Skip to main content

Stari

Stari (lat. Sturnus vulgaris faeröensis; da. Stær) er ein tann fuglur, sum mest er fyri eygum okkara, og tó eru nógv, sum als ikki vita, hvussu vakur hann er, »grásprøklutur« siga tey. Men hevur tú hann nær hjá tær, so sært tú, at hann skyggir vakurtgrønur og korkareyður, tætt settur við gulbrúnum og hvítum prikkum, ein prikkur á hvørjari fjøður. Tær stóru fjaðrarnar á veingjum og veli hava ongan prikk, men so hava tær hvítan jaðara við svartari striku innanfyri. Nevið er svart um veturin, í februar fer tað at blikna, í mars er tað vorðið hvítt.

Føroyski starin er eitt slag fyri seg, størri og knáligari vaksnir enn aðrir starar. Í hinum norðanlondunum rýma stararnir burtur um heystið, okkara eru her allan veturin. Føði teirra er mest maðkar og sniglar og annað smákykt. Í stórkava hava teir tað ringt. Tá koma teir í køstarnar og taka til takkar við øllum, ið matkent er, hoymoð, eplaflus, drýlamolar og grindamolar; upphongdar fiskagreipur pikka teir hugaliga í.

Kaldir og kúrandi sita teir mangan dagin um hávetur. Men út móti leypársmessu1) fara teir at reystnast, og kemur so sólin at síggja, »tá fer í loft upp starin og syngur fagurt ljóð«, so at »tá birtist vónin aftur í barmi ljós og góð«, hjá okkum, sum hoyra, so væl sum hjá honum, ið syngur. Tá ið bøurin er táur, bora teir sær eftir ormi og sniglum; tøðujørð sæst ofta útgatað av holum eftir nevi teirra.

Í apríl, og stundum fyrr, gera teir sær reiður, summir í bjørgunum, summir í urðum og gróthúsveggjum o. t. Búr, sum fólk heingja út til teirra, taka teir gladliga, uttan tá ið holið er so vítt, at teir hava ótta fyri, at smiril kann troðka seg inn at gera heimsóknir. Og frá nú hoyrast teir í heilum; við úttambaðum kvørkrum sita teir og syngja. Um málið ikki er so fagurt, er lagið so mikið lívligari og fjølbroytt. Og teir eru bannsettir at herma eftir øðrum fuglum. Stenstólpu, lógv o. a. halda vit okkum hoyra, men tá ið vit hyggja eftir, er tað stari.

Í apríl og mai verpa teir 4—7 grønblá egg. Makarnir skiftast um at verma, og ½3ðju viku seinni koma ungarnir út. Ofta verpur hann tvær ferðir. Eru ungarnir ikki farnir úr búrinum, tá ið hann vil verpa aðru ferð, so lokkar hann teir út, setur seg uttanfyri við maðki í nevinum og kallar blídliga á teir. Summir koma, summir seta bara høvdið út og biðja harðliga. Men tá rýmir hann við maðkinum, og kemur ikki aftur, fyrr enn teir eru so svangir, at teir koma út.

Fyrst teir eru útkomnir úr reiðrinum duga teir lítið at flúgva, og summir eru so ræddir, at teir krøkja seg fastar í eina vindskeið og sita har og neyðhalda sær, bangnir fyri at detta oman. Skjótt fáa teir glið á veingirnar og verða lættfloygdir. So fylgist hvørt hýski eina tíð. Á nýslignum hógvi dámar teimum væl; har er so nógv av møðkum og sniglum, sum teir gomlu taka upp og rætta teimum nýfloygdu ungunum, til teir eru fullmettir; fyrst tá eta hinir gomlu sjálvir. Seinni taka teir seg saman í stórar flokkar.

1) 24. februar.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.