• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Løgmaður um heimsmálini

 

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur um heimsmálini hjá ST, at tað er ikki nóg mikið, at tað bara eru politikarar, sum síggja týdningin í málunum.

- Tað er neyðugt, at menningarmálini komandi árini gerast fólkslig. Vit eru eitt framkomið vælferðarsamfelag við stórum náttúruríkidømi.

- Sum ein ábyrgdarfullur partur í altjóða samfelagnum eiga Føroyar, á sama hátt sum onnur lond, at taka menningarmálini hjá ST til sín og eftir førimuni royna at røkka teimum. Og tað hava vit í landsstýrinum eisini valt at gera.

- Málið hjá okkum í Føroyum er at kóka menningarmálini niður til nakað, sum vit øll, hvør í sínum lagi, kunnu gera nakað við í okkara gerandisdegi.

- Eg vil, at vit í Føroyum megna at gera menningarmálini til eitt fólksligt átak, har øll gera sítt til at røkka teimum.

Henda boðskap hevði løgmaður Aksel V. Johannesen í røðu, sum hann helt um heimsmálini á ráðstevnu, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum 23. februar.

Øll røðan hjá løgmanni kann lesast her 

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018