• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Temasíðan er um føstu og føstulávint. Á síðuni er stutt frágreiðing um hvat føstulávint er, um hví vit halda føstulávint, um siðvenju o.a.  

Á temasíðuni er eisini ymiskt tilfar úr bókum o.ø. sum kann brúkast í undirvísingini.

Temasíðan vendir sær til lærarar og næmingar í grunddeild, miðdeild og hádeild.

Føstulávint

Álmanakkin sigur, at í 2017 er føstulávintsmánadagur 27. februar. Næstu tveir dagarnir eita grýlukvøld og øskudagur.

Í dag er føstulávint fyrst og fremst ein barnaveitsla. Tað ræður um at lata seg í grýluklæði, og at ganga grýla. Skúlar og barnagarðar kring landið skipa fyri tunnusláing, har kattakongurin ella kattadrotningin fær krúnu. Kanska fær vakrasta grýlan eitt gávukort úr einum handli. Men hví halda vit føstulávint?

Føstulávint er upprunaliga ein katólskur siður. Orðið føstulávint merkir føstuaftan, kvøldið fyri føstuna. Føstan er ikki eina ávísa tíð í hvørjum ári, tí tíðin er knýtt at páskum og kirkjuárinum. Føstuinngangur verður hátíðarhildin 7 vikur fyri páskadag. Føstulávint kann tí liggja ímillum 1. februar og 7. mars.  Føstan varir tó bara í 40 dagar, tí sunnudagarnir í føstutíðini verða ikki taldir við, tí teir verða ikki mettir at vera føstudagar. 

Hóast føstulávint er knýtt at kirkjuárinum, hevur høgtíðin eisini røtur í heidnari siðvenju. Summi vilja vera við, at føstulávint upprunaliga var ein várveitsla, har dentur varð lagdur á ítøkiliga bardagan millum vetur og summar. Menn, klæddir í vetrarbúna og aðrir í summarbúna, stuttleikaðu sær við at berjast á gøtunum. Eisini tunnusláing sigst at stava frá heidnari siðvenju, har menn á hestbaki riðu í ring, og skiftust at sláa tunnu við einari livandi kettu í. Kettan var ímynd av óndskapi, sum vinnast skuldi á. Tá kettan rann avstað, varð liðugt.

Tí kunnu vit siga, at føstulávint er ein samanrenning av heidnari og kristnari siðvenju. 

Spurningar til grunddeild og miðdeild: Hyggið at filminum, har Derhard Jógvansson, prestur í Vesturkirkjuni, tosar um føstulávint, og svarið hesum spurningum:

  • Hvar eru vit í kirkjuni?
  • Hvat sæst aftanfyri prestin?
  • Hvør er liturin, sum sigur okkum, hvar í kirkjuárinum vit eru?
  • Hvussu tosar presturin?

Stutt um føstulávint

  • Føstulávint er upprunaliga eitt hátíðarhald fyri várinum.
  • Orðið Føstulávint er úr týskum og merkir føstu-aftan, kvøldið fyri føstuna.
  • Øskudagur er mikudagur eftir føstuinngang.
  • Hildið verður, at siðurin við at baka føstulávintsbollar er úr Týsklandi, frá uml. 1600. Bollarnir vóru tá hveitibollar uttan fyllu og teir vóru nevndir heisswecken.
  • Grýla er gamalt norrønt orð, sum sipar til eitt skrímsl. Í dag ganga børn grýlu frá hurð til hurð. Tá tey hava sagt, hvat tey eita, fáa tey bomm ella eitt oyra.
  • Tunnusláttur fer fram á føstulávint. Í felag sláa vit eina trætunnu við einum gassa, til hon smildrast og dettur niður. Tá er kattkongurin ella -drotningin funnin.

Orðabókin

grýla -u -ur kv1

1 (gl., fólktr.) skrímsl at ræða børn við, oman kemur ~ frá gørðum við fjøruti hølum, skølm í hendi, bjølg á baki, kemur eftir børnum, sum gráta eftir kjøti í føstu (í skjaldri)

2 fólk (ofta barn) ókenniliga ílatið við gekkaskorti (sum fyrst í føstu gongur hús úr húsi), langaføsta (1), ganga ~ (el. langaføsta)

3 fólk í grýluveitslu

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017