• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heimildarfilmur


Hetta filmstilfar vendur sær til elstu flokkar í fólkaskúlanum og til miðnám. Tilfarið er um heimildarfilm og hvussu hann kann verða gjørdur. Altjóða heimildarfilmar verða nevndir, og ástøði hjá Bill Nichols um seks ymsar mátar at gera heimildarfilm, verða tikin fram.

Niðast í tekstinum eru uppgávur, har eisini verður skotið upp, at arbeiða við tveimum føroyskum heimildarfilmum, "Anita" (2014) og "Send á Rødbygaard" (2013), eftir ástøði og tankum hjá Bill Nichols um heimildarfilm.

Í seinastuni hava nógvir heimildarfilmar funnið veg í biografarnar og í sjónvarpsskipanir sum Netflix, har til ber at stroyma og velja ein film at síggja heima. Nevndir kunnu verða heimildarfilmar sum amerikansku Audrie & Daisy (Bonnie Cohen og Jon Shenk 2015), ið er um ung og neyðtøkur, og Amanda Knox (Rod Blackhurst og Brian McGinn 2016), ið er um eitt gátuført morð, italski Fuocoammare (Gianfranco Rosi 2016), ið er um flóttafólk á Miðjarðarhavi, og dansk-amerikanski Shadow World (Johan Grimonprez 2016), ið er um áltjóða vápnahandil.

Fyrr var vanligt at heimildarfilmur bara varð vístur í sjónvarpi, eins og tíðindafrásagnir, reportasjur, sum ofta eru beinleiðis frásagnir frá eini hending, og tí eru bundnar at tíð og stað.

Har tíðindafrásøgnin ofta hevur eitt sjónligt frásøgufólk á staðnum, so er frásøgufólkið í heimildarfilminum ikki altíð sjónligt, hóast tað altíð er til staðar.

 

 

Sannleikin á filmi

Eins og tíðindafrásøgnin vil heimildarfilmurin siga sannleikan um eitt evni, fyribrigdi ella hending við teim heimildum, sum eru tøkar og atkomuligar.

Øðrvísi enn tíðindafrásagnir hevur heimildarfilmur sett sær fyri at handfara sannleikan sum eitt skiftandi fyribrigdi, alt eftir sjónarhorni, ætlan og huglagi.

Í Fraklandi hevur verið tosað um cinéma vérité, ið merkir sannleikin á filmi, men altíð við egnum kamera. Í Russlandi hevur á sama hátt verið tosað um Kino-Pravda.

Í 1926 segði bretski filmsleikstjórin John Grierson (1898-1972), at heimildarfilmur er kreativ viðgerð av veruleikanum ”The creative treatment of actuality”. Spanski listamálarin Pablo Picasso (1881-1973) segði í 1923 nakað tað sama, tað er, at listin er ikki sannleikin, men heldur lygnin, ið lærir okkum nakað um tann sannleika, sum listafólkið vil føra fram.

Sanni og einasti veruleikin sæst ikki í heimildarfilmi. Har er altíð ein kreativ viðger av veruleikanum, tí allir leikstjórar velja eina tilgongd, sum hóskar best til teirra máta at siga valdu søguna.

 

 

Seks eyðkenni

Amerikanski filmsgranskarin Bill Nichols (f.1942) sigur í bókini Introduction to Documentary (2001), at seks eyðkenni eru, tá vit tosa um heimildarfilm. Innan vit viðgera teir seks mátarnar niðanfyri, hyggja vit eftir samrøðuni við Bill Nichols. Hvønn tosar hann við?

Skaldsligi mátin

Skaldsligi heimildarfilmurin tekur støði í gomlum sovjetiskum og fronskum filmi og ástøði um montasju. Skaldsligi heimildarfilmurin lýsir huglag, kenslur og tankar í størri mun enn ítøkiliga veruleikan. Skaldsligi heimildarfilmurin leggur seg eftir rytmu og einum ávísum sniði, heldur enn at halda fram eina søgu, sum bæði kann stað- og tíðarfestast.

