Skip to main content

dissertation que desire t on dissertation editing program for mac decorated writing paper anne helen petersen dissertationSíðan gamla Sovjetsamveldið fall í 1991, hava listafólk kent seg tryggari í Russlandi. Fyrr var vanligt, at segði ella gjørdi tú okkurt, sum víkti frá meiningini í almenna rúminum, so fórt tú beina leið í fongsul. Rætturin at tala og føra fram var skerdur og undir strongum eftirliti. Hetta er fremsta eyðkennið fyri einaræðislond, sum til dømis Norðurkorea.

21. februar í 2012 framførdu fimm kvinnur í russiska punkbólkinum Pussy Riot eina bøn í ortodoksu Frelsarakirkjuni mitt í Moskva. Bønin var stílað til Guds móðir, sum Pussy Riot bóðu til, fyri at sleppa undan Vladimir Putin og hansara politikki, sum tær ikki dámdu.

Tær vórðu handtiknar og tvær teirra vórðu sendar í fangalegu í tvey ár.

Tá hetta spurdist, fingu Pussy Riot stuðul úr øllum heiminum.

Í oktober í 2016 góvu Pussy Riot út sangin Make America Great Again. Hann sæst til høgru. Greitt er, at tær eru heldur ikki fegnar um amerikanska forsetan, Donald Trump. Umframt tónleikin brúka tær YouTube at gera boðskapin greiðan og at føra hann fram.



Spurningar

1 Bæði Hamferð og Silvurdrongur hava framført í Havnar kirkju, sum er føroyska dómkirkjan. Hóast okkurt einstakt orð ella symbol hjá teimum kundi bent á, at teirra virksemi er lítið kirkjuligt, so hevur hvørki løgregla ella bispur kravt rættarsókn av teirri orsøk. Hvussu hevur talu- og framsøgufrælsi tað í Føroyum, um vit bera júst hetta saman við Pussy Riot í ortodoksu kirkjuni í Moskva í 2012?

2 Hvønn altjóða leiklut hevur Frelsarakirkjan í Moskva í kirkjuligum ortodoksum høpi?

3 Metið um YouTube filmin Make America Great Again hjá Pussy Riot. Skrivið eitt ummæli, har tit taka støðu til, hvønn leiklut YouTube hevur í altjóða útbreiðsluni av russiskum sangum hjá Pussy Riot. Finnið eisini fram til ballónina á skrivstovuni. Úr hvørjum søguligum filmi stavar henda sena?