• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Undirvísingargongd til Miðnám (verkætlan)

 

 

At arbeiða við burðardyggari menning snýr seg ikki bert um at skilja nøkur viðurskifti, men eisini um at duga at ítøkiligera avbjóðingar og finna loysnir. Sostatt kann arbeiðið við burðardyggari menning vera ein háttur at arbeiða nýmennandi (innovativt) við tilfari, heldur enn bert at loysa givnar uppgávur. Ein slík nýmennandi tilgongd vil somuleiðis geva næmingunum eina fatan av at hava framt eitt samfelagsgagnligt arbeiði. Tað snýr seg ikki bert um at skilja heimin, men eisini um at broyta heimin.

Flokkurin verður býttur upp í 6 bólkar bólkar (3-4 í hvørjum). Hvør bólkur velur sær eitt evni at arbeiða við. Allir bólkar hava somu arbeiðsspurningar, tó við ymiskum evni:

1) Hvørjar avbjóðingar hava Føroyar fyri at røkka heimsmálunum fyri burðardyggari menning?

2) Hvørjar loysnir kunnu setast í verk fyri at loysa hesar avbjóðingar?

Valdu evnini eru:

Heimsmál

Dømi um vald undirmál (ikki bindandi)

5) Javnstøða millum kynini

- Steðga mismuni ímóti kvinnum og gentum

- Beina fyri harðskapi ímóti kvinnum og gentum

- Eggja til javnbýtta ábyrgd í heimum og familjum

7) Burðardygg orka

- Nýta munandi meira burðardygga og varandi orku

-

-

8) Sømilig arbeiði og búskaparligur vøkstur

-

-

-

10) Minka um ójavna

-

-

-

12) Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla

-

-

-

14) Lívið í havinum

-

-

-

Í hesi talvu eru skrivað dømi um hvussu ávís undirmál kunnu raðfestast. Tað ber ikki til at arbeiða við øllum undirmálum, men við at raðfesta málini fáa næmingarnir eina vitan um hvørji evni eru frávald. Hetta kann kveikja áhuga til onkra framtíðar verkætlan í aðrari lærugrein ella á hægri lestrarstigi.

Tíðarnýtsla: 5-6 blokkar

*Hóskandi er at arbeiða í felagsskjali t.d. á Office 365 ella á Google Drive.

Fyrsti blokkur:

Arbeiðið byrjar við at farið verður inn á snar.fo/heimsmál.

Her ber til at lesa nærri um hvat ymisku málini snúgva seg um. Bólkarnir velja síðani út nøkur undirmál, ið verða mett at hava týdning fyri Føroyar og/ella hava áhugan hjá bólkalimunum. Hóskandi er, at hvør bólkur velur í mesta lagi trý undirmál at arbeiða víðari við. Kjakast verður síðani um hvar til ber at finna meiri vitan um hesi evnini. Bólkalimirnir arbeiða við at uppbyggja ein vitanargrunn um evnið.

Annar blokkur:

Annar blokkur:
Bólkurin velur út endaligu undirmálini. Næmingarnir byrja at svara yvirskipaðu verkætlanarspurningarnar. Finnast skulu skjøl og tøl, ið lýsa avbjóðingarnar Føroyar hava. Hetta skal setast upp í eitt felags arbeiðsskjal.

Triði blokkur:

Bólkurin skrivar nakrar niðurstøður til fyrsta spurningin. Tað kunnu væl vera fleiri avbjóðingar til hvørt undirmál. Síðani byrjar bólkurin at kjakast um hvørjir møguleikar eru at loysa hesar avbjóðingar. Her er týðandi, at bólkurin hevur ein skrivara, ið skrivar niður góðu hugskotini, ið bólkalimirnir koma við. Til ber at leita sær íblástur á Netinum.

Fjórði blokkur:

Bólkurin arbeiðir víðari við at orða loysnirnar. Tað kunnu væl vera fleiri loysnir til hvørja avbjóðing. Nú byrjar bólkurin at gera eitt Power Point-framløgu (ella líknandi), har ymisku úrslitini verða presenterað. Verður bólkurin ikki liðugur við framløguna, má hon gerast liðug heima. Um fakið hevur næmingatíð, er hóskandi at seta nakrar tímar av til hesa verkætlan.

Fimti blokkur:

Bólkarnir leggja fram fyri hvørjum øðrum.

(Møguliga er neyðugt við tveimum blokkum til framløgurnar)

* Um tíð er til tess, ber til at víðka verkætlanina við tveimum blokkum, har farið verður út á relevantan stovn ella fyritøku at gera samrøður um evnið. Hetta kann gerast onkran fyrra- ella seinnapart. Hesir blokkar kunnu hóskandi skjótast inn millum annan og triða blokk.

Mið á Netinum

Ætlanin er, at næmingarnir í mest møguligan mun megna at finna tilfar sjálvir. Research og keldukritikk eru týðandi førleikar á miðnámi, ið eiga at venjast við jøvnum millumbilum.

Um næmingarnir ikki megna at finna tilfar sjálvir, kann lærarin tó beina næmingarnar á nøkur hent mið. Her eru nøkur dømi (ikki bindandi). Nám ynskir at samskipa vitanarbýti kring heimsmálini. Send endiliga hugskot inn um mið, ið eru vælegnað til undirvísing.

*Sig endiliga frá um okkurt leinki ikki riggar.

 

 

5) Javnstøða millum kynini:

Lærubók um Javnstøðu

Demokratia. Felagsskapur fyri javnstøðu

Javnstøðunevndin

 

7) Burðardygg orka:

Umhvørvisstovan um burðardygga menning

SEV – orkuframleiðari

Orkuskiftið. Kunningarsíða um skiftið frá fossilari til grøna orku   

 

8) Sømilig arbeiði og búskaparligur vøkstur:

Hagstovan um arbeiði

Samtak. Felagsskapur á arbeiðsmarknaðinum

Lærubók um arbeiðsmarknaðin

 

10) Minka um ójavna:

Hagstovan um inntøkur

Lærubókin javnstøða um inntøkubýti 

> 8. Inntøkubýti

Almannastovan um lógarbundnar útreiðslur 

 

12) Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla:

Umhvørvisstovan um umhvørvi

IRF – hagtøl

Tórshavnar kommuna um umhvørvi

 

14) Lívið í havinum:

Havstovan

Hagstovan um fiskiskap

Alitíðindi


 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018