Skip to main content

Søgur eru um nógvar persónar, sum av órøttum hava verið dømdir og tiknir av døgum. Mest klassiska søgan er helst um Jesus úr Bíbliuni. Aðrar søgur eru um Jeanne d’Arc, Joe Hill, Martin Luther King, Steve Biko og Victor Jara. Í ein ávísan mun kunnu vit siga, at hetta eru søgur um pínslarváttar, sum móti yvirvøldini hava stríðst fyri eini betri verð.

Úr nýggjari tíð er fleiri líknandi søgur úr Russlandi, sum eru væl undirbygdar, tí nógv fólk kendu viðkomandi og kundu dokumentera endaligu hendingarnar.

Tá russiski journalisturin Anna Politkovskaja varð myrd í Moskva í 2006, bleiv hon og stríð hennara kent um allan heim.

Í 2009 doyði russiski grannskoðarin og løgfrøðingurin, Sergej Magnitskij, í fangahúsinum Butyrka í Moskva. Hann varð 37 ára gamal. Mannarættindafelagsskapir siga, at umstøðurnar kring deyða hansara vóru illgrunasamar.

Spurningar

1 Leitið á netinum og finni søguna um Sergej Magnitskij á Wikipedia. Gerið eina tíðarlinju yvir seinastu liviárini hjá honum.

2 Hvat sigur henda lívssøga okkum um Russland sum rættarsamfelag? Kundi tað sama hent her hjá okkum?

3 Leitið eftir søguni um Butyrkafangahúsið. Hvussu gamalt er fangahúsið?