• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

6 Reint vatn og reinføri

 

 

Sætta heimsmálið er, at øll skulu hava reint vatn at drekka. Í gerandisdegnum skulu heilsu- og reinførisviðurskiftini hjá øllum fólkum vera soleiðis, at góð vesi og kloakviðurskifti eru allastaðni.

Reint vatn til øll

Reint vatn er ein av týdningarmestu fortreytum fyri góðari heilsu. Á hesum øki eru framstig gjørd. Meðan tað í 2000 bert vóru 82%, eru tað nú 91% av heimsins íbúgvum, ið hava atgongd til eina betri vatnkeldu.

At vatnkeldan er betri merkir, at fólkini ikki longur skulu ganga til størri vøtn og áir at heinta vatn. Vatnið í teimum størru vøtnunum og áunum er oftast skitið og kann elva til sjúkur. Tí eru tað góð tíðindi, at hesi fólk í staðin hava fingið atgongd til brunnar, vatnpumpur ella ein krana heima við hús.

Atgongd til vesi

Áleið 946 mió. fólk hava ikki møguleika at fara á ves, og noyðast í staðin at fara út á eina mark, í skógin, við síðuna av tokbreytum ella út á opna gøtu. Umframt, at hetta ikki er serliga hugaligt, er hetta eisini við til at spjaða ymiskar sjúkur. Á hesum øki eru eisini framstig. Í 2000 høvdu 59% av heimsins íbúgvum atgongd til vesi. Nú er hetta talið vaksið til 68%.

Betri umsiting av vatni

Sætta heimsmálið snýr seg eisini um, at umsita heimsins vatntilfeingi á ein burðardyggan hátt. Vit skulu duga betur at savna og brúka regnvatn, skilja salt frá sjógvi, viðgera og reinsa spillivatn, og verja og endurreisa náttúruøki, har vatn er. Sambært FAO, ið er matvøru- og landbúnaðarfelagsskapurin hjá ST, veita skógir og vátlendi áleið 75% av vatninum, ið vit nýta í býum, ídnaði og landbúnaði um allan heim.

Undranarspurningur

Hvaðan kemur føroyska vatnið? Hvussu vita vit, um tað er reint? Hvat hendir, um vatnið í einum øki her hjá okkum ikki er reint? Hvussu er støðan í øðrum londum?

Undirmál

6.1 Fyri 2030 skal fáast rímilig atgongd til trygt drekkivatn til øll fyri rímiligan kostnað um allan heim

6.2 Fyri 2030 skal útvegast øllum skikkað og rímilig spillvatnsviðurskifti og reinføri, og beint verður fyri opnum skarnrennum við serligum atliti at tørvinum hjá kvinnum og gentum og teimum, ið illa eru stødd

6.3 Fyri 2030 skal drekkivatn verða betri við at minka dálking, beina fyri burturkasti og at minka sum mest av vandamiklum kemiskum evnum og tilfari. Nøgdirnar av óviðgjørdum spillvatni verða skerdar niður í eina helvt, endurnýtsla verður økt nógv og endurnýtsla verður skipað um allan heim

6.4 Fyri 2030 verður gagnnýtslan av vatni tvørtur um allar geirar økt, og tryggjað verður burðardygg savning og veiting av drekkivatni fyri at loysa vatntrot og veruliga minka um talið á teimum, sum líða undir vatntroti

6.5 Fyri 2030 verða samskipaðar vatntilfeingisumsitingar settar í verk á øllum stigum, eisini ígjøgnum samstarv tvørtur um landamørk, sum hóskiligt er

6.6 Fyri 2020 verða vistskipanir, tongdar at vatni, sum fevna um fjøll, skóg, mýrilendi, áir, grundvatnsgoymslu og vøtn vardar og endurbøttar

6.a Fyri 2030 verður altjóða samstarvið víðkað og stuðul latin til at menna dugnaskap í menningarlondum til virksemi og skráir, tongd eru at vatni og reinføri, sum eisini fevna um vatnsavnan, avsalting, vatnnyttu, spillivatnviðgerð og endurnýtslutøkni

6.b Stimbra og styrkja felagsskapir á staðnum at virka fyri, at bøtt verður um vatn- og spillvatnsskipanir

Heimsins bestu tíðindi

Heimsins bestu tíðindi hava verið á prenti í Dimmalætting í 2018. 

Hesar greinar umrøða Heimsmál 6:

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018