Skip to main content

Uglur

Uglur eru roknaðar upp í rovfuglarmarketing research proposals should i double space my common app essay examples of literature reviews in research papers, men tær drepa lítið annað enn rottur og mýs. Og tað eru tær væl lagaðar til. Eyguni eru avbara stór og nógv kúput. Tí síggja tær frálíka væl í myrkri, men tola ikki dagsljós í sjónina. Fjaðrarnar uttan um eyguni gera seg til ein stóran flatan ring, ið aftantil liggur sum eitt lok yvir hinum sera stóru oyrnaholunum; tá ið tær gloppa tað lokið útfra, hoyra tær óføra væl. Men sjálvar hoyrast tær als ikki, so stillisliga flúgva tær. Allan dagin sita tær stillar og krógva seg; í skýmingini, tá ið rottur og mýs koma út at fáa sær, tá fara tær við. Hendir tað seg, at tær noyðast út á degi, eru tær illa fyrikomnar; næstan allir fuglar leggjast á tær, arga tær og píska tær, og hálvblindar, sum tær tá eru, fáa tær ikki vart seg.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.