• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Meðan Føroyar eru eitt lítið land, er Russland heimsins størsta. Tá Verðin er skift sundur í øki, sum eystur og vestur, norður og suður, rík og fátæk, og tey lond, sum eru nær við og tey, sum eru langt burturi, eru nógvar avbjóðingar.

Skulu vit selja og keypa vørur, krevst eitt gjaldoyra. Innan vit koma so langt, sum at møta teimum, ið vit ætla at handla við, skulu vit hava loyvi at fara um landamørk. Hetta krevur politiskar og fyrisitingarligar samráðingar, og eisini avtalur um toll. Skulu vit selja matvørur, krevjast serlig loyvi, sum tryggja, at fólk ikki blíva sjúk av vøruni. At enda krevjast bilar, skip og flogfør at flyta vøruna á marknaðin.

Í Føroyum er Bakkafrost størsta fyritøkan, sum selur til Russlands. Her er nýggjasta ársfrásøgnin hjá Bakkafrosti.

http://www.bakkafrost.com/media/1792/bf_roknskapur-2017_f%C3%B8royskt_final.pdf

Spurningar

Leitið á telduni í ársfrásøgnini hjá Bakkafrosti eftir orðunum Russland, russisk og russiskur. Roynið tykkum á telduni og telji hvussu ofta orðini koma fyri. Tit kunnu eisini skriva russ í leitirútin. Finnið setningarnar, har leitorðini koma fyri.

1 Hvør er vøran, sum Bakkafrost selur til Russlands?

2 Hvussu er gongdin í søluni, í mun til árini undan?

3 Kannið aðrastaðni á netinum, til dømis á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, hvat onnur lond á okkara leiðum, fyrst og fremst Danmark, halda um, at vit hava samhandil við Russland?

4 Hví vilja summi lond halda saman, og onnur ikki?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018