Kjógvi
Kjógvi (lat. Stercorarius parasiticus L; da. Spidshalet Kjove) — kjói — er nakað størri enn tjaldur. Flestu eru bara brúnir, men summir eru búkhvítir, teir eru kallaðir hvítkjógvar. Báðir eru tó sama slagið. Stundum eru tveir makar báðir brúnir, stundum er annar brúnur og hin hvítkjógvi, og stundum eru báðir hvítkjógvar.
Kemur fólk um vegir, har sum hann eigur, kastar hann seg niður á vøllin og lemjir seg, sum hann skuldi verið veingjabrotin; koma tey nærri at reiðrinum, flýgur hann í loft og skjýtur seg við ferð niður yvir tey, til at sláa tey við veingjunum. Hann ger sær reiðrið har, sum væl av øðrum fugli eigur um vegir, tí
hann etur bæði egg og ungar og er yvirhøvur ein ræðuligur ránskroppur. Mýrisnipu skjýtur hann seg niður á, sum hon liggur á reiðrinum, og tað so hart, at sleppur hon sær ikki undan, so verður hon ryggbrotin. Snúiligur er hann í lofti, so flestu hagafuglar noyðast at lúta fyri honum; men spógvin er enn snúiligari, og tuskar hann av, til hann má dvína.
Úti á sjónum eltir hann ritu, berjir hana við veingjum og nevi, til hon má spýggja upp tann matin, hon hevur í kjósini, og tað loftar hann so og svølgir. Hann verpur 2 ella 3 brúnlig ella grønlig egg við dimmum blettum og vermir ½4ðu til 4 vikur. Ungarnir eru fyrst morgráir, brúnflekkutir, tá ið teir eru floygdir. Úr sama reiðri koma stundum ein hvítkjógvi og ein dimmur. Um veturin fer hann suður at heitum londum og heldur seg har úti á opnum havi.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.
Kjógvasløgini
Kjógvasløgini líkjast másasløgunum í vakstrarlagi, men hava stóran spískan krók á nevinum og sterkar, hvassar og krókutar kløur, — tað vísir, at rovfuglakyni er í teimum. Veingirnir eru einskila stórir, og teir flúgva so skjótt, at fáir fuglar kunna sleppa undan teimum. Aftur úr velinum hava teir, uttan skúgvur, tvær langar fjaðrar, snældan nevndar. — Másasløgini og kjógvasløgini verða ofta sett saman í ein bólk, sum er kallaður teir vongstóru ella stórveingir.
Fitjufuglar
Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.