• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

7 Burðardygg orka

 

 

Sjeynda heimsmálið snýr seg um, at øll skulu hava álítandi, burðardygga og nútímans orku. Tá vit í ríka heimspartinum tosa um burðardygga orku, snýr tað seg oftast um, at vit skulu gevast at brúka kol og olju. Í staðin skulu vit brúka meira grøna orku frá sól, vindi og vatni. Men úti í heimi gera nógv húski enn mat yvir opnum eldi. Tá er avbjóðingin at gevast at brúka osandi pinnabrenni í køkinum, og heldur gera mat á el- ella gasskomfýri.

Síðan 2000 er tann parturin av fólki, sum úti í heimi hava atgongd til gass ella streym í køkinum, øktur 7%. Men samstundis er fólkavøksturin so ógvusligur, at nú eru fleiri fólk enn áður, ið gera mat yvir opnum eldi.

Fleiri fáa atgongd til streym

Hinvegin fáa støðugt fleiri fólk atgongd til streym. Ein orsøk er útbreiðslan av sólsellum, sum eru vorðnar bíligari tey seinastu árini. Saman við LED-perum, ið nýta lítlan streym, hevur hetta givið fólki, sum ikki búgva í stórbýum, ljós um kvøldarnar og næturnar. Børn fáa høvi at gera skúlating um kvøldarnar, og fólk kunnu fylgja við í tíðindunum í útvarpinum ella á snildfonunum, sum eru komnar nógv fram tey síðstu árini, eisini í teimum sera fátøku økjunum.

Undranarspurningar

Er tað nakrantíð komið fyri, at einki ljós er heima, tá tú skalt lesa og gera skúlating? Kundi tú hugsað tær ein dag púra uttan streym? Hvørjar lutir hevði tú saknað fyrst, um streymurin reyk? Er tað ofta, at streymur fer?

Hygg eftir hesum yvirliti hjá SEV
Hvaðani kemur mesta orkan til tey orkuverk, sum vit hava í landinum?

 

Undirmál

7.1 Fyri 2030 verður tryggjað, at øll fáa álítandi og tíðarhóskandi orkutænastur fyri ein rímiligan kostnað

7.2 Fyri 2030 skal parturin av varandi orku í alheimsliga orkublandinum økjast, so tað munar

7.3 Fyri 2030 veður ferðin á ábótum í orkueffektiviteti um allan heim tvífaldað

7.a Fyri 2030 skal altjóða samstarvið økjast fyri at lætta um atgongdina til gransking í reinari orku og tøkni, eisini varandi orku, orkueffektivitet og framkomnari og reinari fossil-brennievnistøkni og fyri at virka fyri íløgum í orkuundirstøðukervi og reina orkutøknifrøði

7.b Fyri 2030 skal undirstøðukervið víðkast og tøknin verða dagførd fyri at útvega tíðarhóskandi og burðardyggar orkutænastur í øllum menningarlondum, serstakliga í teimum minst mentu londunum, smáoyggja menningarlondum og menningarlondum, sum ikki sleppa til sjógv, í samsvari við teirra ymisku stuðulsskráir

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018