Skip to main content

Høsn

Høsn síggja vit altíð. Var tað ikki, so høvdu vit undrast á at sæð ein vakran kápugulan hana við høgum reyki og síðum silpum niður úr kjálkarøðini — og so velið við teimum stóru, fyrst uppreistu, so niðurboygdu fjøðrunum. Hønan hevur eisini reyk og silpur, men nógv minni enn hanin. Bæði hava tey velið vent aftur og fram — ikki tvørvegin sum hinir fuglarnir. Og so málið, hanagal og hønuskrukk — einki, sum líkist, er at hoyra her.
 
past and present charismatic leaders philosophy professional writer homework cheap writers servicesTeirra fyrsta heim er eisini langt hiðani. Í India liva tey vill enn. Har hava tey fyrst verið tamd, og haðani eru tey so førd um alla fold. Men tað er óføra langt síðani. So leingi, sum elstu sagnir siga frá, hava tom høsn verið um alt Europa og Asia. Tungfør hava tey altíð verið, og við tíðini eru tey so avvand við at flúgva, at tey nú illa vinna upp um seyðhøgan garð. — Av øllum fuglum eru høsn hentast fólki, besti eggfuglur, og hava gott kjøt. Til er ein mongd av ólíkum sløgum. Í Føroyum hava tey ikki gjørt seg til nakað sermerkt slag, tó at tey kanska hava verið her líka leingi sum fólk.

Av fuglum, skyldir við høsn, eru nógv sløg. Her kunnu nevnast páfuglur, kalkun, vaktil og rýpa.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.