• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Burðardygg menning er ikki bert eitt hugtak, ið snýr seg um menningarlond. Hóast Føroyar eru eitt ríkt og vælvirkandi samfelag, eru fleiri øki, ið kunnu betrast.

Út frá teimum 17 heimsmálunum eru vald út 6 mál, ið hava til felags, at:
1) tey hava stóran týdning fyri Føroyar og
2) tað finst nøktandi tilfar um hetta evni at arbeiða við hjá næmingum og lærarum.

Hetta merkir ikki, at hini málini ikki hava týdning fyri Føroyar, men at hesi eru meiri átrokandi og nærverandi. Til dømis kann nevnast heimsmálið Lívið á landi, ið er avbera átrokandi, men har vitanin er illa atkomulig hjá næmingum og lærarum. Hetta kann bert vera ein áheitan á avvarðandi myndugleikar og áhugabólkar at fáa meiri undirvísingaregnað tilfar til vega um slík viðurskifti.

Hetta skjalið inniheldur tvær undirvísingargongdir, eina verkætlanargongd ætlað til Miðnám og eina stytri og einfaldari gongd ætlað til Fólkaskúlan. Hendan seinna gongdin er tó eisini vælegnað til fyrsta ár á Miðnámi.

Lærarar kunnu altíð venda sær til Nám at fáa inspiratión til hvussu slík undirvísing kann fremjast í verki.

Ynskir onkur lærari at fáa hjálp at menna tilfar til okkurt av hinum heimsmálunum, vil Nám eisini fegið hjálpa við tí.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018