• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Tey 17 heimsmálini

 

 

Burðardyggu menningarálini eru hesi:

1. Mál. Gera enda á fátækradømi í øllum sínum líki allastaðni

2. Mál. Gera enda á hungri, tryggja, at matur er tøkur, bøta um føðsludygd og virka fyri burðardyggum landbúnaði

3. Mál. Tryggja øllum heilsugott lív og virka fyri trivnaði fyri øll í øllum aldri

4. Mál. Tryggja inkluderandi og javnbjóðis dygdargóða útbúgving og virka fyri lívlongum læringarmøguleikum fyri øll 

5. Mál. Fáa í lag javnstøðu millum kynini og virka fyri, at konufólk og gentur fáa meira mátt og myndugleika

6. Mál. Tryggja, at vatn og reinførisviðurskifti eru í lagi og umsitin á burðardyggan hátt 

7. Mál. Tryggja, at øll fáa álítandi, burðardygga og tíðarhóskandi orku, sum øll hava ráð til

8. Mál. At virka fyri varandi, inkluderandi og burðardyggum búskaparvøkstri, fullum og lønandi virksemi og sømiligum arbeiði til øll

9. Mál. Byggja varandi undirstøðukervi, virka fyri inkluderandi og burðardyggari ídnaðarmenning og eggja til nýhugsan

10. Mál. Minka ójavnan í londum og ímillum lond

11. Mál. Gera býir og búsetingar inkluderandi, trygg, dygg og burðardygg.

12. Mál. Tryggja burðardygga nýtslu og framleiðslumynstur

13. Mál. Seta í verk bráðneyðug tiltøk at berjast ímóti veðurlagsbroytingum og avleiðingum av teimum.

14. Mál. Varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning.

15. Mál. Verja, fáa í rættlag aftur og virka fyri burðardyggari nýtslu av jarðvistskipanum, á burðardyggan hátt røkja skóg, berjast ímóti oyðimarkarmyndan, steðga landtýningum og steðga lívmargfeldismissi.

16. Mál. Virka fyri friðarligum og inkluderandi. Útvega øllum atgongd til rættartrygd og byggja effektivar, ábyrgar og inkluderandi stovnar á øllum stigum

17. Mál. Styrkið Heimsfevnandi felagsskapin fyri burðardyggari menning og økið miðlarnar til at náa málinum

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018