Skip to main content

Hvat skal eg gera fyri landið?

Hesin ungi russiski hermaður er ein rýmingurchild labor research paper do my admission essay cheap what to write my argumentative essay on. Hann er rýmdur av hermótinum, tá hann varð sendur úr Sankta Pætursborg til í Kekenia, at berja yvirgangsfelagsskapir niður. Grátandi mamman, til høgru, er komin við honum til ein felagsskap av mammum, sum vilja verja synirnar. Forkvinnan sæst til vinstru. Verður rýmdi hermaðurin funnin, kann hann fáa stóra revsing sum landasvíkjari. Tí livir hann undir jørð. Myndin er tikin av føroyskum myndamanni í Sankta Pætursborg.

Fyrr var Vladimir Putin ovasti í loyniligu løgregluni í Russlandi. Hann er úr ríka býnum Sankta Pætursborg og er í dag forseti landsins við nógvari makt. Loyniligar løgreglur vóru eisini í Sovjetsamveldinum og í tíðini, tá gomlu zararnir ráddu. Í Russlandi hevur altíð verið stríð millum myndugleikarnar, sum ráða, og felagsskapir, sum stuðla tí einstaka at liva eitt gott lív. Stórur munur er á ríkum og fátækum, so langt er millum partarnar, sum halda uppá sítt.

Úr altjóða søguni eru mong sitat, har statsleiðarar minna okkum á, hvat vit eiga at gera fyri landið. Kendasta er helst sitatið hjá John F. Kennedy, tá hann gjørdist amerikanskur forseti í 1960.



Spurningar

1 Finn Kekenia á kortinum.

2 Kundi tú hugsa tær, at Føroya løgmaður hevði eina fortíð sum ovasti í eini loyniløgreglu?

3 Burdu vit havt hernaðarskyldu í Føroyum?

4 Hvat er ein rýmingur og hvørja revsing kann hann fáa?