Óðinshani (lat: Turdus musicus L; da. Vindrossel). Um várið, tá ið sólin hækkast á himli, so dagarnir leingjast, og veðrið verður lýggjari, tá koma nógvir fuglar heim aftur, sum flýddu burtur undan tí kalda vetri.
Ein teirra er óðinshanin. Eftir mariumessu1) síggja vit hann í bønum, eyðkendur av einum stórum reyðum liti á síðuni niðan fyri veingin, og av einari bleikgulari striku yvir eyganum. Bringan er gullig, tætt sett við stórum morlittum blettum; búkurin er hvítur og hevur færri blettir; annars er hann mest brúnur. Til støddar er hann nakað sum stari og hevur longri vel.
Fyrst síggjast teir einstakir ella fáir saman, seinni í flokkum so stórir sum staraflokkar. Helst eru teir á nýtaðaðum svørði, tí har er mest av ormi, sum teir liva av hesa ársins tíð. Raka teir við ein stóran urtagarð við trøum í, tá verða teir fegnir, tí óðinshanin er skógarfuglur og føðir seg um summarið av berum og fræ. Er veðrið gott, so láta og syngja teir, og vakurt er mál teirra; men er flokkurin stórur, og allir royna, hvør harðast kann syngja, verður tað sovorðin gangur, at oyrur okkara illa tola tað. Nógv fagrari ljóðar songur teirra ta tíðina, tá ið teir setast í búgv og hava ungar. Men tað hoyra vit einki til; um halvarðsøku2) leitar hann hiðani og norður til Íslands. Har reiðrast hann í skógum og frøir fólkið við songi sínum. — Nú ið teir niðursettu skógirnir við Havnina og í Hoydølum eru uppvaksnir, hava nakrir fáir átt har. Eggini eru grøn við brúnum blettum. — Um heystið koma teir aftur. Men tá steðga teir lítið her; flestallir halda leiðina fram til Suðureuropa.
1) Mariumessa um várið er 25. mars.
2) Halvarðsøka 15. mai.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.