• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

15 Lívið á landi

 

 

Náttúra og djóralív á landi eru undir stórum trýsti. Síðan 1970 eru helvtin av heimsins villu djórasløgum útdeyð. Hetta kemst bæði av at vit menniskju hava veitt og dripið ov nógv av djórasløgunum, og at vit hava meira ella minni oytt teirra lívlendi. Eisini týdningarmiklar plantur og ávøkstur eru undir trýsti, tí at fólk rudda lendið til kýr at ganga á biti ella fyri at pløga jarðarstykkini til aðra grøði.

Hóast støðan sum heild er álvarslig, eru eisini góð tíðindi. Sjeytiárini eru ikki einans byrjanin til stóru afturgongdina í náttúruni, men eisini ein tíð, har fólk gjørdust meira tilvitað um, hvussu vit nýta og misnýta náttúruna. Fólk varnaðust at plantu- og djórasløg vóru í vanda fyri at doyggja út, og eisini at tað er gjørligt at taka stig fyri at byrgja upp fyri vandanum.

Millum annað vóru fleiri náttúruverndarfeløg sett á stovn í sjeytiárunum, sum enn í dag virka fyri at kunna fólk um støðuna, og fyri at varðveita hótt plantu- og djórasløg. Arbeiðið hjá hesum feløgunum er ein tann størsta orsøkin til, at fleiri hótt djórasløg enn eru til. Eitt nú liva munandi fleiri pandur og tikarar í villu náttúruni í dag, enn fyri 20 árum síðani. Enn er tó langt eftir á mál, sum er at lyfta villu stovnarnar aftur á upprunaliga støðið.

Verri er við øðrum djórasløgum. Eitt nú er talið av fílum og nasahyrningum fyri stórum falli,  tí horn og fílabein verða seld fyri høgan prís, serliga til Kina. Men eisini tann kinverska stjórnin ger nú átøk fyri at steðga handli við fílabeinum, og tí er vón fyri fílunum.

Eisini mugu vit minnast til, at týdningarmikið er at verja og varðveita sjáldsomu djórasløgini, eisini hóast tey møguliga ikki eru eins fitt, vøkur ella bergtakandi sum pandur, tikarar og fílar. Men tá vit verja stór náttúruøki fyri at bjarga einum djóraslagi, hjálpa vit samstundis eisini øllum øðrum djóra- og plantulívi í sama økinum.

Skynsama nýtslu av jørðini

Fimmtanda heimsmálið snýr seg ikki einans um at innibyrgja náttúruna og at friða øki, sum vit ikki kunnu nerta. Tað týdningarmesta er, at vit skulu tryggja eina burðardygga nýtslu av náttúruni og tilfeinginum. Tí kunnu vit eisini framyvir veiða, fella trø og fiska, men tað skal gerast á ein hátt, so at vit ikki samstundis oyða náttúruna, ið gevur okkum hesar møguleikar. Hetta er týdningarmikið at leggja dent á. Bæði so at vit í ídnaðarlondum kunnu síggja stóra virðið í náttúruni, men eisini fyri at kunna geva upprunafólkunum, sum eitt nú búgva í regnskóginum, løgfrøðilig rættindi at kunna liva í og nýta skógin á ein burðardyggan hátt.

Undranarspurningar

Viðarlundir eru ymsa staðni í landinum. Kannið eftir, hvussu og nær trøini í viðarlundunum eru gróðursett.

Ferðavinnan er í stórum vøkstri. Kann henda vinnan verða til ampa fyri náttúruna?

Nevn trý súgdýr, sum liva á landi í Føroyum.

Í Føroyum eru tríggjar oyggjar bundnar at Ramsar-sáttmálanum. Hvørjar eru oyggjarnar? Hvat er ein Ramsar-sáttmáli?

Undirmál

15.1 Fyri 2020 at tryggja varðveitslu, endurskapan og burðardygga nýtslu av lendis- og feskvatnsvistskipanum serstakliga skógum, mýrilendi, fjøllum og turrlendi í samsvari við skyldur sambært altjóða sáttmálum

15.2 Fyri 2020 at virka fyri at seta í verk burðardygga umsiting av øllum skógi, steðga skógartýning, kveikja lív í aftur skaddan skóg og í stórum gróðurseta trø og fáa skóg um allan heim at vaksa aftur

15.3 Fyri 2030 at berjast ímóti oyðimarkarmyndan, at endurbøta oyðilagt lendi og mold, eisini lendi, sum ávirkað er av oyðimarkarmyndan, skerpingi og floymi, og stremba eftir at fáa í lag ein heim, har lendi ikki verður oyðilagt

15.4 Fyri 2030 at tryggja, at fjallavistskipanir verða varðveittar, eisini teirra lívmargfeldi, fyri at stimbra teirra evni at gera sítt til burðardygga menning

15.5 Sum skjótast at fara undir týðandi tiltøk at tálma oyðingini av natúrligum bú- og gróðararøkjum, steðga lívmargfeldismissi og fyri 2020 at verja og forða fyri, at hótt sløg verða týnd.

15.6 Fáa í lag rættvíst og rímiligt býti av fyrimunum, ið standast av at gagnnýta ílegutilfeingi og virka fyri hóskiligari atgongd til slíkt tilfeingi, sum samtykt er í altjóða sáttmálum

15.7 Fara beint til verka at gera enda á ólógligari veiðu og sølu av vardum plantu- og djórasløgum og taka upp spurningin um eftirspurning og útboð av ólógligum vørum úr villini tilfeingi

15.8 Fyri 2020 at seta í verk tiltøk at fyribyrgja og í stórum skerja ávirkanina av innræsnum fremmandum plantu- og djórasløgum í land- og vatnvistskipanir, fáa tamarahald á ella beina fyri teimum

15.9 Fyri 2020 at flætta virði í vistskipanum og lívmargfeldi upp í lands- og staðbundnar virkisætlanir, í menningargongdir, virkisskráir at beina fyri fátækt og í frágreiðingar

15.a Savna og stórliga økja fíggjarliga tilfeingið frá øllum keldum at varðveita og á burðardyggan hátt nýta lívmargfeldi og vistskipanir

15.b Savna stórt tilfeingi úr øllum keldum og á øllum stigum at fíggja burðardygga skógarumsiting og at elva menningarlondum til at seta í verk slíka umsiting, millum annað fyri at varðveita skóg og gróðurseta nýggjan

15.c Økja stuðulin um allan heim til átøk at berjast ímóti ólógligari veiðu og sølu av vardum djóra – og plantsløgum, millum annað við at økja førleikan hjá staðbundnum samfeløgum at halda fram við burðardyggum útkomumøguleikum

Heimsins bestu tíðindi

Heimsins bestu tíðindi hava verið á prenti í Dimmalætting í 2018. 

Hesar greinar umrøða Heimsmál 15:

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018