• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Føroyar og heimsmálini

 

 

Í Føroyum kundu vit sagt, at vit eru ikki limir í Sameindu Tjóðum (ST). Tí raka teirra átøk ikki okkum, og nýtast ikki at verða tikin upp í skúlum, miðlum og aðrastaðni í almenna rúminum.

Hinvegin hevur netverkssamfelagið og almenni vælstandurin elvt til, at vit meir enn nakrantíð áður kenna okkum sum ein part av heiminum uppá gott og ilt, serliga tá umræður havið.

Føroyar hava í mong ár havt avtalur við grannalond um tilfeingið, sum er í havinum. Tær lívfrøðiligu broytingar, ið eru á hesum øki, síggjast tí skjótt aftur í einum stórum øki, sum minnir okkum á, at viðurskiftini eru markleys og ikki bara hjá okkum.

Heimsmálini hjá ST vísa á 17 mál, sum fyri ár 2030 kunnu skapa ein betri heim. Altjóða átakið, sum byrjaði í 2015, verður kallað Heimsmál fyri burðardyggari menning. Heimsmálini eru evnið á hesum undirvísingarsíðum hjá Snar.

 

Hóast fjøltáttaði, hanga Heimsmálini saman

 

Átakið hjá ST byggir á Millenium Development Goals, sum byrjaði í árinum 2000. Høvuðsmálið var tá at beina burtur ógvusligt fátækadømi.

Hóast heimsmálini nú eru 17, hanga tey saman. Roynt verður at skapa eina javnvág millum búskaparliga menning, sosiala menning og umhvørvisliga menning. Vit kunnu siga, at átakið byggir á eitt holistiskt lívssýni, tað er at síggja øll lívsins viðurskifti í eini heild.

Hugsjónin hjá ST er, at øll heimsins lond skulu medvirka í strembanini at røkka hesum 17 málum í 2030.

 

Heimsmálini koma til Føroya

 

Eftir uppskoti frá Miðflokkinum samtyki løgtingið í 2017 at heita á landsstýrið, at arbeiða fyri at fremja málini í ST-samtyktini 2030 Agenda for Sustainable Development.

Fólkatingslimurin, Magni Arge, og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hava umsett tekstin um heimsmálini til føroyskt. Tað, sum er skrivað á Snar um heimsmálini, tekur støði í hesum týðingum. Høvuðsteksturin er frá Magna, men undirmálini eru frá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

Greinarnar um heimsmálini Heimsins bestu tíðindi hava verið á prenti í Dimmalætting, og eru brúktar við loyvi.  

Undir hvørjum av teim 17 heimsmálunum eru stuttir undranarspurningar.

Drúgvari undirvísingargongdir fyri hádeild og miðnám eru settar fyri seg.

 

Undirvísingarportalurin Snar

 

Snar er ein undirvísingarportalur, sum vendir sær til øll stig í føroyska skúlanum. Víðfevndu heimsmálini hjá ST fyri eini burðardyggari menning skulu tí í hesum føri síggjast í einum breiðum undirvísingarligum høpi. Oftast eru evnini tvørgreinalig, men í onkrum føri kann hugsast, at evnini eru tættari knýtt at samfelagsfrøði ella lívfrøði enn øðrum lærugreinum.

Eru spurningar, er ritstjórnin á Snar altíð til reiðar at svara og vegleiða.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018