• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

2 Mat til øll

 

 

Annað heimsmál er, at øll skulu fáa mat. Hetta heimsmál fevnir bæði um tey, ið líða av so ógvusligari hungursneyð, at tey kunnu doyggja í hungri, og tey, ið liggja á hungursmarkinum, men ikki fáa nóg mikið av mati til at liva eitt gott lív.

Síðan ár 2000 er tann parturin av fólki, ið ikki fáa nóg mikið av mati, fallin úr 15% niður í 11%. Tað er eitt stórt framstig, men kortini fara umleið 795 mió. fólk hvørt kvøld svong í song. Tað svarar á leið til fólkatalið í Evropa.

Saman standa vit sterkast

Miðlarnir siga oftast frá hungursneyð, sum er íkomin aftaná vanlukku, kríggj ella ógvusligan turk. Tá hava vit sæð fleiri dømi um, at altjóða samfelagið hevur megnað at forða fyri ógvusligastu avleiðingunum, við at veita hjálp og senda mat í felag til hesi øki.

Áhaldandi matvørutrot er oyðileggjandi, skal eitt land koma fyri seg. Tá mennist landið ikki og klárar seg ikki einsamalt. Hungursneyðin forðar fyri búskaparligum vøkstri. Børnini mennast ikki, tí tey vaksa upp uttan nóg mikið av góðum mat, sum er føðsluríkur. Tað er torført at koma burtur úr neyðini, tá uppvaksandi ættarliðið, ikki hevur ment seg nóg mikið til at arbeiða seg upp úr fátæradøminum og standa á egnum beinum. Tí er umráðandi at venda gongdini og syrgja fyri, at fleiri fáa meira og betri mat, so nýggju ættarliðini fáa rúmd og umstøður at skapa eina betri framtíð fyri seg sjálvan og familjuna.

Annað heimsmálið snýr seg sostatt bæði um, at øll skulu hava nóg mikið at eta, men eisini at maturin skal vera sunnur og føðsluríkur, so øll fólk kunnu liva eitt sømiligt lív.

Ein gongd leið er at bøta um umstøðurnar hjá jarðarbrúkarum og fiskimonnum. Við skynsamari og burðardyggari nýtslu kann meiri fæst burturúr jørðini og úr sjónum. Ein onnur leið er, at smærru matvøruframleiðararnir fáa betri rættindi til jørð og bankalán og somu atgongd, sum øll onnur, at selja teirra vørur á marknaðinum.

Í hesum sambandi hava tey ríku londini ein týdningarmiklan leiklut. Eitt nú við at skapa javnar kappingarumstøður og steðga stóra studninginum til útflutning av egnum landbúnaðarvørum. Tað er eisini brúk fyri at víðka innlitið og marknaðarvitanina um støddina av matvørugoymslum, tí so kann framleiðslan lagast til støddirnar, heldur enn at elva til ógvuslig sveiggj í kostnaðinum av matvørum, sum við hvørt rúka upp í topp og aðrar tíðir fara niður í botn.

Ein stórur partur av tí mati, vit framleiða í dag, verður annaðhvørt spiltur undir flutningi ella tveittur burtur.

Eitt triðja átak snýr seg tí um at minka stóra matoyðslið í framkomna heiminum niður í eina helvt. Hetta er eisini fevnt av tólvta heimsmálinum, ið snýr seg um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðslu.

Undranarspurningar

Hvussu síggja vit, um matur er spiltur? Tá komið verður eftir ruskinum, er tað helt vist, at alt sum vit koyra burtur, er spilt?

Leiðin til minni rusk 
Í 2015 kom út bóklingurin Leiðin til minni rusk. Umframt vanligt bruturkast og serliga elektronikk, verður eisini hugt eftir matoyðsli. Spyrj í eimum matvøruhandli, hvussu nógvur matur verður blakaður burtur. Spyrj hví maturin verður blakaður burtur. Takið støðu til, um hetta er veruligt matoyðsl, ella um sami matur kundi komi nøkrum til nyttu.

Veganari
Hvat er ein veganari? Les hesa greinina, har ein roynir at vera veganari í eina viku. Hví verður tað umrøtt sum ein roynd og nakað ónatúrligt at vera veganari? Kundi tú hugsað tær at verið veganari burturav?

Undirmál

2.1 Fyri 2030 at enda fátækt og tryggja øllum fólkum, serstakliga teimum fátæku og fólki, sum er illa fyri, eisini børnum, atgongd til nóg nógvan, dyggan og føðslugóðan mat alt árið

2.2 Fyri 2030 at enda alt føðslutrot, og eisini at røkka altjóða ásettum málum fyri 2025 um kryplað og avmergjað børn undir 5 ára aldur, og nøkta føðslutørvin hjá hálvvaksnum gentum, kvinnum, sum eru við barn ella geva bróst, og eldri fólki

2.3 Fyri 2030 at tvífalda landbúnaðarframleiðsluna og inntøkuna hjá smáum matvøruframleiðarum, serliga kvinnum, upprunafólki, bøndum, traðarmonnum og útróðarmonnum. Tað verður millum annað gjørt gjøgnum tryggjaða atgongd á jøvnum føti til land, annað framleiðandi tilfeingi, kunnleika, fíggjartænastur, marknaðir og møguleikar fyri virðisøking og við øðrum arbeiði enn landbúnaði

2.4 Fyri 2030 at tryggja burðardyggar matvøruframleiðandi skipanir og seta í verk dyggar landbúnaðarmannagongdir, sum økja úrtøku og framleiðslu, sum eru við til at varðveita vistskipanir, sum styrkja evnini at laga seg eftir veðurlagsbroytingum, ógvisligum veðri, skerpingi, flóð og øðrum vanlukkum og alsamt at bøta lendis- og molddygdina

2.5 Fyri 2020 at varðveita íleguymisleikan í sáði, aldum plantum og aldum dýrum og húsdýrum umframt villu sløgunum, tey eru skyld við. Tað verður millum annað gjørt við væl skipaðum og ymisligum sáð- og plantubankum á lands-, økis- og altjóða stigi. Virkað verður fyri, at ágóðar, sum standast av at gagnnýta ílegutilfeingi saman við siðbundnum kunnleika, koma øllum til góðar á rættvísan hátt, sum samtykt er á altjóða stigi

2.a Millum annað við vaksandi altjóða samstarvi skulu íløgurnar økjast í undirstøðukervið úti um landið í landbúnaðargransking og ráðgevatænastur, tøknifrøðiliga menning og ílegubankar til plantur og fenað til at vaksa um framleiðsluførið hjá landbúnaði í menningarlondunum, serstakliga í teimum minst mentu londunum

2.b Handilsavmarkingar og avlaðingar á heimsins landbúnaðarmarknaðum verða rættaðar og fyribyrgdar, millum annað við at beina burtur allan landbúnaðarstuðul og øll útflutningstiltøk við somu ávirkan í samsvari við heimildina í Doha menningarumfarinum

2.c Tiltøk verða sett í verk til at tryggja, at matvørumarknaðir og teirra avleiddu marknaðir virka væl og lætta um at fáa nóg skjóta atgongd til marknaðarkunning, millum annað um matgoymslur fyri á tann hátt at avmarka ógvisligu sveiggini í matvøruprísunum

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018