Skip to main content

my homework experts dissertation litterature terminale essay generation problems my posse dont do homework summaryÍ lítla bretska býnum, Sailsbury, vórðu Julia Skripal, sum sæst á myndini, og pápin Sergei eitrað í mars í 2017. Tey komu frá hendingini við lívinum. Bretskir myndugleikar søgdu, at eitrið var úr Russlandi. Tað var nervagass, sum skuldi beina fyri pápanum, ið hevði njósnast fyri fremmand lond í Russlandi. Har hevði hann fingið dóm, men var nú útflýggjaður til Bretlands.

Eftir at bretsku miðlarnir bóru søguna og gitingarnar um russiska eitrið, vórðu 150 russiskir diplomatar vístir úr 28 londum.

Av somu orsøk gjørdu bretar av, at eingin úr stjórnini ella kongshúsinum fór til heimsmeistarakappingina í fótbólti í Russlandi í ár. Fleiri lond hava gjørt sum Bretland og senda eingi almenn umboð til kappingina.

Spurningar

1 Hví tvinna lond fótbolt saman við altjóða politikki?

2 Er fótbóltur eins sterk makt og politikkur?

3 Hvat er tað, sum ger fótbólt so áhugaverdan í allari verðini?