Skip to main content

Kattúla

Kattúla (lat. Asio flammeus; da Sumphornugle) er størri enn lomvigi. Hon er sprøklut av gulum og dimmbrúnum. Eyguni eru gul og stór sum kettueygur. Tá ið tær lurta eftir onkrum, lyfta tær oyrnalokini langt upp, so tey verða lík oyrum á ferføttum dýri. Nevið er stutt sum kettusnýð, so í skortin eru tær ongum líkari enn kettu. Harafturat eru føturnir lodnir út á klørnar og meinlíkir kettulabbum. — Um dagin situr hon onkustaðni, sum hon er samlitt við landið, og so ikki góð at fáa eyga á. Krákurcreative writing retreats business plan writers in cape town multiplying and dividing rational expressions homework help eru ofta eftir henni, men so fim er hon at kasta sær í flognum, at tær fáa einki gjørt henni. Áður kom hon ikki so sjaldan til Føroyar, nú er langt ímillum, at hon sæst.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.