Drunnhvíti
Drunnhvíti (lat. Hydrobates pelagica L; da. Stormsvale) er ikki størri enn grátítlingur. Oman á drunninum er hann hvítur, annars allur svartur. Hann eigur í urðum ella í vallbergi, har hann grevur sær holur sum lundi og stundum millum lundan. Lítið er her av honum; og minni sæst til tað, tí hann fer ikki út fyrr enn um sólsetur, liggur allan dagin inni og vermir einasta egg sítt. Tað er hvítt við brúnprikkutum ringi runt um tjúkka endan. Eftir 5 vikum kemur pisan út. Hon er margháttlig at síggja, sum ein dimmur morgráur dúnknøttur við høvdi og hálsi á. Floygd er hon meinlík hinum gomlu.
Drunnhvítin er stundum nógvur úti á havi. Vakurt og kimiligt er flog hansara; ofta stuttleikar hann sær við at fara digst yvir vatnskorpuni, hækkar seg upp fyri hvønn aldurygg, lækkar seg aftur í aldudalinum; og aldri tykist hann at møðast. — Ungin er óføra feitur; men søgnin um, at Føroyingar áður turkaðu kropparnar, drógu veik ígjøgnum teir og so brendu teir sum ljós, er lítið trúlig.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.