Alvitandi mátin

Hetta er vanligi greinandi mátin, sum verður brúktur í sjónvarpi, har ein rødd greiðir frá í heimildarfilmi. Røddin er alvitandi og sannførandi. Samrøður eru við heimildarfólk, sum lýsa málið ella eru partar av tí. Ofta verður sagt, at ávís heimildarfólk vildu ikki vera við. Tí fær alvitandi heimildarfilmurin ofta eitt ávíst sikti og endamál, sum er fult og heilt í hondunum á leikstjóranum. Talaða orðið er avgerandi, og myndir verða bara brúktar at lýsa tað, sum longu varð sagt.

Medvirkandi mátin

Fremsta eyðkennið fyri henda máta at gera heimildarfilm er, at leikstjórin er medvirkandi frásøgupersónur, men als ikki alvitandi. Kann henda, at medvirkandi leikstjórin yppir øksl og við vilja ger seg óvitandi fyri, saman við okkum, at blíva klókari, heilt til filmurin er liðugur. Ímeðan spyr filmurin, og leikstjórin fer so at kanna okkara vegna.

Eygleiðandi mátin

Í hesum máta at gera heimildarfilm, verður ein gluggi latin upp, so vit síggja søguligu verðina, meðan hendingar fara fram. Her er eingin alvitandi frásøgurødd, bara ein objektiv staðfesting, har leikstjórin letur upptøkutólið eygleiða og ikki tulka. Eygleiðandi mátin er ein roynd at vera objektivur og at eygleiða við frástøðu, meðan hendingarnar fara fram, onkuntíð kallað flugan á vegginum.

Refleksivi mátin

Refleksivi heimildarfilmurin er ein metafilmur, sum peikar á seg sjálvan og hvussu filmurin varð gjørdur. Upptøkuútgerðin sæst ofta, og tey, sum gera filmin um givna evnið, siga frá, hvussu tey, hóast trupulleikar, valdu at gera henda heimildarfilmin, sum skuldi vísa akkurát henda veruleikan.

Spyrjandi mátin

Hesin heimildarfilmur fer ikki eftir einum absoluttum sannleika, men setur áskoðaranum spurningar um vitan, og um endaligir sannleikar yvirhøvur eru til. Spyrjandi heimildarfilmar av hesum slagi eru leitandi og halda seg sjáldan til ein eyðkendan filmsbygnað.

 

 

Uppgávur:

Í inngangini eru nevndir fýra altjóða heimildarfilmar. Finnið minst ein av hesum trimum filmum, og hyggið eftir honum í felag. Kannið teir seks mátarnar at gera heimildarfilm, sum Bill Nichols nevnir. Hvønn máta brúkar tann filmurin, ið tit hava sæð? Greiðið frá, hvussu tað sæst.

Hvønn virknað hevur tað, at valdi filmurin er gjørdur soleiðis, sum vit síggja at hann veruliga er gjørdur? Kundi leikstjórin valt at gjørt filmin á ein heilt annan hátt? Skiftið orð um ymsu leiklutirnar, sum leikstjórin kann velja sambært Bill Nichols.

Sama evni kann saktans verða viðgjørt í Degi og Viku og í einum heimildarfilmi. Tosið um munin at lýsa eitt og sama evni í ávikavist sjónvarpstíðindum og í heimildarfilmi.

Fyri Kringvarpið gjørdu Jan Lamhauge og Jógvan Eli Dam í 2014 ein heimildarfilm um garnabátin ”Anitu”, sum misti ein mann undir fiskiskapi. Hyggið eftir filminum her. Kann filmurin setast inn í ein serligan máta at siga søgur, sambært Bill Nichols omanfyri? Kannið eftir á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, hvussu nógv málið um garnabátin ”Anitu” fyllir. Hvussu nógvar tilvísingar eru til bátin og hendingina? Skiftið orð um, hví hetta mál upptekur fólk. Leitið á netinum og finnið ummæli av filminum um ”Anitu”.

Í 2013 gjørdi Karolina Thostrup fyri Kringvarpið tveir heimildarfilmar við heitinum ”Send á Rødbygaard”. Hyggið eftir seinna partinum her. Kann filmurin setast inn í ein serligan máta at siga søgur, sambært Bill Nichols omanfyri? Leitið á netinum og finnið ummæli av filminum ”Send á Rødbygaard”.

Leitið frítt á heimasíðuni hjá Kringvarpinum eftir øðrum heimildarfilmum, og finnið dømi um ymsu mátarnar at gera film av heimildarslagnum sambært hjá Bill Nichols.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017