

Les meira

CGP Grey er ein amerikansk-írskur YouTubari. Tað vil siga, at hann hevur eina rás á YouTube, har hann útgreinar ymisk viðurskifti, so sum amerikanska forsetavalið.

YouTubarin Grey hevur fleiri enn tvær milliónir haldarar.

Les meira

Amerikanska tíðindakvinnan, Anne Applebaum, heldur at vit heilt skjótt kunnu uppliva so stórar broytingar í vesturheiminum, at tað verður the End of the West. Tað sigur hon í hesum klippinum, sum er úr donsku tíðindasendingini DR Deadline 25. mai í 2016.

Les meira

Í tíðargrein í Dimmalætting undan amerikanska forsetavalinum í 2016, skrivar Jógvan Svabo Samuelsen um skipanina við valmonnum. Greinin hevur yvirskritftina Leiðin til Hvítu húsini.

Les meira

Amerikanska grundlógin, The Constitution, er hin elsta lógin av sínum slag í heiminum. Hon varð samtykt í 1787 og kom í gildi árið eftir. Lógin er ein karmur, ið annan vegin tryggjar øllum borgarum grundleggjandi rættindi, og hinvegin ein vernd móti órættvísari viðferð frá allari yvirvøld.

Les meira

Her stendur Keith Urban við eitt amerikanskt skelti, sum við vegjaðaran sigur John Cougar, John Deere, John 3:16. Hetta er ein sangur, sum er fyrsta staklag á Ripcord (2015). Yrkjarar eru Shane McAnally, Ross Copperman og Josh Osborne. Shane Drake hevur gjørt videofilmin til sangin.

Les meira

Hesin treylari, sum varar 9 minuttir, er ein brellbiti fyri amerikanska filmin Miss Representation (2011). Filmurin varpar ljós á teir sjónligu skeivleikar sum síggjast, tá filmsliðið fer at leita eftir kvinnum við makt í amerikanska samfelagnum. Filmurin spyr, hvat tað er, sum skapar okkara fatan av kvinnuni, mótvegis manninum. Enn hevur eingin kvinna verið forseti í USA.

Les meira

Í ferðafrásøgnini Brá úr USA sigur Steinbjørn B. Jacobsen frá um eina ferð, hann gjørdi til USA á sumri í 1978. Ferðin varð lisin upp í Útvarpinum árið eftir, og kom út í bók á forlagnum Fannum í 1982. Í fyrsta kapitili verður greitt frá, hvussu ferðin kom í lag, og hvussu farleiðin til USA var.

Les meira

Hesin listi er bert ein partur av tí nógva tilfarinum, sum vit hava í Námi um USA sum heild. Tilfar um ma. trælahald, 2. heimsbardaga, indiánar og søguligar persónar er ikki við í hesum føri.

Les meira

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017