• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

3 Góð heilsa og vælvera

 

 

Sum heild er heilsustøðan í heiminum í dag nógv betri enn í 1990. 44% færri mammur doyggja í barsilssong, og helvtina færri børn doyggja undir føðing. Tvær orsøkir til framgongdina eru reinføri og betri heilsutænastur.

Betri heilsustøða hevur eisini við sær, at vit liva longri. Vart tú fødd í 1990, kundi tú væntað at liva í 65 ár. Í dag er miðal livialdurin í øllum heiminum meir enn 71 ár.

Enn eru ov nógv fólk, ið doyggja av sjúkum, ið sleppast kann undan tá vit vaska hendur, ella fara í stutta og bíliga viðgerð.

Nógvar sjúkur eru, ið ringar eru at basa. Summar sjúkur, so sum malaria og HIV/AIDS, kunnu vit berja niður. Í dag doyggja helvtin færri av malaria enn í 2000, tí at heilivágur og mýggjabitanet eru fingin til vega. Vit mugu tó halda áfram at gera íløgur í hjálpararbeiði, tí enn doyggja umleið 438.000 fólk árliga av malaria.

Triðja heimsmálið snýr seg um, at øll fólk í øllum aldrum, í øllum londum skulu hava vissu fyri eini góðari heilsu. Hetta mál kann røkkast, tá vit arbeiða miðvíst fyri at bjarga mammum og børnum undan smittandi umfarssjúkum, at fækka um sjúkur, ið ikki smitta, og at tryggja øllum atgongd til heilsutrygd. Samstundis skulu øll hava atgongd til koppsetan og munagóðan heilivág, sum fóllk hava ráð at keypa.

Hóast smittandi sjúkur eru álvarsamar, standast eisini nógvir heilsutrupulleikar av lívsstíli. Bæði í ríkum og fátøkum londum hava nógv fólk álvarsamar trupulleikar av sukursjúku, lungnakrabba, rúsevnismisnýtslu og alkoholismu. Heimsmálini miða ikki ímóti forboðum ímóti tí, sum elvir til hesar trupulleikar. Heldur er at styrkja um fyribyrging og viðgerð av rúsevnismisnýtslu, bæði narkotiskum evnum og brennivíni, og at arbeiða fyri, at færri fara at roykja tubakk.

Vit skulu eisini seta okkum fyri, at talið á teimum, sum í dag doyggja ella verða løstað í ferðsluni, fer niður í helvt áðrenn 2030. Hvørt ár doyggja umleið 1,25 mió fólk í ferðsluni, bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Hóast ein bilur ikki rennur á ein persón, er útlátið frá bilinum so skaðiligt í stórbýum, at tað kann gera stóran skaða á heilsuna. Sambært útrokningum hjá WTO doyggja hvørt ár umleið 7 milliónir fólk av skaðiligum útláti. Triðja heimsmálið setur sær fyri at lækka munandi um talið á deyðum og heilsutrupulleikum, sum standast av dálking í luftini, í vatninum og í jørðini áðrenn 2030.

Undranarspurningur

Hevur tú nakrantíð verið hjá lækna? Skuldi tú rinda fyri tænastuna? Hava øll í Føroyum rætt til ein lækna? Hvussu er støðan í øðrum londum?

Undirmál

3.1 Fyri 2030 at minka deyðatalið á mammum um allan heim til undir 70 fyri hvørji 100.000 livandi fødd børn.

3.2 Fyri 2030 at gera enda á, at nýfødd børn og børn undir 5 ára aldur doyggja, tá ið tað kann fyribyrgjast, við at øll lond seta sær sum mið at minka deyðatalið á nýføðingum til 12 fyri hvørjar 1.000 livandi nýføðingar í mesta lagi, og deyðatalið á teimum undir 5 ár niður í 25 fyri hvørji 1.000 livandi fødd í mesta lagi.

3.3 Fyri 2030 at beina fyri farsóttum sum eyðkvæmi, tuberklum, malaria og øðrum lítið gáaðum tropiskum sjúkum og basa livrarbruna, vatnbornum sjúkum og øðrum smittandi sjúkum.

3.4 Fyri 2030 skal deyðatalið á ófullbornum børnum sum fylgja av ikki-smittandi sjúkum skerjast við einum triðingi við fyribyrging og viðgerð og virkað verður fyri sinnisligari heilsu og vælveru.

3.5 Meira verður gjørt við at fyribyrgja og viðgera evnismisnýtslu, sum fatar um narkotiska drøggmisnýtslu og skaðiliga alkoholnýtslu.

3.6 Fyri 2020 skal deyði og løstur, sum stendst av ferðsluvanlukkum, verða skerdur niður í helvt um allan heim

3.7 Fyri 2030 verður tryggjað, at øll fáa kyns- og nøringaheilsutænastu um allan heim. Eisini verður barnaavmarking, upplýsing og útbúgving og nøringarheilsa flættað inn í virkisætlanir og skráir í ymsu londunum.

3.8 Fáast skal í lag heilsumiðlan, sum millum annað fevnir um fíggjarliga váðaverju, atgongd til dygdargóða lívsneyðuga heilsurøkt og atgongd til tryggan, virknan, dygdargóðan og kostnaðarrímiligan heilivág og koppsetingar til øll.

3.9 Fyri 2030 skal deyði og sjúka, ið stendst av vandamiklum kemiskum evnum og luft, vatni og mold, sum eru dálkað og eitrað, skerjast í stórum

3.a Arbeiðið at seta í verk rammusáttmálan hjá Heimsheilsustovninum WHO um eftirlit við tubbaki í øllum londum, sum tað hóskar seg, skal økjast.

3.b Gransking í og menning av koppsetingarevnum og heilivági fyri smittandi og ikki smittandi sjúkur, sum fyrst og fremst ávirka menningarlond, skal stimbrast. Sleppast má fram at grundheilivági og koppsetingarevnum fyri rímiligan pening í samsvari við Doha kunngerðina um TRIPS-sáttmálan og almannaheilsu, sum váttar rættin hjá menningarlondum til fulnar at nýta greinirnar í sáttmálanum um Handilstongd hvarv í lógum um upphavsrætt, hvat smidleika viðvíkur at verja almannaheilsu og serstakliga at útvega øllum atgongd til heilivág

3.c Nógv meira fígging skal verða útvegað til at fíggja heilsu, útvega fólk, menna, læra og varðveita arbeiðsmegi til heilsuverkini í menningarlondunum, serstakliga í teimum minst mentu londunum og menningarlondum, ið eru smáoyggjar.

3.d Øll lond, serstakliga menningarlond, skulu styrkja sínar førleikar at fáa ávaringar í góðari tíð, at minka váða og handfara heilsuváða bæði hjá sær sjálvum og á altjóða stigi

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018