Skip to main content

Íslandslomvigi

Íslandslomvigi (lat. Uria lomvia L; da. Kortnæbbet Lomvie) er meinlíkur hinum lomviganum, uttan tað at hann er heldur minni og hevur heilt stutt nev. Honum dámar best kulda, eigur á Svalbarði, Grønlandi og øðrum Íshavslondum. Har norðuri á Íslandi eigur hann nógvur, men alt, sum suður kemur, verður hin lomvigin tann meiri og hesin nógv tann minni. Í Føroyum er hann fingin hendinga ferðir í hesum seinnu árunum. Í Nólsoy vóru 2 skotnir í januar og 2 í februar 1949. (Eftir Sigmund Jacobsen).

Úr: Mikkjal á Ryggi:Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.