Skip to main content

Jarðakona

Jarðakona (lat. Rallus aquaticus L; da. Vandrikse) er heldur minni en akurskrittdo my report a1 essay review research paper writing. Omaná er hon morflekkut; í neðra blágrá frá nevinum aftur undir hálva vongbrigðuna. Aftanfyri har er hon rondut svørt og hvít, ella svørt og bleikreyð, og undir velinum bara bleikreyð. Nevið heldur langt og nakað bogið, yvirnevið dimt, undirnevið reydligt. Hon eigur víða hvar í Norðureuropa; um heystið fer hon suður til heitari lond. Í Íslandi verður hon tó allan veturin og leitar sær til tær heitu keldurnar. Hon dugir bæði at svimja og kava.

Eisini í Føroyum er hon alt árið. Men lítið sæst til hennara; náttarfuglur er hon, og tá ið hon onkuntíð kemur út um dagin, dugir hon væl at fara hulisliga at. Lítið ella einki sæst hon flúgva; men óføra kvik er hon til fóts; kemur fólk dáttliga fram á hana, rennur hon burtur, so lágt eftir jørðini, at hon tykist lík rottu. Bilsin var eg tí, tá ið eg eina ferð um summarið sá eina í síðum bø standa uppreista sum lundi, og við upptoygdum hálsi til at skimast út yvir grasinum. Mest tær eru sæddar man vera í fjósum og kjallarum, har tær smúgva sær inn tær køldu næturnar og so verða fangaðar av fólki um morgunin — eitt prógv fyri, at tær halda seg nær húsum, tó at tær ikki síggjast. Flestar eru tær um heystið og veturin; kann vera at meginparturin kemur úr Íslandi, men ivaleyst eiga tær eisini í Føroyum, tó at einki hoyrist um, at reiður er funnið.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Vaðfugladeildin

Vaðfuglarnir hava langar og klænar føtur og eru berir langt niðan um fótliðin. Baktáin er lítil, á summum eingin. Flestallir duga at svimja, tó at teir gera næstan einki av tí. Summir hava eisini eitt eiti av fitjum. Allir eru teir flytifuglar.