• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Sigurd O. Patursson (1869-1931), vanliga kallaður Sigert í Kirkjubø, er helst fyrsti føroyingur, sum í bókum hevur sagt frá um ferðir úti í heimi. 19 ára gamal fór hann úr heimbygdini og út at ferðast. Tey seks árini 1889-1895 skrivaði hann um upplivingar í Russlandi. Ferðafrágreiðingin kom út í 12 heftum og árið eftir í bókini Sibirien i vore Dage (1901). Á myndini er farleiðin teknað við reyðum. Í nógv ár var Sigert í Kirkjubø keldan um Russland í donskum skúlabókum.

Spurningar

1 Ber saman, hvussu skjótt Sigert kundi siga lesarum frá um hansara ferðir, og hvussu skjótt vit sjálvi í dag kunnu siga frá um okkara ferðir í fremmandum londum.

2 Hvønn týdning hava ferðafrásagnir fyri okkara fatan av einum landi?

3 Hvat er mest eksotiska land, tú hevur vitjað?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018