• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Undirvísingargongd til Fólkaskúlan

 

 

* Hendan undirvísingargongd kann eisini nýtast á c-stigi á miðnámi.

 

Undirvísingartíðin í smáu fakunum í fólkaskúlanum er rættiliga knøpp, so tí ber til at arbeiða við heimsmálunum gjøgnum tveir tímar.

1. tími: Webquest í matrixbólkum*

- ½ tími: bólkaarbeiði í raðarbólkum (A, B, C)
- ½ tími: framløga í teigabólkum (1, 2, 3)

2. tími: Kanning og tulking av tølum

- ½ tími: setið upp tøl í linju- ella stabbamyndir
- ½ skrivið tríggjar niðurstøður um tølini

* Webquest (Net-rannsóknarferð) snýr seg um at loysa eina givna uppgávu við nýtslu av Internetinum. Matrixbólkur snýr seg um

 

1. tími: Webquest í matrixbólkum

Næmingarnir verða býttir í 12 bólkar, gjarna eftir kyni ella næmingatypu.

1

2

3

A

Jeffri
Katrin

Rói

Árni

Dorit

Marjun

Tóri

Gunvá

B

Sámal

Karina

Solveig

Maria

Heini

Sólvá

Hendrik

C

Lis

Sigfríður

Trygv

Sigrid

Gundur

Wenche

Eyðun

 

Veljast kann millum øll 17 heimsmálini, men viðmælt verður at halda seg til okkurt av teimum 6 útvaldu evnunum, tí tey hava mest góðs í einum føroyskum samanhangi. Hesi eru:

5) Javnstøða millum kynini

7) Burðardygg orka

8) Sømilig arbeiði og búskaparligur vøkstur

10) Minka um ójavna

12) Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla

14) Lívið í havinum

 

 

Sostatt fara næmingar í A1, A2 og A3 í raðarbólk A. Raðarbólkar skipast B og C á sama hátt.

Dømi um raðarbólkaevni til fyrsta blokk:

- A: Raðfest fimm tey týdningarmestu viðurskiftini í heimsmálinum. Greið frá hvat tey merkja: “5 Javnstøða millum kynini”
- B Raðfest fimm tey týdningarmestu viðurskiftini í heimsmálinum. Greið frá hvat tey merkja: “7 Burðardygg orka”
- C: Raðfest fimm tey týdningarmestu viðurskiftini í heimsmálinum. Greið frá hvat tey merkja: “10 Minka um ójavna”

Tá ½ tími er farin, fara næmingarnir í teigabólkar (1A, 1B, 1C eru ein teigabólkur) at greiða frá sínum evnum. Í mesta lagi 10 min. fyri hvørt evni.

 

2. tími: Kanning og tulking av tølum

Annar tími snýr seg um at kanna útvaldar trupulleikar innan ymisku økini. Niðanfyri liggja seks tabellir við tølum, ið hava við evnið at gera. Tølini kunnu eisini fáast í Excel-formati, so til ber at gera stabbamyndir í Excel heldur enn við hond.

 

5) Javnstøða millum kynini

Gjørdi tú nakað húsligt arbeiði heima seinastu 7 dagarnar?

Mannfólk

Konufólk

Nei

4241

1250

Ja, færri enn 5 tímar

7242

3105

Ja, 5 til 14 tímar

5917

6095

Ja, 15 til 29 tímar

1533

4398

Ja, 30 tímar ella meir

794

3390

Manntal 2011

 

7) Burðardygg orka

Vatn

Termisk orka

Vindorka

1991

74995

127834

0

1996

70267

111145

580

2001

75955

154760

504

2006

100943

143557

14978

2011

92502

166815

14526

2016

106348

158903

52102

Hagstovan

 

 

8) Sømilig arbeiði og búskaparligur vøkstur

Hvørjar útbúgving hevur tú?

15-29 ár

30-49 ár

50-64 ár

65-84 ár

85 ár ella eldri

Onga útbúgving

283

298

423

585

134

Bert fólkaskúla

4351

1854

2290

2476

579

Aðra útbúgving

3894

6145

3757

2277

214

Bachelorútbúgving

397

3393

1921

916

49

Master- ella granskaraútbúgving

46

976

506

175

7

Manntal

 

10) Minka um ójavna 

Hvussu stórur %-partur av fólkunum vóru í fátækraváða í 2015?

Norðoya øki

Eysturoyar øki

Norðstreymoyar øki

Suðurstreymoyar øki

Vága øki

Sandoyar øki

Suðuroyar øki

0-17 ár

9,6

8,8

10,4

8,6

10,9

14,8

15

18-24 ár

6,8

6,9

5

11,4

6

10,2

9,8

25-54 ár

6,3

5,8

6,9

6,6

6,7

11

10,2

55-66 ár

4,2

4,3

6,8

7

6,1

11,3

8,8

67+ ár

28,6

29

32,3

18,7

36,6

47,6

35,1

Hagstovan

 

12) Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla

Nøgd (tons) av burturkasti

Ár

 Brent

Tyrvt

  Endurnýtt

 Serliga dálkandi

 Tilsamans

2012

30638

6222

6008

998

43.866

2013

30490

6993

7084

733

45.300

2014

33396

8487

7869

1327

51.079

2015

33282

6237

9385

998

49.902

2016

33677

8691

8482

1035

51.885

Umhvørvisstovan

 

14) Lívið í havinum

Laksur og síl, kruvd vekt í tonsum

1996

2001

2006

2011

2016

Laksur

14484

37731

10728

49588

68271

Síl

824

2813

4934

0

0

Tilsamans

15308

40544

15662

49588

68271

Hagstovan

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018